Westcott og Hort

Brooke Foss Westcott (1825-1901) og Fenton John Anthony Hort (1825-1892) vóru teir báðir Ensku “lærdu”, sum framleiddu tann korrupta Grikska tekstin undirliggjandi allar nútíðarligar bíbliu-perVersjónir. Yvirráðandi ávirkanin hjá hesum báðum monnunum á endurskoðanarnevndina av 1871-1881 er grundin til ta korruptión, sum vit hava í dag í nútíðarligum umsetingum øllum.

(Um tú heldur, at “New King James” bíblian (NKJV) er ein røtt King James Bíblia (KJV), so hygg at NKJV traktatini undir “pdf slóðir”, og tú vilt heilt víst síggja øðrvísi uppá tað aftaná).

Bíbliutrúgvandi eiga at hava nøkur ting í huga, tá ið tosað verður um hesar báðar menninar.


Eftirfylgjandi upplýsingar eru væl prógvaðir í bókini “Final Authority” eftir William Grady, og í “New Age Bible Versions” eftir Riplinger.

  1.  Tilsamans útgera “The Life and Letters of Brooke Foss Westcott” og ” The Life and Letters of Fenton John Anthony Hort” yvir 1800 síður. Ein persónligur frelsuvitnisburður verður ongantíð givin av hvørgum teirra, og Jesu navnið er at finna einans níggju ferðir!
  2. Westcott var garvaður Mariu tilbiðari, og Hort helt fast við, at Mariu tilbiðjan hevði nógv til felags við Jesus tilbiðjan.
  3. Hort trúði á at halda fast við católsk sakramentir.
  4. Hort trúði á endurføðing við nýføðingaásletting, eins og lært verður í católsku kirkjuni. (og í Føroysku Fólkakirkjuni.) Hetta er fullkomiliga óbíbilskt!
  5. Hort noktaði fyri ófeilbærleika skriftarinnar.
  6. Hort hevði stóran áhuga fyri verkum Charles Darwins, meðan bæði hann og Westcott noktaðu bókstavligu frásøgn skapanarsøgu Bíbliunnar.
  7. Westcott trúði ikki á aðru komu Christs, túsundáraríkið, ella ein veruligan himmal.
  8. Báðir noktaðu fyri læruni um eitt veruligt helviti, og teir stuðlaðu undir bønir fyri teimum deyðu í skerseldinum. (sum er Apocryphisk og católsk falslæra av allar dimmastu sort).
  9. Hort noktaði at trúgva á tríeindina.
  10. Hort noktaði at trúgva á einglar.
  11. Westcott váttaði, at hann var ein kommunistur av náttúru.
  12. Hort váttaði, at hann hataði demokrati í øllum sínum formum.
  13. Westcott læt ikki ølið liggja. Bert tólv ár eftir at teirra sokallaða “Endurskoðaða Versjón” varð útgivin, var Westcott talsmaður fyri brygging.
  14. Meðan teir arbeiddu uppá sín grikska tekst (1851-1871), og meðan teir arbeiddu saman við endurskoðanarnevndini uppá “Endurskoðaðu Versjónina” (1871-1881), hildu Westcott og Hort samfelag við “tølandi andar og lærdómar av djevlum” (I. Tim. 4:1). Báðir høvdu teir stóran áhuga fyri okkultismuog okkultum klubbum. Teir stovnaðu “The Hermes Club” í 1845, “The Ghostly Guild” í 1851, og Hort gjørdist limur í loyniligum klubba, sum kallaði seg “Apostlarnir” sama árið. Teir stovnaðu eisini “The Eranus Club” í 1872. Hetta vóru spiritistiskir bólkar, har íðkaðar vórðu slíkar óbíbilskar andstygdir sum at samskifta við hini deyðu.
  15. Grikski teksturin hjá Westcott og Hort varð LOYNILIGA avhandaður endurskoðanarnevndini.
  16. Limirnir í endurskoðanarnevndini av 1881 vórðu svornir til eitt loynidómslyfti í sambandi við tann nýggja grikska tekstin, sum varð brúktur, og teir møttust loyniliga í tíggju ár.
  17. Korrupti grikski teksturin hjá Westcott og Hort varð ikki latin almenninginum fyrr enn einans fimm dagar undanfrumroyndini av Endurskoðaðu Versjónini. Hetta skuldi forða fyri, at Bíbliutrúgvandi lærdir, eins og Dean Burgon, skuldu kunnað sæð tað og avdúkað tað fyri tað stykkið humbukk, sum tað var (og framvegis ER).


    SPURNINGUR: Ljóðar hetta sum eitt ERLIGT arbeiði hjá Guði, ella sum eitt ÓERLIGT arbeiði hjá Djevlinum?


    Týtt úr bókini “Fighting Back”,
    “A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
    Eftir James L. Melton.


Útfrá omanfyristandandi, er hetta okkara niðurstøða:
Westcott & Hort, tit kunnu hava ein lort. Vit kenna tykkara sort, og tað er so moyrt, — ikki haldgott grundarlag at standa á — bert Egyptiskur sandur. Tað grundarlag, tit løgdu, avskriva vit sum eitt verk av satan, tilsaman við øllum tí sum er ein sjonglering og víðari bronglan av tí tit byrjaðu uppá, so sum Nestle, Dynamic Equivilancy týðingarháttarlag Eugene Nida, UBS sum føroyska bíbliufelagið er okað saman við, og alt hitt nútíðar Egypt-Alexandriska svassið. Vit tveita tað alt í skrell, og standa líka fast plantaðir á Guðs klett — Textus Receptus og King James Bíbliuna, óvikaðir av tykkum; sum um tit aldri høvdu verið til.