Dømir um munir ímillum King James Bíbliuna og Dahls bíbliu



I. Mós. 3:5

KJB:   be as gods
Dahl:  verða eins og Guð


I. Mós. 6:3

KJB:  my spirit shall not always strive with man
Dahl:  Andi mín skal ikki allar ævir búgva í menniskjuni


Jes. 14:12

KJB:  O Lucifer, son of the morning!
Dahl:  tú ljómandi morgunstjørna
(Í Opb. 22:16 er Jesus morgunstjørnan, og hann er ikki fallin, eiheldur fellur hann. Orðið “stjørna” finst ikki í nøkrum grundteksti á allari jarðaryvirflatuni, men har stendur “Ljósberi”, á latíni “Lucifer”)


Jes. 59:19

KJB:  When the enemy shall come in like a flood, the Spirit of the LORD shall lift up a standard against him
Dahl:  tí at nú kemur hann eins og innibyrgdur streymur, sum er østur upp av andablástri Harrans


Dániel 3:25

KJB:  The Son of God
Dahl:  gudasonur


Matth. 5:22

KJB:  whosoever is angry with his brother without a cause shall be in danger of the judgment
(ávaring)
Dahl:  hvør, ið er vreiður inn á bróður sín, skal verða sekur fyri dóminum
(endaligur dómur)


Matth. 8:29

KJB:  What have we to do with thee, Jesus, thou Son of God?
Dahl:  Hvat hava vit at gera við teg, tú sonur Guðs
(Jesus manglar!)


Matth. 16:13

KJB:  Whom do men say that I the Son of man am?
(hann sigur seg vera Menniskjusonin, og EG ERI (Jehovah)
Dahl:  Hvønn siga menn menniskjusonin vera?
(Dahl talar í 3. persóni, um onkran annan!!)


Matth. 19:17

KJB:  there is none good but one, that is, God
Dahl:  Ein er tann, ið góður er –
(Guð manglar!)


Matth. 25:13

KJB:  Watch therefone, for ye know neither the day nor the hour wherein the Son of man cometh
Dahl: Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!
(tað síðsta manglar!)


Matth. 25:31

KJB:  holy angels
Dahl:  einglarnir
(heilagu manglar! so kann tað líka so væl vera falnir einglar!)


Mark. 2:15

KJB:  as Jesus sat at meat
Dahl:  tá ið hann sat til borðs
(Jesus manglar!)


Mark. 2:17

KJB:  I came not to call the righteous, but sinners to repentance
Dahl:  Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar
(helvtin manglar!)


Mark. 9:42

KJB:  offend one of these little ones that believe in me.
Dahl:  ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, sum trúgva.
(á meg (Jesus) manglar; tá er trúgvin púrt einkið verd!)


Mark. 9:47

KJB:  cast into hell fire.
Dahl:  kastaður í helviti.
(eldurin manglar; eigur at vera: hel-eld)


Mark. 11:10

KJB:  Blessed be the kingdom of our father David, that cometh in the name of the Lord
Dahl:  Vælsignað veri hitt komandi ríki faðirs várs Dávids
(helvtin manglar!)


Mark. 13:14
KJB:  abomination of desolation, spoken of by Daniel the prophet
Dahl:  andstygd oyðingarinnar,
(helvtin manglar)


Luk. 1:35

KJB:  that holy thing which shall be born of thee
Dahl:  hitt heilaga, sum borið verður í heim
(av tær manglar!)


Luk. 2:33

KJB:  Joseph and his mother
Dahl:  faðir hansara og móðir hansara
(Jóseph var IKKI faðir Jesu!)


Luk. 4:4

KJB:  Man shall not live by bread alone, but by every word of God.
Dahl:  Menniskjan livir ikki av breyði eina.
(helvtin manglar!)


Luk. 9:35

KJB:  This is my beloved Son: hear him.
Dahl:  Hesin er sonur mín, hin útvaldi, lýðið á hann.
(púra hvør sítt!)


Luk. 11:2-4

KJB:  Our .. which art in heaven, .. Thy will be done, as in heaven, so in earth. .. but deliver us from evil
Dahl:  ALT MANGLAR!!!


