Jesus & JEHOVAH, (Týtt úr bókini, In Awe of Thy Word, eftir Gail Riplinger, s. 413-417.)

(Leggi hetta út aftur, – nú við upplesing)

 2  Og Guð talaði við Móses, og segði við hann, Eg eri HARRIN:
 3  Og eg birtist at Ábrahami, at Ísaaki, og at Jákobi, við navninum Guð Almáttugur, men við mínum navni JE-HO´-VAH varð eg ikki kendur fyri teimum.
( Exodus 6:2-3  FKJ )

Guðs navn  יהוה stavast við Hebraisku bókstøvunum jod, heh, vav, og heh, og lesist frá høgru til vinstru og verður umskrivað til enskt sum JHVH (kallað tetragrammaton).  Í KJV Gamla Testamentinum er tað týtt JEHOVAH sjey ferðir (og skrivað HARRI restina av ferðunum; sí New Age Bible Versions, s. 373-385).  Hvør av bókstøvunum í Hebraisku stavrøðini teknar eina mynd.  Bókstavirnir í Guðs navni lýsa fylgjandi:

J = jod = י
Tað lýsir eina “gevandi, útrættandi hond” (Marc-Alain Oauknin, Mysteries of the Alphabet, New York: Abbeville Press 1999, s. 207).

H = heh = ה
Tað umboðar eina girðing, líka sum himinin, ella ein gluggi (Mysteries, s. 191).

V = vav = ו
Tað ímyndar ein nagla (Mysteries, s. 168).  Eitt “v” á Enskum er eitt piktogramm av tí kílaða endanum á einum nagla.

H = heh = ה
H’ið er endurtikið í endanum á navninum, av tí at “Jesus varð reistur” og “móttikin upp inn í himin” aftur (Markus 16:19).

Guð rætti sína hond י út úr gluggum himins ה, og vit stungu ein nagla ו inn í hana; havandi tikið okkara revsins fyri synd, vendi hann aftur til himins ה.

Jesu nagla-gataðu hendur vórðu fyrifram frásagdar okkum í Psálmi 22:16 og Esaiah 22:23-25.  (Dr. Floyd Jones hevur enntá lagt upp til, at tittulin, sum stendur skrásettur í Jóhannes 19:19 kundi havt verðið skrivaður á Hebraiskum soleiðis, “JESUS AV NAZARETH OG KONGUR JØDANNA”, sum myndar eitt akrostikon av navninum JHVH, við tað at vav’ið stendur fyri “og” byrjar orðið fyri Kongur, melek (sí Hebraiska G.T. Genesis 14:8 fyri Hebraiska formin).  Hetta kundi gjørt greitt hví jødarnir við tað sama bóðu Pilatus um at broyta tað til “hann segði, Eg eri Kongur Jødanna” (v. 21).

Jesus er ein umskriving av tí Hebraiska “Josjua”, sum merkir “JEHOVAH er frelsa”.  Jesus Christus er vístur at vera J’ið, י, “armur HARRANS ” í Esaiah 53:1-12 og Esaiah 59:16, sum sigur, “tí bar hansara armur honum frelsu.”  Esaiah 63:2-5 endurtekur hetta evni.

Jod’ið, י, er ein mynd av einum armi og eini hond, teknað í einum ørsmáum og tøttum formi.  Professor Ouaknin sporaði jod’ið frá piktogrammunum av einum prísandi, upprøttum armi og hond, til útrættar armar, sum um á einum krossi, og til síðst, til ein arm og hond, sum rættir seg niður, líka sum bókstavurin j — sum rættir seg líka sum Jesus — at bjarga mannkyninum frá glatan (Mysteries, s. 200-207).

Í 19. øld, so hvørt sum vantrúgvandi Týskir kritikarar av Bíbliuni hamra
ðu eftir Guðs orði, royndu teir at endurmóta Guðs navn, JEHOVAH.  Teir tríhildu um, at navn Ísraels Guðs skuldi úttalast Yahweh, tí fyri teimum var hann einkið meira enn ein gróðurkvistur av heidna guddóminum “Yaho”.  Einkið kundi verið fjarri frá sannleikanum.

