Føroyskt mál hevur eina fallskipan: hvør, hvønn, hvørjum, hvørs eru tey orðini, sum vísa, hvørjum falli vit eru í.
Fyrisetingar, so sum í, við, av, fyri, eftir og ímillum stýra, hvørjum falli vit eru í. Fyrisetingin “við” ørkymlar opinbært summi, hetta tí at tað stýrir bæði hvørjumfalli og hvønnfalli: tí at í seinastuni havi eg ofta hoyrt fólk siga ting í hvørjumfalli, tá ið tað einasta rætta er, at tað verður sagt í hvønnfalli. At tað er munur á “við hvørjum” og “við hvønn” skuldi ikki verið neyðugt at greitt frá. Tú kanst gera okkurt við onkrum (hvørjumfalli), men tú kanst eisini gera okkurt “við onkran” (hvønnfalli); og tað er als ikki tað sama.
Tíðindafólk duga ikki longur at skriva ella tosa
Í gjár hoyrdi eg eitt tíðindafólk á KVF (KynsVillingarstovni Føroya) siga, at “ Krimea brúgvin knýtir Krimea saman við fastlandinum”. Eg nevndi hetta fyri einum eldri manni, og hann segði: “Altso, hvussu kann nakar fáa seg til at siga sovorið?” Sært tú, um Krimea brúgvin knýtir Krimea saman við fastlandinum, so eru ikki bert tveir partar til staðar, men tríggir, tí at so eru Krimea og fastlandið longu saman – og verða knýtt at einum triðja parti. Saman við onkrum merkir jú, at teir báðir partarnir longu eru saman. Nei, Krimea brúgvin knýtir Krimea saman við fastlandið (hvønnfall). Tað, sum er so ótrúligt er, at slíkt vitleyst svass skal hoyrast í almenna landsútvarpinum, enntá dagliga!.
Akademikarar duga ikki longur at tosa
Fyri rúmum mánaði síðani hoyrdi eg ein, sum tey kallaðu fyri “akademikara”, (hvat tað so er), siga á somu almennu útvarpsrás: “Um vit (NATO) fara í kríggj við teimum, so …”, men út frá samanhanginum, so meinti hann, “um vit fara í kríggj við teir”, tí at, at fara í kríggj “við teimum” er als og aldeilis ikki tað sama sum at fara í kríggj “við teir”. At fara í kríggj “við teimum” merkir, at vit eru í sama parti, vit fara saman í kríggj; meðan at fara í kríggj “við teir” merkir, at tit fara í kríggj ímóti teimum. Tað sama má sigast her: Hvussu kann nakað vaksið fólk fáa seg til at mæla slíkt vitleyst svass út úr munni sínum, slíkt barnagarðsmál, og fáa okkum at taka hann fyri fult, ennminni virða hann sum ein “akademikara”, tá ið hann ikki eingong dugir at tosa enn? Bið hann fara og ganga síðstu trý árini umaftur í fólkaskúlanum, – um tað annars hevði hjálpt honum nakað vet.
Ein gudfrøðingur, sum ikki dugir at tosa
Eitt triðja dømi var á vári 2022, tá ið ein sokallaður gudfrøðingur, (hvat tað so er), segði fyri opnari mikrofon, at “Hans Nielsen Hauge hevði eitt møti við Guði”. Slíkt vitleyst svass av eini aðrari verð, tað má eg siga!. Um Hauge hevði eitt møti við Guði, so hildu hann og Guð møti saman, tí at “í Guði” er í hvørjumfalli. Nei, Hans Nielsen Hauge hevði eitt møti við Guð, í hvønnfalli. Hvønn hevði hann eitt møti við? Við Guð!. Sært tú, hann kundi møta Guði, men tað er ikki tað, hon royndi at siga, men at hann hevði eitt møti við Guð, og tað er ikki tað sama. Hetta er altso tað rætta, ja, enntá tað einasta rætta. Rætt er rætt, og rangt er rangt, og tínir bókstavir, Th.d; D.Th, ella hvat Sørin tú breggjar tær við, broyta ikki fakta.