Jóh. 2:10

KJB:  and when men have well drunk (t.e. hava drukkið væl og virðiliga)
Dahl:  og tá ið teir eru vorðnir druknir
(Nei!! Jesus gav ikki druknum fólki enn meir at drekka!!)


Jóh. 3:36

KJB:  and he that believeth not the Son shall not see life
Dahl:  men tann, sum er syninum ólýðin skal ikki síggja lívið
(vit verða frelst við trúgv, ikki við lýdni)


Jóh. 4:42

KJB:  and know that this is indeed the Christ, the Saviour of the world
Dahl:  at hesin av sonnum er frelsari heimsins
(Christus manglar!)


Jóh. 5:39

KJB:   Search the scriptures
(eini boð)
Dahl:  Tit rannsaka skriftirnar
(ein rósan)


Jóh. 6:47

KJB:  He that believeth on me hath everlasting life
Dahl:  Tann, sum trýr, hevur ævigt lív.
(at tað er á Jesus ein má trúgva, hevur ALT at siga!)


Jóh. 6:69

KJB:  Thou art that Christ, the Son of the living God
Dahl:  tú ert hin heilagi Guðs
(Christus manglar; og Sonur manglar!!)


Jóh. 7:8

KJB:  Go ye up unto this feast: I go not up yet unto this feast
Dahl:  Farið tit niðan til hátíðina, eg fari ikki niðan til hesa hátíðina
(nýggjar versjónir gera Jesus til lygnara, tí hann fór niðan stutt seinni; orðið enn ger allan munin)


Joh. 7:39

KJB:  The Holy Ghost
Dahl:  andin
(Heilagi manglar!)


Jóh. 7:50

KJB:  he that came to Jesus by night
Dahl:  hann sum fyrr var komin til hansara
(Jesus manglar aftur!)


Jóh. 9:35

KJB:  Dost thou believe on the Son of God?
Dahl:   Trýrt tú á menniskjusonin?


Jóh. 9:38

KJB:  And he worshipped him
Dahl:  og hann fell á knæ niður fyri honum
(hvat hevur Dahl ímóti at tilbiðja Jesus? trúði hann kanska ikki ordiliga á hann?)


Jóh. 14:17

KJB:  for he dwelleth with you, and shall be in you
Dahl:   tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum
(nei; hann kom ikki inn í teir fyrrenn á hvítusunnu, sum er tað sum Jesus her sipar til)


Jóh. 16:16

KJB:  A little while, and ye shall see me, because I go to the Father.
Dahl:  um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.
(helvtin manglar!)


Jóh. 17:21

KJB:  that they also may be one in us
Dahl:   teir eisini mega vera í okkum
(orðið eitt manglar!)


Jóh. 21:16

KJB:   Feed my sheep  (gev seyði mínum)
Dahl:  Ver hirði hjá seyði mínum
(católsk ávirkan, tí teir vilja hava Pætur at hava verið fyrsti pávin, hvat hann ikki var)


Ápos. 4:24

KJB:  Lord, thou art God, which..
Dahl:  Harri, tú ert tann, sum..
(Guð manglar!)


Ápos. 8:15

KJB:  That they might receive the Holy Ghost
Dahl:  at tey máttu fáa heilagan anda
(hann eitur Heilagi Andin, ikki heilagur andi, tí hann er ein ávísur persónur, og tí má tað standa í bundnum hátti, sjálvandi. Danska bíblian frá 1731 sigur Den Hellig Aand.)


Ápos. 9:5b-6a

KJB:  .. it is hard for thee to kick against the pricks. And he trembling and astonished said, Lord, what wilt thou have me to do? And the Lord said unto him..
Dahl:  ALT BURTUR!


Ápos. 16:31

KJB:  Believe on the Lord Jesus Christ
Dahl:  Trúgv á Harran Jesus
(Christus manglar!)


Ápos. 17:31

KJB:   too superstitious
(ov pátrúnir; t.e. ein hartan fyri avgudadýrkan)
Dahl:   ógvuliga hygnir um gudsdýrkan tykkara
(ein rósan fyri avgudadýrkan)


Ápos. 22:16

KJB:  calling on the name of the Lord
Dahl:  og ákalla navn hansara
(Harrin manglar!)


