Evangeliið sambært St. Matthæusi


1    I    2    I    3    I    4    I    5    I    6    I    7    I    8    I    9    I    10    I    11    I    12    I    13    I    14    I    15    I    16    I    17    I    18     19    I   20     21     22     23     24     25     26     27    I   28


.
KAPITUL 1

.

Ættarbók Jesu Christs, sonar Dávids, sonar Ábrahams.

2 Ábraham gat Ísaak; og Ísaakur gat Jákup; og Jákup gat Judas og brøður hansara;

3 Og Judas gat Phares og Zara av Thámar; og Phares gat Esrom; og Esrom gat Áram;

4 Og Áram gat Aminadab; og Aminadab gat Náasson; og Náasson gat Salmon;

5 Og Salmon gat Bóoz av Ráchab; og Bóoz gat Óbed av Ruth; og Óbed gat Ísai;

6 Og Ísai gat Dávid kong; og Dávid kongur gat Sálomon, av henni sum hevði verið kona Uriasar;

7 Og Sálomon gat Róboam; og Róboam gat Ábia, og Ábia gat Ása;

8 Og Ása gat Jósaphat; og Jósaphat gat Jóram; og Jóram gat Ózias;

9 Og Ózias gat Jóatham; og Jóatham gat Áchaz; og Áchaz gat Ezekias;

10 Og Ezekias gat Manasses; og Manasses gat Ámon; og Ámon gat Jósias;

11 Og Jósias gat Jechonias og brøður hans, um tað mundið teir vórðu førdir burtur til Bábylon:

12 Og eftir at teir vóru førdir til Bábylon, gat Jechonias Saláthiel; og Saláthiel gat Zorobábel;

13 Og Zorobábel gat Ábiud; og Ábiud gat Eliakim; og Eliakim gat Ázor;

14 Og Ázor gat Sádok; og Sádok gat Áchim; og Áchim gat Eliud;

15 Og Eliud gat Eleázar; og Eleázar gat Matthan; og Matthan gat Jákup;

16 Og Jákup gat Jóseph, mann Mariu, sum Jesus varð føddur av, sum er kallaður Christus.

17 So at allir ættarliðirnir frá Ábrahami til Dávids eru fjúrtan ættarliðir; og frá Dávidi inntil burturføringina til Bábylon erufjúrtan ættarliðir; og frá burturføringini til Bábylon at Christi eru fjúrtan ættarliðir.

18 ¶ Men føðing Jesu Christs varð á henda hátt: Tá ið sum móðir hansara Maria var trúlovað Jósephi, áður enn tey komu saman, varð hon funnin við barn av Halga Andanum.

19 Tá varð Jóseph, maður hennara, sum var rættlátur maður, og ikki villigur at gera hana til alment fyridømi, hugaður at koyra hana burtur loyniliga.

20 Men meðan hann hugsaði um hesar lutir, sí, birtist eingil Harrans honum í dreymi, og segði, Jóseph, tú sonur Dávids, óttast ikki at taka til tín Mariu, konu tína: tí at tað, sum er gitið í henni, er av Halga Andanum.

21 Og hon skal bera fram son, og tú skalt kalla navn hansara JESUS: tí hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.

22 Men alt hetta varð gjørt, at tað mátti verða uppfylt, ið varð talað av Harranum við prophetinum, sigandi,

23 Sí, ein jomfrú skal verða við barn, og skal bera fram son, og hansara navn skulu tey kalla Immanuel, sum, tá ið taðer týtt, er, Guð við okkum.

24 Tá ið Jóseph var reistur úr svøvni, gjørdi hann so sum eingil Harrans hevði boðið honum, og tók til sín konu sína:

25 Og kendi hana ikki, inntil hon hevði borið fram sín fyrstafødda son: og hann kallaði navn hansara JESUS.


↑ upp


.
.

.

.
KAPITUL 2

.

Men tá ið Jesus varð føddur í Bethlehem Judæu á døgum Heródesar kongs, sí, komu vísmenn úr eystri til Jerusalem,

2 Og søgdu, Hvar er hann ið er føddur Kongur Jødanna? tí vit hava sæð stjørnu hans í eystri, og eru komnir at tilbiðja hann.

3 Tá ið Heródes kongur hevði hoyrt hesi ting, órógvaðist hann, og alt Jerusalem við honum.

4 Og tá ið hann hevði savnað allar teir fremstu prestarnar og skriftlærdu av fólkinum saman, kravdi hann av teimum hvar Christus skuldi verða føddur.

5 Og teir søgdu við hann, Í Bethlehem Judæu: tí soleiðis stendur skrivað við prophetinum,

6 Og tú Bethlehem, í Juda landi, ert ikki hin minsti millum Juda prinsa: tí at úr tær skal koma ein Stjórnari, sum skal stjórna mínum fólki Ísrael.

7 Tá ið Heródes loyniliga hevði rópað vísmenninar, tá fregnaðist hann dúgligani av teimum hvørja tíð stjørnan birtist.

8 Og hann sendi teir til Bethlehem, og segði, Farið og sóknist dúgligani eftir tí unga barninum; og tá ið tit hava funnið hann, tá berið mær orð aftur, at eg má koma og tilbiðja hann eisini.

9 Tá ið teir høvdu hoyrt kongin, fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir sóu í eystri, fór undan teimum, til hon kom og stóð yvir har tað unga barnið var.

10 Tá ið teir sóu stjørnuna, fegnaðust teir við avbera miklari frøi.

11 ¶ Og tá ið teir vóru komnir inn í húsið, sóu teir tað unga barnið hjá Mariu, móður hansara, og fullu niður, og tilbóðu hann: og tá ið teir høvdu opnað skattir sínar, framsettu teir honum gávur; gull, og roykilsi, og myrrhu.

12 Og tá ið teir vóru ávaraðir av Guði í dreymi, at teir skuldu ikki fara aftur til Heródesar, hildu teir avstað til sítt egna land ein annan veg.

13 Og tá ið teir vóru farnir avstað, sí, birtist eingil Harrans fyri Jósephi í dreymi, og segði, Reis teg, og tak tað unga barnið og móður hansara, og flýggja til Egyptalands, og verð tú har, inntil eg beri tær orð: tí Heródes vil leita eftir unga barninum til tess at oyða hann.

14 Tá ið hann fór upp, tók hann tað unga barnið og móður hansara um náttina, og fór avstað til Egyptalands:

15 Og varð har inntil deyða Heródesar: at tað mátti verða uppfylt, ið varð talað av Harranum við prophetinum, sigandi, Út úr Egyptalandi havi eg kallað son mín.

16 ¶ Heródes, tá ið hann sá at hann var háðaður av vísmonnunum, varð tá sára vreiður, og sendi út, og drap øll børnini sum vóru í Bethlehem, og í øllum breddum tess, frá tvey ára gomlum og undir, samsvarandi tíðini sum hann hevði dúgliga fregnað av vísmonnunum.

17 Tá varð uppfylt tað, sum varð talað við Jeremiasi propheti, sigandi,

18 Í Ráma varð rødd hoyrd, harman, og grátur, og mikil syrgjan, Rákel grætur um síni børn, og vildi ikki uggast, tí at tey eru ikki longur.

19 ¶ Men tá ið Heródes var deyður, sí, birtist ein eingil Harrans í dreymi fyri Jósephi í Egyptalandi,

20 Og segði, Reis teg, og tak tað unga barnið og móður hansara, og far til Ísraels lands: tí at teir eru deyðir ið søktu lív unga barnsins.

21 Og hann reistist, og tók tað unga barnið og móður hansara, og kom inn í land Ísraels.

22 Men tá ið hann hoyrdi at Arkeláus ráddi í Judæu í rúmi faðirs hansara Heródesar, óttaðist hann at fara hagar: men av tí at hann varð ávaraður av Guði í dreymi, vendi hann til viks inn í landspartar Galileu:

23 Og hann kom og búði í staði, sum kallast Nazareth: at tað mátti verða uppfylt, ið varð talað við prophetunum, Hann skal verða kallaður ein Nazareari.


↑ upp


.
.
.
.
KAPITUL 3

.

Í teimum døgum kom Jóhannes Doyparin, og prædikaði í oyðuni av Judæu,

2 Og segði, Vendið um: tí at kongadømi himins er við hond.

3 Tí hetta er hann, ið varð talaður um av Esaiasi propheti, sigandi, Røddin á einum sum rópar í oyðimørkini, Fyrireikið veg Harrans, gerið gøtur hansara beinar.

4 Og sami Jóhannes hevði sín klædnað av kamelhári, og ein leður gyrðil um lendar sínar; og hansara matur var grashoppur og villur hunangur.

5 Tá fóru út til hansara Jerusalem, og alt Judæa, og alt umráðið rundan um Jordan,

6 Og vórðu doypt av honum í Jordan, játtandi syndir sínar.

7 ¶ Men tá ið hann sá mangar av Pharisearunum og Sadduceearunum koma til dóp sín, segði hann við teir, O avkom av eiturormum, hvør hevur ávarað tykkum at flýggja frá tí komandi vreiðini?

8 Berið tí fram fruktir, sum hóska fyri umvending:

9 Og hugsið ikki at siga innan í tykkum sjálvum, Vit hava Ábraham til faðir okkara: tí at eg sigi tykkum, at Guð er førur fyri av hesum steinum at reisa upp børn at Ábrahami.

10 Og nú er eisini øksin løgd at rótini á trøunum: tí verður hvørt træ, sum ber ikki fram góða frukt, høgt niður, og tveitt inn í eldin.

11 Eg víst doypi tykkum við vatni til umvendingar: men hann, ið kemur eftir meg, er mektigari enn eg, hvørs skógvar eg eri ikki verdigur at bera: hann skal doypa tykkum við Halga Andanum, og við eldi:

12 Hvørs kastiskuvla er í hond hansara, og hann vil dyggiliga reinska sítt gólv, og savna sína hveiti í løðuna; men hann vil upp brenna dumbuna við ósløkkiligum eldi.

13 ¶ Tá kemur Jesus frá Galileu til Jordan til Jóhannesar, at verða doyptur av honum.

14 Men Jóhannes sýtti honum, og segði, Eg havi tørv á at verða doyptur av tær, og kemurt tú til mín?

15 Og svarandi segði Jesus við hann, Loyv tí at vera so nú: tí soleiðis sømir tað okkum at uppfylla alla rættvísi. Tá loyvdi hann honum.

16 Og Jesus, tá ið hann var doyptur, fór upp beinanvegin út úr vatninum: og sí, himnarnir vórðu opnaðir honum, og hann sá Guðs Anda stíga niður eins og dúgva, og lenda á honum:

17 Og sí ein rødd av himni, segði, Hetta er mín elskaði Sonur, í hvørjum eg eri væl toknaður.


↑ upp


.
.
.
.
KAPITUL 4

.

Tá varð Jesus leiddur niðan av Andanum inn í oyðuna, at verða freistaður av djevlinum.

2 Og tá ið hann hevði fastað fjøruti dagar og fjøruti nætur, varð hann aftaná ein hungraður.

3 Og tá ið freistarin kom til hansara, segði hann, Um tú veri Sonur Guðs, bjóða at hesir steinar verði gjørdir breyð.

4 Men hann svaraði og segði, Skrivað stendur, Maður skal ikki liva av breyði eina, men av hvørjum orði sum gongur út úr munni Guðs.

5 Tá tekur djevulin hann niðan í hin heilaga staðin, og setur hann á eitt torn tempulsins,

6 Og sigur við hann, Um tú veri Sonur Guðs, kasta teg niður: tí at skrivað stendur, Hann skal geva sínum einglum álegging viðvíkjandi tær: og í sínum hondum skulu teir bera teg uppi, at ikki til nakra tíð tú slái tín fót ímóti einum steini.