Jødarnir, sum sum heild ikki úttalaðu Guðs navn, høvdu brúkt, men góvust at brúka navnið JEHOVAH “øldir áðrenn ta Christnu tíðina” viðmerkir tann klassiska lærda útgávan av Encyclopedia Britannica.  Hon váttar, at, “…tá ið man las tað, sum veruliga stóð í tekstinum, vildu teir óundankomiligani havt úttalað navnið Jehovah” (Encyclopædia Britannica, 11. útgáva (New York: Encyclopædia Britannica, Inc., 1910-11), bind 15, s. 311-314, undir Jehovah).  Nýggja Schaff-Herzog Encyclopedia viðgongur, at í tí “eldru týðingararskipanini er Jehovah” úttalan.  Hon sigur,

“Í tí Masoretiska tekstinum vildi tann vanligi formurin givið úttaluni Yehowah [úttalað Jehovah]” (Nýggja Schaff-Herzog Encyclopedia um Trúarliga Vitan (New York: Fund og Wagnalls, 1912), bind VI, p. 117, undir Jehovah; bind XII, s. 470, undir Yahweh).

Fyri túsundum av árum síðani, møguliga 3600 , varð navnið JEHOVAH givið av Guði til Móse.  Tað sæst fyrst í Genesis 2:4 í tí Hebraiska Gamla Testamentinum og er týtt í Exodus 6:3 í KJV.  Í tí lærdu bókini, A Dissertation Concerning the Antiquity of the Hebrew Language, Letters, Vowel-Points and Accents, skjalfestir John Gill (1697-1771), ein úrmælis gudfrøðingur og skrivari, brúkið av navninum JEHOVAH frá áðrenn 200 f.Chr. og upp gjøgnum øldir frumkirkjunnar og tað fylgjandi ártúsundið.  Hebraiska Misjna loyvdi navnið sum eina heilsan (Berachoth, ix, 5); sambært Thamid, so kundu prestarnir av templinum brúka navnið, men tey í landinum kundu einans brúka Adonai (vii, 2); Maimonides segði, at navnið varð brúkt av prestunum í halgidóminum og á Sáttargerðar-deginum (Moreh Nebukim, I, 61, og “Yad chasaka”, xiv, 10).  Sjálvt viðmerkjarar so sum Nicholas úr Lyra, Tostatus, Cajetan, og Bonfrere vardu úttaluna “JEHOVAH” sum móttikna av Mósesi á Hóreb fjalli.  Navnið finst í skriftum eftir Raymund Martin í 1200 talinum og Porchetus í 1300 talinum.  Theodore Beza, Galatinus, og Cajetan, millum mangra annara, brúka tað í 1500 talinum.  Lærdir so sum Michaelis, Drach og Stier prógvaðu navnið sum upprunaligt.  Spanska Bíblian frá 1602 brúkar navnið Iehova og gav eina langa verju av úttaluni Jehovah í fororði sínum.  Í seytjandu øld varð úttalan JEHOVAH vandlætisligani vard av Fuller, Gataker, Leusden og øðrum, ímóti atfinningum…” (EB, s. 311-314).  (Martin: Pugio Fidei, útg. París, 1651, pt. III, dist. Ii, cap. Iii, s. 448, og viðm. S. 745; Galatinus: “Areana Cathol. Veritatis,” I, Bari, 1516, a, s. 77; Porchetus: Drusius, “Tetragrammaton,” 8-10, í “Critici Sacri,” Amsterdam, 1698, I, p.ii, kol. 399-42; “De nomine divino,” ibid., 512-516; sí eisini s. 351 o.a.; Michaelis: “Supplementa ad Lexica Hebraica,” I, 1792, s. 54; Drach: “Harmonic entre l’Eglise et la Synagogue,” I, Paris, 1844, s. 350-53, viðm. 30, s. 512-16, 469-98; Stier: Lehrgebaude der Hebraische Sprache, 327.)