Ápos. 23:9

KJB:   let us not fight against God
Dahl:  BURTUR!


Róm. 1:16

KJB:  the gospel of Christ
Dahl:  gleðiboðskapin
(Christs er týdningarmikið í tekstinum, tí tað finnast jú falskir gleðiboðskapir; sí Gal. 1:6—9)


Róm. 1:29

KJB:  Being filled with all unrightousness, fornication
Dahl:  uppfyltir av alskyns órættferð, –
(siðloysi manglar í ramsuni!)


Róm. 8:1

KJB:  There is therefore now no condemnation to them which are in Christ Jesus, who walk not after the flesh, but after the Spirit
Dahl:  So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi, – RESTIN ER BURTUR!


Róm. 10:9

KJB:  confess with thy mouth the Lord Jesus
Dahl:  játtar við munni tínum, at Jesus er Harri
(skuldi verið: játtar við tínum munni Harran Jesus. Vit játta hann, ikki okkurt um hann; har er munur á)


Róm. 11:6b

KJB:   But if it be of works then it is no more grace: otherwise work is no more work
Dahl:  ALT ER BURTUR!


I. Cor. 1:2

KJB:  called to be saints
Dahl:  sum eru kallað, sum eru heilag
(hvør sítt!)


I. Cor. 2:13

KJB:  but which the Holy Ghost teacheth
Dahl:  sum eru lærd av andanum
(Heilagi manglar!)


I. Cor. 5:7

KJB:  For even Christ our passover is sacrificed for us
Dahl:  tí at eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus
(fyri okkum er sera týdningarmikið, tí tað kunnger evangeliið, at tað var júst fyri okkum, at Christus varð sláturofraður.)


I. Cor. 6:20

KJB:  Therefore glorify God in your body, and in your spirit, which are God’s
Dahl:  Ærið tí Guð í likami tykkara
(helvtin manglar!)


I. Cor. 9:18

KJB:  when I preach the gospel, I may make the gospel of Christ without charge
Dahl:  tá ið eg boði gleðiboðskapin, geri tað fyri einki
(gleðiboðskapurin eigur at standa tvær ferðir; og Christs manglar!)


I. Cor. 12:3

KJB:  no man can say that Jesus is the Lord
Dahl:  eingin kann siga: “Jesus er Harri”
(skuldi verið: at Jesus er Harrin)


I. Cor. 15:34

KJB:   Awake to rightousness
Dahl:  Verið rættiliga klárvaknir
(púra hvør sítt! hvar bleiv rættvísin av?)


I. Cor. 15:47

KJB:  the second man is the Lord from heaven
Dahl:  hin annar maðurin er frá himli
(hvar er HARRIN?)


I. Cor. 16:22

KJB:  If any man love not the Lord Jesus Christ
Dahl:  Um einhvør ikki elskar Harran
(Jesus Christus er aftur burtur!)


II. Cor. 1:24

KJB:  for by faith ye stand
Dahl:  tí at í trúnni standa tit
(púra hvør sítt!)


II. Cor. 2:12

KJB:  to preach Christ’s gospel
Dahl: at boða gleðiboðskapin um Krist
(skuldi verið: gleðiboðskap Christs. Ein og hvør ófrelstur prestur kann prædika okkurt svass um Krist, men bara ein frelstur kann prædika gleðiboðskap Christs).


II. Cor. 3:4

KJB:  And such trust have we through Christ to God-ward
Dahl: Men slíkt álit hava vit til Guðs fyri Krists skuld
(púra hvør sítt!)


II. Cor. 3:12

KJB:  we use great plainness of speech
Dahl:  halda vit fram við miklum treysti
(púra hvør sítt!)


II. Cor. 3:18

KJB:  But we all, with open face beholding as in a glass the glory of the Lord, are changed into the same image from glory to glory, even as by the Spirit of the Lord.
Dahl:  Men vit allir, sum við óskýldum andliti avspegla dýrd Harrans, vit verða ummyndaðir til hina somu mynd frá dýrdleika til dýrdleika, við tað at tað kemur frá harra andans.
(Heilagi Andin er Guð og hevur ongan Harra!)


