Tveir vegkantar í Christinlívinum, viðvíkjandi tí at koma til at gera onkra synd, og so ikki at synda


Tá ið man talar ímóti synd, verður man ofta kallaður ein lóg-prædikari, men so er ikki.

Eingin er púra uttan synd, tí I. Jóh. 1:8 sigur:
Um vit siga at vit hava onga
synd, svíkja vit okkum sjálv, og
sannleikin er ikki í okkum.

Sannleikin er, at ein frelstur VIL ikki og YNSKIR ikki at synda.  Ein, sum ger lætt úr synd og sum skavar útyvir og smíðar skálkaskjól fyri at at kunna halda áfram í syndalívinum, er villleiddur og villleiðir onnur.

I. Jóh. 5:18 sigur:
Vit vita at hvørsumhelst ið er
føddur av Guði syndar ikki; men
hann sum er gitin av Guði varðar
seg sjálvan, og hasin vondi nemur
hann ei.

“Syndar ikki”, kann ikki merkja, at man ONGANTÍÐ kemur til at gera eina synd, tí I. Jóh. 1:8 (sum vit júst lósu), ger hetta jú ómøguligt.  Meiningin her er tí, at tann trúgvandi hevur henda hugburð: Nú eri eg eitt Guðs barn, og so havi eg tað fyri eyga, seti mær tað fyri osv at nú syndi eg ikki longur.  Altso verður tað ein nýggjur lívsstílur; tú ert vorðin eitt nýtt menniskja við endurføðingini, og tað vil síggjast í tí lívinum, sum tú nú livir út; ja, annars varðst tú ongantíð endurføddur.

I. Jóh. 1:8 og I. Jóh. 5:18 eru líkasum tveir veg-kantar hvørjumegin við vegin:
Vegkantur eitt: Øll gera synd onkuntíð,
Vegkantur tvey: Ein sannur trúgvandi syndar ikki (t.e. ikki við vilja).

I. Pæt. 4:1-5 lýsir hetta eisini rættiliga væl:
EFTIRSUM tá at Christus
hevur liðið fyri okkum í kjøtinum,
vápnið tykkum á sama hátt
við hinum sama sinni: tí hann
sum hevur liðið í kjøtinum hevur
hildið uppat frá synd ;
 2  At hann ei longur skuldi liva
restina av tíð síni í kjøtinum mótvegis
lystum manna, men mótvegis
vilja Guðs.
 3  Tí hin lidna tíð av lívi okkara
má vera okkum nóg mikil at hava
virkað vilja Heidninganna, tá ið vit
gingu í skendsku, girndum, ovurnøgd
av víni, ólátaskapum, festingum,
og andstyggiligum avgudadýrkanum:
 4  Í hvørjum teir halda tað undarligt
at tit renna ikki við teimum
til hins sama ovurryggjaloysis,
talandi ilt um tykkum :
 5  Hvørjir geva skulu roknskap
til hansara sum er til reiðar at
døma hinar livandi og hinar deyðu.

Rom. 6:1 lærir okkum, at vit eiga at liva eitt HEILAGT lív í náðini:
HVAT skulu vit tá siga? Skulu
vit halda áfram í synd, at
náði kann gerast ríkilig?
2 Guð sýti fyri. Hvussu skulu
vit, sum eru deyðir fyri synd, liva
longur í henni?

Guðs náði er IKKI givin okkum, til at synda uppá, men hon virkar halgan, sum eisini sæst útvortisliga; sum Titus 2:11—13 sigur:
Tí náði Guðs sum viðførir
frelsu er birt fyri øllum monnum,
12 Lærandi okkum at, avnoktandi
ógudiligleika og veraldligar
lystir, vit skuldu liva edrúiliga,
rættvísiliga, og gudiliga, í hesi
núverandi verøld;
13 Væntandi eftir hini sælu
vón, og hini dýrdsomu birting
hins mikla Guðs og Frelsara várs
Jesusi Christs;

Teir, sum misbrúka náði Guðs til at áfram liva í syndini, eru falskir brøður, skridnir inn, tí Judas sigur í v. 4—5:
4  Tí tað eru ávísir menn skridnir
inn óvarnandi, hvørjir vórðu
áður frá gamlari tíð útnevndir til
hesa dómfelling, ógudiligir menn,
umgerandi náði Guðs várs yvir í
skendsku, og avnoktandi hin einasta
Harra Guð, og Harra váran
Jesus Christ.
 5  Eg vil tessvegna seta tykkum
í endurminning, tó at tit einaferð
vitstu hetta, hvussu ið Harrin,
havandi frelst fólkið út úr Egyptalandi,
aftaná oyddi tey sum trúðu
ikki.

Tað vil siga, at náðin skal brúkast til at liva eitt heilagt lív, sum samsvarar við umvendingina, – ikki til at liva áfram í syndini.