24 dýrdligir lutir, ávunnir luthavarum hins Nýggja Testamentis, gjøgn egna blóð høvuðsprests várs, Christs, út ígjøgnum Hebrearabrævið



1: Reinskan fyri okkara syndir
Hebrearabrævið 1:3:

Hvør, verandi bjartleikin av
dýrd hansara, og úttrykkiliga myndin
av persóni hansara, og haldandi
uppi øllum lutum við orðinum
av kraft síni, tá ið hann hevði við
sær sjálvum reinskað syndir okkara,
settist niður við høgru hond
Hátignarinnar á hæddini;


2: Jesus hevur oyðilagt djevulin
Hebrearabrævið 2:14:

Við tað tá at børnini eru
luttakarar í kjøti og blóði, sjálvur
hann eisini tók somuleiðis lut í hinum
sama; at gjøgnum deyða hann
mátti oyðileggja hann sum hevði
máttin av deyða, tað er, djevulin;


3: Útfrían frá ótta fyri deyða og frá at vera undirlagdur fyri trældómi
Hebrearabrævið 2:15:

Og útfría teir sum gjøgnum
ræðslu fyri deyða vóru alla lívstíð
sína undirlagdir fyri trældómi.


4: Endursóning fyri mínar syndir fyri Guði
Hebrearabrævið 2:17:

Hvørsvegna tað í øllum lutum
tørvaði honum at verða gjørdur
líkur brøðrum sínum, at hann
mátti vera ein miskunnsamur og
trúfastur høvuðsprestur í lutum
hoyrandi til Guðs, at gera endursóning
fyri syndir fólksins.


5: Æviga frelsu hjá teim sum lýða hann
Hebrearabrævið 5:9:

Og verandi gjørdur fullkomin,
gjørdist hann upphavsmaðurin
at ævigari frelsu hjá øllum teim
sum lýða hann;


6: Eitt betri testamenti
Hebrearabrævið 7:22:

Við so miklum varð Jesus
gjørdur borgan um eitt betri
testamenti.


7: Frelstur til hins ytsta
Hebrearabrævið 7:25:

Hvørsvegna hann er førur
fyri eisini at frelsa teir til hins
ytsta sum koma til Guðs við
honum, við tað at hann ævir livir
at ganga í forbøn fyri teim.


8: Æviga endurloysing
Hebrearabrævið 9:12:

Eiheldur við blóðinum av
geitum og kálvum, men við sínum
egna blóði gekk hann inn eina
ferð inn í hitt heilaga stað, havandi
vunnið æviga endurloysing
fyri okkum.


9: Reinskaða samvitsku frá deyðum verkum til at tæna hinum livandi Guði
Hebrearabrævið 9:14:

Hvør mikið meira skal blóð
Christs, hvør gjøgnum hin æviga
Andan ofraði seg sjálvan uttan
blett til Guðs, reinska samvitsku
tykkara frá deyðum verkum at
tæna hinum livandi Guði?


10: Fyrijáttan um ævigan arv
Hebrearabrævið 9:15:

Og fyri hesa grund er hann
millumgongumaðurin av hinum
nýggja testamenti, at við brúki
av deyða, fyri endurloysingina av
misbrotunum sum vóru undir hinum
fyrsta testamenti, teir sum eru
kallaðir máttu móttaka fyrijáttanina
um ævigan arv.


11: Eitt testamenti, sum er við kraft (t.e. gyldugt)
Hebrearabrævið 9:16-17:

Tí hvar eitt testamenti er, har
má eisini av neyðsyn verða deyðin
av testament-stovnaranum.
Tí eitt testamenti er við kraft
eftir at menn eru deyðir: annars
er tað av ongari styrki yvirhøvur
meðan testament-stovnarin livir.


12: Mín synd er koyrd burtur
Hebrearabrævið 9:26:

Tí tá mátti hann ofta havt
liðið síðan grundlegging veraldarinnar:
men nú eina ferð í enda
veraldarinnar hevur hann birtst
at koyra burtur synd við sláturofringini
av sær sjálvum.


13: Einkið meira samvit um syndir
Hebrearabrævið 10:1-2:

TÍ lógin havandi ein skugga
av komandi góðum lutum,
og ikki sjálva myndina á lutunum,
kann aldri við hasum sláturofrunum
sum teir ofraðu ár eftir ár
áframhaldandi gera komararnar
at tí fullkomnar.
Tí vildu tey tá ikki havt hildið
uppat at verðið ofrað? av tí at
tilbiðjararnir einaferð reinskaðir
skuldu havt havt einkið meira
samvit um syndir.


14: Halgan eina ferð fyri allar
Hebrearabrævið 10:10 (+13:12):

Við hvørjum vilja vit eru halgaðir
gjøgnum ofringina av likami
Jesu Christs eina ferð fyri allar.


15: Fullkomingering um ævir
Hebrearabrævið 10:14:

Tí við einum ofri hevur hann
fullkomingjørt um ævir teir sum
verða halgaðir.


16: Guð minnist mínar syndir og misgerðir ei meir
Hebrearabrævið 10:17:

Og syndir teirra og misgerðir
vil eg minnast ei meir.


17: Dirvi at ganga inn í hitt heilagasta
Hebrearabrævið 10:19:

Havandi tessvegna, brøður,
dirvi at ganga inn í hitt heilagasta
við Jesu blóði,


18: Ein nýggjan og livandi veg
Hebrearabrævið 10:20:

Við einum nýggjum og livandi
vegi, hvønn hann hevur
innvígað fyri okkum, ígjøgnum
forhangið, tað er at siga, kjøt
hansara;


19: Koma nær til Guðs við einum sonnum hjarta
Hebrearabrævið 10:22:

Latum okkum koma nær
við einum sonnum hjarta í fullari
trúarvissu, havandi hjørtu okkara
ástøkt frá eini óndari samvitsku,
og likam okkara tváað við reinum
vatni.


20: Koma nær til Guðs í fullari trúarvissu
Hebrearabrævið 10:22:

Latum okkum koma nær
við einum sonnum hjarta í fullari
trúarvissu, havandi hjørtu okkara
ástøkt frá eini óndari samvitsku,
og likam okkara tváað við reinum
vatni.


21: Mítt hjarta er ástøkt frá eini óndari samvitsku
Hebrearabrævið 10:22:

… havandi hjørtu okkara
ástøkt frá eini óndari samvitsku,
og likam okkara tváað við reinum
vatni.


22: Jesu blóð talar betri lutir enn tað av Abeli
Hebrearabrævið 12:24:

Og til Jesu millumgongumans
hins nýggja sáttmála, og
til áslettingarblóðsins, sum talar
betri lutir enn tað av Abeli.

Abels blóð: Dómur kravdur.
Jesu blóð: Dómur útintur.


23: Endurloysing frá hinum deyðu, – eisini okkara gjøgnum Jesu blóð
Hebrearabrævið 13:20:

Nú, Guð friðar, sum førdi
aftur frá hinum deyðu váran Harra
Jesus, handa mikla hirða seyðanna,
gjøgnum blóðið av hinum ævigt-varandi
sáttmála,


24: Ein ævigt-varandi sáttmála við Guð
Hebrearabrævið 13:20:

Nú, Guð friðar, sum førdi
aftur frá hinum deyðu váran Harra
Jesus, handa mikla hirða seyðanna,
gjøgnum blóðið av hinum ævigt-varandi
sáttmála,


(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)