II. Cor. 4:5

KJB:  but Christ Jesus the Lord
(fakta)
Dahl:  men Krist Jesus sum harra
(veikt)


II. Cor. 4:14

KJB:  shall raise up us also by Jesus
(Guð kemur at vekja okkum upp við, ella gjøgnum, Jesus)
Dahl:  skal eisini uppvekja okkum saman við Jesusi
(um tað er saman við Jesusi, so er Jesus ikki uppvaktur enn .. hvat hann so sanniliga er!!. eg verði altso reistur upp av Jesusi!)


II. Cor. 5:17

KJB:  old things are passed away; behold, all things are become new
Dahl:  hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt
(allir lutir manglar!)


II. Cor. 5:18

KJB:  God, who hath reconciled us to himself by Jesus Christ
Dahl:  Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi
(Jesus manglar aftur her!)


II. Cor. 9:10

KJB:  and increase the fruits of your rightousness
Dahl:  geva avgrøðini av góðgerð tykkara vøkst
(rættvísi og góðgerð er ikki tað sama!)


II. Cor. 9:13

KJB:  the gospel of Christ
Dahl:  gleðiboðskapin um Krist
(skuldi verið: gleðiboðskap Christs)


II. Cor. 10:7

KJB:   Do ye look on things after the ourward appearance?
(ein spurningur)
Dahl:  Lítið at tí, sum er beint fyri eygunum
(eini boð)


II. Cor. 11:3

KJB:   the simplicity that is in Christ
Dahl:  einfalda trúskapinum móti Kristi
(púra hvør sítt!)


Gal. 3:1

KJB:  who hath bewitched you, that ye should not obey the truth
Dahl:  Hvør hevur forgjørt tykkum – RESTIN MANGLAR!


Gal 4:7

KJB:  then an heir of God through Christ
Dahl:  tá ert tú eisini arvingi fyri Guðs sakir –
(eingin er arvingi Guðs uttanum Christ!!)


Gal. 5:12

KJB:  I would they were even cut off which trouble you
(altso, at teir vórðu avskornir frá Christi og samfelagi teirra heilagu)
Dahl:  Gævi, at teir, sum øsa tykkum upp, høvdu limlestað seg sjálvar
(var tað Paulusi líkt, at ynskja øðrum at meiðsla seg?)


Gal. 5:19

KJB:  Adultery, fornication
Dahl:  ólevnað, —
(hor manglar aftur her! hvør heldur tú vil fjala útyvir tað?)


Gal. 5:21

KJB:  Envyings, murders
Dahl:  øvund, —
(Morð manglar!. Hor og morð, – tað sum Satan bygdi Hollywood á, og sjónvarpið annars sum heild)


Gal. 5:22

KJB:   faith
Dahl:  trúskapur
(tað eigur at vera trúgv, ikki trúskapur!)


Gal. 6:15

KJB:  For in Christ Jesus neither circumcision availeth any thing, nor uncircumcision, but a new creature
Dahl:  Tí at hvørki er umskering nakað ella yvirhúð, men eina nýggjur skapningur
(vilja nýggju bíbliurnar hava Christ Jesus burtur?)


Ephes. 3:9

KJB:  God, who created all things by Jesus Christ
Dahl:  í Guði, sum allar lutir hevur skapað
(Jesus Christus er aftur burturbeindur!)


Ephes. 3:14

KJB:  I bow my knees unto the Father of our Lord Jesus Christ
Dahl:  Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum
(Harrin Jesus Christus aftur burturbeindur!)


Ephes. 4:6

KJB:  One God and Father of all, who is above all, and through all, and in you all
Dahl:  ein Guð og faðir at øllum, hann sum er yvir øllum og gjøgnum alt í øllum
(Feil!! Guð er IKKI í øllum, men í tykkum øllum, tvs. øllum teimum frrrelstu í Ephesus!! Tey ófrelstu hava djevulin til faðir!!)


Ephes. 5:9

KJB:  the fruit of the Spirit
Dahl:  ávøkstur ljósins


Ephes. 5:30

KJB:  For we are members of his body, of his flesh, and of his bones
Dahl:  tí at vit eru limir á likami hansara – RESTIN MANGLAR!


Phil. 3:3

KJB:  which worship God in the spirit
Dahl:  sum tæna Guði í anda hansara
(hvar fáa teir orðið hansara frá?)


