23 spurningar frá tórsportáli, sum eg bara svaraði so beinframligani uppá, – ja, hvat tá!

1: Kanst tú skriva einar fimm reglur um tín uppvøkstur og tíni ungdóms ár

Føddur og uppvaksin í Rituvík; fluttu til Hetlands sum 10 ára gamalur; aftur til Føroya sum 15 ára gamalur. Frelstur í ’86 sum 15 ár. Innisælur; teknaði nógv. Hevði tíðliga áhuga fyri málsøgu, málættum og orðaupprunafrøði. Uppaldur við fastari hond og bara glaður fyri tað í dag: TAÐ er Gudiligur kærleiki!!. Skýggjaði breiða vegin og devlapiss: gerið tit so við!.


2: Hvat arbeiði hevur tú?

Grafiskur sniðgevi.


3: Um tú ikki hevði havt tað arbeiði, tú hevur nú, hvat arbeiði hevði tú so ynskt at havt?

Christniboðari í langtburturstan inntil onkur skeyt meg.


4: Hvør er besta hendingin í lívi tínum?

Tá ið Jesus Christus persónliga møtti mær og frrrelsti meg tann 26. január 1986, kl. 21:15 til eitt eftirmøti úti á Sjómansheiminum í Runavík. Tá fóru hendurnar upp í loft í songini, tað kann eg siga tær, gamli!


5: Hvør er stuttligasta hendingin í lívi tínum?

Tá ið eg gjørdist pápi tann 16. apríl 2000.


6: Hvør er keðiligasta hendingin í lívi tínum?

Tá ið konan ikki orkaði at vera ordilig meir, klæddi seg í reyðsokkar og SS styvlar og stakk av. (Hvørja av teimum man hann nú meina við?? Take your pick. Tað er alt meir ella minni spilt í dag av feminismunnar egoistisku gift, og sjálvt meinigheitin verjir syndina, meðan man sparkar áminnaran út.)


 7: Hvør er tín størsta fyrimynd?

William Tyndale, týðari Textus Receptus Nýggja Testamentisins yvir á enskt; brendur á báli av Católsku skøkjuni – sitandi á sjey fjøllum – , drukkin av blóði teirra heilagu, – í Vilvoord í Hollandi, anno Domini 1536.


8: Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst 10 mió. kr.?

Prentað Føroysku King James í góðari góðsku við breiðari margu, innbundin í kálvaskinsleður hjá Local Church Bible Publishers í USA; givið fitt til Asia Link trúboðarafelagskapin í Noregi, sum stuðlar fótgangandi og súkklandi trúboðarum í Asiu; givið til heimkomu Jødanna.


9: Nevn tríggjar teir bestu eginleikarnar, tú hevur?

Treiskni, eitt heitt sinni og at eg gjøgnumføri tað, sum eg stingi út í kortið.


10: Hvørjar eru tínar tríggjar veikastu síðir?

Eitt heitt sinni, góðtrúni og at eg hvørki orki ella vil samstarva, tí eg trúgvi meir uppá, at eg sjálvur havi rætt, enn allar hasar útforhálaðu, tilfortoygdu, elastisku, debatteraðu, relativu meiningarnar hjá øllum hasum stinkandi globalist-socialist-darwinist-humanist somomi-signandi heiminum. Jamen, eg havi lisið Guðs BÓK, og meini bara tað sama, sum Guð ger, og so havi eg rætt, skilur tú! Guð skiftur nevniliga ongantíð meining. Og jú, hann er (til).


11: Hvør er besti filmur, tú hevur sæð?

Luther frá 2003 fær blóðið at kóka hvørja ferð, eg hyggi eftir honum; serliga tá ið eg hugsi um, at lutherska kirkjan í dag er ein flaggandi, við-heiminum-gift, Guðs orðs vanvirðandi, geld, nossaleys, aftur-til-Rom-sløðrandi, sodomi-stuðlandi skomm, sum bara skal rubba sær og gnubba sær og koma sær aftur inn á klettin, sum er Guðs orð, –
ikki Luther, – og so aldeilis IKKI nakar VICARIUS DIABOLOS COLOSSOS niðri í Vaticaninum í Rom, sum møsnar um frið og kærleika, beint áðrenn hann loysir út sína síðstu inkvisitión ímóti okkum protestantum.


12: Hvør er besti tónleikabólkur/tónleikari?

Eg havi ikki lurtað eftir tónleiki síðstu 7 árini, so eg veit ikki. Tíðin strekkir ikki til. Mær dámar væl at hoyra fuglarnar láta. Teir syngja so sum Skaparin gav teimum rødd, og hava ongan devul í búkinum. Teir syngja betri enn nøkur trøllbundin Eivør, sum enntá stendur og forheksar kirkjufólkið inni í kirkjuni í Gøtu í trøllaklæðum, dansandi sum ein heks við druidatrummunum trummandi bumm baba bumm. Tey kalla hatta mentan og loyva tí inn í kirkjuna. Eg kalli hatta fananskap og biði kirkjuna venda sær um. Vinskapur heimsins er fíggindskapur hjá Guði (Jácob 4:4 FKJ).


13: Hvør skuldi blivið kosin aldarinnar føroyingur?

Tær tríggjar á Morskranesi, sum enn eru passarar við hús.


14: Hvat er tað besta við at búgva í Føroyum?

At so nógv endurfødd Christin skulu finnast her á Skálafjørðinum, sum eru salt og ljós fyri øllum tykkum hinum; og at fólkið annars enn er so mikið siðað, at tey geva hvørjum øðrum frið. 


15: Hvat er tað keðiligasta við at búgva í Føroyum?

