FKJ húsmøti, 10. Desember 2022


Dette billede har en tom ALT-egenskab (billedbeskrivelse). Filnavnet er pdf_ikon-1.png   (pdf av tekstinum)


Um andligu gávurnar

Lyftið givið um dópin við Halga Andanum og við eldi við munni Jóhannesar doyparans:
Luk. 3:16: hann skal doypa tykkum við Halga Andanum og við eldi:

Lyftið endurtikið av Jesusi Christi sjálvum:
Áp. Gern. 1:5: Tí Jóhannes sanniliga doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir við Halga Andanum ikki mangar dagar herfrá

Tá ið so lyftið varð uppfylt vórðu tey øll fylt og fingu eld á høvdið:
Áp. Gern. 2:1-4: Og tá ið Hvítusunnudagurin var fullvegis komin, vóru tey øll við éinum samljómi í éinum plássi. Og brádliga kom tað eitt ljóð frá himni, sum av einum súsandi, mektigum vindi, og tað fylti alt húsið har tey sótu. Og tað birtust teimum klovnar tungur líka sum av eldi, og tað settist uppá hvønn av teimum. Og tey vórðu øll fylt við Halga Andanum, og tóku at tala við øðrum tungum, so sum Andin gav teim framburð.

Altso settust “klovnar tungur líka sum av eldi” uppá hvønn av teimum og “tey vórðu øll fylt viðHalga Andanum”.

Fylt merkir, at tey høvdu Halga Andan í sær (hansara virkan í sær – sum umfatar tað persónliga trúarlívið).

Eldurin uppiá teimum merkir, at tey høvdu Halga Andan uppiá sær (hansara virkan við sær, og tað umfatar tænastuna).


FALSLÆRA #1

“At dópurin við Halga Andanum er fyri okkum trúgvandi, og eldurin sipar til helvitis eld”.

Henda mýta er hervið, her omanfyri, við skriftini, avdúkað sum lygn.

Ápostlarnir vórðu heilt klárt doyptir við Halga Andanum og við eldi, so hví skuldu vit ikki verðið tað?


FALSLÆRA #2
“At andligu gávurnar bara vóru fyri Jødarnar”, tí at Jødarnir søkja tekin og Grikkarnir vísdóm. I. Cor. 1:22: Tí at Jødarnir krevja eitt tekin, og Grikkarnir søkja eftir vísdómi.

– Men hvussu vóru so andligu gávurnar rættiliga virknar ímillum heidninga-christin í kirkjuni í Corinth í Grikkalandi?
Sí I. Corinth kapitlar 12 & 14


– Og hvussu hendu so kraftargerðir millum tey heidninga-christnu í Galatia í Grikkalandi?

Gal. 3:5a: Hann, tessvegna, sum tænir til tykkum Andan, og virkar kraftargerðir tykkara millum ..

– Og hvussu – og hví – hevði Paulus so gjørt undur á sínum trúboðanarferðum runt um í øllum tí heidna heiminum, har hann prædikaði fyri heidningum og stovnaði kirkjur við heildninga-umvendingum?
Róm. 15:18-19: Tí at eg vil ikki vágar mær at tala um nøkur av teim tingunum sum Christus hevur ikki virkað við mær, til at gera Heidningarnar lýdnar, við orði og gerð, Gjøgnum mektig tekin og undur, við kraft Anda Guðs, so at frá Jerusalem, og rund umkring at Illýricum, havi eg til fulnar prædikað gleðiboðskap Christs.


FALSLÆRA #3:

“At andligu gávurnar vóru bara fyri ápostlarnar”, tí at Paulus tosar um ápostlatekin í II. Cor. 12:12,har hann sigur: Sanniliga, teknini av einum ápostli vórðu virkaði tykkara millum í øllum tolmóði, í teknum, og undrum, og mektigum gerningum.

