TAÐ verður javnan fráboðað
 at tað er hordómur tykkara
 millum, og slíkur hordómur sum
 verður ikki so mikið sum nevndur
 Heidninganna millum, at ein skuldi
 havt ektakonu faðirs síns.
   2  Og tit eru uppblásnir, og hava
 ikki tíansheldur harmast, at hann
 sum hevur gjørt hesa gerð, mátti
 verðið tikin burtur frá ímillum
 tykkara.
   3  Tí eg sanniliga, sum fráverandi
 í likami, men hjáverandi í anda,
 havi dømt longu, sum um eg var
 hjáverandi, viðvíkjandi honum ið
 hevur soleiðis gjørt hesa gerð,
   4  Í navni várs Harra Jesu Christs,
 tá ið tit eru savnaðir saman, og
 andi mín, við kraft várs Harra Jesu
 Christs,
   5  At geva upp ein slíkan til
 	Satans til oyðileggingina av kjøtinum,
 at andin má verða frelstur
 á degi Harrans Jesu.
   6  Rósan tykkara er ikki góð. Vita
 tit ikki at eitt sindur av súrdeiggi
 súrgar allan klumpin?
   7  Reinskið út tessvegna hitt
 gamla súrdeiggið, at tit mega
 verða nýggjur klumpur, eins
 og tit eru ósúrgaðir. Tí enntá
 Christus páskalamb okkara er
 sláturofraður fyri okkum :
   8  Tessvegna latum okkum halda
 hátíðina, ikki við gomlum
 súrdeiggi, eiheldur við súrdeiggi
 illvilja og vondsku; men við hinum
 ósúrgaða breyði ærligleiks og
 sannleiks.
   9  Eg skrivaði til tykkara í einum
 epistli ikki at samlagast við
 siðloysingar:
   10  Tó ikki samanumtikið við
 siðloysingar hesa heims, ella við
 hinar gírigu, ella peninganoyðarar,
 ella við avgudadýrkarar; tí
 tá máttu tit neyðugt farið út úr
 heiminum.
   11  Men nú havi eg skrivað til
 tykkara ikki at halda samlag, um
 nakar maður sum er kallaður
 ein bróðir, veri ein siðloysingur,
 ella gírigur, ella ein avgudadýrkari,
 ella ein illmælismaður, ella ein
 drykkjumaður, ella ein peninganoyðari;
 við slíkum einum nei
 ikki at eta.
   12  Tí hvat havi eg at gera at
 døma teir eisini sum eru uttanfyri?
 døma ikki tit teir sum eru
 	innanfyri?
   13  Men teir sum eru uttanfyri
 dømir Guð. Tessvegna beinið
 burtur frá ímillum tykkara handa
 vonda persón.
 ( I. Cor. 5 FKJ )
  DØMIÐ ikki, at tit verði ikki
 dømd.
   2  Tí við hvørjum dómi ið tit
 døma, skulu tit verða dømd : og
 við hvørjum máti ið tit máta, skal
 tykkum aftur verða mátað.
   3  Og hví skoðart tú flísina sum
 er í eyga bróðurs tíns, men hugsart
 ei um bjálkan sum er í tínum
 egna eyga?
   4  Ella hvussu vilt tú siga við
 bróður tín, Lat meg hála út flísina
 út úr eyga tínum ; og, sí, ein bjálki
 er í tínum egna eyga?
   5  Tín hyklari, fyrst kasta út bjálkan
 	út úr tínum egna eyga ; og tá
 		skalt tú síggja klárliga at kasta út
 		flísina út úr eyga bróður tíns.
 ( Matth. 7:1-5 FKJ )
Boðskapur: Døm teg sjálvan fyrst, og tá kanst tú døma onnur.
Mynd: E-li´-jah hartar Áhab fyri fráfall og Ba´-al-s-tilbiðjan.
 
				 
	