31 Guð-givnar grundir fyri so púrt og aldeilis EINKIÐ RÚSDREKKA at drekka yvirhøvur NAKRANTÍÐ



(Hetta varð týtt / skrivað, umleið 2004).



( Vín andin sníkir seg inn í meinigheitirnar!! Eg vil ávara ímóti hesum, ikki við egnum meiningum, ella mannaboðum, men við Guðs orði, sum er okkara eini rætningssnórur. Latum okkum sum Guðs tænarar standa upp og peika á vegin, og ikki gera sum mangir, sum reingja Guðs orð, kallandi rangt fyri rætt, og rætt fyri rangt. )


  1. Tað leiddi gudsmannin Nóa til skomm.

    I. Mós. 9:21: Tá ið hann nú hevði drukkið av víninum, og hann varð drukkin, lá hann nakin inni í tjaldinum.


  2. Tað leiddi rættvísa Lot til óviljað siðloysi, tvær ferðir.

    I. Mós. 19:33: Sama kvøldið góvu tær honum vín at drekka; og hin eldra kom og legði seg hjá faðir sínum; hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp.


  3. Nasirearanum, sum vildi halga seg Harranum, varð noktað at drekka.

    IV. Mós. 6:3: Hann má ikki drekka nakað súrt, sum tilreitt er av víni ella mjøði (t.e. øl), og yvirhøvur ikki drekka nakran vínberjaløg og hvørki eta nýggj ella turkað vínber.


  4. Prestarnir, sum tæntu nær Harranum, máttu ikki drekka.

    Ezekiel 44:21: Vín má eingin prestur drekka, tá ið hann gongur inn í innara forgarð.


  5. Vín er sum ormaeitur (Drekin, ormurin = djevulin).

    V. Mós. 32:33: Drekaeitur er vín teirra, ræðuligt ormaeitur.


  6. Móðir Samson fekk noktað at drekka.

    Dóm. 13:7: Men hann segði við meg: Sí, tú skalt verða við barn og føða son; og tú mást hvørki drekka vín ella sterkan drykk og ikki eta nakað óreint, tí at sveinurin skal verða Guði halgaður alt frá móðurlívi til deyðadags.


  7. Skøkjur nýta vín til at tøla menn.

    Orðt. 9:2: Hon hevur dripið drápsfæ sítt, blandað vín sítt, og hartil borð sítt dúkað.


  8. Vín er spottari, tað er óstýrligt, og tey sum drekka tað eru ikki vís.

    Orðt. 20:1: Vínið er spottari, rúsdrykkur óljóð, hvør tann, sum drukkin vinglar, er óvitur.


  9. Guð áminnir okkum um ikki at vera millum teirra sum drekka vín.

    Orðt. 23:20: Ver ikki millum teirra, ið drekka vín, millum teirra, ið oveta seg í kjøti.


  10. Vín bítur sum ein slanga (slangan = Sátan).

    Orðt. 23:31: Hygg ikki at víninum, hvussu reytt tað er, hvussu tað glógvar í steypinum og væl rennur niður.


  11. Tað sømir ikki kongum at drekka vín (vit eru kongar og prestar).

    Orðt. 31:4: Tað sømir ikki kongum, Lemuel, tað sømir ikki kongum at drekka vín ella høvdingum at spyrja eftir sterkum drykki.


  12. Sterkur drykkur er fyri tey, sum eru búgvin til glatan.

    Orðt. 31:6: Gevið tí sterkan drykk, sum er búgvin til glatan (enska KJV sigur: “that is ready to perish”), og gevið tí vín, sum sorg ber í hjarta.


  13. Guðs veiróp er móti teimum, sum stunda eftir víni.

    Jesajah 5:11: Vei teimum, ið snimma á morgni stunda eftir víni og sita uppi langt út á náttina, glóðreyðir av rúsløgi.


  14. Enn eitt veiróp verður givið.

    Jesajah 5:22: Vei teimum, sum eru hetjur í víndrykkju og hinir mætastu til at blanda rúsløg.


  15. Enn eitt veiróp.

    Jesajah 28:1: Vei hinum uppskrýdda kransi hjá teimum druknu í Efraim; teirra glæsiliga skreyt er einans følnandi blómur á heyggjum í hinum gróðurmikla dali, har víndruknir hølast.


