Útgávurnar av King James Bíbliuni


Tað vórðu bert FÝRA veruligar ÚTGÁVUR av King James Bíbliuni framleiddar eftir 1611, og tær komu í 1629, 1638, 1762, og í 1769.  Hesar vóru ikki týðingar (eins og tær nýggju versjónirnar SÍÐAN 1881), og tær vóru í veruleikanum ikki eingong “endurskoðaðar útgávur”.

Útgávan frá 1629 var einfaldliga ein roynd at rætta prentvillur, og tveir av upprunaligu King James týðarunum hjálptu til við arbeiðinum.

Útgávan frá 1638 av KJB tók eisini hond um prentvillur, serliga orð og setningar, sum prentararnir høvdu yvirsæð.  Umleið 72% av tekstligu rættingunum í KJB vórðu gjørdar áðrenn 1638, einans 27 ár eftir fyrstu prentingina.

Vinarliga hav í huga ta sannroynd, at prenttøknin var eitt sera krevjandi arbeiði áðrenn 1800.  At framleiða eitt feilafrítt arbeiði var næstan ógjørligt.  Enntá í dag, við teldum og framkomnum forritum at rætta stavseting við, verða prentvillur javnan gjørdar.  Ímynda tær, hvussu tað var í 1600 talinum!

Í 1762 og 1769 vórðu síðan tvær endaligar útgávur av KJB framleiddar.  Báðar hesar høvdu við broytingar í stavseting at gera, sum gjørdist neyðugt, eftir sum at Enska málið var komið í eina meiri fasta legu, og stavsetingarreglur vórðu gjørdar.

Hesar frá 1629, 1638, 1762, og 1769, vóru ikki nýggjar týðingar, og tær vórðu ikki nýggjar endurskoðaðar útgávur heldur.  Tær vóru einfaldliga útgávur av 1611 King James Bíbliuni, sum rættaðu uppá prentvillur og stavivillur.  Teir, sum royna at javnlíkna hesar útgávur við nútíðar týðingarnar, eru bert úti eftir at dára, ella eru teir býttir, – ja, ella bæði tvey.  Tær mongu sokallaðu endurskoðaðu útgávurnar av KJB, sum komu í 1613, 1616, 1617, og 1743, eru einkið meira enn smávegis rættingar og snøggingar av prentarunum.  Tær veruligu endurskoðanirnar og endurtýðingarnar byrja ikki at síggjast fyrr enn í 1881 (Revised Version) og 1901 (American Standard Version).  So um onkur drumbur kemur til tín við einum sleiskum smíri á andlitinum og spyr teg, So hvørja King James Bíbliu hevur tú, hana frá 1611, 1629, 1638, 1762, ella 1769?, so kanst tú einfaldliga vátta, at tú hevur eina 1769 útgávu av King James Autoriseraðu Bíbliuni frá 1611.


Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.