FKJ húsmøti, 1. Mars 2025


Guddómleiki várs Harra Jesu Christs

Guddómleiki Christs verður altíð avbjóðaður, so lat okkum síggja, hvat skriftin lærir.

EG ERI í Exodus 3:14-15 (s73) er Jesus Christus í N.T.
Jesu SJEY “eg eri” framsagnir í Jóhannesar evangelii:
1 Eg eri lívins breyð – Jóh. 6:35; 48; 51
2 Eg eri ljós heimsins – Jóh. 8:12 & 9:5
3 Eg eri dyrnar hjá seyðunum – Jóh. 10:7 & 9
4 Eg eri hin góði hirðin – Jóh. 10:11 & 14
5 Eg eri uppreisnin, og lívið – Jóh. 11:25
6 Eg eri vegurin, sannleikin, og lívið – Jóh. 14:6
7 Eg eri tað sanna víntræið – Jóh. 15:1

Áður enn Ábraham varð … eg eri
Jóh. 8:56—59 (s138)
Hetta skildu Jødarnir sum gudsspottan, og at Jesus segði seg vera Guð, tí vildu teir steina hann.
– Men vit vita, at Jesus segði satt.

“Eg eri hann”
Jóh. 8:24 & 28 (s136) / Jóh. 18:4-6 (s152)
Uttan vit trúgva, at Jesus er hann, skulu vit doyggja í okkara syndum

Jesus er Immanuel: Guð við okkum
Matthæus 1:23 (s1) / Esaiah 7:14 (s834)

Jesus er barnið, sum okkum er føtt, og er Mektigi Guð
Esaiah 9:6 (s836)

Jesus er Sonur Guðs á slíkan hátt, at hann er javnur við Guð; tí at tað er eingin kapping innan tríeindina
Prophetiir: Orðt. 30:4 (s810) / Psálm. 2:12 (s694)
Jóh. 5:18 (s130) & 9:35—37 & 10:30—36 / I. Jóh. 2:23 (s319) / Phil. 2:5—6 (s267)
Vit eru synir Guðs andliga, tí at vit eru gitnir av hansara orði (I. Pæt. 1:23), men Jesus er Guðs éingitni Sonur likamliga, sí Jóh. 3:16 (s.126), tí at Halgi Andin gat hann í lívmóður Mariu (Matth. 1:18 & 20)

Sonurin er éitt við Faðirin og Halga Andan
Jóh. 10:30 (s141) / I. Jóh. 5:7 (s321) / Matth. 28:19 (s46)
Jesu svar til: Ert tú Christus, Sonur hins Vælsignaða?
Markus 14:61—62 (s71)
Jesus bað teir viðhvørt ikki siga hvør hann var, inntil eftir uppreisnina, Matth. 16:20 (s24) & 17:9

Jesus tók ímóti tilbiðjan — bæði áðrenn og eftir uppreisina
Matth. 20:20 (s29) & 28:17 (s46) / Jóh. 20:28 (s157)

Orðið (Jesus) var Guð – og varð gjørt kjøt (Guð komin í kjøti)
Jóh 1:1 & 14 (s123) / I. Tim. 3:16 (s282) / I. Jóh. 4:1—3 (s320)

Christus … er Harrin … er Guð
Róm. 14:10—11
– So tá ið vit játta fyri Guði, játta vit fyri Christi, tí tað stendur: fyri dómstól Christs, í vers 10)

Skriftin sigur ótvítýðugt, at Jesus er Guð
Róm 9:5 (s214) / Áp.Gern. 7:59 (s169) & 20:28 (s191) / Hebr. 1:8 (s292) / Titus 2:13 (s289)
Jesu blóð hevur mátt at keypa og at reinsa okkum, tí at hann er uttan synd (I. Pæt. 2:22) og tí at hann er Guð.

Jesus, saman við Faðirinum, er skaparin
Kol. 1:15—18 (s270) / Jóh. 1:1—3 (s123) / Eph 3:9 (s261)

Tríeindin saman til verka
Í Jesu dópi: Lukas 3:22 (s80)
Í dýrdarumbroytingini: Matth. 17:1—5 (s24)
Í andligu gávunum, fyrisitingunum, og virknaðunum: I. Cor. 12:4-6 (s235)

Tríeindin loynist í rætta og sanna tekstinum, til okkum kongar og prestar at grunda út
Kol. 2:2 & 3:17 (s271) / I. Thess. 1:3 (s274) / Opb. 1:6 (s325) / Esaiah 11:2 (s839) & 48:16 (s877)
Dániel 7:13 & 6:3 (s1059) & s.fr.

Tað er dýrdin hjá Guði at loyna ein lut:
men konga heiður er at grunda eina søk út.
( Orðt. 25:2 )

…….

Guð varðveiti okkum í trúnni á guddómleika Christs, og í trúnni á hin tríeinda Guð.
Má hann altíð vera okkara Guð av sonnum, uttan íblandan av lygn ella falsi.

A M E N.

Onnur tíðindi