7 Jesus segði við hann, Aftur stendur skrivað, Tú skalt ikki freista Harran Guð tín.

8 Aftur tekur djevulin hann niðan á eitt avbera høgt fjall, og sýnir honum øll kongadømir heimsins, og teirra dýrd;

9 Og sigur við hann, Øll hesi ting vil eg geva tær, um tú vilt falla niður og tilbiðja meg.

10 Tá sigur Jesus við hann, Slepp tær hiðani, Sátan: tí at skrivað stendur, Tú skalt tilbiðja Harran tín Guð, og honum eina skalt tú tæna.

11 Tá fer djevulin frá honum, og sí, einglar komu og tæntu honum.

12 ¶ Men tá ið Jesus hevði hoyrt at Jóhannes var kastaður í fongsul, fór hann avstað inn í Galileu;

13 Og hann fór úr Nazareth, og kom og búði í Capernaum, sum er á sjóvarstrondini, við mørk Zábulons og Nephtalims:

14 At tað mátti verða uppfylt, ið varð talað við Esaiasi propheti, sigandi,

15 Land Zábulons, og land Nephtalims, við sjóvarvegin, hinumegin Jordan, Galilea Heidninganna;

16 Fólkið, ið sat í myrkri, sá mikið ljós; og fyri teimum, ið sótu í umráði og skugga deyðans, er ljós runnið upp.

17 ¶ Frá tí tíðini byrjaði Jesus at prædika, og at siga, Vendið um: tí at kongadømi himins er við hond.

18 ¶ Og sum Jesus gekk við Galileu sjógvin, sá hann tveir brøður, Símun — kallaður Pætur, og Andreas — bróður hansara, kasta eitt garn í sjógvin: tí at teir vóru fiskarar.

19 Og hann sigur við teir, Fylgið mær, og eg vil gera tykkum til mannafiskarar.

20 Og teir fóru beinanvegin frá gørnum sínum, og fylgdu honum.

21 Og sum hann fór áfram haðani, sá hann tveir aðrar brøður, Jákup, son Zebedeeusar, og Jóhannes, bróður hansara, í einum báti við Zebedeeusi, faðir sínum, og bøttu síni gørn; og hann kallaði teir.

22 Og í stundini fóru teir frá bátinum og faðir sínum, og fylgdu honum.

23 ¶ Og Jesus fór um alt Galilea, frálærdi í sýnagogum teirra, og prædikaði gleðiboðskap kongadømisins, og grøddi øll sløg av sjúku og øll sløg av ilsku millum fólkið.

24 Og hansara giti fór út um alla Sýriu: og tey førdu til hansara øll sjúk fólk ið vóru tikin við ymsum sjúkdómum og líðingum, og tey sum vóru heltikin við djevlum, og tey sum vóru mánasjúk, og tey sum høvdu lamningin; og hann grøddi tey.

25 Og tað fylgdu honum miklar mannfjøldir úr Galileu, og úr Decápolis, og úr Jerusalem, og úr Judæu, og frá handan Jordan.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 5

.

Og tá ið hann sá mannfjøldirnar, fór hann niðan á fjall: og tá ið hann var setstur, komu hansara lærusveinar til hansara:

2 Og hann læt upp sín munn, og lærdi teir, og segði,

3 Vælsignað eru tey fátøku í anda: tí at teirra er kongadømi himins.

4 Vælsignað eru tey, ið syrgja: tí at tey skulu verða uggað.

5 Vælsignað eru tey eyðmjúku: tí at tey skulu arva jørðina.

6 Vælsignað eru tey, sum hungra og tyrsta eftir rættvísi: tí at tey skulu verða mettað.

7 Vælsignað eru tey miskunnsomu: tí at teimum skal lutast miskunn.

8 Vælsignað eru tey skíru í hjarta: tí at tey skulu síggja Guð.

9 Vælsignað eru tey, sum fáa frið í lag: tí at tey skulu verða kallað Guðs børn.

10 Vælsignað eru tey, sum verða atsøkt fyri rættvísis skuld: tí at teirra er kongadømi himins.

11 Vælsignað eru tit, tá ið menn munnu skelda tykkum út, og søkja at tykkum, og skulu siga alskyns illskap ímóti tykkum falsliga, fyri mína skyld.

12 Fegnist, og verið avbera glað: tí at mikið er tykkara endurgjald í himni: tí at soleiðis søktu teir at prophetunum sum vóru undan tykkum.

13 ¶ Tit eru salt jarðarinnar: men um saltið havi mist smakk sín, hvørjum skal tað saltast við? tað er hiðanífrá ikki gott fyri nakað, uttan at tveitast út, og at traðkast undir mannaføtur.

14 Tit eru ljós heimsins. Ein staður, sum er settur á einum fjalli, kann ei verða fjaldur.

15 Eiheldur kveikja menn eitt kertaljós, og seta tað undir eitt skeppumál, men í ein ljósastaka; og tað gevur ljós at øllum sum eru í húsinum.

16 Latið tykkara ljós soleiðis lýsa frammi fyri monnum, at teir mega síggja tykkara góðu verk, og dýrðmeta Faðir tykkara sum er í himni.

17 ¶ Hugsið ikki, at eg eri komin at oyða lógina, ella prophetarnar: eg eri ikki komin at oyða, men at uppfylla.

18 Tí sanniliga sigi eg tykkum, Til himin og jørð forganga, skal ein smástavur ella ein stavkrókur á ongan hátt farast úr lógini, til alt verði uppfylt.

19 Hvørsumhelst tí brýtur eitt av hesum minstu boðum, og lærir menn so, hann skal verða kallaður hin minsti í kongadømi himins: men hvørsumhelst ger og frálærir tey, hin sami skal verða kallaður mikil í kongadømi himins.

20 Tí eg sigi tykkum, At uttan rættvísi tykkara ber av rættvísi hinna skriftlærdu og Pharisearanna, skulu tit í ongum føri ganga inn í kongadømi himins.

21 ¶ Tit hava hoyrt, at tað varð sagt av teimum úr gamlari tíð, Tú skalt ikki drepa; og hvørsumhelst drepur, skal vera í vanda fyri dóminum:

22 Men eg sigi tykkum, At hvørsumhelst er vreiður við sín bróður uttan grund, skal vera í vanda fyri dóminum: og hvørsumhelst sigur við bróður sín, Ráca, skal vera í vanda fyri ráðnum: men hvørsumhelst sigur, Tín dári, skal vera í vanda fyri hel-eldi.

23 Tessvegna, um tú komi við tíni gávu til altarið, og har minnirst til, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær;

24 Lat so eftir tína gávu har frammanfyri altarið, og far leið tína; verð fyrst samdur við bróður tín, og kom so og ofra gávu tína.

25 Semst við tín mótstandara snarliga, meðan tú ert á vegnum við honum; at ikki á nøkrum sinni mótstandarin gevi teg upp til dómaran, og dómarin gevi teg yvir til tænastumannin, og tú verði kastaður inn í fongsul.

26 Sanniliga sigi eg tær, Tú skalt við ongum midlum komast út haðani, til tú hevurt goldið hitt evsta oyra.

27 ¶ Tit hava hoyrt, at tað varð sagt av teimum úr gamlari tíð, Tú skalt ikki fremja hordóm:

28 Men eg sigi tykkum, At hvørsumhelst hyggur at eini kvinnu fyri at girnast eftir henni, hevur longu framt hordóm við henni í sínum hjarta.

29 Og um títt høgra eyga meinbogi teg, slít tað úr, og kasta tað frá tær: tí tað er gagnligt hjá tær at ein av tínum limum skuldi farist, og ikki at heila títt likam skuldi verðið kastað inn í helviti.

30 Og um tín høgra hond meinbogi teg, sker hana av, og kasta hana frá tær: tí tað er gagnligt hjá tær at ein av tínum limum skuldi farist, og ikki at heila títt likam skuldi verðið kastað inn í helviti.

31 Tað hevur verðið sagt, Hvørsumhelst koyrir burtur konu sína, lat hann geva henni skilnaðarskriv:

32 Men eg sigi tykkum, At hvørsumhelst koyrir burtur konu sína, undantikið fyri siðloysis grund, veldur henni at fremja hordóm: og hvørsumhelst giftist við henni sum er fráskild, fremur hordóm.

33 ¶ Uppaftur hava tit hoyrt, at tað hevur verðið sagt av teimum úr gamlari tíð, Tú skalt ikki forsvørja teg, men skalt útinna Harranum eiðir tínar:

34 Men eg sigi tykkum, Svørjið als ikki; hvørki við himin; tí hann er hásæti Guðs:

35 Ella við jørðina; tí hon er fótskammul hans: eiheldur við Jerusalem; tí at tað er staður hins mikla Kongs.

36 Eiheldur skalt tú svørja við høvur títt, tí at tú kanst ikki gera eitt hár hvítt ella svart.

37 Men tykkara samskifti veri, Ja, ja; Nei, nei: tí hvatsumhelst er meir enn hesi, kemur av illum.

38 ¶ Tit hava hoyrt, at tað hevur verðið sagt, Eyga fyri eyga, og tonn fyri tonn:

39 Men eg sigi tykkum, At tit geri ikki mótstøðu ímóti illum: men hvørsumhelst slær teg á høgra vanga tín, vend honum hin við.

40 Og um onkur vil kæra teg hjá løgrættinum, og taka burtur kyrtil tín, lat hann fáa kápu tína við.

41 Og hvørsumhelst noyðir teg at ganga eina míl, gakk við honum tvær.

42 Gev honum ið biður teg; og frá honum, ið vildi læna frá tær, vend tær ikki burtur.

43 ¶ Tit hava hoyrt, at tað hevur verðið sagt, Tú skalt elska næsta tín, og hata fígginda tín.

44 Men eg sigi tykkum, Elskið tykkara fíggindar, vælsignið tey sum banna tykkum, gerið væl mót teimum ið hata tykkum, og biðjið fyri teimum ið meinfýsnisliga brúka tykkum, og søkja at tykkum;

45 At tit mega vera børn Faðirs tykkara sum er í himni: tí hann fær sína sól at rísa yvir teimum óndu og yvir teimum góðu, og sendir regn á tey rættlátu og á tey órættlátu.

46 Tí at um tit elski tey sum elska tykkum, hvat endurgjald hava tit? gera ikki sjálvt tollararnir tað sama?

47 Og um tit heilsi brøðrum tykkara einans, hvat gera tit meir enn aðrir? gera ikki sjálvt tollararnir so?

48 Verið tit tí fullkomin, enntá so sum Faðir tykkara, sum er í himni, er fullkomin.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 6

.

Gevið gætur, at tit geri ikki tykkara olmussur frammi fyri monnum, at verða sæddir av teimum: annars hava tit einkið endurgjald av Faðir tykkara sum er í himni.

2 Tá ið tú tí gert tínar olmussur, ljóða ikki ein lúður frammanfyri tær, eins og hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum, at teir mega fáa heiður av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum, Teir hava sítt endurgjald.

3 Men tá ið tú gert olmussur, lat ikki vinstru hond tína vita hvat høgra hond tín ger:

4 At tínar olmussur mega vera í loyndum: og Faðir tín, ið sær í loyndum, sjálvur hann skal endurgjalda tær opinlýsliga.

5 ¶ Og tá ið tú biðurt, skalt tú ikki vera eins og hyklararnir eru: tí at teir elska at biðja, standandi í sýnagogunum og í hornunum av gøtunum, at teir mega verða sæddir av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum, Teir hava sítt endurgjald.

6 Men tú, tá ið tú biðurt, far inn í kamar títt, og tá tú hevurt latið aftur tína hurð, bið til Faðir tín sum er í loyndum; og Faðir tín, ið sær í loyndum, skal endurgjalda tær opinlýsliga.