  16. Tað leiðir Guðs tænarar til at snáva.

    Jesajah 28:7: Men eisini her ganga menn í ørviti av vínløgi, vitleysir av víni; prestur og profetur druknir vingla, vingla av sterkum drykki; teir sløðra av vínløgi. Í ørviti síggja teir sjónir sínar; í rættinum snáva teir á.


  17. Vín ger fólk óð.

    Jeremiah 51:7: Gullsteyp var Bábel í hond Harrans; alla jørðina drakk hon fulla; tjóðirnar drukku av víni hennara, tí leikaðu tjóðflokkarnir óðir.
    Les eisini Jeremiah 51:6-8 (í samanhangi), og Jeremiah 51 (allan kapitulin)


  18. Dánjal vildi ikki dálka seg við víni.

    Dániel 1:8: Men Dánjal setti sær fyri ikki at óreinska seg við krásum kongs ella við tí víni, sum hann drakk, og bað hirðstjóran um at sleppa undan at óreinska seg.


  19. Ísrael sveik Harran, tá tey hugdu til aðrar gudar, og elskaðu vín.

    Hósea 3:1: Og Harrin segði við meg: “Far aftur og elska konu, sum elskar annan mann og er ótrúgv, eins og Harrin elskar Ísraelsmenn, tó at teir víkja at øðrum gudum og hava tokka á vínberjakøkum (KJV: flagons of wine.)


  20. Vín og hordómur fylgjast at og taka burtur hjartað.

    Hósea 4:11: Vín og vínberjakøkur taka burtur hjartað (KJV)


  21. Guð vil ripa tað burtur og døma tað.

    Jóel 1:5: Vaknið, tit drykkjumenn, og grátið allir tit, ið vín drekka, venið tykkum um vínberjaløgin; tí at hann er riptur burtur frá munni tykkara.


  22. Óndir menn enntá selja døtur sínar fyri vín.

    Jóel 3:8: Teir kastaðu lut um fólk mítt, góvu svein fyri skøkju og seldu gentu fyri vín og drukku.


  23. Teir, sum leiða Guðs fólk til at drekka, verða lættliga teirra profetar (svikaprofetar).

    Micah 2:11: Um einhvør kemur við tómum orðum, svikum og lygnum og sigur: “Eg skal tala til tykkara um vín og sterkan drykk”, hann verður rættur talari hjá hesum fólki.


  24. Vín leiðir inn í synd, stoltleika, og alt ónt.

    Hábakkuk 2:5: Tí hann syndar orsakað av víni (so sigur enska KJV (King James), hin hástóri maður, sum av grimdarhuga tambar upp gap sítt eins og Hel og ikki mettast heldur enn deyðin, savnar til sín allar tjóðir og dregur inn undir seg øll fólk!


  25. Jóhannes doyparin skuldi ikki drekka vín.

    Lukas 1:15: Tí hann skal verða mikil fyri eygum Harrans. Og vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og alt frá móðurlívi skal hann fyllast av Heilaga Andanum.


  26. At drekka vín kann fáa bróðir tín til at snáva.

    Róm. 14:21: Tað er beint hvørki at eta kjøt ella drekka vín ella gera nakað, sum bróðir tín stoytir seg á.


  27. Víndrykkja førir óflýggjaskap við sær.

    Ephes. 5:18: Og drekkið tykkum ikki druknar í víni, sum førir óflýggjaskap við sær; men verðið fyltir av Andanum.


  28. Ikki tráur eftir víni.

    I. Tim. 3:3: Ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagrammur.


  29. Ikki tráur eftir nógvum víni.

    I. Tim. 3:8: Somuleiðis eiga kirkjuliðstænarar at verða siðaðir, ikki tvítungutir, ikki tráir eftir nógvum víni, ikki hugaðir eftir ljótum vinningi.


  30. Timoteus drakk vanliga bert vatn, og eitt sindur av víni, men tá útilokandi vegna sjúku.

    I. Tim. 5:23: Drekk ikki longur bert vatn, men njót eitt sindur av víni fyri maga tín og veikleikarnar, sum eru so tíðir.


  31. Tað eigur at vera nakað, sum hoyrir fortíðini til.

    I. Pæt. 4:3: Tí at tað er nóg mikið í teirri tíðini, sum farin er, at hava gjørt heidninganna vilja, tá ið tit livdu í ósiðum, girndum, fyllskapi, óhógvi, drykkjuskapi og skammiligari skurðgudadýrkan.


    The World’s Deadliest Drug: