Týtt úr bókini: THE ANSWER BOOK, eftir Dr. Samuel C. Gipp, Th.D.
Kapitul 12
Spurningur: Finnast ikki megnar menn, sum brúka aðrar versjónir?
Svar: Jú. Men teir eru tó allir (í veruleikanum) undirgivnir fyri tí fullkomnu Bíbliuni.
Frágreiðing: Tað finnast prædikumenn, sum av mongum metast vera megnar menn, sum annaðhvørt opinlýst, ella á fjaldan hátt, ikki tola hugmyndina um eina fullkomna Bíbliu. Teir rætta hana regluliga – og opinlýst loypa á teir, sum góðtaka hana sum fullkomna.
Tað finnast eisini mangir Christnir skúlar og lærdir háskúlar, har hin lesandi verður vístur “feilir” í King James Bíbliuni. Tann eyðsæddi spurningurin er: Hvussu kunnu hesir mektigu menn og lærustovnar hava feil og Guð tó vælsigna teir? Svarið finst í Bíbliuni, okkara endaliga myndugleika í øllum málum viðvíkjandi trúgv og praksis.
Tá ið vit venda til II. Kongabók 17, finna vit Ísrael í einum syrgiligum standi. Teir vóru vorðnir sigraðir av Assýriu, og Ísraelitarnir vórðu førdir burtur í fangaskap, sí vers 23. Síðani plantaði kongurin av Assýriu heidnar útlendingar í landi Ísraels, sí vers 24. Hesi fólk óttaðust ikki Guð, so Guð sendi leyvur teirra millum at drepa teir, sí vers 25, sum fekk teir at biðja um, at Jødiskir prestar skuldu verða sendir at læra fólkið at tilbiðja Guð landsins, sí vers 26-28. Úrslitið av hesum finst í vers 32 og 41. Bíblian sigur, at: Teir óttaðust Guð, og tæntu sínum egnu gudum.
Hetta sama er satt millum okkara fundamentalistisku prædikumenn og skúlar. Mangir fundamentalistiskir prædikumenn trúgva í veruleikanum ikki, at Bíblian er ófeilbærlig, men hetta tora teir ikki at viðurkenna. So teir óttast HARRAN, sum er: Teir standa í prædikustólinum, halda Bíbliuna upp í loft og kunngera: Henda Bók er hitt absolutta orð Guðs, uttan íblanding av feilum. Síðani, uttanfyri prædikustólin, tæna teir sínum egnu gudum, í at teir privat peika á tað, sum teir meta sum feilir í Bíbliuni og gera gjøldur úr hvørjum tí sum veruliga trýr tí sum teir søgdu í prædikustólinum. Hetta tykist vera hyklaraskapur. Og tað er tað. Tað kann tykjast vera látaraskapur. Og tað er tað. Men ver vísur í, at teir høvdu aldri sagt, at teir trúgva, at Bíblian er fullkomin, meðan teir standa í prædikustólinum, um teir ikki óttaðust HARRAN nokk til at vita, at teir høvdu verðið oyðilagdir, um onkur vitsti, hvat teir veruliga trúgva. Við øðrum orðum, so hoyrir tú ongantíð ein av teimum standa í prædikustólinum, halda Bíbliuni upp, og siga: Eg trúgvi, at henda Bók er vánaliga týdd og full av feilum, og at tað finst ikki ein fullkomin versjón á jørðini, sum tú kanst halda í hondini. Um teir nakrantíð góvu eina so erliga játtan, so vita teir, at tað hevði verið úti við teimum. So Guðs leyvur TVINGA teir at boyggja knæ fyri tí fullkomnu Bíbliuni, sjálvt um teir gera tað bara sum eina varratænastu.
Somuleiðis tora okkara Christnu skúlar og lærdu háskúlar ikki at siga: Kom til okkara skúla, og vit vilja oyðileggja tína trúgv á ta fullkomnu Bíbliuna og vísa tær, at hon er full í feilum. Nei, at tænt sínum gudum á slíkan hátt, hevði skjótt ført leyvurnar til dyrnar á skúlanum. Teir óttast HARRAN nokk til at gera lýsingar um seg sjálvar sum skúlar, ið: Standa uttan umbering fyri absolutta myndugleika Skriftarinnar, ella summir enntá fara so langt sum til at reypa: Vit brúka einans King James Bíbliuna. Síðani, eftir at næmingurin er sloppin inn, og eftir at næmingurin hevur undirgivið seg skúlan, tá og bara tá byrja teir barasta so sniðfundigani at oyðileggja teirra trúgv á ta fullkomnu Bíbliuna og vísa, at tann góða, gamla King James Bíblian er full í feilum. Men teir vita, og Guð veit, at teir høvdu verið ov ræddir ikki at boygt knæ fyri Guði landsins og hansara Bók: King James Bíbliuni.
Kapitul 13
Spurningur: Hvar var Bíblian áðrenn 1611?
Svar: Í teimum tøku Antiókisku handritunum.
Frágreiðing: Atfinnarum av fullkomnu Bíbliuni dámar at seta henda spurning, sum um at hann vil loypa ekka á okkum Bíbliu trúgvandi. Tað ger hann ikki.
Nógv tað størsta fleirtalið av Bíbliu handritum, sum hava funnist upp ígjøgnum tíðina, hava verðið funnin í Antiókiu. Tey hava altíð verið tøk í onkrum formi, annaðhvørt sum avrit av upprunaliga Grikska tekstinum, ella tí gomlu Latínsku frá 150 e.Ch, (sum IKKI má blandast við korruptu Vulgate hjá Jerome), ella funnist í Sýrisku Pesjita frá 157 e.Ch.
At tað hevði verið torført at savnað allar hesar keldur saman og lagt tær í hendur hins meiniga mans, leggur trúvirði til Guðs sannførslu um samanbering og týðing King James Bíbliunnar.
Kapitul 31
Spurningur: Eg finni grundleggjandi doktrinurnar í øðrum bíblium, so hvussu kunnu tær vera so vánaligar?
Svar: Hvør grundleggjandi doktrina, sum finst í onkrari aðrari versjón, finst tó skírari ella meira regluliga í King James Bíbliuni, sum tí ger King James Bíbliuna til ta bestu á vígvøllinum.
Frágreiðing: Tey flestu sum hevda, at tey kunnu finna grundleggjandi doktrinurnar í øðrum versjónum, gloyma, at tær grundleggjandi doktrinur, sum tey hevda at tey finna, vórðu upprunaliga lærdar teimum úr eini King James Bíbliu.
Eftirfylgjandi eru bert nakrar fáar doktrinur, sum kunnu finnast í øðrum versjónum, men í veikari standi enn í King James Bíbliuni. (Tær versjónir, ið nevndar eru, eru eitt breitt dømi av versjónum sum finnast, og írokna ella útiloka ikki endiliga aðrar versjónir.)
1. Guddómleiki Christs er útvatnaður og álopin í Ápostlanna Gerningum 3:13&26 og 4:27&30 í NKJV, NIV og NASB (+ J.D & V.D.), har Jesus verður kallaður “tænari” Guðs, og ikki Sonur Guðs.
2. Doktrinan um helviti verður útvatnað í Lukas 16:23 í NKJV og NASB, har teir umstava (transliterera) Hades, ístaðin fyri at týða tað til helviti.
3. Frelsa hins Ethiópiska hirðmans er útilatin í NIV og NASB, har ið Ápostlanna Gerningar 8:37 er tikið burtur úr tekstinum, (ella sett í klombur).
4. Himinsferð Jesu Christs er útilatin í Lukas 24:51 í NASB, (og sett í klombur av mongum øðrum, eitt nú Dahl).
5. Jesu jomfrúføðing verður avnoktað í NIV og NASB (+ J.D & V.D.) í Lukas 2:33&43, har Jóseph verður kallaður Jesu “faðir”.
6. Doktrinan um tríeindina verður annaðhvørt tikin burtur ella sett spurning við í I. Jóhannes 5:7, har NASB og NIV (+ J.D & V.D.) taka versið burtur og deila vers 6 og framleiða eitt falskt vers 7. Í NKJV sáar ein fótnota iva um tess upprunaligleika.
Hetta eru bert nakrar fáar av korruptiónunum í tekstunum í dagsins nútíðarligu versjónum. Hetta er als ikki ein troyttur, nágreiniligur listi.
Onkur sigur, at slík ummæling av øðrum bíblium er smálig. Men minst til, at um tú kanst finna eina ávísa doktrinu í eini nútíðarligari bíbliu, lat okkum siga 200 ferðir, og tú finnur somu doktrinu fleiri ferðir í King James Bíbliuni, so er King James Bíblian sterkari.
Kapitul 39
Spurningur: Er ikki New Scofield Bíblian ein King James Bíblia?
Svar: Ikki bara er New Scofield Bíblian IKKI ein King James Bíblia, hon er ikki eingong ein Scofield Bíblia.
Frágreiðing: Fyrsta og tyngsta grundin fyri, at New Scofield Bíblian als ikki er ein Scofield Bíblia, er skammiliga einføld: Dr. C.I. Scofield ritstjórnaði hana ikki. Dr. Scofield doyði í 1921! Uttan so, at ein sera óvanlig uppreisin hendi, er tað ómøguligt hjá einum manni, sum doyði í 1921, at ritstjórna eina bók í 1967.
Útgevarans rættvísgering av eini nýggjari útgávu er, at Dr. Scofield, hvørs referansubíblia fyrst varð útgivin í 1909, legði meira afturat og gav eina útgávu út í 1917. Tað eru forrættindini hjá einum høvundi at broyta sítt egna verk, men tað gevur vissuliga ikki øðrum, meira enn 45 ár eftir deyða hansara, ein blankan kekk til at gera broytingar, og síðan skriva hansara navn undir!
Um vit broyttu endingina av Macbeth, so høvdu vit verið alt annað enn erligir, um vit hevdaðu, at broytingin átti samtykki frá Shakespeare.
Fyri tað næsta, so útøvaðu ritstjórarnir mikið frælsi í at broyta viðsetingar í referansuverki Scofields, sum Dr. Scofield sjálvur metti vera nóg týdningarmikið til at taka við í sítt verk. Í fororðinum í teirra tvífalt óerligu útgávu í 1967 viðganga teir slíkar broytingar.
New Scofield: Millum broytingarnar og betringarnar í hesi útgávu eru: týdningarmiklar orðbroytingar í tekstinum, fyri at hjálpa lesaranum; broytt orðaframburðarskipan; endurskoðan av teim mongu innleiðingunum til bøkur Bíbliunnar, íroknað tilskrivaðan høvundskap, tema, og dagfesting; fleiri undirtitlar; klárlegging av summum fótnotum, útilating av øðrum, og ískoytingin av mongum nýggum notum: fleiri tilvísingar í margunum; ein heilt nýggj tíðartalva; eitt nýtt evnisyvirlit, ein nýggj bíbliuorðabók – serliga til hesa útgávuna; nýggj kort; og ein betri lesilig skrift. Summi av hesum punktunum eru greidd frá her niðanfyri.
Við sínum egnu orðum viðganga teir, at teir hava broytt tekstin hjá Scofield (sum var King James Bíblian), innleiðandi tekstin til bøkur í Bíbliuni, notur, tilvísingar, tíðartalvu og mangar aðrar tættir.
Gav Dr. Scofield sítt samtykki fyri hesum broytingum? Ikki uttan so, at ein av teimum níggju nevndarlimunum fekk heksina í Endór at mana hann upp!
Satt at siga, so viðgongur útgevarin enntá, at gjørdu broytingarnar vórðu val, sum vórðu gjørd í sjálvræði av endurskoðanarnevndini.
“Hvør støða, sum varð tikin, umboðar hugsanina ella sannføringina hjá nevndini sum bólki”.
Hvat er úrslitið av slíkum beistaskapi? Eitt dømi er nóg mikið. Lat okkum kanna fótnotuna til Ápostlanna Gerningar 8:12 í New Scofield Bíbliuni viðvíkjandi dópi.