7 Men tá ið tit biðja, nýtið ikki fáfongdar endurtøkur, eins og teir heidnu gera: tí at teir halda, at teir skulu verða hoyrdir fyri sítt nógva tos.

8 Verið tí ikki líkir teimum: tí at Faðir tykkara veit hvørjum tingum tit hava tørv á, áður enn tit biðja hann.

9 Eftir hesum háttarlagi skulu tit tí biðja: Faðir vár, sum ert í himni; Halgað veri títt navn.

10 Komi títt kongadømi. Veri tín vilji gjørdur á jørð, sum hann er í himni.

11 Gev okkum henda dag okkara dagliga breyð.

12 Og fyrigev okkum okkara skuldir, eins og vit fyrigeva okkara skuldnarum.

13 Og leið okkum ikki inn í freisting, men bjarga okkum frá illum: Tí at títt er kongadømið, og mátturin, og dýrdin, um ævir. Amen.

14 Tí um tit fyrigevi monnum teirra misgerðir, vil himinski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum:

15 Men um tit fyrigevi ikki monnum teirra misgerðir, so vil ikki heldur Faðir tykkara fyrigeva tykkara misgerðir.

16 ¶ Haraftrat tá ið tit fasta, verið ikki, eins og hyklararnir, av einum døprum andlitsbrái: tí at teir avskepla síni andlit, at teir mega sýnast fyri monnum at fasta. Sanniliga sigi eg tykkum, Teir hava sítt endurgjald.

17 Men tú, tá ið tú fastart, salva títt høvur, og tváa títt andlit;

18 At tú sýnist ikki fyri monnum at fasta, men fyri Faðir tínum sum er í loyndum: og Faðir tín, ið sær í loyndum, skal endurgjalda tær opinlýsliga.

19 ¶ Leggið tykkum ikki niðurfyri dýrgripir á jørð, har mølur og rustur spilla, og har tjóvar bróta ígjøgn og stjala:

20 Men leggið tykkum niðurfyri dýrgripir í himni, har hvørki mølur ella rustur spilla, og har tjóvar ikki bróta ígjøgn ella stjala:

21 Tí at har sum dýrgripur tín er, har vil hjarta títt eisini vera.

22 Ljós likamsins er eygað: um tí eyga títt veri einfalt, skal alt títt likam vera fult av ljósi.

23 Men um eyga títt veri ónt, skal alt títt likam vera fult av myrkri. Um tí ljósið, sum tær er í, veri seg myrkur, hvør stórt er so tað myrkrið!

24 ¶ Eingin maður kann tæna tveim meistarum: tí at annaðhvørt vil hann hata tann eina, og elska hin; ella vil hann halda seg afturat tí eina, og vanvirða hin. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.

25 Tí sigi eg tykkum, Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, ella hvat tit skulu drekka; ella tá fyri tykkara likami, hvat tit skulu fara í. Er ikki lívið meiri enn matur, og likamið meiri enn klædnaður?

26 Skoðið fuglarnar í luftini: tí teir sáa ikki, eiheldur teir heysta, eiheldur savna í løður; tó føðir tykkara himinski Faðir teir. Eru tit ikki mikið mætari enn teir?

27 Hvør av tykkum kann, við at stúra, leggja eina alin afturat síni hædd?

28 Og hví stúra tit fyri klædnaði? Umhugsið liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; tær strevast ikki, eiheldur tær spinna:

29 Og tó sigi eg tykkum, At enntá Sálomon í allari síni dýrd var ikki skrýddur sum ein av hesum.

30 Hvørsvegna, um Guð soleiðis klæði grasið á markini, sum í dag er, og í morgin verður kastað inn í ovnin, skal hannikki mikið meira klæða tykkum, O tit smátrúnu?

31 Stúrið tí einkið, og sigið, Hvat skulu vit eta? ella, Hvat skulu vit drekka? ella, Hvørjum skulu vit verða klødd við?

32 (Tí eftir øllum hesum tingum søkja Heidningarnir:) tí at tykkara himinski Faðir veit, at tit hava tørv á øllum hesum tingum.

33 Men søkið fyrst kongadømi Guðs, og hansara rættvísi; og øll hesi tingini skulu verða løgd afturat tykkum.

34 Stúrið tí einkið fyri morgindegnum: tí morgindagurin skal stúra fyri sínum egna. Degnum nóg mikil er ilska hans.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 7

.

Dømið ikki, at tit verði ikki dømd.

2 Tí við tí dómi tit døma, skulu tit verða dømd: og við tí máti tit máta, skal tykkum aftur verða mátað.

3 Og hví skoðart tú flísina sum er í eyga bróður tíns, men hugsart ei um bjálkan sum er í tínum egna eyga?

4 Ella hvussu vilt tú siga við bróður tín, Lat meg toga út flísina úr eyga tínum; og sí, ein bjálki er í tínum egna eyga?

5 Tín hyklari, fyrst kasta út bjálkan úr tínum egna eyga; og tá skalt tú síggja klárt at kasta út flísina úr eyga bróður tíns.

6 ¶ Gevið ikki hundunum tað sum er heilagt, eiheldur kastið perlur tykkara fyri svín, at ikki tey traðki tær undir sínar føtur, og vendi sær aftur og skræði tykkum sundur.

7 ¶ Umbiðjið, og tykkum skal verða givið; søkið, og tit skulu finna; bankið uppá, og tykkum skal verða latið upp:

8 Tí hvør tann, ið umbiður, fær; og hann, ið søkir, finnur; og fyri honum, sum bankar uppá, skal tað verða latið upp.

9 Ella hvør maður er tað av tykkum, hvørjum, um sonur hans umbiðji breyð, vil hann geva honum ein stein?

10 Ella um hann umbiðji ein fisk, vil hann geva honum ein orm?

11 Um tá tit, sum eru óndir, vita hvussu geva eigur børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal Faðir tykkara, sum er í himni, geva teimum góð ting sum umbiðja hann?

12 Tessvegna øll ting, hvørjisumhelst tit vildu at menn skuldu gjørt mót tykkum, gerið tit enntá so mót teimum: tí hetta er lógin og prophetarnir.

13 ¶ Gangið inn um hitt tronga portrið: tí vítt er portrið, og breiður er vegurin, sum leiðir til undirgangs, og mong tað veri sum ganga inn um tað:

14 Tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, sum leiðir til lívs, og fá tað veri sum finna hann.

15 ¶ Varið tykkum fyri følskum prophetum, ið koma til tykkum í seyðaklædnaði, men innvortis eru teir ránskir úlvar.

16 Av teirra fruktum skulu tit kenna teir. Savna menn víndrúvur av tornum, ella fikur av tistlum?

17 Enntá soleiðis ber hvørt gott træ fram góða frukt; men eitt spilt træ ber fram ónda frukt.

18 Eitt gott træ kann ikki bera fram ónda frukt, eiheldur kann eitt spilt træ bera fram góða frukt.

19 Hvørt træ, sum ber ikki fram góða frukt, verður høgt niður, og kastað inn í eldin.

20 Hvørsvegna av teirra fruktum skulu tit kenna teir.

21 ¶ Ikki hvør tann ið sigur við meg, Harri, Harri, skal ganga inn í kongadømi himins; men hann ið ger vilja Faðirs míns sum er í himni.

22 Mangir vilja siga við meg á hinum degi, Harri, Harri, hava vit ikki propheterað í navni tínum? og í tínum navni hava kastað út djevlar? og í tínum navni gjørt mong undurfull verk?

23 Og tá skal eg vátta teimum, Eg kendi tykkum aldri: farið burtur frá mær, tit ið virka misgerð.

24 ¶ Hvørsumhelst tí hoyrir hesar mínar framsagnir, og ger tær, eg vil líkna hann við ein vísan mann, sum bygdi sítt hús á ein klett:

25 Og regnið stúrtaði, og flóðirnar komu, og vindarnir blástu, og bardu ímóti tí húsi; og tað fell ikki: tí at tað var grundað á ein klett.

26 Og hvør tann ið hoyrir hesar mínar framsagnir, og ger tær ikki, skal verða líknaður við ein fávitskutan mann, sum bygdi sítt hús á sandin:

27 Og regnið stúrtaði, og flóðirnar komu, og vindarnir blástu, og bardu ímóti tí húsi; og tað fell: og mikið var fallið av tí.

28 Og tað bar á, tá ið Jesus hevði endað hesar útsagnir, at fólkið var ovfarið yvir hansara doktrinu:

29 Tí hann lærdi tey sum ein ið hevur myndugleika, og ikki sum hinir skriftlærdu.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 8

.

Tá ið hann var komin oman av fjallinum, fylgdu honum miklar mannfjøldir.

2 Og sí, tað kom ein spitalskur og tilbað hann, og segði, Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan.

3 Og Jesus rætti fram sína hond, og nam við hann, og segði, Eg vil; veri tú reinur. Og í stundini varð hansara spitalskni reinsað.

4 Og Jesus sigur við hann, Síggj til, at tú ongum manni sigi frá; men far tín veg, sýn teg fyri prestinum, og ofra gávuna sum Móses beyð, teimum til vitnisburðar.

5 ¶ Og tá ið Jesus var farin inn í Capernaum, kom ein hundraðsovasti til hansara, og bønaði hann,

6 Og segði, Harri, mín tænari liggur heima sjúkur av lamninginum, svárliga pínslaður.

7 Og Jesus sigur við hann, Eg vil koma og grøða hann.

8 Hundraðsovastin svaraði og segði, Harri, eg eri ikki verdur, at tú skuldirt komið undir mína tekju: men tala bert orðið, og mín tænari verður grøddur.

9 Tí eg eri ein maður undir myndugleika, sum havi hermenn undir mær: og eg sigi til henda mann, Far, og hann fer; og til ein annan, Kom, og hann kemur; og til tænara mín, Ger hetta, og hann ger tað.

10 Tá ið Jesus hoyrdi tað, undraðist hann, og segði við tey sum fylgdu, Sanniliga sigi eg tykkum, eg havi ikki funnið so mikla trúgv, nei, ikki í Ísrael.

11 Og eg sigi tykkum, At mangir skulu koma úr eystri og vestri, og skulu setast niður við Ábrahami, og Ísaaki, og Jákupi, í kongadømi himins.

12 Men kongadømisins børn skulu verða kastaði út í ytra myrkur: har skal vera grátur og tannagrísl.

13 Og Jesus segði við hundraðsovastan, Far tín veg; og eins og tú hevurt trúð, so veri tað gjørt tær. Og hansara tænari varð grøddur í sjálvum tí sama tíma.

14 ¶ Og tá ið Jesus var komin inn í húsið hjá Pæturi, sá hann móður konu hansara lagsta, og sjúka av eini hitasótt.

15 Og hann nam við hond hennara, og hitasóttin fór frá henni: og hon reistist, og tænti teimum.

16 ¶ Tá ið kvøldið var komið, førdu tey til hansara mong ið vóru heltikin við djevlum: og hann kastaði út andarnar við orði sínum, og grøddi øll ið vóru sjúk:

17 At tað mátti verða uppfylt, ið varð talað við Esaiasi propheti, sigandi, Sjálvur tók hann okkara veikleikar, og bar okkara sjúkdómar.

18 ¶ Men tá ið Jesus sá miklar mannfjøldir um seg, gav hann boð um at fara avstað yvirum hinumegin.

19 Og ein ávísur skriftlærdur kom, og segði við hann, Meistari, eg vil fylgja tær hvagarsumhelst tú fert.

20 Og Jesus sigur við hann, Revarnir hava holur, og fuglarnir í luftini hava reiður; men Menniskjusonurin hevur ikki hvar at leggja sítt høvur.

21 Og ein annar av hansara lærusveinum segði við hann, Harri, loyv mær fyrst at fara og jarða faðir mín.

22 Men Jesus segði við hann, Fylg mær; og lat tey deyðu jarða síni deyðu.

23 ¶ Og tá ið hann var farin í ein bát, fylgdu hansara lærusveinar honum.

24 Og sí, mikið illveður reis á sjógvinum, so mikið at báturin huldist av aldunum: men hann svav.

25 Og hansara lærusveinar komu til hansara, vaktu hann, og søgdu, Harri, bjarga okkum: vit glatast.

26 Og hann sigur við teir, Hví eru tit óttafullir, O tit smátrúnu? So reistist hann, og hartaði vindarnar og sjógvin; og tað varð blikalogn.

27 Men menninir undraðust, og søgdu, Hvørsháttar maður er hesin, at sjálvt vindarnir og sjógvurin akta hann!

28 ¶ Og tá ið hann var komin yvirum hinumegin inn í landið hjá Gergesenunum, møttu honum tveir heltiknir við djevlum, komandi út úr grøvunum, avbera harðligir, so at eingin maður kundi fara framvið tann vegin.

29 Og sí, teir geylaðu út, og søgdu, Hvat hava vit at gera við teg, Jesus, tú Sonur Guðs? ert tú komin higar at pínsla okkum áðrenn tíðina?

30 Og har var, ein fittan tein burturi frá teimum, eitt fylgi av mongum svínum sum gingu á biti.

31 So djevlarnir bønaðu hann, og søgdu, Um tú kasti okkum út, loyv okkum at fara burtur í svínafylgið.

32 Og hann segði við teir, Farið. Og tá ið teir vóru komnir út, fóru teir inn í svínafylgið: og sí, alt svínafylgið rann harðligani oman eftir einum bratta inn í sjógvin, og fórst í vøtnunum.

33 Og teir, sum passaðu tey, flýddu, og hildu leiðir sínar inn í staðin, og søgdu frá øllum, og hvat hevði viðfarist teimum heltiknu av djevlunum.

34 Og sí, allur staðurin kom út at møta Jesusi: og tá ið tey sóu hann, bønaðu tey hann, at hann vildi fara burtur úr teirra breddum.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 9

.

Og hann fór inn í ein bát, og fór yvirum, og kom inn í sín egna stað.

2 Og sí, teir førdu til hansara ein mann, sjúkan av lamninginum, liggjandi á eini song: og tá ið Jesus sá teirra trúgv, segði hann við hin sjúka av lamninginum; Sonur, ver við gott treyst; tínar syndir veri tær fyrigivnar.

3 Og sí, ávísir av hinum skriftlærdu søgdu innan í sær sjálvum, Hesin maður gudsspottar.

4 Og Jesus kendi teirra hugsanir, og segði, Hví hugsa tit ilt í tykkara hjørtum?

5 Tí at hvørt er lættari, at siga, Tínar syndir veri tær fyrigivnar; ella at siga, Reis teg, og gakk?

6 Men at tit mega vita, at Menniskjusonurin hevur vald á jørð at fyrigeva syndir, (tá sigur hann við hin sjúka av lamninginum,) Reis teg, tak upp tína song, og far til hús títt.

7 Og hann reistist, og fór avstað til hús sítt.

8 Men tá ið mannfjøldirnar sóu tað, undraðust tær, og dýrðmettu Guð, sum hevði givið monnum slíkan mátt.

9 ¶ Og sum Jesus flutti seg fram haðani, sá hann ein mann, nevndan Matthæus, sita við tollheintubúðina: og hann sigur við hann, Fylg mær. Og hann reistist, og fylgdi honum.

10 ¶ Og tað bar á, sum Jesus sat til matar í húsinum, at sí, mangir tollarar og syndarar komu og settust niður við honum og hansara lærusveinum.

11 Og tá ið Phariseararnir sóu tað, søgdu teir við lærusveinar hansara, Hví etur Meistari tykkara við tollarum og syndarum?

12 Men tá ið Jesus hoyrdi tað, segði hann við teir, Teimum, ið eru heilir, tarvast ikki lækna, men teimum ið eru sjúkir.

13 Men farið tit og lærið hvat tað merkir, Eg vil hava miskunn, og ikki sláturoffur: tí eg eri ikki komin at kalla hinar rættvísu, men syndarar til umvendingar.

14 ¶ Tá komu lærusveinar Jóhannesar til hansara, og søgdu, Hví fasta vit og Phariseararnir ofta, men tínir lærusveinar fasta ikki?

15 Og Jesus segði við teir, Kunnu brúðarkamarsbørnini syrgja, so leingi sum brúðgómurin er hjá teimum? men teir dagar vilja koma, tá ið brúðgómurin skal verða tikin frá teimum, og tá skulu tey fasta.

16 Eingin koyrir eitt stykki av nýggjum toyi afturat einum gomlum klæði, tí at tað, sum verður sett í fyri at fylla tað upp, tekur úr klæðinum, og skræðingin verður gjørd verri.

17 Eiheldur koyra menn nýtt vín í gamlar kíkar: annars skrædna kíkarnir, og vínið rennur út, og kíkarnir týnast: men teir koyra nýtt vín í nýggjar kíkar, og bæði verða varðveitt.

18 ¶ Meðan hann talaði hesi tingini við teir, sí, kom ein ávísur stjórnari, og tilbað hann, og segði, Dóttir mín er beint nú deyð: men kom og legg tína hond á hana, og hon skal liva.

19 Og Jesus reistist, og fylgdi honum, og tað sama gjørdu hansara lærusveinar.

20 ¶ Og sí, ein kvinna, sum var ilskufongd við blóðgangi í tólv ár, kom aftanfyri hann, og nam við faldin á klæði hansara:

21 Tí hon segði innan í sær sjálvari, Um eg má bert nema við klæði hansara, skal eg verða heil.

22 Men Jesus vendi sær runt, og tá ið hann sá hana, segði hann, Dóttir, ver við góða uggan; tín trúgv hevur gjørt teg heila. Og kvinnan varð gjørd heil frá tí tíma.

23 Og tá ið Jesus kom inn í stjórnarans hús, og sá floytuleikararnar og fólkið halda gang,

24 Segði hann við tey, Gevið pláss: tí at moyggin er ikki deyð, men svevur. Og tey læðu hann í háð.

25 Men tá ið fólkini vóru koyrd fram, fór hann inn, og tók í hondina á henni, og moyggin reistist.

26 Og gitið um hetta fór út umkring inn í alt tað landið har.

27 ¶ Og tá ið Jesus fór avstað haðani, fylgdu tveir blindir menn honum, og róptu, og søgdu, Sonur Dávids, miskunna okkum.

28 Og tá ið hann var komin inn í húsið, komu teir blindu menninir til hansara: og Jesus sigur við teir, Trúgva tit at eg eri mentur at gera hetta? Teir søgdu við hann, Ja, Harri.

29 Tá nam hann við teirra eygu, og segði, Veri tykkum eftir tykkara trúgv.

30 Og teirra eygu vórðu upplatin; og Jesus strangligani álegði teimum, og segði, Síggið til at eingin maður viti tað.

31 Men tá ið teir vóru farnir avstað, spreiddu teir hansara giti um í øllum tí bygdarlagnum.

32 ¶ Sum teir fóru út, sí, førdu teir til hansara ein málleysan mann, heltikin við djevli.

33 Og tá ið djevulin var kastaður út, talaði hin málleysi: og mannfjøldirnar undraðust, og søgdu, Tað sást aldri soleiðis í Ísrael.

34 Men Phariseararnir søgdu, Hann kastar út djevlar ígjøgnum prins djevlanna.

35 Og Jesus fór runt allar staðirnar og bygdirnar, og frálærdi í teirra sýnagogum, og prædikaði gleðiboðskap kongadømisins, og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku millum fólkið.

36 ¶ Men tá ið hann sá mannfjøldirnar, varð hann rørdur við várkunn yvir tey, tí at tey maktaðust, og vóru spjødd umkring, sum seyðir ongan hirða hava.

37 Tá sigur hann við lærusveinar sínar, Heystið er sanniliga rúgvismikið, men verkamenninir fáir;

38 Biðjið tí Harra heystsins, at hann vilji senda út verkamenn í heyst sítt.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 10

.

Og tá ið hann hevði kallað til sín sínar tólv lærusveinar, gav hann teim makt ímóti óreinum andum, at kasta teir út, og at grøða øll sløg av sjúku og øll sløg av ilsku.

2 Men nøvnini hjá teimum tólv ápostlunum eru hesi; Hin fyrsti, Símun, sum er kallaður Pætur; og Andreas, bróðir hansara; Jákup, sonur Zebedeeusar; og Jóhannes, bróðir hansara;

3 Philippus, og Bartholomæus; Tummas, og Matthæus tollarin; Jákup, sonur Alphæusar; og Lebbæus, hvørs tilnavn var Thaddæus;

4 Símun Cánaanitin; og Judas Iscarjot, sum eisini sveik hann.

5 Hesar tólv sendi Jesus út, og beyð teimum, og segði, Farið ikki inn á Heidninganna veg, og inn í nakran stað hjá Samaritánarunum farið ikki:

6 Men farið heldur til hinar vilstu seyðirnar av Ísraels húsi.

7 Og, sum tit fara, prædikið, og sigið, Kongadømi himins er við hond.

8 Grøðið tey sjúku, reinsið tey spitølsku, reisið upp tey deyðu, kastið út djevlar: fyri einkið hava tit fingið, fyri einkið gevið.

9 Útvegið hvørki gull, ella silvur, ella kopar í tykkara pungar,

10 Ella pjøka til ferð tykkara, eiheldur tveir kyrtlar, eiheldur skógvar, ella tá stavar: tí verkamaðurin er føði sína verdur.

11 Og inn í hvønnsumhelst bý, ella bygd, tit skulu koma, fregnist hvør í honum er verdur; og har verðið verandi, til tit fara haðani.

12 Og tá ið tit koma inn í eitt hús, heilsið tí.

13 Og um húsið veri verdugt, komi tykkara friður yvir tað: men um tað veri ikki verdugt, vendi tykkara friður aftur til tykkara sjálvs.

14 Og hvørsumhelst tekur ikki ímóti tykkum, ella hoyrir orð tykkara, tá ið tit fara avstað úr tí húsi ella staði, ristið av støv fóta tykkara.

15 Sanniliga sigi eg tykkum, Tað skal vera úthaldiligari hjá Sodomu og Gomorrhu landi á dómadegi, enn hjá tí staði.

16 ¶ Sí, eg sendi tykkum út sum seyðir mitt millum úlvar: verið tí vísir sum høggormar, og meinaleysir sum dúgvur.

17 Men verið varnir fyri monnum: tí at teir vilja geva tykkum upp til dómsráðini, og teir vilja húðfletta tykkum í sínum sýnagogum;

18 Og tit skulu verða førdir framfyri landsstjórar og kongar fyri mína skyld, til vitnisburðar ímóti teimum og Heidningunum.

19 Men tá ið teir geva tykkum upp, stúrið einkið fyri hvussu ella hvat tit skulu tala: tí at tað skal verða givið tykkum í tí sama tíma hvat tit skulu tala.

20 Tí tað eru ikki tit ið tala, men Andi Faðirs tykkara sum talar í tykkum.

21 Og bróðirin skal geva upp bróðurin til deyða, og faðirin barnið: og børnini skulu rísa upp ímóti sínum foreldrum, og fáa tey at verða tikin av lívi.

22 Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld: men hann, ið heldur út til endan, skal verða frelstur.

23 Men tá ið teir søkja at tykkum í hesum staði, flýggið til ein annan: tí sanniliga sigi eg tykkum, Tit skulu ikki hava farið yvir staðirnar av Ísrael, fyrrenn Menniskjusonurin verði komin.