Phil. 4:13

KJB:  I can do all things through Christ which strengtheneth me
Dahl:  Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan
(Christus burturbeindur enn eina ferð!)


Col. 1:14

KJB:  In whom we have redemption through his blood
Dahl:  sum vit hava endurloysingina í, fyrigeving syndanna
(hvør hatar Jesu blóð?? tey trúgvandi burdu elskað tað!!)


Col. 2:11

KJB:  in putting off the body of the sins of the flesh
Dahl:  við úrlating úr holdslikaminum
(skuldi verið: við úrlating úr likami holdssyndanna)


Col. 2:18

KJB:  intruding into those things which he hath not seen
Dahl:  fæst við sjónir sínar
(Nei! Hann sigur seg hava sæð sjónir, men hann hevur ongar sæð!)


I. Tim. 2:7

KJB:  I speak the truth in Christ
Dahl:  eg sigi sannleika
(Christus aftur burturbeindur)


I. Tim. 3:16

KJB:   God was manifest in the flesh
Dahl:   hann sum varð opinberaður í holdi
(Gnostikararnir í Alexandriu broyttu hetta versið, tí teir trúðu ikki á Jesu Christi Guddómleika. Og so sita tey flestu enn við tveimum gnostiskum bíblium. Forkastiligt!)


I. Tim. 3:16

KJB:   justified in the Spirit
Dahl:  rættvísgjørdur í anda
(skuldi verið: í Andanum)


II. Tim. 2:15

KJB:  Study to shew thyself approved unto Gud
Dahl:   Legg tær eina við at sýna teg sjálvan..
(rætta Bíblian hevur eitt boð um at studera Guðs orð!)


II. Tim. 3:17

KJB:  That the man of God may be perfect
Dahl:  fyri at Guðs-menniskjan kann vera albúgvin


Hebr. 1:3

KJB:  when he had by himself purged our sins
Dahl:  tá ið hann hevði gjørt reinsan fyri syndir
(tvey sera týdningarmikil lið mangla, sum geva virðismiklar upplýsingar um frelsuverkið).


Hebr. 2:4

KJB:  and with divers miracles, and gifts of the Holy Ghost
Dahl:  og ymsum kraftargerningum og veitan av heilagum anda
(Hann tosar um gávur andans, ikki veitan av Heilaga Andanum. Hann nevndi jú kraftargerðir beint áðrenn..)


Hebr. 4:8

KJB:  Jesus
Dahl:  Josva
(Jesus var tann ósjónligi, sum Móses fylgdi í oyðimørkini.)


Hebr. 4:11 & 4:6

KJB:  lest any man fall after the same example of unbelief
Dahl:  fyri at ikki nakar skal falla av sama ólýdnis fyridømi
(Guð biður okkum hava trúgv (hongur saman við náði), ikki lýdni (hongur saman við gerningar), fyri at ganga inn til hvíld hansara.)


Hebr. 5:14

KJB:  have their senses exercised to discern both good and evil
(at døma um, kenna mun á; krevur andliga skynsemi)
Dahl:  vant sansirnar til at skilja gott frá illum
(krevur aga; gerningar)


Hebr. 6:9

KJB:  But beloved, we are persuaded better things of you, and things that accompany salvation
Dahl:  Men viðvíkjandi tykkum, elskaðu tit, eru vit fullvísir um tað, sum betri er, og førir frelsu við sær
(Einkið av okkara egna “førir frelsu við sær”; (hann tosar jú um teirra gerning í næsta versi. Skuldi verið: sum fylgir við frelsuni, altso fruktir av at ein er frelstur, ikki gerningar sum skuldu gjørt ein frelstan. Hetta er católsk falslæra, enn einaferð.)


Hebr. 8:9

KJB:  they continued not in my covenant
Dahl:  teir hildu ikki sáttmála mín
(skuldi verið: teir hildu ikki áfram í sáttmála mínum.)


Hebr. 10:34

KJB:  For ye had compassion of me in my bonds
(Tað er Paulus, sum skrivar Hebrearabrævið!)
J.D.:  Tí at bæði høvdu tit samkenslu við fangunum
(Man tolir ikki, at Paulus skrivaði Hebrearabrævið)


Hebr. 10:34

KJB:  ye have in heaven a better and an enduring substance
Dahl:  at tit sjálvir áttu eina betri og varandi ogn
(Hvar? á jørðini, sum millióningahús og flottir bilar??. Nei, í himli!!)