Genebrardus tykist at hava verið tann fyrsti at skjóta upp úttaluna Iahue [úttalað Yahweh], men tað varð ikki fyrr enn í 19. øld, at tað gjørdist sum heild móttikið” (EB, s. 311-314).  Anti-Semitiskir Týskir frælslyndir, so sum Driver og Delitzsch, fegnir gripu um nýggju úttaluna, Yahweh.  Teir og aðrir ófrelstir “hægri kritikarar” avnoktaðu, at Gamla Testamentið varð veruligani givið av Guði.  Teir royndu at finna hvat teir kundu finna, fyri at dekka sína vantrúgv, hevdandi at Gamla Testamentið var skapanin av monnum, sum ættleiddu og tillagaðu søgur, orð, og nøvn frá trúgvunum og tungumálunum hjá grannum sínum.  Hægru kritikararnir brúktu nýggju úttaluna, Yahweh, sum sokallað prógv fyri, at Guð Ísraels var einkið meira enn ein stammu-gudur, hvørs navn hevði ment seg frá heidnum gudum so sum Yaho, ella Ya-ve, tilbidnir av Babylóniarunum og Canaanitunum, – teir sum tóku Hebreararnar til fanga og vóru teirra grannar.  Teir søgdu, Yahweh “merkti oyðari”  (EB, s. 312).  Týsku kritikararnir søgdu, “Yahweh er ikki eitt Hebraiskt navn;” ein slík úttala vildi prógvað, at Hebreararnir læntu tað (Eb, 310-314).  Kritikarin Rudolf Kittel tvíheldur, at “yahu … leiðir ikki aftur til eina úttalu, sum er umboðað av Yehovah (ella Jehovah)” (Nýggja Schaff, bind XII, s. 470, undir Yahweh).  Kritikararnir vitnaðu til forn skjøl, so sum “teir magisku tekstirnar”, Aramaisk papyrus, og Babylóniskar talvur, sum siga frá um heidnar gudar, nevndir Yaho, Yahu, ella Ya-ve.  (Ákallar heimasíðan www.yahoo.com henda heidna gudin, meðan hon spottar Guð Ísraels?)  Driver royndi at veita sítt prógv, ein Ethiopiskan lista av gandakendum nøvnum fyri Jesus, sum íroknaðu Yawe.  Aðrir Bíbliu kritikarar, fúsir eftir at finna eina málsliga, heldur enn eina yvirnáttúrliga keldu fyri navn Ísraels Guðs, trilvaðu eftir tí “Canaanitiska tengiliðinum” og tí nýggju úttaluni.  (Hesir kritikarar írokna: Von Bohlen (Genesis, 1835, s. Civ.), Von der Alm (Theol. Briefe, I, 1862, s. 524-527), Colenso (Pentateuch, V, 1865, s. 268-84), og Goldziher (Der Mythus bei den Hebräern, 1867, s. 327).  (Sí eisini: Driver, Studia Biblica, I, 20; I, 5; Encyclopedia Britannica, 11. útgáva, 1910-11, bind 15, s. 311-314, undir Jehovah; Delitzsch, “Wo lag das Paradies,” 1881, s. 158-164; “Lesestücke,” 3. útg., 1885, s. 42, stavilsi A, teigur I, 13-16).

Týtt úr bókini, In Awe of Thy Word, eftir Gail Riplinger,

s. 413-417.
(Her kemur kanska meira).

(Nei, týskir Bíbliu-kritikarar hava hvørki givið okkum tann rætta tekstin, ella lært okkum Guðs navn, ella grundfest Guðs kirkju.  Sannleikin kom við reformatiónini, fráfallið byrjaði við Griesbach, Josef Kittel, Rudolf Kittel, Westcott & Hort, Tischendorf, Eugene Nida, James White, og øllum hinum Alexandriu-skúla-skramblinum).

……………………………………………………………………………………..

Nota Bene

H’ið í endanum av JEHOVAH skal vera við, tí at tað er síðsti bókstavurin av JHVH.

Legg til merkis, at tað eru 7 bókstavir (Guðs fullkomna tal)  í JEHOVAH, og at eitt sjálvljóð kemur ímillum hvørt av hjáljóðunum, just sum tað eru tríggir persónar, sum mynda JEHOVAH.

JE er fyrsta stavilsi í JE-SJUA (Jesus)
JE-HO´-VAH hevur trý stavilsir, eins og eisini JE-SJU´-A hevur trý stavilsir. (Jahwe hevur tvey!!!)


JE-HO´-VAH

JE-SJU´-A

JE er líka sum JE
HO svarar til SJU (O og U liggja sera nær)
VAH svarar til A
  (VA og A eru næstan líka, H’ið er jú stumt)

Ergo: Tú hevur JESJUA í JEHOVAH!

Harafturat kemur JE-SJU´-A frá JE-HO´-SJU-A, sum merkir JE-HO´-VAH er frelsa. (JE-HO‘-VAH + SJU´-A)

Hvar kemur Jahwe frá?
Jú, hann skreið sær beint upp úr HELVITI og inn í góðtrúni, sovandi endatíðar-meinigheitina (sum stólar meiri uppá vísind og lærdar, ófrelstar devlar úr satans seminarium, enn uppá Guðs varðveitta orð, – og sum harafturat tveita tey rættvísu út úr meinigheitini ferð eftir ferð)!!!


JE-SJU´-A er JE-HO´-VAH

JE-HO´-VAH merkir og er EG ERI
Jesus er EG ERI:
Áður enn Ábraham varð, eg eri.
( Jóhannes 8:58b  FKJ )

(Tað er ikki harvið sagt, at Jesus er Faðirin! Minst til, at tað eru tríggir persónar í tríeindini, men EIN Guð!)
(Meir um tríeindina >)


JEHOVAH er Guð!
– Jahwe er ein babylónskur devil, og kann skrubba sær av aftur niður til helvitis!
Far ikki niður við honum.

Jahwe koyrir sjálvljóðið e aftanfyri og uttanfyri navnið, tað hevur bara eitt h, tað tengist ikki yvirhøvur Jesjua (Jesusi). Tað er ein babylónskur devil, og til helvitis við honum!

JEHOVAH er symetriskt og reint, og hevur eitt sjálvljóð inni ímillum tey fýra hjáljóðini; tað hevur sjey bókstavir sum er Guðs egna tal; og tað tengist JE-HO´-SJU-A, JO´-SJU-A, JE´-SJU-A og JE-HO´-SJA-PHAT og øðrum líknandi bíbilskum nøvnum, sum sum øllum kunnugt hava Guðs navn í sær.

Harafturat er W ikki ein Hebraiskur bókstavur, eiheldur tað runda W (double U á enskum) ljóðið. Hebraiski bókstavurin eitur VAV og hevur altíð verið og er eitt klárt V (Ve) ljóð. Psálmur 119 lærir Hebraisku stavrøðina, (sum eisini stendur har í eini rættari King James Standard Text Standard Image Holy Bible frá Cambridge). Tá ið man so gongur út frá tí, so sigist Jahwe ikki sum tey gera í dag (“Jaue”), men Ja-ve, … sum jú er navnið hjá Babylóniska avgudinum uppá ein prikk.

Dagsins kontemporeru carismatisku meinigheitir eru starblindar á veg út í at tilbiðja djevlar, – um tær ikki langt síðani eru byrjaðar!.

Tey siga: Come on, maður, navið kann gera tað sama.
Hatta vísir hvussu kúbýtt tit eru. Er tað líkamikið um eg kalli teg Karl Martin, tá ið tú eitur Martin Sofus?
Nei!
Hoyrir og svarar Martin Sofus, tá ið eg rópi Karl Martin?
Nei!
Nei!
Nei!
Og so siga tit, at navnið er líkamikið!

Tykkara Guðsspottiligu óvitar, sum kalla JEHOVAH fyri Ja-ve.
Tit kunnu pent taka og venda tykkum um.
Wenden Sie um, bitte.

Ússaligt “trúgvandi” fólk, sum hvørki hevur Guðs orð, eiheldur Guðs navn; tað má eg siga!

Tá ið nú Jahwe er ein babyónskur avgudur, so kann Guð líkasovæl eita Allah.
Ætla tit kanska at fylgja Rick Warren og Bryan Houston og Paula-smílandi-starblindu-humanissu-Høj í bandalagi við Vaticanið út í Chrislam?
Fý!. Tykkum kann man ikki fylgja.
Siti tí heldur heima og fylgi Guðs orði.

FAR OG FÁ TÆR EITT HØVD, FAR!
– Ja, far og fá tær tvey.

Annars, so fjerna “Jehova vitnir” H’ið í endanum og geva navninum sostatt 6 stavir (ikki 7 sum í KJB), sum vitnisburð um teirra egna falskleika.
Eisini skrivar KJB Saviour við tí eldra, klassiska staviháttinum, sum er við 7 stavum. Allar tær nýggju “wannabe” “bíbliurnar” skriva Savior við 6 stavum, sum vitnisburð um teirra egna falskleika.

– Ja, Guð goymir ymisk tekin til teirra, sum hava eygu.

FAR OG FÁ TÆR EYGU, FAR!
– Ja, far og fá tær tvey.

Onnur tíðindi