24 Lærusveinurin er ikki yvir sínum meistara, ella tænarin yvir sínum harra.

25 Tað er lærusveininum nóg mikið at hann verði sum meistari sín, og tænarin sum harri sín. Um teir havi kallað meistaran av húsinum Beelzebub, hvør mikið meira skulu teir kalla teir av húsfólki hansara?

26 Óttist teir tí ikki: tí at einkið er hult, sum ikki skal verða opinberað; og fjalt, sum ikki skal verða kunnugt.

27 Tað, sum eg sigi tykkum í myrkri, tað talið tit í ljósi: og tað, sum tit hoyra í oyranum, tað prædikið tit uppiá tekjunum.

28 Og óttist ikki teir ið drepa likamið, men eru ikki mentir at drepa sálina: men heldur óttist hann sum er mentur at oyða bæði sál og likam í helviti.

29 Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? og ein teirra skal ikki falla til jarðar uttan Faðir tykkara.

30 Men sjálv hárini á tykkara høvdi eru øll upptøld.

31 Óttist tí ikki, tit eru av meiri virði enn mangir spurvar.

32 Hvørsumhelst tí játtar meg frammi fyri monnum, hann vil eg eisini játta frammi fyri Faðir mínum sum er í himni.

33 Men hvørsumhelst avnoktar meg frammi fyri monnum, hann vil eg eisini avnokta frammi fyri Faðir mínum sum er í himni.

34 Hugsið ikki, at eg eri komin at senda frið á jørð: eg kom ikki at senda frið, men eitt svørð.

35 Tí at eg eri komin at seta ein mann í ósemju ímóti faðir hansara, og dóttrina ímóti móður hennara, og verdóttrina ímóti vermóður hennara.

36 Og fíggindarnir hjá einum manni skulu vera tey av egna húshaldi hansara.

37 Hann, ið elskar faðir ella móður meir enn meg, er mær ikki verdur: og hann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur.

38 Og hann, sum tekur ikki kross sín, og fylgir mær eftir, er mær ikki verdur.

39 Hann, ið finnur sítt lív, skal missa tað: og hann, ið missir sítt lív fyri mína skyld, skal finna tað.

40 ¶ Hann, ið tekur ímóti tykkum, tekur ímóti mær; og hann, ið tekur ímóti mær, tekur ímóti honum ið sendi meg.

41 Hann, ið tekur ímóti propheti í prophets navni, skal fáa prophets endurgjald; og hann, ið tekur ímóti rættvísum manni í rættvís mans navni, skal fáa rættvís mans endurgjald.

42 Og hvørsumhelst gevur einum av hesum smáu eitt bikar av køldum vatni at drekka bert í lærusveins navni, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal á ongum vísi missa sítt endurgjald.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 11

.

Og tað bar á, tá ið Jesus hevði gjørt seg lidnan við at skipa sínum tólv lærusveinum, fór hann avstað haðani at frálæra og at prædika í staðum teirra.

2 Men tá ið Jóhannes hevði hoyrt í fongslinum verkini hjá Christi, sendi hann tveir av sínum lærusveinum,

3 Og segði við hann, Ert tú hann ið koma skuldi, ella vænta vit eftir einum øðrum?

4 Jesus svaraði og segði við teir, Farið og sýnið Jóhannesi aftur tey ting ið tit hoyra og síggja:

5 Tey blindu fáa sjón sína, og tey lamnu ganga, tey spitølsku verða reinsað, og tey deyvu hoyra, tey deyðu verða reist upp, og tey fátæku fáa gleðiboðskapin prædikaðan fyri sær.

6 Og vælsignaður er hann, hvørsumhelst man ikki fáa meinboga í mær.

7 ¶ Og sum teir fóru avstað, fór Jesus undir at siga við mannfjøldirnar viðvíkjandi Jóhannesi, Hvat fóru tit út í oyðuna at síggja? Ein sevlegg, ristan við vindinum?

8 Men hvat fóru tit út fyri at síggja? Ein mann, klæddan í mjúkan búnað? sí, teir, sum eru í mjúkum klædnaði, eru í kongshúsum.

9 Men hvat fóru tit út fyri at síggja? Ein prophet? ja, eg sigi tykkum, og meir enn ein prophet.

10 Tí at hetta er hann, sum tað stendur skrivað um, Sí, eg sendi mítt sendiboð undan tínum andliti, sum skal fyrireika tín veg undan tær.

11 Sanniliga sigi eg tykkum, Millum teirra, sum eru føddir av kvinnum, hevur ikki ein størri stigið upp enn Jóhannes Doyparin: kortini er hann, sum er minstur í kongadømi himins, størri enn hann.

12 Og frá døgum Jóhannes Doyparans inntil nú líður kongadømi himins harðskap, og teir harðligu taka tað við valdi.

13 Tí allir prophetarnir og lógin propheteraðu inntil Jóhannes.

14 Og um tit vilji taka við tí, so er hetta Elias, sum varð fyri at koma.

15 Hann, ið hevur oyru at hoyra, hann hoyri.

16 ¶ Men við hvat skal eg líkna hesa ætt? Hon er lík børnum, sita á torgunum, og kalla á sínar felagar,

17 Og siga, Vit hava floytað fyri tykkum, og tit hava ikki dansað; vit hava syrgt fyri tykkum, og tit hava ikki harmað.

18 Tí Jóhannes kom hvørki etandi ella drekkandi, og tey siga, Hann hevur ein djevul.

19 Menniskjusonurin kom etandi og drekkandi, og tey siga, Sí ein mann — átufrekur, og vínsvølgur, ein vinur hjá tollarum og syndarum. Men vísdómur er rættvísgjørdur av sínum børnum.

20 ¶ Tá tók hann at seta at teimum staðum, hvarí tey flestu mektigu verkini hjá honum vórðu gjørd, av tí at tey vendu ikki um:

21 Vei tær, Korazin! vei tær, Bethsajdu! tí um tey mektigu verkini, sum vórðu gjørd í tykkum, høvdu verðið gjørd í Týrus og Sidon, so høvdu tey langt síðani havt vent um í sekki og øsku.

22 Men eg sigi tykkum, Tað skal verða úthaldiligari hjá Týrus og Sidon á dómadegi, enn hjá tykkum.

23 Og tú, Capernaum, sum ert hevjað upp til himins, skalt verða førd niður til helvitis: tí at um tey mektigu verkini, sum hava verðið gjørd í tær, høvdu verðið gjørd í Sodomu, so hevði hann verðið verandi inntil henda dag.

24 Men eg sigi tykkum, At tað skal verða úthaldiligari hjá Sodomulandi á dómadegi, enn hjá tær.

25 ¶ Á teirri tíð tók Jesus til orða og segði, Eg takki tær, O Faðir, Harra himins og jarðar, av tí at tú hevurt fjalt hesi tingini fyri teimum vísu og vitru, og hevurt opinberað pinkubørnum tey.

26 Enntá so, Faðir: tí soleiðis tóktist tað gott í tíni eygsjón.

27 Øll ting eru mær fingin av Faðir mínum: og eingin maður kennir Sonin, uttan Faðirin; eiheldur kennir nakar maður Faðirin, uttan Sonurin, og hann fyri hvørjumsumhelst Sonurin vil opinbera hann.

28 ¶ Komið til mín, øll tit ið strevast og eru tungt byrðað, og eg vil geva tykkum hvílu.

29 Takið mítt ok uppá tykkum, og lærið av mær; tí at eg eri eyðmjúkur og lítillátin í hjarta: og tit skulu finna hvílu fyri tykkara sálum.

30 Tí at ok mítt er høgligt, og byrði mín er løtt.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 12

.

Um tað mundið fór Jesus á sabbatsdegnum ígjøgnum kornið; og hansara lærusveinar vóru einir hungraðir, og tóku at slíta kornøks, og at eta tað.

2 Men tá ið Phariseararnir sóu tað, søgdu teir við hann, Sí, tínir lærusveinar gera tað sum ikki er lógligt at gera á sabbatsdegnum.

3 Men hann segði við teir, Hava tit ikki lisið hvat Dávid gjørdi, tá ið hann var ein hungraður, og teir ið við honum vóru;

4 Hvussu hann fór inn í Guðs hús, og át sýnisbreyðini, sum ikki var lógligt hjá honum at eta, eiheldur hjá teimum ið við honum vóru, men bert hjá prestunum?

5 Ella hava tit ikki lisið í lógini, hvussu ið á sabbatsdøgunum prestarnir í templinum halgivanvirða sabbatin, og eru ólastandi?

6 Men eg sigi tykkum, At á hesum staði er ein, størri enn templið.

7 Men um tit høvdu vitað hvat hetta merkir, Eg vil hava miskunn, og ikki sláturoffur, so høvdu tit ikki havt fordømt hinar sakleysu.

8 Tí at Menniskjusonurin er Harri, sjálvt av sabbatsdegnum.

9 Og tá ið hann var farin avstað haðani, fór hann inn í sýnagogu teirra:

10 ¶ Og sí, har var ein maður, sum hevði sína hond visnaða. Og teir spurdu hann, og søgdu, Er tað lógligt at grøða á sabbatsdøgunum? at teir máttu ákært hann.

11 Og hann segði við teir, Hvør maður skal tað vera tykkara millum, sum man hava ein seyð, og um hann detti í eina grøv á sabbatsdegnum, vil hann so ikki taka fatur í hann, og lyfta hann úr?

12 Hvussu mikið er tá ein maður mætari enn ein seyður? Hvørsvegna tað er lógligt at gera væl á sabbatsdøgunum.

13 Tá sigur hann við mannin, Strekk fram tína hond. Og hann strekti hana fram; og hon varð gjørd aftur heil, líka sum hin.

14 ¶ Tá fóru Phariseararnir út, og hildu ráðlegging saman ímóti honum, hvussu teir máttu oytt hann.

15 Men tá ið Jesus vitsti tað, dró hann seg aftur haðani: og miklar mannfjøldir fylgdu honum, og hann grøddi tey øll;

16 Og álegði teimum, at tey skuldu ikki gera hann kunnan:

17 At tað mátti verða uppfylt, ið varð talað við Esaiasi propheti, sigandi,

18 Sí mín tænara, sum eg havi útvalt; mín hátt elskaða, í hvørjum mín sál er væl toknað: eg vil leggja mín anda á hann, og hann skal sýna dóm fyri Heidningunum.

19 Hann skal ikki deila, ella geyla; eiheldur skal nakar maður hoyra hansara rødd á gøtunum.

20 Eitt brákað rør skal hann ikki bróta, og rúkandi veik skal hann ikki sløkkja, til hann sendir fram dóm til sigurs.

21 Og á hansara navn skulu Heidningarnir troysta.

22 ¶ Tá varð førdur til hansara ein, heltikin við einum djevli, blindur, og málleysur: og hann grøddi hann, so mikið at hin blindi og málleysi bæði talaði og sá.

23 Og alt fólkið varð ovfarið, og segði, Er ikki hesin sonur Dávids?

24 Men tá ið Phariseararnir hoyrdu tað, søgdu teir, Hesin felagin kastar ikki út djevlar, uttan við Beelzebub, prinsi djevlanna.

25 Og Jesus kendi teirra hugsanir, og segði við teir, Hvørt kongadømi, sundurbýtt ímóti sær sjálvum, verður ført til oyðingar; og hvør staður ella hús, sundurbýtt ímóti sær sjálvum, skal ikki standast:

26 Og um Sátan kasti út Sátan, so er hann sundurbýttur ímóti sær sjálvum; hvussu skal hansara kongadømi tá standast?

27 Og um eg við Beelzebub kasti út djevlar, við hvørjum kasta tykkara børn teir út? tí skulu teir vera tykkara dómarar.

28 Men um eg kasti út djevlar við Anda Guðs, tá er kongadømi Guðs komið at tykkum.

29 Ella annars, hvussu kann ein fara inn í húsið hjá einum sterkum manni, og ræna ognir hansara, uttan hann fyrst bindi hin sterka mannin? og tá vil hann ræna hús hansara.