So segði hann: Eigið tit tykkara bókstavir, meðan vit halda okkum til Guð og sunna fornuft.
Tykkara høgt lærdu dárar; gudleysir, darwinistiskir, Hamas-stuðlandi, móður-jørð-tilbiðjandi veðurlags-svassandi, feminismu-tvætlandi, sodomu-synd-trýstandi, tolsemis-tvassandi dárar. Dárar, dárar, dárar!.
So segði hann: Dárwinistar.
Sami dárin sat á KVF síðsta sunnudag og segði tríggjar ferðir, at Guði dámdi væl Nóah, tí at hann var tolsamur og tolerantur. Nei, Guð segði við Nóah: Teg havi eg sæð rættvísan frammi fyri mær í hesi ætt (Genesis 7:1). Rættvísur er ikki tolerantur, heldur tvørturímóti. Men, sum tey politisku amboð, tit eru, so sáa tit tolsemis-boðskapin hjá ES, fyri at fyrireika heimin til New World Order Anti-christs. Tolsemi er ikki eitt bíbilskt virði, tað er aldeilis falskt, tað vil eg heilsa bispi, tí at tolsemi biður um, at man skal finna seg í øllum og ikki átala og írættseta fals, synd og lygn. Bíbilsku dygdirnar eru tolmóð og tol, sum knýtast at sonnum kærleika, tí at tá sigur tú øðrum sannleikan, tí at tú vilt teimum tað besta, at tey skulu venda um til Jesus og trúgva sannleikanum. Hetta er ikki tað, sum tolsemin hjá ES, bispi og ófrelstum prestum og gudfrøðingum biður um. Skilji tann, ið kann.
Politikarar, sum tosa barnagarðsmál
Síðan má eg eisini viðmerkja, at tað er ófatiligt, at politikarar, sum annars áttu at verið so mikið gávaðir, at teir í minsta lagi dugdu at tosa, tosaðu javnan, fyri knøppum ári síðani, um “samráðingarnir”. Altso, eitur tað “samráðingarnir teir”, ella “samráðingarnar tær”? Jú, “samráðingin hon”, “ein samráðing”, og so “samráðingarnar tær”, sjálvandi!. Ja, tað vita hesi uppblástu róthøvdini opinbært ikki eingong? Hvussu skal man so taka tey fyri fult?
Havi eisini hoyrt ung fólk siga “rokningarnir”, men allíkavæl tosað um “rokningarnar tær” í kvennkyni. Gev mær kraft altso: Rokningarnar tær! Og einkið annað.
Hvør er orsøkin?
Hvør er so orsøkin til, at hetta yngra ættarliðið missir sín fatanarliga førleika og ikki longur dugir at tosa, men tosa sum smábørn?
Jú, tað finna vit í Guðs orði, í Rómverjabrævinum kapitul 1, versum 21-22: Av tí at, tá ið teir kendu Guð, dýrðmettu teir hann ikki sum Guð, eiheldur vóru takksamir; men gjørdust fáfongdir í sínum ímyndanum, og teirra fávitskuta hjarta varð myrkjað. Váttandi seg at vera vísar, gjørdust teir dárar.
– Tey skoyta ikki um Harran Jesus, ella Guð, tey gloypa darwinseitri í skúlanum, fara so niður til kavheidnu Danmørk at lesa til dára í sjey ár, og koma so aftur sum trífaldir dárar og herdaðir gudloysingar, sum nú eiheldur duga at tosa. Hvat ger so landið, fyri at betra um málsligu støðuna? Jú, tað setur á stovn eitt Málráð, sum á fyrsta almenna fundi sigur, at “paskini tey” er líka gyldugt sum “páskirnar tær”, – hvat tað IKKI er, tí at páskirnar er eitt fleirtals kvennkyns orð – í sjálvum stovninum – júst sum brillurnar og buksurnar eru fleirtals kvennkyns orð – í sjálvum stovninum. So tey siga, við øðrum orðum, at tú kanst lata sum um orðið ikki er tað, sum tað er, tí at soleiðis siga tey flestu kortini, – so fleirtalið vinnur. Men hvat um fleirtalið ikki hevur rætt, men eru óupplýst? Skal tað rætta so boyggja seg fyri fleirtalinum? Tað vilja tey opinbært! Eg sigi: Nei!. So um so nógvir føroyingar siga “páskini tey”, so er og verður tað tó aldeilis rangt, og tað, og eina tað, skuldi eitt málráð sagt, ella bara pakkað saman, – hvat tey so eisini máttu.