“Dópur hevur, síðan ápostlanna dagar, verðið brúktur av hvørjum høvuðs bólki innan Christnu kirkjuna, og í Protestantiskum kirkjusamfeløgum, verður tað roknað sum annað av tveimum sacramentum, – hitt verandi Harrans borð. Síðan tíðliga í kirkjusøguni, hava tríggir dópshættir verðið nýttir: Sprinkling, helling, og undirdíking.”
Her síggja vit, at teir níggju endurskoðararnir, (IKKI Dr. Scofield), trúgva, at tað er ein munur ímillum ta sonnu Christnu kirkjuna og Protestantisk kirkjusamfeløg. Lat meg spyrja: Tá ið éin bólkur verður skilgreinaður sum “Protestantiskur”, hvat verður so hin bólkurin kallaður?
Fyri tað næsta, so hevda teir níggju fráfalnu endurskoðararnir (IKKI Dr. Scofield), uttan skriftligt prógv, at Christin doypa við helling og sprinkling, eins væl og undirdíking.
Minst til, at fótnotan finst í eini “SCOFIELD” frá 1967. Ein bók, sum hevdar á síni tittulsíðu, at ein deyður maður (Dr. Scofield) er ein av sínum ritstjórum.
Hvat sigur fótnotan til Ápostlanna Gerningar 8:12 í eini VERULIGARI Scofield Bíbliu frá 1917, sum hevði ein livandi Dr. Scofield sum sín ritstjóra?
Einkið!
Har er eingin slík fótnota!
Ja! Nýggja “Scofield” bíblian hevur eina “Scofield” notu, sum er løgd afturat eftir deyða ritstjórans, sum hin veruligi Dr. Scofield aldri góðtók, ella hevði í einum teksti nakrantíð í sínum lívi!
So eg spyrji: Er hetta erligt?
Prógv fyri, at New Scofield Bíblian IKKI er ein King James Bíblia, finst næstan á hvørji síðu, har hin lesihátturin er noteraður sum “KJV”. Teksturin í eini New Scofield Bíbliu er IKKI King James teksturin, og hon er IKKI ein Nýggj Scofield Bíbla.
Viðmerkjast kann, at í seinni árum hevur støddin og skapið á New Scofield Bíbliuni verðið broytt til at líkjast Scofield Bíbliuni. Mong Christin, sum ynskja sær eina sanna Scofield Referansu Bíbliu, hava av misgáum keypt eina New Scofield Bíbliu.
Bíbliuhandilin man vera ein lønandi vinna hjá summum.
Kapitul 40
Spurningur: Er New International Version álítandi?
Svar: Nei.
Frágreiðing: New International Version er grundað á 26’undu útgávu av Grikska teksti Eberhard Nestles, sum varð útgivin í 1979. Eins og New American Standard Version, er hon grundað á 23’undu útgávu Nestle frá 1969, og er ein Egyptisk bíblia. Hesar, og tær flestu av nútíðarligum týðingum, eru útgávur av litaðu handritum Origens úr Alexandriu í Egyptalandi.
Nakrar fáar av korruptiónunum, sum finnast í NIV og NASB, eru at finna í eini fyrri avdeiling í hesi bok, sum viðger fundamentalar lutir. Hetta verkið troytir á ongan hátt teir mongu trupulleikarnar í hesum feilfyltu versjónunum.
Vit lata tað vera nóg mikið at siga: Tú fært ikki góða frukt frá spiltum træi. (síggj Matthæus 7:17-18).
Kapitul 42
Spurningur: Eru ikki nútíðarligar Enskar týðingar lættari at skilja?
Svar: Nei. Summar kanska tykjast lættari at lesa, men eingin av teimum er lættari at skilja.
Frágreiðing: Ein av fremstu lýsingarsnildunum, sum verða brúkar at selja nútíðarligar Enskar týðingar er, at tær eru lættari at skilja hjá møguliga keyparanum. Kundin, sum er vissaður um, at hann kann ikki á nakran hátt skilja gomlu King James, er takksamur at keypa eina nútíðarliga Enska bíbliu, og óvitandi fordømir hann seg til eitt lív í bíbilskari vankunnu. Nútíðarligar Enskar týðingar eru kanska lættari at lesa, men tær eru ikki lættari at skilja.