– Sannleikin er, at andligu gávurnar eru fyri øll trúgvandi, tí at Jesus segði, at teknini skulu fylgja teimum sum trúgva, tá ið tey fara út at boða gleðiboðskapin fyri hvørjum skapningi
Markus 16:17-18: Og hesi tekin skulu fylgja teimum sum trúgva: Í navni mínum skulu tey kasta út djevlar; tey skulu tala við nýggjum tungum; Tey skulu taka upp høggormar; og um tey drekki nakað deyðiligt ting, tað skal ikki saka tey; tey skulu leggja hendur á tey sjúku, og tey skulu koma fyri seg.

– Leikmenn (sum ikki vóru ápostlar) gjørdu undur og tekin, so sum Stephanus, Áp. Gern. 6:8: Og Stephan, fullur av trúgv og kraft, gjørdi mikil undur og kraftarverk millum fólksins.

og Philippus, Áp. Gern. 8:6: Og fólkið við éinum samljóði gav gætur eftir teimum tingunum sum Philippus talaði, hoyrandi og síggjandi kraftarverkini sum hann gjørdi.

 Sannleikin er, at tað varð roknað sum ein sjálvfylgja, at ápostlarnir høvdu andligu gávurnar, orsakað av teirra tænastu, men at hetta í grundini var givið øllum christnum av Jesusi, við Andanum.


FALSLÆRA #4
“At andligu gávurnar fullu burtur, eftir at síðsti ápostulin (Jóhannes á Patmos) doyði”.

Men hvat sigur skriftin?

– At andligu gávurnar halda ikki uppat, fyrr enn “tað, sum er fullkomið, er komið”, I. Cor. 13:10sum skriftin lýsir neyvari sum: “tá ið vit síggja andlit til andlitsogkenni enntá sum eisini eg eri kendur”, I. Cor. 13:12.

– Vit spyrja skriftina, hvat tað er, at síggja andlit til andlits, og hvønn hetta sipar til:

– í I. Jóh. 3:2 síggja vit svarið: Háttelskaðu, nú eru vit synir Guðs, og tað birtist ikki enn hvat vit skulu verða: men vit vita, at tá ið hann skal birtast, skulu vit verða líkir honum; tí at vit skulu síggja hann sum hann er.
At síggja andlit til andlits er altso, tá ið vit, eftir uppreisn okkara, í okkara uppreisnarlikami, síggja Jesus andlit til andlits.

So at andligu gávurnar halda fram, ígjøgnum kirkjutíðarbilið, inntil Jesu afturkomu – frá tí at Jesus fór upp av Olivinfjallinum, inntil hann stígur niður aftur á Olivinfjallið.

Fyri at endurtaka, so merkir, at “síggja andlits til andlits”, í I. Cor. 13:12, tá ið vit síggja Jesus í okkara uppreisnarlikami, og verða líkir honum; tá kenna vit sjálvandi eisini enntá sum vit eisini eru kend, tvs. hava fullkomnan kunnleika um øll ting og allir loyndardómar eru burturi, osv.


SPURNINGUR 1:
Hvat er so rætta plássið hjá andligu gávunum, tá ið nú kanónisku bøkurnar eru lokaðar og kirkjan er skipað?

– Jú, vit eru sendir út at boða gleðiboðskapin, sum er Guðs orð, og at læra tey, sum taka ímóti tí, at geva øllum lutum ans, hvatsumhelst ið Jesus beyð okkum

Matth. 28:19-20: Farið tit tessvegna, og lærið allar tjóðir, doypandi tey í navni Faðirsins, og Sonarins, og Halga Andans: Lærandi tey at geva øllum lutum ans, hvørjumsumhelst ið eg havi boðið tykkum: og sí, eg eri við tykkum allan veg, alt at enda veraldarinnar. Amen.
Andligu gávurnar skulu tí undirgevast gleðiboðskapinum, ikki øvugt, tí at teknini skulu fylgja okkum sum trúgva, tá ið vit fara út við gleðiboðskapinum, sum paralell stykkið til hetta, Markus 16:16-20, sigur okkum.