I. Pæt. 1:22

KJB:  Seeing ye have purified your souls in obeying the truth through the Spirit unto unfeigned love of the brethren, see that ye love one another with a pure heart fervently.
Dahl:  Reinsið sálir tykkara í lýdni móti sannleikanum til falsleysan bróðurkærleika, og elskið hvør annan inniliga av hjarta.
(Fýra týdningarmiklir liðir mangla!)


I. Pæt. 2:2

KJB:  As newborn babes, desire the sincere milk of the word, that ye may grow thereby
(vøkstur hins trúgvandi, eftir at hann er frelstur)
Dahl:  og stundið eins og nýfødd børn eftir hini andligu, ósviknu mjólk, fyri at tit kunnu vaksa av henni til frelsu
(Falslæra!!! Eingin veksur til frelsu!!. Tað nýfødda barnið, hann júst hevur tosað um, er tað nýliga endurfødda andliga menniskjað, sum skal vaksa við orðinum.)


I. Pæt. 4:1

KJB:  Forasmuch as Christ hath suffered for us in the flesh
Dahl:  Við tað, at Kristus hevur liðið í holdinum
(Orðini fyri okkum eru gleðiboðskapurin í versinum, uttan tey gevur versið onga meining!)


I. Pæt. 4:14b

KJB:   on their part he is evil spoken of, but on your part he is glorified
Dahl:  ALT MANGLAR


II. Pæt. 1:21

KJB:   holy men of God
Dahl:  menn frá Guði
(heilagu mangar!)


I. Jóh. 3:5

KJB:  he was manifested to take away our sins
Dahl:  hann varð opinberaður, fyri at taka burtur syndirnar
(Hvørjar syndir? Sínar egnu? Orðið okkara eigur sjálvandi at vera í versinum!)


I. Jóh. 4:3

KJB:  And every spirit that confesseth not that Jesus Christ is come in the flesh is not of  God
Dahl:  Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Guði
(Tað týdningarmiklasta í treytini fyri, at tað er Guðs Andi, manglar! Hvør andi er hatta so??)


I. Jóh. 4:9

KJB:  In this was manifested the love of God toward us
Dahl:  Í hesum varð Guðs kærleiki opinberaður okkara millum
(mótvegis okkum er Guðs verk; okkara millum kann vera okkara verk.)


I. Jóh. 4:19

KJB:  We love him, because he first loved us
Dahl:  Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst
(ná, men eg elski Jesus, um so Dahl og føroyska bíbliufelagið ikki gera tað!)


I. Jóh. 5:7a-8b

KJB:   In heaven, the Father, the Word, and the Holy Ghost: and these three are one. And there are three that bear witness in earth ..
Dahl:  ALT ER BURTUR
(onkur trýr altso ikki uppá tríeindina!)


I. Jóh. 5:13

KJB:   and that ye may believe on the name of the Son of God
Dahl: ALT ER BURTUR


II. Jóh. v. 1

KJB:  whom I love in the truth
Dahl:  sum eg elski í sannleika
(skuldi verið: í sannleikanum)


II. Jóh. v. 9

KJB:  the doctrine of Christ
Dahl:  læruni
(Onkur hevur havt okkurt ímóti Christi onkuntíð í tíðini. Hvør? Gnostikararnir í Alexandriu í 2 øld, Synagoga Satans í Róm síðstu 1700 árini, og ein langur riðil av ófrelstum prestum v.m.)


Judas v. 19

KJB:  sensual, having not the Spirit
Dahl:  náttúrligar menniskjur, sum ikki hava anda
(Ein menniskja, sum ikki hevur anda, steindoyr uppá staðið!! ein menniskja, sum ikki hevur Andan, er náttúrligt, óendurføtt, – sum sjálvandi er tað, hann talar um!)


