Rætta Bíblian gevur tríggjar grundir fyri uppafturgiftu (hasar følsku geva tvær)



1: Deyði
Rom. 7:1-3 FKJ:
VITA tit ikki, brøður, (tí eg tali
til teirra sum kenna lógina,)
hvussu ið lógin hevur harradømi
yvir einum manni so leingi sum
hann livir?
2 Tí konan sum hevur ein ektamann
er bundin við lógini til ektamans
síns so leingi sum hann livir;
men um ektamaðurin veri deyður,
hon er loyst frá lóg ektamans
síns.
3 So at um, meðan ektamaður
hennara livir, hon verði gift við einum
øðrum manni, skal hon verða
kallað ein horinna: men um ektamaður
hennara veri deyður, hon
er frí frá teirri lóg; so at hon er
eingin horinna, tó hon verði gift
við einum øðrum manni.


2: Siðloysi
Matth. 19:9 FKJ:
Og eg sigi tykkum, Hvørsumhelst
ið skal koyra burtur konu
sína, undantikið um tað veri fyri
siðloysi, og skal giftast við eini
aðrari, fremur hordóm: og hvøriðso
giftist við henni sum er koyrd
burtur, fremur hordóm.


3: Yvirgeving/rýming
I. Cor. 7:14-16 & 27-28 FKJ
14 Tí hin vantrúgvandi ektamaðurin
er halgaður av ektakonuni,
og hin vantrúgvandi ektakonan
er halgað av ektamanninum:
annars vóru børn tykkara órein;
men nú eru tey heilag.
15 Men um hin vantrúgvandi
fari avstað, lat hann fara avstað.
Ein bróðir ella ein systir er ikki
undir trældómi í slíkum førum:
men Guð hevur kallað okkum til
friðar.
16 Tí hvat veitst tú, O ektakona,
hvørt tú skalt frelsa ektamann
tín? ella hvussu veitst tú,
O maður, hvørt tú skalt frelsa
ektakonu tína?

………

27 Ert tú bundin at ektakonu?
søk ikki at verða loystur. Ert tú
loystur frá ektakonu? søk ikki
ektakonu.
28 Men og um tú gifti teg, tú
hevurt ikki syndað; og um ein
jomfrú gifti seg, hon hevur ikki
syndað. Hóast hetta, slík skulu
hava trongslu í kjøtinum: men eg
spari tykkum.


“Loystur” tengir vers 27-28 við vers 14-16, og rættvísger uppafturgiftu av honum, ella henni, sum varð rýmdur frá.

I. Cor. 7:27 KJB:
Art thou bound unto a wife?
seek not to be loosed.
Art thou loosed from a wife?
seek not a wife.


When a man hath taken a wife, and married her, and it come to pass that she find no favour in his eyes, because he hath found some uncleanness in her: then let him write her a bill of divorcement, and give it in her hand, and send her out of his house.
2 And when she is departed out of his house, she may go and be another man’s wife.
3 And if the latter husband hate her, and write her a bill of divorcement, and giveth it in her hand, and sendeth her out of his house; or if the latter husband die, which took her to be his wife;
4 Her former husband, which sent her away, may not take her again to be his wife, after that she is defiled; for that is abomination before the Lord: and thou shalt not cause the land to sin, which the Lord thy God giveth thee for an inheritance.
( Deuteronomy 24:1-4 KJB )


TRÍGGIR SPURNINGAR MUGU SPYRJAST, ÁÐRENN UPPAFTURGIFTU:

1: Vart tað tú, sum skildist frá tínum maka?
2: Vart tú ótrúgvur í síðsta hjúnabandinum?
3: Hevur makin úr síðsta hjúnabandinum fingið sær annan maka?

1) Um svarið er NEI til nr. 1, NEI til nr. 2, og JA til nr. 3, so kann viðkomandi giftast uppaftur uttan trupulleika.

2) Um svarið er JA (ella nei) til nr. 1, JA (ella nei) til nr. 2, og NEI til nr. 3, so hevur viðkomandi bara EITT at gera, og tað er at fara aftur til makan, sum hann, ella hon, sveik, og hevur yvirgivið; – ella bara liva stakur restina av lívinum, ella tá inntil tann, sum TÚ sveikst, hevur fingið sær annan maka.

3) Um svarið til dømis er JA til nr. 1, JA til nr. 2, og NEI til nr. 3, men tann, sum TÚ sveikst, vil fyrigeva tær, og koma saman aftur við TÆR, so kunnu tit sjálvandi koma saman aftur, óansæð hvat hendi. (Endurvígsla er líkagyldig. Tit ERU ENN eitt, um fyrigeving kann finna sær stað).


Leiðararnir í dagsins meinigheitum eru tíverri nakrir mannaboðs-haldandi Pharisearar og andalig pinkubørn!

GUÐS ORРER EINASTI ANDALIGI MYNDUGLEIKIN HJÁ EINUM OG HVØRJUM FRELSTUM, – tí HAR stendur GUÐ ENN SUM ALTÍÐ!!!!


So, – ert tú ein kærur, rættvísur bróðir, sum ert umboðaður í dømi nr. 1, so skalt tú vita, at tú GOTT kanst gifta teg uppaftur Í DAG, um tær so lystir.
Gev bara hasum mannaboðs-haldandi Pharisearanum eitt gott, fast, andaligt nossaspark. Hann talar IKKI fyri Guð. Hann hevur EINKIÐ andaligt vit; hann kennir hvørki skriftirnar, ella Guðs mátt!!.


Og svarandi segði Jesus við
teir, Fara tit ikki tessvegna skeivir,
av tí at tit kenna ikki skriftirnar,
eiheldur Guðs mátt?
( Markus 12:24 FKJ )


( Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T. )