– At vit skulu royna øll ting, og halda fast við tað sum er gott

I. Thess. 5:19-21: Sløkkið ikki Andan. Vanmetið ikki propheteringar. Roynið øll ting; haldið fast við tað sum er gott.

– Ábyrging (Accountability), at aðrir døma um tað, ið sagt verður

I. Cor. 14:29: Latið prophetarnar tala tveir ella tríggjar, og latið hinar døma.


SPURNINGUR 2:
Hvat gagna andligu gávurnar?

– Jú, tær eru til uppbygging, formaning, og uggan

I. Cor. 14:3: Men hann, sum propheterar, talar fyri monnum til uppbyggingar, og formaningar, og ugganar.

– Uggan og læra

I. Cor. 14:31: Tí at tit mega allir prophetera ein eftir einum, at allir mega læra, og allir mega verða uggaðir.

– Teknini, Jesus gav, tey staðfesta orðið

Mark. 16:20: Og teir fóru út, og prædikaðu allar staðir, Harrin virkandi við teimum, og staðfestandi orðið við teknum fylgjandi. Amen.


– Fólk geva gætur eftir gleðiboðskapinum, tá ið tey hartil eisini síggja kraftarverk

Áp. Gern. 8:6: Og fólkið við éinum samljóði gav gætur eftir teimum tingunum sum Philippus talaði, hoyrandi og síggjandi kraftarverkini sum hann gjørdi.


Latum okkum nú hyggja eitt sindur uppá, hvat Guðs orð lærir okkum um andligu gávurnar í I. Cor. 12:4-11

I. Corinth 12:4-11: Nú, tað eru ymisleikar av gávum, men hin sami Andin.
Og tað eru munir á fyrisitingum, men hin sami Harrin.
Og tað eru ymisleikar av virknaðum, men tað er hin sami Guð, sum virkar alt í øllum.
Men tilkennargeving Andans verður givin til hvønn mann at gagna við øllum.
Tí at til ein verður givið av Andanum vísdómsorðið; til ein annan kunnskaparorðið av hinum sama Andanum;
Til ein annan trúgv av sama Andanum; til ein annan gávurnar av grøðing av sama Andanum;
Til ein annan virkingin av kraftarverkum; til ein annan propheti; til ein annan greining av andum; til ein annan ymis sløg av tungum; til ein annan týðingin av tungum:
Men øll hesi virkar hin eini og sami sjálvi Andin, deilandi út til hvønn mann fyri seg, eins og hann vilji.

Andligu gávurnar eru 9 í tali, og kunnu flokkast í 3 flokkar:

1) Inspiratiónsgávurnar
Halgi Andin inspirerar okkum – og tað kemur út við eini av hesum trimum gávunum
1)  prophetï
2)  ymis sløg av tungum (stendur í fleirtali í Guðs orði, tí her er eitt margfeldni)
3)  týðing av tungum

2) Opinberingsgávurnar

Halgi Andin opinberar ting fyri okkum við hesum gávunum
1)  vísdómsorð
2)  kunnskaparorð
3)  greining av andum

3) Kraftargávurnar
Halgi Andin virkar ígjøgnum okkum, ella uttanfyri okkum, og gevur trúgv í okkara hjarta fyri tí, sum hann vil gera
1)  trúgv
2)  gávurnar av grøðing (stendur í fleirtali í Guðs orði, tí her er eitt margfeldni)
3)  virkingin av kraftarverkum

Gávurnar virka saman, og hanga saman tríggjar og tríggjar.

Viðhvørt kann opinberingsgávan kunnskaparorð virka fyrst, tínast kraftargávurnar trúgv og gávurnar av grøðing taka við.