30 Hann, sum ikki er við mær, er ímóti mær; og hann, sum ikki savnar við mær, spjaðir umkring.

31 ¶ Hvørsvegna eg sigi tykkum, Alt slag av synd og gudsspottan skal verða fyrigivið monnum: men gudsspottanin ímóti Halga Andanum skal ikki verða fyrigivin monnum.

32 Og hvørsumhelst talar eitt orð ímóti Menniskjusyninum, tað skal verða fyrigivið honum: men hvørsumhelst talar ímóti Halga Andanum, tað skal ikki verða fyrigivið honum, hvørki í hesi verøld, eiheldur í hini komandi verøld.

33 Gerið annaðhvørt træið gott, og frukt tess góða; ella annars gerið træið spilt, og frukt tess spilta: tí at træið kennist av síni frukt.

34 O avkom av eiturormum, hvussu kunnu tit, sum eru óndir, tala góðar lutir? tí út av hjartans yvirflóð mælir muðurin.

35 Ein góður maður út úr góðu goymslu hjartans ber fram góðar lutir: og ein óndur maður út úr óndu goymsluni ber fram óndar lutir.

36 Men eg sigi tykkum, At hvørt ógagnsorð sum menn skulu mæla, teir skulu geva roknskap harum á dómadegi.

37 Tí av tínum orðum skalt tú verða rættvísgjørdur, og av tínum orðum skalt tú verða dómfeldur.

38 ¶ Tá tóku ávísir av hinum skriftlærdu og av Pharisearunum til orða, og søgdu, Meistari, vit vildu sæð eitt tekin frá tær.

39 Men hann svaraði og segði við teir, Ein ónd og horfikin ætt søkir eftir einum tekini; og tað skal einkið tekin verða givið henni, uttan tekin Jónasar prophets:

40 Tí eins og Jónas var tríggjar dagar og tríggjar nætur í búki hvalsins; soleiðis skal Menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur í hjarta jarðarinnar.

41 Menninir úr Nineveh skulu rísa í dómi við hesi ætt, og skulu dómfella hana: tí at teir vendu um við prædikan Jónasar; og sí, ein størri enn Jónas er her.

42 Drotningin úr suðuri skal rísa upp í dóminum við hesi ætt, og skal dómfella hana: tí hon kom frá ytstu pørtum av jørðini at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, ein størri enn Sálomon er her.

43 Tá ið óreini andin er farin úr einum manni, gongur hann ígjøgnum turr støð, og søkir hvílu, og finnur onga.

44 Tá sigur hann, Eg vil venda aftur inn í mítt hús, hvaðan eg kom út; og tá ið hann er komin, finnur hann tað tómt, sópað, og prýtt.

45 Tá fer hann, og tekur við sær sjey aðrar andar, vondari enn sjálvur hann, og teir fara inn og búgva har: og síðsti standurin hjá tí manni verður verri enn tann fyrsti. Enntá soleiðis skal tað verða eisini hjá hesi vondu ætt.

46 ¶ Meðan hann enn talaði til fólkið, sí, stóðu móðir hansara og brøður hansara fyri uttan, og tráaðu at tala við hann.

47 Tá segði ein við hann, Sí, móðir tín og brøður tínir standa fyri uttan, og tráa at tala við teg.

48 Men hann svaraði og segði við hann ið segði honum hetta, Hvør er móðir mín? og hvørjir eru brøður mínir?

49 Og hann rætti fram sína hond móti sínum lærusveinum, og segði, Sí móður mína og brøður mínar!

50 Tí hvørsumhelst ger vilja Faðirs míns sum er í himni, hin sami er bróðir mín, og systir, og móðir.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 13

.

Hin sama dag fór Jesus út úr húsinum, og settist við sjóvarmálan.

2 Og miklar mannfjøldir vóru savnaðar saman at honum, so at hann fór inn í ein bát, og settist; og øll mannfjøldin stóð við sjóvarmálan.

3 Og hann talaði mong ting til teirra í dømisøgum, og segði, Sí, ein sáðmaður fór út at sáa;

4 Og tá ið hann sáaði, fullu summi sáðkorn framvið vegkantin, og fuglarnir komu og gloyptu tey upp:

5 Summi fullu uppá grýtut pláss, har tey ikki høvdu nógva mold: og við tað sama spruttu tey upp, av tí at tey onga dýpd av mold høvdu:

6 Og tá ið sólin var uppi, vórðu tey avsviðin; og av tí at tey onga rót høvdu, følnaðu tey burtur.

7 Og summi fullu millum tornir; og tornirnir spruttu upp, og køvdu tey:

8 Men onnur fullu inn í góða jørð, og bóru fram ávøkst, summi hundraðfaldan, summi sekstifaldan, summi tríatifaldan.

9 Hvør oyru hevur at hoyra, hann hoyri.

10 Og lærusveinarnir komu, og søgdu við hann, Hví talart tú við tey í dømisøgum?

11 Hann svaraði og segði við teir, Tí at tykkum er tað givið at kenna loyndardómar kongadømis himins, men teimum er tað ikki givið.

12 Tí hvørsumhelst hevur, honum skal verða givið, og hann skal hava størri yvirflóð: men hvørsumhelst ikki hevur, frá honum skal verða tikið burtur sjálvt tað hann hevur.

13 Tí tali eg til teirra í dømisøgum: av tí at tey, síggjandi, síggja ikki, og hoyrandi hoyra tey ikki, eiheldur skilja tey.

14 Og í teimum er uppfylt propheti Esaiasar, sum sigur, Við at hoyra skulu tit hoyra, og skulu ikki skilja; og síggjandi skulu tit síggja, og skulu ikki varnast:

15 Tí hjartað á hesum fólki er vorðið dølskt, og teirra oyru eru dul at hoyra, og síni eygu hava tey lokað; at ikki til nakra tíð tey skuldu sæð við eygum sínum, og hoyrt við oyrum sínum, og skuldu skilt við hjarta sínum, og skuldu verðið umvend, og eg skuldi grøtt tey.

16 Men vælsignað eru eygu tykkara, tí tey síggja: og oyru tykkara, tí tey hoyra.

17 Tí sanniliga sigi eg tykkum, At mangir prophetar og rættvísir menn hava tráað at síggja teir lutir sum tit síggja, og hava ikki sæð teir; og at hoyra teir lutir ið tit hoyra, og hava ikki hoyrt teir.

18 ¶ Hoyrið tit tí dømisøguna um sáðmannin.

19 Tá ið einhvør hoyrir orð kongadømisins, og skilur tað ikki, tá kemur hin vondi, og nápar burtur tað sum varð sáað í hjarta hansara. Hetta er hann ið tók ímóti sáðkorni við vegkantin.

20 Men hann ið tók ímóti sáðkorninum inn í grýtutar staðir, hin sami er hann ið hoyrir orðið, og straks við fagnaði tekur ímóti tí;

21 Tó hevur hann ikki rót í sær, men heldur á í eina tíð: tí tá ið trongd ella atsókn rísur uppá grund av orðinum, alt fyri eitt fær hann meinboga.

22 Hann eisini, sum tók ímóti sáðkorni millum tornirnar, er hann ið hoyrir orðið; og stúranin av hesum heimi, og svikaligsemin av ríkidømum, køva orðið, og hann gerst ófruktsamur.

23 Men hann, ið tók ímóti sáðkorni inn í ta góðu jørðina, er hann ið hoyrir orðið, og skilur tað; sum eisini ber frukt, og ber fram, summir hundraðfalda, summir seksti, summir tríati.

24 ¶ Eina aðra dømisøgu setti hann teimum fram, og segði, Kongadømi himins er líknað einum manni sum sáaði gott sáð í sín akur:

25 Men meðan menn svóvu, kom hansara fíggindi og sáaði illgresi millum hveitina, og fór leið sína.

26 Men tá ið blaðið var sprottið upp, og bar fram ávøkst, tá komu illgrøsini til sjóndar eisini.

27 So komu tænararnir hjá húseigaranum og søgdu við hann, Tygum, sáaðu tygum ikki gott sáð í akur tygara? hvaðan hevur hann tá illgrøs?

28 Hann segði við teir, Hetta hevur ein fíggindi gjørt. Tænararnir søgdu við hann, Vilt tú tá, at vit fara og lúka tey upp?

29 Men hann segði, Nei; at ikki, meðan tit lúka illgrøsini upp, tit slíti upp við rót eisini hveitina við teimum.

30 Latið bæði vaksa saman inntil heystið: og í heystartíð vil eg siga við innheystararnar, Savnið illgrøsini saman fyrst, og bindið tey í bundir at brenna tey: men savnið hveitina í løðu mína.

31 ¶ Eina aðra dømisøgu setti hann teimum fram, og segði, Kongadømi himins er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók, og sáaði í sín akur:

32 Sum víst er tað minsta av øllum sáðkornum: men tá ið tað er vaksið, er tað tað størsta millum urtir, og gerst eitt træ, so at fuglarnir í luftini koma og búleikast í greinum tess.

33 ¶ Eina aðra dømisøgu talaði hann teimum; Kongadømi himins er líkt súrdeiggi, sum ein kvinna tók, og goymdi í trimum málum av mjøli, til tað heila var sýrað.

34 Øll hesi tingini talaði Jesus við mannfjøldina í dømisøgum; og uttan dømisøgu talaði hann ikki við tey:

35 At tað mátti verða uppfylt, ið varð talað við prophetinum, sigandi, Eg vil lata upp munn mín í dømisøgum; eg vil mæla lutir ið hava verið hildnir loyndir frá veraldarinnar grundlegging.

36 Tá sendi Jesus mannfjøldina avstað, og fór inn í húsið: og hansara lærusveinar komu til hansara, og søgdu, Greina okkum dømisøguna um illgrøsini í akrinum.

37 Hann svaraði og segði við teir, Hann, ið sáar tað góða sáðið, er Menniskjusonurin;

38 Akurin er heimurin; tað góða sáðið eru børn kongadømisins, men illgrøsini eru børnini hjá hinum vonda;

39 Fíggindin, ið sáaði tey, er djevulin; heystið er veraldar endi; og innheystararnir eru einglarnir.

40 Eins og tí illgrøsini verða savnaði og brend í eldinum; soleiðis skal tað verða við endan á hesi verøld.

41 Menniskjusonurin skal senda út sínar einglar, og teir skulu savna úr hansara kongadømi øll ting ið volda meinboga, og teir sum gera misgerð;

42 Og skulu kasta teir inn í ein bræðsluovn av eldi: har skal verða grátur og tannagrísl.

43 Tá skulu teir rættvísu skína fram sum sólin í kongadømi Faðirs síns. Hvør oyru hevur at hoyra, hann hoyri.

44 ¶ Aftur er kongadømi himins líkt dýrgripi, goymdur í einum akri; hvønn, tá ið ein maður hevur funnið, hann fjalir, og av frøi um tað fer og selur alt sum hann hevur, og keypir tann akurin.

45 ¶ Aftur er kongadømi himins líkt einum keypmanni, sum søkir eftir vøkrum perlum:

46 Sum, tá ið hann hevði funnið eina perlu av miklum virði, fór og seldi alt sum hann hevði, og keypti hana.

47 ¶ Aftur er kongadømi himins líkt eini nót, sum varð kastað inn í sjógvin, og savnaði av hvørjum slagi:

48 Sum, tá ið hon var full, drógu teir hana til strandar, og settust niður, og savnaðu teir góðu upp í íløt, men kastaðu teir vánaligu burtur.

