Víðkaður fiktivur háttur, heilt gjøgnumførdur


Tað triðja, sum er heilt gjøgnumført í føroysku King James, er ein víðkaður hugsandi háttur.  Vit síggja leivdir av hesum í føroyskum, tó bert í ynskis-talu, so sum “Guð gævi”, “gangist tær væl”, “væl gagnist tykkum”, ella permissivari talu: “mæli hann hvat honum lystir”, osv.  Í gomlum føroyskum hevur hetta óivað verið ein breiður og heilt innfeldur partur av málinum, eins og í íslendskum og klassiskum enskum.

Tað, ið vit siga í dag sum: Hav ein góðan dag, skal skiljast sum ynskistala, men boðshátturin verður nýttur, tí ynskishátturin er tíverri ikki til í málinum (so sum hann var); tað rættara og eldra hevði verið: Havi tú ein góðan dag.

Munurin ímillum faktiva háttin og tiktiva háttin, (sum umfatar bæði ynskishátt og permissivan hátt), er bert ein lítil, ovurvøkur nuansa, sum bíbliulesarin skjótt verður glaður fyri og vil læra at meta og elska. Trúgvið mær;  (ella lat vera, — hvør ræður sær!)

Við kunnleika til íslenskt, og kærleika til King James bíbliuna, hennara neyvleika, margbrotni og flottleika, hevur mær tikist, við Guðs náði, at fingið innført hetta í Føroysku King James.

Reint tekniskt virkar tað soleiðis, at um ein tosar um okkurt fiktivt, altso sum ikki beinleiðis er soleiðis í roynd og veru (beint nú), so flytur sagnorðshátturin frá stiginum hann er á, niður á 1. persón eintal, sagnorðið heldur sín upprunaliga stovn; og fær eina “i” ending (sum í 1. persóni, havi, fari, komi..).  Hesa mekanismu havi eg lært úr gomlum enskum; í íslendskum er hetta eitt sindur fløktari, og líkist meiri týskum.


Dømi 1:

Hugsandi, Enskt:
If it be thou (orðið “be” lýsir møguleikan fyri tí øvugta)
Faktivt:
Since it is thou (orðið “is” lýsir, at tað ein annars hugsaði, er soleiðis í roynd og veru)

Íslenskt:
Hugsandi:
Ef það sért þú
Faktivt:
Eftir sem að það ert þú

Føroyskt King James mál:
Hugsandi:
Um tað veri tú (veri er lænt frá 1. persóni eintal, “eg veri” (uttan ð, tí tað kemur frá at “vera”, ikki verða))
Faktivt:
Eftir sum tað ert tú


Dømi 2:

Jesus sigur við hana, Kvinna, hví græturt tú?  hvønn søkirt tú?  Hon, haldandi hann at vera urtagarðsmannin, sigur við hann, Harri, um tú havi borið hann hiðani, sig mær hvar tú hevurt lagt hann, og eg vil taka hann burt.
(St. Jóhannes 20:15)

Enskt King James mál:
If thou have (hugsandi) borne him hence, tell me where thou hast (faktivt) laid him,..
“Hast” (2. persóni eintal) dettur niður til “have” (1. persóni eintal), tá ið tað er hugsandi mál.

Íslendskt:
Ef þú hafir (hugsandi) borið hann héðan, segðu mér hvar þú hefur (faktivt) lagt hann,..
“Hefur” broytist til “hafir”, tá ið tað er hugsandi mál, sum er ein forn ljóðbroyting, enn í nýtslu í íslendskum.

Føroyskt King James mál:
Um tú havi (hugsandi) borið hann hiðan, sig mær hvar tú hevurt (faktivt) lagt hann,..”Um hann havi” er nærri talumálinum sum: “Um hann havi sær”, og “Um hann veri” kann eisini vera “Um hann veri seg”. Sum tá ið vit siga: “Tað veri seg hetta, ella hitt..”, sum er fiktivt mál í dagsins talumáli.


Hetta lærir ein annars sera skjótt at skilja, tá ið ein hevur lisið eitt sindur við hesum málbrúki.  Undarligt at byrja við, men tó ikki so langt frá tí, vit kenna, at ein ikki skilur tað.  Við tíðini verður ein faktiskt glaður fyri hetta, tí tað ger málið reint faktiskt nógv greiðari, – ikki fløktari, – sum ein annars vildi hildið, – tá ið ein fyrst hevur fingið tað inn í kervið.

Undarligt er tað, at samstundis sum teldur og tøkni skal uppgraderast hvørt ár, so er málið í støðugum forfalli og afturgongd.  Skal ein finna málnýtslu í sínum hægst hæddum, má ein einar 3-4 øldir aftur í tíðina fyri at finna nakað, sum líkist nøkrum.

Og jú, – tá ið enskt talandi fólkið um allan heim, enntá í svartastu Afriku, sum til verður tikið, enn í dag velur at lesa super-røttu, hyper-flottu King James bíbliuna framum alt Alexandriska skrellið, so trúgvi eg at bíbliuelskandi føroyingurin bæði megnar og ynskir megna mangt slíkt.

Eg megni gera øll ting gjøgnum Christ, sum styrkir meg.
(Philippensararnir 4:13)

Og um einhvør fer at skammast við at lesa Føroysku King James hart á møti, so lat vera.  Guðs ríki er ikki fyri hinar ræddu ið hvussu er (Sí Opb 21:8).  Tín ræðsla fer so ikki at stýra hesum manninum her, bóka tað!!!  Eg týði Føroysku King James, um so fyri einans 10 frómar føroyingar, og lati spottaran gabba sum hann vil.  Taki mær ikki av tí.