Ikki er nokk, at fáa eitt kunnskaparorð. Tú mást eisini biðja Guð geva tær nóg mikla trúgv, saman við gávuni av grøðing, ella virkanini av kraftarverkum, til at hetta kann útførast. Andliga gávan, sum eitur trúgv, er meira og uppum ta trúgv, sum Guð hevur deilt til hvønn (frelstan) mann, í Róm. 12:3b, har skrivað stendur: samsvarandi sum Guð hevur deilt til hvønn mann mátið av trúgv. Í I. Cor. 12 er talan um yvirnáttúrliga trúgv, sum er ein serstøk andlig gáva. Henda yvirnáttúrliga trúgv, sum er til tænastu, er annars eisini umtalað í Róm. 12:6, tí har umtalast íðkan av andligum gávum við trúgv; har stendur: tá latum okkum prophetera samsvarandi lutfallinum av trúgv. Ein íðkar ikki andligu gávurnar við síni frelsandi trúgv, men við tí andligu gávuni, sum eitur trúgv.


Paulus eggjar til rætt brúk av andligu gávunum

Paulus leggur ikki ein dempara á andligu gávurnar, men biður teir brúka tær við skili í kirkjuni.

Hann biður teir girnast inniligani hinar bestu gávurnar:
I. Cor. 12:31: Men girnist inniligani hinar bestu gávurnar: og enn sýni eg tykkum ein meiri avbæran veg.

og tráa andligu gávurnar:
I. Cor. 14:1: Stundið á vælvild, og tráið andligar gávur, men helst at tit meg prophetera.

Paulus vildi IKKI forbjóða at tala við tungum
I. Cor. 14:39: Hvørsvegna, brøður, girnist eftir at prophetera, og forbjóðið ikki at tala við tungum.

Paulus talaði við tungum meir enn teir allir
I. Cor. 14:18: Eg takki Guði mínum, at eg tali við tungum meir enn tit allir.

Samløgan av allari formaning Paulusar í I. Cor. 14, er, at teir mugu gera øll ting sømiligani og í reglu; altso: latið nú eitt sindur av skili vera í:
I. Cor. 14:40: Latið øll ting verða gjørd sømiligani og í reglu.

Hann biður teir ikki vera børn í skili, tvs. at teir mugu gerast vísir, at teir í skili mugu vera menn(tvs. vaksnir, ábyrgdigir, uppbyggiligir)

I. Cor. 14:20: Brøður, verið ikki børn í skili: hvussu enn er, í illvilja verið børn, men í skili verið menn.



FIMM YMIS SLØG AV TUNGUM

Til eru ymis sløg av tungum I. Cor. 12:10: til ein annan ymis sløg av tungum; tey eru hesi fimm:

1)  Boðan í tungu, sum skilist av hoyraranum, men er talaranum ókend
Áp. Gern. 2:6: Nú, tá ið hetta varð larmað útumkring, kom mannfjøldin saman, og vóru ørkymlaðir, av tí at hvør maður hoyrdi teir tala á sínum egna tungumáli
Áp. Gern. 2:11: Cretoyingar og Arabarar, vit hoyra teir tala á tungum várum hini undurfullu verk Guðs

1)  At tala í tungu í kirkjuni, sum tá eigur at týðast, so kirkjan fær gagn av tí
I. Cor. 14:27-28: Um nakar maður tali í eini ókendari tungu, latið tað vera sum tveir, ella í mesta lagi sum tríggjar, og tað eftir raðfylgju; og latið éin týða. Men um tað veri eingin týðari, lat hann binda frið í kirkjuni; og lat hann tala fyri sær sjálvum, og fyri Guði.

3)  At tala loyndarmál í eini ókendari tungu, ikki fyri monnum, men fyri Guði
I. Cor. 14:2: Tí at hann, sum talar í eini ókendari tungu, talar ikki fyri monnum, men fyri Guði: tí at eingin maður skilur hann; hvussu enn er, í andanum talar hann loyndarmál.