At øll kenna hvønn annan og enn koyra øll hini í kassar í mun til bygd, slekt, eftirnavn og hvat tey vita, man gjørdi fyri tjúgu árum síðani (ella langommubeiggi fyri tann skuld).


16: Tú ert einsamallur heima eitt leygarkvøld. Hvat gert tú?

Rættlesi 20 síður, pakki 200 Nýggja Testamentir til at bera út í vár, smoyggi ein góðan dokumentar film í telduna, sum eg sovni við í stólinum, ella gangi mær ein túr runt um rókina, – í refleks jakkanum sjálvandi.


17: Er Bíblian lóg ella frælsi?

Hon gevur frælsi frá syndarinnar ræðuliga trældómi og æviga helvitis dómi til at liva í undurfulla frælsi og dýrdsomu gleði Guðs endurføddu, djups-undir-vatn-doyptu, tungutalandi, FKJ-elskandi barna, sum skjótt verða rykt burtur hiðani, beint sum WW3 brestur á, og alt sodoma-framjandi og sodoma-stuðlandi harkaliðið fær sín kolandi heita dóm undir Guðs sjey vreiði skálum óblandaðum.


18: Skulu samkynd sleppa at gifta seg í samkomum og kirkjum?

Hvar bleiv Guðsóttin av í føroyinginum?
Fólk gera seg sjálv til sodomittar, eingin er føddur soleiðis. Bíblian sigur okkum púra greitt, at tey, sum misbrúka seg sjálv við mannkyni skulu ikki arva kongadømi Guðs (himmalin), so at fara og gifta tey í Guðs húsum gevur púrt onga meining. Guð dømdi Sódomu og Gomorruh og heimin á Nóah døgum fyri júst hesa andstyggiligu syndina og Jesus segði, at eins og tað var á døgum Nóah, soleiðis skuldi tíðin verða, áðrenn hann kemur aftur. Góðu tit, ikki gera tað; farið heldur til Jesus; hann loysir tykkum.


19: Hvat heldur tú um málið um Skálafjarðartunnilin?

Eingin tunnil tyngir um landsbúskapin, men kann bara lætta um hann í longdini. Fólkið koyrir allíkavæl, og brúka um 200 kr um dagin í benzin og sliti, so hví ikki bara gjalda fyri tunnil fyri teir pengarnar? Og koyringin gerst so nógv lættari, skjótari og tryggari. At 800 bilar koyra suður eftir oyggj kostar NÓGV MEIR fyri land og fólk, dekk og vegir, enn at gera ein tunnil. Gev mær eitt brak!


20: Hvat heldur tú um okkara løgmann, Kaj Leo H. Johannesen?

Tíverri ein smílandi Gudloysingur og ein geld sodomitta-signandi humanissa, júst sum borgarstjórin í Havn og júst sum bispur endatíðarinnar hákirkjuligu mentaðu navnkristnu, sum ikki kenna Guð meir enn ein rotta dugir at brúka iPAD.

Av tí at, tá ið teir kendu Guð, dýrðmettu teir hann ikk
i sum Guð, eiheldur vóru takksamir; men gjørdust fáfongdir í ímyndanum sínum, og fávitskuta hjarta teirra varð myrkjað. (Rom. 1:21 FKJ)


21: Um tú hevði verðið tvungin til at stilla upp fyri ein flokk komandi løgtingsval, hvønn flokk hevði tú stillað upp fyri?

Eg trúgvi ikki uppá demokrati, sum er stýrt og mutrað av eini spiltari, sodomї-trúttandi, palestinensara-verjandi, Ísrael-fordømandi, alt-út-um-mark-flytandi, heiladálkandi media. Hatta er alt nakrar dansandi, mannsleikjandi, mammons-tilbiðjandi humanissir, sum ongar rættar meiningar hava um nakaðsumhelst. Klovnar og kloddar. Eg trúgvi uppá gudiligt kongaræði, ja, Jesus Christ Kongin mikla, sum fer at ríkja úr Jerúsalem í túsundáraríkinum, treðandi vínpersuna av grimmleikanum av vreiði Guðs Almáttugs, blóð spríkjandi uppá hansara kappa.


22: Hvat heldur tú um peningaligu støðuna hjá einligum mammum, pensionistum og lesandi í Føroyum?

Einligar mammur, sum eru rýmdar frá sínum monnum, kunnu bara svíða fyri tað og standa sum skomm fyri, hvussu ungar konur IKKI eiga at tíggja sær.
Pensjonistar skulu hava sømilig kor, og lesandi eiga at fáa stuðul og/ella rentufrí lán; og allir borgarar eiga at fáa 1,5 mió RENTUFRÍTT sethúsalán frá landinum. Bankarnir skulu strammast alvorliga upp uppá við lóggávu; teir skulu tæna samfelagnum og fólkinum, ikki rekast sum galoperandi templara-business fyri nakrar sleiskar elitu-grísar, sum áseta sær sínar egnu svín-høgu lønir uppá ommusa rygg, meðan teir siga kassadamuna upp.


23: Hvussu er útgávan av Føroyska King James Nýggja Testamentinum móttikin í Føroyum?

Tey, sum veruliga elska Guðs orð og tola at hoyra sannleikan, tey vilja brúka ta røttu linjuna av Bíbliu úr Antiochiu, Byzantium, – Textus Receptus, – fínpussað í King James Bíbliuni A.V. 1611, týtt orð fyri orð, punkt eftir punkt yvir á Føroyskt, rætt týdd við lívinum sum innsats. Tey eru kanska fá, – enn, men eg fylgi kalli mínum einans. At tey flestu so velja at vera endaleyst býtt við vilja kann vera teirra egna høvuðpína.


Onnur tíðindi