William Tyndale

( 1494—1536 )


William Tyndale var ovastin í herinum av Enskum reformatørum, og á mangan hátt teirra andligi leiðari.

Arbeiði hansara at týða Grikska Nýggja Testamentið til vanliga Enska bóndamálið, varð gjørt møguligt gjøgnum útgávu Erasmusar av hansara Grikska og Latínska Nýggja Testamenti, prentað í 1516.

Tyndale týddi Nýggja Testamentið frá 1522 til 1524, og gav tað út í 1525 í Cologne; men tann tilgongdin varð hindrað, so hann flutti til Worms, og útgav tað har í 1526.

Týðingin hjá Tyndale var tann fyrsta Enska Bíbliutýðingin, sum varð gjørd beinleiðis úr Hebraiskum og Griksum teksti, og tann fyrsta týðingin at gera nýtslu av nýggja prentmiðlinum, sum loyvdi eini víðari útbreiðslu.

Í 1535 varð Tyndale handtikin, settur fastur í Vilvoorde fongslinum uttanfyri Brüssel í yvir eitt ár, dømdur fyri kettarí og brendur á báli hin 6. Oktober 1536.


Úr Nýggja Testamenti Tyndales:

Bókin var lítil, í lummastødd, tí hon var ólóglig, og mátti kunna goymast.

Í dag er bert eitt og eitt hálvt eintak eftir.  So nógv ræddist católska skøkjan Guðs orð, at hon brendi Bíbliurnar, — og tey sum áttu tær.  Niðurstøða: hon var ongantíð Guðs kirkja; — vit evangeliskt frelstu eru.

Nýggja Testamenti Tyndales inni í fyrstu prenting King James Bíbliunnar. Støddarmunurin er ovurstórur.  Kanningar hava víst, at 80% av tekstinum í Nýggja Testamenti King James Bíbliunnar er arbeiði Tyndales, sum hevur vunnið sær leið víðari fram inn í Bók bókanna.