(G.G. “ókendari”, tvs. at tú sjálvur skilur ikki hvat tú sigur, men Guð skilur)

4)  At biðja í eini ókendari tungu, har andi tín biður, men skil títt er uttan ávøkst (at biðja við andanum er tískil yvirnáttúrligt, andin ger tað, ikki títt vit og skil!)
I. Cor. 14:14: Tí at um eg biði í eini ókendari tungu, biður andi mín, men skil mítt er uttan ávøkst.

5)  At syngja við andanum – sett í mun til at syngja við skilinum (so at syngja við andanum er yvirnáttúrligt, andin ger tað, ikki títt vit og skil!)
I. Cor. 14:15: Hvat er tað tá? Eg vil biðja við andanum, og eg vil biðja við skilinum eisini: eg vil syngja við andanum, og eg vil syngja við skilinum eisini.

Gev gætur: Andligu gávurnar eru allar yvirnáttúrligar – hvør tann einasta ein!.
Ikki éin kann lærast á einum skúla, ikki eingong besta teologiseminarii í heiminum (ella kanska rættari sagt: minst av øllum har!), eiheldur kann ein lesa seg fram til tær.

– Allar verða givnar av Andanum I. Cor. 12:7-11 (… “av sama Andanum”)

– Allar andligu gávurnar eru Halgi Andin, sum virkar í okkum – ikki vit sjálvi sum virka við eini gávu sum vit hava ræði yvir, tí at skriftin sigur í I. Cor. 12:11: men øll hesi virkar hin éini og sami sjálvi Andin.

Vit verða stuðlað til at tráa gávurnar, girnast tær og biðin um at biðja um at kunna týða tungutalu. So hetta er persónligt ímillum tann einstaka og Guð. Hetta er títt persónliga andliga lív, ein partur av lívinum í Guði, ein vídd (dimensjón) av lívinum í Guði.

So tá ið ein andlig gáva veruliga virkar, so er tað Halgi Andin, sum virkar, ikki tú sjálvur. Men tú letur Halga Andan sleppa framat, ella samarbeiðir við hann. Skriftin tosar um, í Róm. 6:13 & 19, at vit eiga at veita Guði limir okkara.

Róm. 6:13: Eiheldur veiti tit tykkara limir sum amboð hjá órættvísi yvirfyri synd: men veitið tykkum sjálvar yvirfyri Guði, eins og teir sum eru livandi frá teimum deyðu, og tykkara limir sum amboð hjá rættvísi yvirfyri Guði.


Paulus vil, sum vit longu hava sæð, at vit ikki lata tungutalu fylla alt møtið, men loyva tveimum, ella í mesta lagi trimum, at tala í tungu á einum møti
I. Cor. 14:27: Um nakar maður tali í eini ókendari tungu, latið tað vera sum tveir, ella í mesta lagi sum tríggjar, og tað eftir raðfylgju; og latið éin týða.

Ikki allir í senn, men “eftir raðfylgju”, tvs. éin og éin, éin eftir øðrum

Er eingin týðari, tá skal hann binda frið í kirkjuni, og heldur tala fyri sær sjálvum, og fyri Guði
I. Cor. 14:28: Men um tað veri eingin týðari, lat hann binda frið í kirkjuni; og lat hann tala fyri sær sjálvum, og fyri Guði.

Her meinast við, at reisa seg upp í savnaðinum og tosa hart í eini tungu, sum ein boðskap til kirkjuna. Er eingin at týða, so skal ein slíkur binda frið – tí at tað gagnar ikki kirkjuni, (slíkt verður bert kjøtligt reyp).

Legg til merkis, at tað eru fleiri sløg av tungum: Boðan uttan týðing, boðan í kirkjuni við týðing, tala fyri sær sjálvum og fyri Guði, at biðja í tungu, at syngja í tungu.
– Síggj hetta, at tað víst stendur so í Guðs orði, og lat tað søkka inn, tí at eisini hetta er at “rætt deila sannleiksorðið”, sum vit lesa í II. Tim. 2:15: Studera at sýna teg sjálvan viðurkendan yvirfyri Guði, ein verkamann sum tarvast ikki at skammast, rættliga deilandi sannleiksorðið.