49 Soleiðis skal tað verða við veraldar enda: einglarnir skulu koma fram, og skilja hinar vondu burturúr teimum rættlátu,

50 Og skulu kasta teir inn í bræðsluovnin av eldi: har skal vera grátur og tannagrísl.

51 Jesus sigur við teir, Hava tit skilt øll hesi tingini? Teir siga við hann, Ja, Harri.

52 Tá segði hann við teir, Tí er hvør skriftlærdur, sum er undirvístur til kongadømi himins, líkur manni sum er ein húseigari, sum tekur fram úr síni skattagoymslu nýggj og gomul ting.

53 ¶ Og tað bar á, at tá ið Jesus hevði endað hesar dømisøgur, fór hann avstað haðani.

54 Og tá ið hann var komin inn í sítt egna land, lærdi hann teir í sýnagogu teirra, so mikið at teir vórðu ovfarnir, og søgdu, Hvaðani hevur hesin maður henda vísdóm, og hesi mektigu verk?

55 Er hetta ikki sonur træsmiðarins? er ikki móðir hansara kallað Maria? og hansara brøður, Jákup, og Jóses, og Símun, og Judas?

56 Og hansara systrar, eru tær ikki allar her hjá okkum? Hvaðani hevur hesin maður tá allar hesar lutir?

57 Og teir fingu meinboga av honum. Men Jesus segði við teir, Ein prophetur er ikki uttan heiður, undantikið í sínum egna landi, og í sínum egna húsi.

58 Og hann gjørdi ikki mong mektig verk har, uppá grund av teirra vantrúgv.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 14

.

Um tað mundið hoyrdi Heródes fjórðingsfúrsti um Jesu navngiti,

2 Og segði við sínar tænarar, Hetta er Jóhannes Doyparin; hann er risin frá teimum deyðu; og tí sýna fram mektig verk seg sjálv í honum.

3 ¶ Tí Heródes hevði lagt hald á Jóhannes, og bundið hann, og sett hann í fongsul fyri skuld Heródiasar, konu Philippusar, bróður síns.

4 Tí Jóhannes segði við hann, Tað er ikki lógligt hjá tær at hava hana.

5 Og tá ið hann hevði viljað tikið hann av lívi, óttaðist hann mannfjøldina, tí at tey roknaðu hann sum ein prophet.

6 Men tá ið føðingardagur Heródesar varð hildin, dansaði dóttir Heródiasar frammi fyri teimum, og toknaðist Heródesi.

7 Við hvat hann heitti við einum eiði at geva henni hvatsumhelst hon vildi umbiðja.

8 Og hon, verandi áður undirvíst av móður síni, segði, Gev mær her høvur Jóhannes Doyparans á einum fati.

9 Og kongurin varð syrgin: men vegna eiðin, og tey sum sótu við honum til matar, beyð hann at tað skuldi verða givið henni.

10 Og hann sendi, og hálshøgdi Jóhannes í fongslinum.

11 Og hans høvur varð borið á einum fati, og givið gentuni: og hon førdi tað til móður sína.

12 Og hansara lærusveinar komu, og tóku likamið upp, og jarðaðu tað, og fóru og søgdu Jesusi.

13 ¶ Tá ið Jesus hoyrdi um tað, fór hann avstað haðani við báti á eitt oyðistað einsæris: og tá ið fólkið hevði hoyrt um tað, fylgdu tey honum til fóts út úr staðunum.

14 Og Jesus fór fram, og sá mikla mannfjøld, og varð rørdur við várkunn mótvegis teimum, og hann grøddi hini sjúku teirra.

15 ¶ Og tá ið tað var aftan, komu hansara lærusveinar til hansara, og søgdu, Hetta er eitt oyðistað, og tíðin er nú farin; send mannamúgvuna avstað, at tey mega fara inn í bygdirnar, og keypa sær vistir.

16 Men Jesus segði við teir, Teimum nýtist ikki fara avstað; gevið tit teimum at eta.

17 Og teir siga við hann, Vit hava her bara fimm breyð, og tveir fiskar.

18 Hann segði, Berið tey higar til mín.

19 Og hann skipaði mannamúgvuni at setast niður á grasið, og tók tey fimm breyðini, og teir báðar fiskarnar, og, lítandi upp til himins, vælsignaði hann, og breyt, og gav breyðini til lærusveinar sínar, og lærusveinarnir til mannfjøldina.

20 Og teir ótu allir, og vórðu mettaðir: og teir hentaðu upp av molunum, sum lupu av, tólv fullar tægur.

21 Og teir, sum høvdu etið, vóru umleið fimm túsund menn, umframt kvinnur og børn.

22 ¶ Og beinanvegin noyddi Jesus sínar lærusveinar at fara í ein bát, og at fara undan honum yvirum hinumegin, meðan hann sendi mannamúgvurnar avstað.

23 Og tá ið hann hevði sent mannamúgvurnar avstað, fór hann niðan á eitt fjall einsæris at biðja: og tá ið kvøldið var komið, var hann har einsamallur.

24 Men báturin var nú mitt úti á sjógvinum, syftur við aldunum: tí vindurin var andstøðis.

25 Og í fjórðu náttarvøkuni fór Jesus til teirra, gangandi á sjógvinum.

26 Og tá ið lærusveinarnir sóu hann ganga á sjógvinum, órógvaðust teir, og søgdu, Tað er ein andi; og teir róptu út vegna ótta.

27 Men beinanvegin talaði Jesus til teirra, og segði, Verið við gott treyst; tað eri eg; ræðist ikki.

28 Og Pætur svaraði honum og segði, Harri, um tað veri tú, bjóða mær at koma til tín á vatninum.

29 Og hann segði, Kom. Og tá ið Pætur var komin niður úr bátinum, gekk hann á vatninum, at fara til Jesus.

30 Men tá ið hann sá vindin hin rokmikla, óttaðist hann; og, byrjandi at søkka, rópti hann, og segði, Harri, frels meg.

31 Og í stundini rætti Jesus fram sína hond, og loftaði honum, og segði við hann, O tú smátrúni, hví ivaðirst tú?

32 Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, steðgaði vindurin.

33 Tá komu teir sum vóru í bátinum, og tilbóðu hann, og søgdu, Av sonnum, tú ert Sonur Guðs.

34 ¶ Og tá ið teir vóru farnir yvirum, komu teir inn í Gennesarets land.

35 Og tá ið menninir av tí staðnum kendust við hann, sendu teir inn í alt tað landið runt umkring, og førdu til hansara øll ið vóru ilskufongd;

36 Og bønaðu hann, at tey máttu nema bara við faldin á klæði hansara: og so mong, sum nomu, vórðu gjørd aldeilis heil.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 15

.

Tá komu til Jesus skriftlærdir og Pharisearar, sum vóru úr Jerusalem, og søgdu,

2 Hví misbróta tínir lærusveinar sið hinna eldru? tí at teir tváa ikki sínar hendur tá ið teir eta breyð.

3 Men hann svaraði og segði við teir, Hví eisini misbróta tit boðið hjá Guði við tykkara siði?

4 Tí Guð beyð, og segði, Æra faðir tín og móður: og, Hann ið bølbiður faðir ella móður, hann doyggi deyðan.

5 Men tit siga, Hvørsumhelst man siga til faðir sín ella móður sína, Tað er ein gáva, við hvørjumsumhelst tú máttirt verðið gagnaður av mær;

6 Og æri ikki faðir sín ella móður sína, hann skal vera fríur. Svá hava tit gjørt Guðs boð av ongari virkni við tykkara siði.

7 Tykkara hyklarar, væl propheteraði Esaias um tykkum, og segði,

8 Hetta fólkið dregst nær mær við sínum munni, og ærir meg við sínum vørrum; men teirra hjarta er fjart frá mær.

9 Men til fánýtis tilbiðja tey meg, frálærandi fyri doktrinur boðini hjá monnum.

10 ¶ Og hann kallaði mannamúgvuna, og segði við tey, Hoyrið og fatið:

11 Ikki tað, sum fer inn í munnin, dálkar ein mann; men tað, sum kemur út úr munninum, hetta dálkar ein mann.

12 Tá komu hansara lærusveinar, og søgdu við hann, Veitst tú at Phariseararnir fingu meinboga, eftir at teir hoyrdu hesa framsøgn?

13 Men hann svaraði og segði, Hvør planta, sum mín himinski Faðir ikki hevur sett niður, skal verða rykt upp við rót.

14 Latið teir vera: teir veri blindir leiðarar av hinum blindu. Og um blindur leiði blindan, munnu báðir falla í veitina.

15 Tá tók Pætur til orða og segði við hann, Greina okkum hesa dømisøgu.

16 Og Jesus segði, Eru tit eisini enn uttan skil?

17 Skilja tit ikki enn, at hvatsumhelst gongur inn um munnin, fer inn í magan, og verður kastað út í frárenningina?

18 Men teir lutir, sum fara út úr munninum, koma fram frá hjartanum; og teir dálka mannin.

19 Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, myrðir, horfremjanir, leysalevnaðir, tjóvaríir, falskur vitnisburður, gudsspottanir:

20 Hesi eru tey ting ið dálka ein mann: men at eta við ótváaðum hondum dálkar ikki ein mann.

21 ¶ Tá fór Jesus haðani, og fór avstað inn í umráðini av Týrus og Sidon.

22 Og sí, ein kvinna úr Cánaan kom út úr somu umráðunum, og rópaði á hann, og segði, Miskunna mær, O Harri, Sonur Dávids; dóttir mín er herviliga plágað við einum djevli.

23 Men hann ønti henni ikki eitt orð aftur. Og hansara lærusveinar komu og bønaðu hann, og søgdu, Send hana burtur; tí hon rópar eftir okkum.

24 Men hann svaraði og segði, Eg eri ikki sendur, uttan til vilstu seyðirnar av Ísraels húsi.

25 Tá kom hon og tilbað hann, og segði, Harri, hjálp mær.

26 Men hann svaraði og segði, Tað er ikki sømiligt at taka breyðið hjá børnunum, og at blaka hundum tað.

27 Og hon segði, Sannleiki, Harri: tó eta hundarnir av molunum sum detta av borði meistara síns.

28 Tá svaraði Jesus og segði við hana, O kvinna, stór er tín trúgv: veri tær enntá sum tú vilt. Og hennara dóttir varð gjørd heil frá sjálvum tí tíma.

29 Og Jesus fór avstað haðani, og kom nær Galileu sjógvinum; og fór niðan á eitt fjall, og settist niður har.

30 Og miklar mannfjøldir komu til hansara, og høvdu við sær tey sum vóru lamin, blind, málleys, vanfør, og mong onnur, og kastaðu tey niður við Jesu føtur; og hann grøddi tey:

31 So mikið at mannfjøldin undraðist, tá ið tey sóu tey málleysu at tala, tey vanføru at verða heil, tey lamnu at ganga, og tey blindu at síggja: og tey dýrðmettu Guð Ísraels.

32 ¶ Tá kallaði Jesus sínar lærusveinar at sær, og segði, Eg havi várkunn við mannfjøldini, tí at tey halda fram við mær nú í tríggjar dagar, og hava einkið at eta: og eg vil ikki senda tey avstað fastandi, at ikki tey maktist á vegnum.

33 Og hansara lærusveinar siga við hann, Hvaðani skuldu vit havt so nógv breyð í oyðuni, sum til at mettað eina so mikla mannamúgvu?