Opb. 1:8

KJB:   the beginning and the ending
Dahl:  BURTUR


Opb. 1:11

KJB:   I am Alpha and Omega, the first and the last
Dahl:  BURTUR


Opb. 5:10

KJB:  And hast made us unto our God kings and priests, and we shall reign on the earth
Dahl:  og gjørdi tey fyri Guði okkara til kongaríki og til prestar, og tey skulu vera kongar á jørðini
(allir møguligir munir!)


Opb. 5:14

KJB:  And the four and twenty elders fell down and worshipped him that liveth for ever and ever
Dahl:  Og hinir elstu fullu niður og tilbóðu
(tveir triðjingar mangla!)


Opb. 11:17

KJB:  O Lord God almighty, which art, and wast, and which art to come
Dahl:  Harri Guð, tú alvaldi, tú sum ert, og tú sum vart
(tað síðsta manglar!)


Opb. 13:8

KJB:  whose names are not written in the book of life of the Lamb slain from the foundation of the world
Dahl:  hvør tann, sum ikki frá tí, at verøldin varð grundað, eigur navn sítt skrivað í lívsins bók hjá lambinum, sum er dripið
(púra hvørs sítt!)


Opb. 13:16 & 14:1 & 9

KJB:  a mark in their right hand, or in their foreheads
Dahl:  merki á høgru hond sína ella á enni sítt
(gamla Danska Bíblian sigur i, ikki på!)


Opb. 15:3

KJB:  thou King of saints
Dahl:  tú kongur fólkanna
(Jesus er kongur teirra heilagu, ikki hjá øllum fólkum!)


Opb. 17:5

KJB:  And upon her forehead was a name written, MYSTERY, BABYLON THE GREAT
Dahl:  Og á enni hennara var skrivað navn, ein loyndardómur: Bábylon hin mikla
(LOYNDARDÓMUR eigur at vera ein partur av navni hennara!)


Opb. 18:20

KJB:  and ye holy apostles and prophets
Dahl:  og tit heilagu, og tit apostlar, og tit profetar
(hvør sítt!)


Opb. 20:12

KJB:  stand before God
Dahl:  standa framman fyri hásætinum
(hvar bleiv Guð av?)


Opb. 21:4

KJB:   God
Dahl:   hann
(hvar bleiv Guð av?)


Opb. 21:24

KJB:  And the nations of them which are saved shall walk in the light of it
Dahl:  Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara
(Báðar tær føroysku bíbliurnar boða “alles frelse” falslæruna hjá fleirtalinum av dagsins luthersku prestum. “Halt teg til dópsnáðina og bið faðirvár til várharra, góði, ja ja, tað gongur nokk”. NEI!!! Tað verða tey frelstu, sum koma at ganga inn um portrini inn í staðin, júst sum King James bíblian sigur!. Danska bíblian frá 1732 sigur “folkeslagene af de frelste..”)


Opb. 22:6

KJB:  The Lord God of the holy prophets
Dahl:  Harrin, Guð anda profetanna
(hvar fáa teir orðið anda frá?)


Opb. 22:14

KJB:  Blessed are they that do his commandments
Dahl:  Sælir eru teir, sum tváa skikkjur sínar
(púra hvør sítt!)


Sálm 12:6-7

KJB:  The words of the Lord are pure words: as silver tried in a furnace of earth, purified seven times. Thou shalt keep them, O LORD, thou shalt preserve them from this generation for ever.
Dahl:  Orð Harrans eru rein orð, skírt silvur, sjey ferðir seinskað gull. Tú vilt tey varða, Harri, okkum verja móti hesi slekt, allar ævir.
(Guð varðar sítt orð reint frá hesi slekt, ikki okkum. Og hann ger tað um allar ævir!!. Men hetta hevur hann bert gjørt í King James Bíbliuni, og tí orðar hon hetta soleiðis..)


Hesi dømini eru bert nøkur av teimum umleið 1500 feilunum í øllum bíblium, sum eru komnar út eftir ár 1881, í øllum førum eftir ár 1904, og lýsa heilt greitt neyðugleikan av at týða King James bíbliuna til føroyskt.

( 80-90% av hesum manglunum og feilunum eru júst teir somu í Victor’s týðing. )

Um tú vilt síggja samanbering av fleiri versum (ímillum King James og Dahl og Victor), so kanst tú fara ígjøgnum tey mongu versini á hesi síðuni: Trýst her >