Og lat ikki nakra samkomulæru læra teg mótsatt við Guðs orð; tí at Guðs orð hevur rætt.


Tann, sum talar í eini ókendari tungu, skal biðja, at hann má týða
I. Cor. 14:13: Hvørsvegna lat hann, sum talar í eini ókendar tungu, biðja, at hann má týða.

– So at, um tú hevur eina tungutalu, so kanst tú biðja Guð geva tær týðingina, og fært tú hana, so kanst tú bæði geva tunguna og týðingina í kirkjuni. So fáa øll gagn av tí, so sum Guð vil; og hoyrararnir eiga at døma um, hvørt hetta er rætt og av Guði, útfrá, um tað er í tráð við Heilagu Skriftina.



Guð vil, at alt rætt, gott, og satt, skal hava sítt rætta pláss í kirkjuni, so sum Guðslæra, tungutala við týðing, opinberingar (sum sjálvandi mugu samsvara við skriftina), psálmar, (og tala, vitnisburður) osv.
I. Cor. 14:26: Hvussu er tað tá, brøður? Tá ið tit koma saman, hvør og ein av tykkum hevur ein psálm, hevur eina Guðslæru, hevur eina tungu, hevur eina opinbering, hevur eina týðing. Latið allar lutir verða gjørdar til uppbyggingar.

Fruktin, tá ið hetta sleppur at virka rætt, og tá ið tað er satt og er av Guði, er friður, ikki ørkymlan
I. Cor. 14:33: Tí at Guð er ikki høvundur ørkymlanar, men friðar, sum í øllum kirkjum hjá teimum heilagu.

– Fruktin er eisini uppbygging og uggan – ikki rótloysi

I. Cor. 14:3: Men hann, sum propheterar, talar fyri monnum til uppbyggingar, og formaningar, og ugganar.


Tungutala við týðing lyftist upp á sama støði og sama andliga virði sum prophetï
I. Cor. 14:5: Eg vildi, at tit allir talaðu við tungum, men heldur, at tit propheteraðu: tí at størri er hann, sum propheterarar, enn hann, sum talar við tungum, uttan hann týði, at kirkjan má fáa uppbygging.


– orðini “uttan hann týði” gera hetta greitt
– prophetï er ein beinleiðis heilsan frá Guði til éin ella fleiri, og tungutala við týðing fær sama virkni og gagn sum hetta, tá ið tungutalan verður týdd.


Andligar gávur verða givnar við handaálegging – men mugu ikki vanrøkjast, tvs. man heldur tær virknar við at tráa tær og brúka tær

I. Tim. 4:14: Vanrøk ikki gávuna sum í tær er, sum varð givin tær við prophetii, við áleggingini av hondum elstaráðsins.

Devt. 34:9a: Og Josjua Nuns sonur var fullur av vísdóms andanum; tí at Móses hevði lagt sínar hendur uppá hann.


Vit kundu tosað um ting og umstøður, sum fremja, at andligu gávurnar kunnu virka, og ting og umstøður, sum forða, at andligu gávurnar kunnu virka. Eisini kundi man hugt uppá dømir í skriftini, har hvør éinstøk andlig gáva virkaði, bæði í Jesu egnu tænastu, og í tænastu ápostlanna, men eisini í tænastu leikmanna, so sum Agabus, Ananias, Philippus, Stephanus osv. Tað er tilfar til eina aðru ferð. Vit lata hetta vera nóg mikið á hesum sinni.


Endaheilsan við Philippibrævinum 1:20-21: Samsvarandi við mína inniligu væntan og mína vón, at í ongum skal eg verða til skammar, men at við øllum dirvi, eins og altíð, soleiðis eisini nú, Christus skal verða gjørdur stórur í mínum likami, hvørt tað veri seg við lívi, ella við deyða: Tí fyri mær at liva er Christus, og at doyggja er vinningur.

A M E N.

Onnur tíðindi