Tvær sótu leingi á kynsvillingarstovninum í sendingini Málteigurin. Og hvat gjørdu tær? Jú, ístaðin fyri at stramma upp og halda eftir, sum tað so sanniliga er tørvur á, so góvu tær ferð eftir ferð eftir fyri fáfrøðini og søgdu, at soleiðis og soleiðis siga fólk nú einaferð. Sum um tað talaði svassið skal vera tað, sum skilgreinar málið. Nei, tann sakligi og søguligi sannleikin eigur at ráða. Sjálvandi!.
Hasin feilfylti Portalurin
Og so er tað hasin portalurin, har eingin dugir at stava, men sum er tann síðan, sum allir føroyingar fara inn á dagliga og sum tí dálkar eygu og sinni. Altso, kunnu landsins myndugleikar ikki gera so væl og geva einum fólki løn fyri at rættlesa hvørt eitt einasta orð, sum verður lagt út á portalin? Álvaratos! Tú lesur ein tjúgu linjur langan stubba og sært minst einar 15-20 grellar feilir, – sjálvt í yvirskriftum!.
Tað mest ófatiliga er, at man enntá skal koma á tal við ung fólk, sum siga seg vera fólkaskúlalærarar, men sum ikki duga at skriva føroyskt. Hvat er hent við fólkaskúlanum? Er tað ikki minsta treyt – og heilt innlýsandi – at lærarin má hava valdið inni í skúlastovuni, og at óargaskapur má fáa sínar rættvísu fylgjur? Tey allar flestu ungu í tjúgunum, sum eg tosi við, tosa sum stór smábørn og duga ikki eingong at stava. Sløkkið allar telefonir á skúlanum, komið aftur til at terpa uppi á talvuni, og takið gomlu, mergjaðu føroysku lesibøkurnar fram aftur. Annars kunnu tit halda fram at vera teir dárar, tit eru, og framleiða enn størri dárar enn tit sjálv eru. Eitt veit eg: Eg hevði so ikki viljað verið lærari í einum flokki við tjúgu næmingum, um tað ikki var púra greitt, at eg hevði valdið í stovuni, og at tey skuldu tiga, lurta og læra. Hitt ber als ikki til!. Tað veit ein og hvør, við eitt sindur av skili í bollanum.
Strangleikin vinnur
Frá 1981-1985 gekk eg í skúla í Lerwick í Hetlandi. Har var skil í. Var tímin byrjaður og tú komst ov seint, so slapst tú ikki inn. Tú mátti rætta hondina upp og spyrja virðiliga, um tú kundi sleppa á vesi. Og vart tú eitt bartrog, so skrivaði lærarin á ein lepa, hvat tú hevði gjørt, og sendi teg til skúlastjóran við lepanum. Hann hevði eina linjuál, sum tú varðst flongdur við, annaðhvørt á gumpin, ella á handalógvan. Fekk nakar skaða av tí? Nei. Tey fingu bara gott av tí.
Hetta vinstrahalla pedagogiska svassið hevur spilt alt, ikki bara siðaliga, men eisini fatanarliga – og nú eisini meira og meira málsliga.
Niðurstøða
Ein myndamaður segði einaferð við meg, at kom ein familja at taka myndir, og børnini vóru garrvill og óstýrlig, so gretti tað ikki, at mamman var pedagog; men kom ein gamaldags familja av bygd at taka myndir, so vóru børnini fitt, still og hampilig.
Annars má eg siga tær: Jesus rykkur brátt sína brúður burtur – og triðja heimskríggj byrjar um tað mundið.
Verður tú tá burturryktur, ella brendur?
Vent um til Harran Jesus Christ í dag – og kom við.
Sjúrður-FKJ-Højgaard.