13 grundir fyri, hví øll frelst mugu vraka católska/lutherska “altarborðið” (at man etur Jesu likam bókstavliga – “transsubstantiatión”)

Annaðhvørt er frelsa í cato-lutherska gleðiboðskapinum (1), ella er frelsa í gleðiboðskapi Christs (2).
Báðir frelsa ikki.
Eg kunngeri tær, at tann fyrri er baals-tilbiðjan, ílatin hvítt seyðaskinn; og at tann seinni, sum er hin sanni, hevur einkið við hin fyrra at gera yvirhøvur.
Spyr ein lutherskan prest, um teir ikki í veruleikanum frálæra tað sama sum católskir prestar, at man etur Jesu likam bókstavliga, fysiskt og veruliga, og at henda handling frelsir..?
Jú, teir trúgva allir, at sokallaðu “sakramentini” geva frelsu, bæði nýføðingaásletting, (sum teir kalla dóp), og teirra sokallaða “altarborð”.
Teir siga sikkurt, at angur skal vera tilstaðar eisini. Men frelsir hatta?
Nei.
Bara sonn boðan av gleðiboðskapi Christs frelsir, tá ið fólk trýr orðinum, verður kallað av Guðs Anda, og ikki klára at lata vera við at takka Jesusi fyri frelsuna, og vitna um hann, alment. Tá hendir frelsan!
Vit frelstu minnast Harran Jesus við Harrans borð, – hann sum vit longu eiga av sonnum. Vit eta hann ikki!. Sum frelst eiga vit hann longu allan, andliga, í hjartanum og andanum, og skulu ein dag síggja hann likamliga, í okkara uppreisnarlikami. Hetta gerið í endurminning um meg, segði Jesus; (sí I. Cor. 11:24 FKJ).
Við Harrans borð minnast vit hansara offur; vit minnast hann, hann sum vit eiga, tí vit hava tikið ímóti honum persónliga; vit minnast, at tað var fyri okkum persónliga, at hann doyði, varð grivin, og reis upp aftur, og takka honum fyri, at tað var fyri okkum, og at hansara fullgjørda verk er nokk til okkara frelsu. Vit eta ikki Jesus.
Niðurstøða:
Tann fyrri er gleðiboðaksapur anti-christs,
Tann seinni er gleðiboðskapur Christs.
Trúgv tú gleðiboðskapi Christs, og hav EINKIÐ at gera við anti-christ, ella hans avguda-kirkju.
Trúgv á, fylg, og elska Guð og Son hans Jesus Christ í anda og sannleika.
Vert tú trúgvur framat deyðanum.

Tit skulu ganga eftir HARRANUM

Guði tykkara, og óttast hann,

og halda boðini hjá honum og lýða

rødd hansara, og tit skulu tæna

honum, og krøkjast at honum.

(Devteronomion 13:4 FKJ)

Og teir vunnu á honum viðˆ

blóði Lambsins, og viðˆ orði vitnisburðar

síns; og teir elskaðu ikki

lív síni at deyðanum.

(Opb. 12:11 FKJ)

Onnur tíðindi