Lat okkum hyggja at hesum á ein einfaldan hátt. Um tað arkaiska málið og thee og thou í King James Bíbliuni veruliga tarna virknað Halga Andans í at midla sín boðskap til hin Christna, so skuldu nøkur ting verið sonn um eina ella allar tær nútíðarligu Ensku týðingarnar á marknaðinum í dag.
1. Um nútíðarligar Enskar týðingar, so sum New American Standard, New International Version, New King James Version, og Today’s English Version vóru lættari at skilja, so hevði boðskapur Halga Andans til hin Christna streymað fríari og útrættað størri andligar sigrar í lívunum hjá Guðs fólki persónliga. Tó er tað eyðsæð, at hetta er als ikki tað, sum hendir.
Í veruleikanum er tað sera eyðsæð fyri einum og hvørjum eygleiðara, at dagsins Christnu eru meira verðslig og minni yvirgivin til Jesus Christ enn tey vóru í nítjandu ella tíðliga í tjúgundu øld, sum vórðu ald upp við og bert lósu King James Bíbliuna. Vissuliga mátti ein Bíblia, sum er lættari at skilja, havt økt um vælgongdina í at berjast ímóti synd, verðsligleika og kjøtligheit, men hetta ER BARA IKKI SO.
2. Fyri tað næsta, um nútíðarligar Enskar týðingar veruliga vóru lættari at skilja, so trúgvi eg, at Guð hevði sýnt eitt sindur av takksemi fyri tær, við í minsta lagi at brúkt éina av teimum at kveikt eina stóra veking.
Tað er grundleggjandi at síggja, at um gamla, arkaiska King James Bíblian hevur darvað tað verk ið Halgi Andin tráar at gera, so mátti Guð verið fúsur at signa brúkið av onkrari týðing, sum hevði verið lættari at skilt hjá sínum fólki.
Tað er eyðsæð, at eingin stór andlig veking av nøkrum slagi hevur verðið virkað av nakrari av dagsins nútíðarligu týðingum. Dagsins týðingar hava ikki verið førar fyri at kveikja veking í nøkrum Christnum skúla, enn minni at steingja nakra barr.
Í veruleikanum er tað so, at síðan okkara nútíðarligu Ensku týðingar komu, byrjandi við ASV í 1901, hevur America sæð, at:
1. Guð hevur verðið sparkaður út úr almennu skúlunum
2. Fosturtøka er gjørd lóglig
3. Sodomi er góðtikið av tjóðini sum ein “alternativur lívsstílur”
4. Á heimunum sæst pornografi í sjónvarpi og á alnótini
5. Barbaræning er alsamt vaksandi
6. Rúsevnisnýtsla er alsamt vaksandi
7. Satanisma økist
Um hetta roknast sum “veking”, tá latum okkum venda aftur til King James Bíbliuna, fyri at steðga hesi veking.
Í veruleikanum er ÉINASTI málistokkurin, sum man brúkar í dag til at meta um gott úrslit, hetta: Hvussu væl hon selist. Henda spilta Madison Avenue søluskipan skuldi fingið ávaringarklokkurnar at ringja hjá hvørjum Christnum. Men ístaðin, dulmað av sjónvarpi, so nikka tey so lýðin og siga: Hon má vera góð, jamen øll keypa hana.
Kemur nakað gott frá nútíðarligum týðingum?
Jú, vissuliga. Útgávufeløgini tjena milliónir.
Dagsins Christnu hava blóðtrot, andliga (andliga anemisk). Tey venda til sín best dámda Christna sálarfrøðing eftir hjálp, heldur enn til Skriftina. Vesturheimurin sum heild er eins siðaliga upptærdur sum Sodoma og Gomorrah, (sí Ezekiel 16:49).
Hvar er andliga hjálpin og vónin, sum ein “lættari at skilja týðing” skuldi geva okkum?
Ístaðin, so eru vit kanska í hesi vónleysu støðu, júst orsakað av teimum týðingunum.