FKJ hevur øll tekn sett heilvegis og aldeilis sum í Ensku KJB A.V.
Í skjótt heila øld hava føroyingar livað við at hava tvær bíbliur, sum mangla túsundvís av orðum, og eingin segði nakað; nú kemur ein, sum tit heilt víst í øðini fara at meyla um manglar túsundvís av kommaum. Vísir mær, hvør ið IKKI elskar Guðs orð, men virðir normar og krøv sínar verðsligu samtíðar meira enn orðini hjá Guði! Flestøll duga ikki eingong at SÍGGJA, at tvey orð mangla í einum versi, og eru í veruleikanum flúgvandi líkaglað; men um gásareygu mangla, eru tey fúkandi galin. Nú stinga oyðimarkar-meylararnir upp høvdum sínum. Varið tykkum, at ikki jørðin opnist, og uppgloypi tykkum.
Semikolon er eisini sett fullvegis sum í ensku King James. Semikolon (;) kann sigast hava dupulta sundurdeilandi styrki av einum komma, og vera hálva leið yvirímóti einum punktumi.
Í King James Heilagu Bíbliuni er kolon brúkt eftir einasta rætta brúksháttarlagi Bíbilsks samanhangs, tað er við atliti til tekstinnihaldsins (t.e. tekststykki í mun til tekststykkis), og IKKI so flatt og platt sum at vísa lesaranum, at nú kemur altso ein útsøgn. Slíkt humanistiskt heiladeytt skvatt.
Kolon er eisini sett eins og í ensku King James, sum er eftir øðrum og eldri reglum enn í nútíðarligari, endatíðar skriving, (t.e. eftir 1881).
Týðarin hevur sett seg í samband við Perry Demopolous, týðara Kings James til Russiskt, og spurt hann, hvørt hann og okfelagi hansara hava broytt nýtslu kolons frá ensku King James, og eisini hvørt teir hava nýtt gásareygu, hvat enska King James jú ikki ger. Svar hansara var, at teir virða ensku King James Bíbliuna sum verandi Guðs heilaga, ófeilbarliga, óbetriliga BÓK, og teir vilja tí ikki broyta nakað í henni. Teir hava tí sett øll semikolon og kolon heilt eins og í ensku King James Bíbliuni, og í útgangsstøðinum eisini komma, tó í tí førinum við einstøkum frávikum. Teir hava ikki nýtt gásareygu. Hetta er júst tað sama sum eg havi kent alla tíðina at eg átti at gera; so svar hansara kom sum ein staðfesting, og ein vælsignað styrking í mínari støðu.
Í King James Heilagu Bíbliuni er kolon sett mest eftir reglu 3 av hesum eftirfylgjandi 4; møguliga í einstøkum førum eftir reglum 1 og 2, men aldri eftir reglu 4, sum er tann, ið eyðkennir okkara serstakliga fáfróðu samtíð, og sum er tann einasta, sum fólk tímir og vil skilja. (Einum, sum VIL fáa at vera fáfróður í friði, ja, honum kann eingin hjálpa).
- syntactical-deductive: introduces the logical consequence, or effect, of a fact stated before
There was only one possible explanation: the train had never arrived. - syntactical-descriptive: introduces a description—in particular, makes explicit the elements of a set
I have three sisters: Catherine, Sarah, and Mary. - appositive: introduces a sentence with the role of apposition with respect to the previous one
Luruns could not speak: he was drunk.[2] - segmental: introduces a direct speech, in combination with quotation marks and dashes. The segmental function was once a common means of indicating an unmarked quotation on the same line. The following example is from Fowler’s grammar book, The King’s English:
Benjamin Franklin proclaimed the virtue of frugality: a penny saved is a penny earned.
It is commonly used to introduce speech in a dialogue (such as a script):
Patient: Doctor, I feel like a pair of curtains.
Doctor: Pull yourself together!
A colon may also be used for the following:
introduction of a definition
A: the first letter in the Latin alphabet
Hypernym of a word: a word having a wider meaning than the given one; e.g., vehicle is a hypernym of automobile (Kelda: Wikipedia)
Dømi um appositiva-nýtslu kolons:
28 Nú, lærið eitt líknilsi av fikutræinum; Tá ið grein tess er enn viðbrekin, og skjýtur fram bløð, vita tit, at summar er nær:
29 Soleiðis tit á líkan hátt, tá ið tit skulu síggja hesar lutir bera á, vitið, at tað er nær, enntá við hurðarnar.Altso, læra tit hetta líknilsið, .. so kunnu á líkan hátt tit vita hesar lutir & s.fr.
Legg merki til, at hetta er eisini sett í førinum vers í mun til verss.
Slík nýtsla kolons, sum tekur atlit fyri, og grundstøði í tekstinnihaldinum, t. e. tekststykki í mun til tekststykkis, er munandi sømiligari til eina slíka ovurhonds dýrabæra bók sum Heilagu Bíbliuna, sum jú av røttum situr á heilt aðrari, himinshægri rók enn øll verðslig skriving, sama hvussu góð sambært monnum. Tað er ikki burturvið, at Bíblian hevur sínar egnu skrivingarreglur, tí Bíblian er og skal verða hildin óheft av heimsins lága vísdómi: vegna tess at Bíblian er ikki ein bók av hesum heimi, men av hinum ævigt-varandi. Bróti eg lógir manna við at skriva eftir reglum Guðs, so setið meg bara fastan; so skrivi eg áfram handan bolt og slá. Hesin knorlur verður ikki bundin, eiheldur kroystur, eiheldur keyptur, eiheldur stýrdur, eiheldur mutraður, eiheldur ræddur; nei, eg fari at geva Føroya fólki Guðs BÓK, King James Heilagu Bíbliuna, á føroyskum, og tey verða so bara noydd til at læra at elska Guðs orð so mikið, at tey læra seg at lesa Guðs bók við øðrum, mun skærari glæreygum enn Dimmalætting & Co.; ikki bert í orðanýtslu, men eisini heilt niður í minstu teknseting; hvat teir, sum hava føtur sínar fast plantaðar í tíðini núverandi, aldri verða førir fyri at skilja. Teim noyðumst vær halda burt, so takið tygum ein spurt.
Lesið annars um andstygd týðarans fyri styggu, andstyggiligu re-voltare-isku gásareygum hinnar 19. aldar Guð-leysu frakka, fosturlandstilbiðjara og Guðs-avnoktandi darwinista, í greinini, Gásin sleppur at eiga síni eygu. Um tú spyrt meg, so finst eingin sannur vísdómur eftir aftaná 1881: tí teir, sum yvirgóvu Rextus Receptus reformatións Bíbliurnar og skriðu yvirímót Alexandrisku mutilatiónunum eru í stuttum orðum júst teir, sum Guðs orð talar um í II. Thess. 2:9-12:
9 Enntá hann, hvørs koma er eftir virkan Satans við allari kraft og tekinum og ljúgvandi undurum,
10 Og við øllum villleiðiligleika av órættvísi í teimum, sum glatast; av tí at teir móttóku ikki kærleikan til sannleikans, at teir máttu verðið frelstir.
11 Og fyri hesa grund skal Guð senda teimum kraftmikla villu, at teir skuldu trúgva eini lygn:
12 At teir allir máttu verða heldømdir, sum trúðu ikki sannleikanum, men høvdu hugnað í órættvísi.
Guð sendir altso teimum, sum ikki móttaka kærleika til sannleikans, tað er orðs síns, kraftmikla villu, at teir skuldu trúgva eini lygn. Hetta stykki skriftarinnar umtalar anti-christ, og tað er tann andin, sum framturnar kraftigari í dag enn nakrantíð áður. Meginparturin av Guðs fólki HAVNAÐI GUÐS ORÐI Í 1881, tí tey elskaðu tað IKKI, og mong tóku glaðbeint ímóti perVersjónum Origens & Westcotts & Horts, tí í 1881 byrjaði síðsta tíðarbil kirkjunnar, t.e. hitt Laodiciænska tíðarbilið, hitt lunkna, sum Guð sigur um, at hann vil spýggja tað út úr munni sínum, uttan so tað vendi um (Opb. 3:15-16).
Hvørki King James A.V. 1611, ella Luthers Heilige Schrift, ella danska bíblian frá 1732 hava gásareygu í tekstinum; og ein SANNUR Bíbliu-elskari hevur MUNIN hægri virðing fyri eini ordiliga skrivaðari Bíbliu eftir reinum, sonnum reformatiónsleisti, enn hvat hann nakrantið kundi droymt um at havt fyri eini av hesum endatíðarinnar mannsleikjandi Laodiciænsku, Alexandrisku, Páva-“kirkju”-ligu, westcottisku, kettaraligu, mammons “bíblium”, sokallaðum. Ert tú ikki komin har til enn, so halt bara áfram og les King James A.V. 1611; kanska Guð sær í náði til tín og skeinkir eisini tær sanna ást at orði sínum. Týðarin hevur so knýtt ástum við BÓKINI, sum, sum tann einasta á klótini, inniheldur øll varðveiddu orð Guðs; og um og fyri tað siti eg hendur í stokk, høvur í blokk.
P. S. Hesin bjølgurin biður IKKI navnan Skaale um loyvi til at skriva ella stava nakaðsumhelst. Tann dag eg ikki havi loyvi til at SKRIVA sum eg vil, lati eg politi-statin Danmark seta meg fastan, og haldi áfram at skriva handan rima. Tá eri eg ikki Føroyingur longur, hvat eg nærum skammist við at kalla meg allíkavæl; dani so ALDRI. Tann dag staturin er farin at LÓG-geva um skriving, og KREVJA, at tú SKALT skriva so og ikki so, tá er hetta vorðin ein devul-stýrdur politi-statur (hvat eg beri stórt bangilsi fyri, at vit altso globalt eru á veg ímóti við rúkandi ferð. apropos hasa devul-stýrdu globaliseringina, sum bert er fyri at fyrireika vegin fyri tyranniska heims-stýri hins endaliga anti-christs). So, Guðs sonnu tilbiðarar, gerið tykkum klárar til at líða fyri Christs søk; (og gloymið ALT um “prosperity gospel”, tað er ein SATANS LYGN) ja, annaðhvørt tað, ella farið í Vaticanið, boyggið knæ, og kyssið ring. Endaligi and-christur er júst ókomin. Og djórið sum var, og er ikki, enntá hann er hin áttandi, og er av teimum sjey, og fer inn í glatan (Opb. 17:11). Á sjey fjøllum; ja, veitst tú ikki enn hvar tað er, so ert tú bæði bangin og býttur!. 500 ár eftir reformatiónina vil fleirtalið enn heldur vera bláoygt, fáfrótt, bundið; enn at hyggja sannleikan beint í eyguni og doyggja fyri hann, um so má vera.
Orðið skal vera rátt og ópolerað, tí tað er tað sum skal polera fólkið, og so slettisikki fólkið tað.