34 Og Jesus sigur við teir, Hvussu mong breyð hava tit? Og teir søgdu, Sjey, og nakrar fáar smáfiskar.

35 Og hann beyð mannfjøldini at setast niður á jørðina.

36 Og hann tók tey sjey breyðini og fiskarnar, og veitti tøkkir, og breyt tey, og gav lærusveinum sínum, og lærusveinarnir mannfjøldini.

37 Og tey ótu øll, og vórðu mettað: og teir tóku upp av tí brotna matinum, sum var eftir, sjey fullar tægur.

38 Og teir, sum ótu, vóru fýra túsund menn, umframt kvinnur og børn.

39 Og hann sendi mannfjøldina avstað, og tók bát, og kom inn í umráðini av Magdala.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 16

.

Phariseararnir eisini við Sadduceearunum komu, og freistandi tráaðu hann, at hann vildi sýnt teimum eitt tekin av himni.

2 Hann svaraði og segði við teir, Tá ið kvøld er, siga tit, Tað fer at verða vakurt veður: tí at luftin er reyð.

3 Og um morgunin, Tað fer at verða ódámligt veður í dag: tí at luftin er reyð og skýmlig. O tykkara hyklarar, ásjónina á luftini duga tit á at skyna; men duga tit ikki at skyna á tíðanna teknum?

4 Ein ónd og horfikin slekt søkir eftir einum tekini; og tað skal einkið tekin verða givið henni, uttan tekin Jónasar prophets. Og hann fór frá teimum, og fór avstað.

5 Og tá ið hansara lærusveinar vóru komnir yvirum hinumegin, høvdu teir gloymt at tikið breyð.

6 ¶ Tá segði Jesus við teir, Gevið gætur eftir og verið varnir fyri súrdeiggi Pharisearanna og Sadduceearanna.

7 Og teir tingaðust sín ámillum, og søgdu, Tað er av tí at vit einkið breyð hava tikið.

8 Og tá ið Jesus varnaðist tað, segði hann við teir, O tit smátrúnu, hví tingast tit tykkara millum, av tí at tit einkið breyð hava tikið?

9 Skilja tit ikki enn, eiheldur minnast tey fimm breyð hinna fimm túsund, og hvussu mangar tægur tit hentaðu upp?

10 Eiheldur tey sjey breyð hinna fýra túsund, og hvussu mangar tægur tit hentaðu upp?

11 Hvussu er tað, at tit ikki skilja, at eg talaði tað ikki til tykkara viðvíkjandi breyði, at tit skuldu vara tykkum fyri súrdeiggi Pharisearanna og Sadduceearanna?

12 Tá skiltu teir, hvussu ið hann beyð teimum ikki at vara seg fyri súrdeignum av breyði, men fyri doktrinu Pharisearanna og Sadduceearanna.

13 ¶ Tá ið Jesus kom inn í breddarnar av Cæsareu Philippi, spurdi hann sínar lærusveinar, og segði, Hvønn siga menn at eg Menniskjusonurin eri?

14 Og teir søgdu, Summir siga, at tú ert Jóhannes Doyparin: summir, Elias; og aðrir, Jeremias, ella ein av prophetunum.

15 Hann sigur við teir, Men hvør siga tit at eg eri?

16 Og Símun Pætur svaraði og segði, Tú ert Christus, Sonur hins livandi Guðs.

17 Og Jesus svaraði og segði við hann, Vælsignaður ert tú, Símun Bar-jóna: tí at kjøt og blóð hevur ikki opinberað tærtað, men Faðir mín sum er í himni.

18 Og eg sigi eisini við teg, At tú ert Pætur, og uppá henda klett vil eg byggja mína kirkju; og helvitis portur skulu ikki fáa yvirvág ímóti tí.

19 Og eg vil geva tær lyklar kongadømis himins: og hvatsumhelst tú skalt binda á jørð, skal vera bundið í himni: og hvatsumhelst tú skalt loysa á jørð, skal vera loyst í himni.

20 Tá álegði hann sínum lærusveinum, at teir ongum manni skuldu siga, at hann var Jesus Christus.

21 ¶ Frá tí tíðini fram fór Jesus undir at sýna sínum lærusveinum, hvussu ið hann mátti fara til Jerusalem, og líða mong ting av teimum elstu og fremstu prestunum og skriftlærdu, og verða dripin, og verða reistur aftur triðja dagin.

22 Tá tók Pætur hann, og tók at harta hann, og segði, Fjart veri tað frá tær, Harri: hetta skal ikki henda tær.

23 Men hann vendi sær, og segði við Pætur, Slepp tær afturum meg, Sátan: tú ert mær ein meinbogi: tí tú gáart ikki eftir tingunum ið veri av Guði, men eftir teimum ið veri av monnum.

24 ¶ Tá segði Jesus við lærusveinar sínar, Um onkur vil koma aftaná mær, avnokti hann sjálvan seg, og taki upp kross sín, og fylgi mær.

25 Tí at hvørsumhelst vil frelsa sítt lív, skal missa tað: og hvørsumhelst vil missa sítt lív fyri mína skyld, skal finna tað.

26 Tí hvat gagnast ein maður, um hann vinnur heila heimin, og missur sína egnu sál? ella hvat skal ein maður geva í viðurlag fyri sína sál?

27 Tí Menniskjusonurin skal koma í dýrd Faðirs síns við einglum sínum; og tá skal hann endurgjalda hvørjum manni eftir hansara verkum.

28 Sanniliga sigi eg tykkum, Tað veri summir ið standa her, sum skulu ikki smakka av deyða, til teir síggja Menniskjusonin komandi í sínum kongadømi.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 17

.

Og eftir seks dagar tekur Jesus Pætur, Jákup, og Jóhannes — bróður hansara, og leiðir teir niðan á eitt høgt fjall einsæris,

2 Og varð umbroyttur frammi fyri teimum: og andlit hansara skein sum sólin, og hansara klædnaður varð hvítur sum ljósið.

3 Og sí, tað birtust teimum Móses og Elias, í samtalu við hann.

4 Tá tók Pætur til orða, og segði við Jesus, Harri, tað er gott hjá okkum at vera her: um tú vilt, so lat okkum gera her trý tabernakkul; tær eitt, og Mósesi eitt, og Eliasi eitt.

5 Meðan hann enn talaði, sí, skuggaði eitt bjart skýggj yvir teir: og sí ein rødd út úr skýnum, ið segði, Hetta er mín elskaði Sonur, í hvørjum eg eri væl toknaður; hoyrið hann.

6 Og tá ið lærusveinarnir hoyrdu tað, fullu teir á sítt andlit, og vóru sára ræddir.

7 Og Jesus kom og nam við teir, og segði, Reisist, og ræðist ikki.

8 Og tá ið teir høvdu lyft upp eygum sínum, sóu teir ongan mann uttan Jesus eina.

9 Og sum teir komu oman av fjallinum, álegði Jesus teimum, og segði, Sigið sjónina fyri ongum manni, inntil Menniskjusonurin verði risin aftur frá deyðum.

10 Og hansara lærusveinar spurdu hann, og søgdu, Hví siga teir skriftlærdu tá, at Elias má fyrst koma?

11 Og Jesus svaraði og segði við teir, Elias sanniliga skal fyrst koma, og endurbøta øll ting.

12 Men eg sigi tykkum, At Elias er longu komin, og teir kendu hann ikki, men hava gjørt við hann hvatsumhelst teimum lysti. Líkaleiðis skal eisini Menniskjusonurin líða av teimum.

13 Tá skiltu lærusveinarnir, at hann talaði til teirra um Jóhannes Doyparan.

14 ¶ Og tá ið teir vóru komnir til mannamúgvuna, kom ein ávísur maður til hansara, sum neig niður fyri honum, og segði,

15 Harri, miskunna syni mínum: tí hann er mánasjúkur, og sára plágaður: tí at mangan dettur hann inn í eldin, og ofta inn í vatnið.

16 Og eg leiddi hann til lærusveinar tínar, og teir kundu ikki lekja hann.

17 Tá svaraði Jesus og segði, O trútóma og rangsnúna ætt, hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum? hvussu leingi skal eg tola tykkum? leiðið hann higar til mín.

18 Og Jesus hartaði djevulin; og hann fór burtur úr honum: og barnið varð lekt frá sjálvum tí tíma.

19 Tá komu lærusveinarnir til Jesus burturifrá, og søgdu, Hví kundu vit ikki kasta hann út?

20 Og Jesus segði við teir, Uppá grund av tykkara vantrúgv: tí at sanniliga sigi eg tykkum, Um tit havi trúgv sum eitt sinopskorn, so skulu tit siga við hetta fjallið, Flyt teg hiðani til hatta staðið; og tað skal flyta seg; og einkið skal vera tykkum ógjørligt.

21 Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu.

22 ¶ Og meðan teir dvaldu í Galileu, segði Jesus við teir, Menniskjusonurin skal verða svikin í mannahendur:

23 Og teir skulu drepa hann, og triðja dag skal hann verða reistur aftur. Og teir vórðu avbera syrgnir.

24 ¶ Og tá ið teir vóru komnir til Capernaum, komu teir sum tóku ímóti íkast peningi til Pæturs, og søgdu, Rindar ikki tykkara meistari íkast?

25 Hann sigur, Jú. Og tá ið hann var komin inn í húsið, var Jesus fyrri á enn hann, og segði, Hvat heldurt tú, Símun? av hvørjum taka jarðarinnar kongar toll ella íkast? av sínum egnu børnum, ella av fremmandum?

26 Pætur sigur við hann, Av fremmandum. Jesus sigur við hann, So eru børnini frí.

27 Men fyri at vit ikki skuldu volt teimum meinboga, far tú til havið, og kasta ein húk, og tak upp tann fisk ið fyrst kemur upp; og tá ið tú hevurt opnað munnin á honum, skalt tú finna eitt pengastykki: tak tað, og gev teimum fyri meg og teg.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 18

.

Um somu tíð komu lærusveinarnir til Jesus, og søgdu, Hvør er hin størsti í kongadømi himins?

2 Og Jesus kallaði eitt lítið barn til sín, og setti hann í teirra mittu,

3 Og segði, Sanniliga sigi eg tykkum, Uttan tit verði umvendir, og gerist eins og lítil børn, skulu tit ikki ganga inn í kongadømi himins.

4 Hvørsumhelst tí skal eyðmýkja seg sjálvan eins og hetta lítla barnið, hin sami er størst í kongadømi himins.

5 Og hvøriðso skal taka ímóti einum slíkum lítlum barni í mínum navni, tekur ímóti mær.

6 Men hvøriðso gevur einum av hesum smáu, sum trúgva á meg, meinboga, tað var betri hjá honum at ein mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og at hann varð druknaður í havsins djúp.

7 ¶ Vei heiminum orsakað av meinbogum! tí tað má neyðugt verða, at meinbogar koma; men vei tí manni sum meinbogin kemur við!

8 Hvørsvegna um tín hond ella tín fótur gevi tær meinboga, sker tey av, og kasta tey frá tær: tað er betri hjá tær at ganga inn til lívs haltur ella vanførur, heldur enn havandi tvær hendur ella tveir føtur at verða kastaður inn í ævigtvarandi eld.

9 Og um títt eyga gevi tær meinboga, slít tað úr, og kasta tað frá tær: tað er betri hjá tær at ganga inn til lívs við einum eyga, heldur enn havandi tvey eygu at verða kastaður inn í hel-eld.

10 Ansið eftir, at tit vanvirði ikki eitt av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, At í himni skoða teirra einglar altíð andlit Faðirs míns sum er í himni.

11 Tí at Menniskjusonurin er komin at frelsa tað sum var burturvilst.

12 Hvussu hugsa tit? um maður havi hundrað seyðir, og ein teirra veri farin á strok, fer hann ikki frá teimum níggju og níti, og fer niðan í fjøllini, og søkir tann sum er farin á strok?

13 Og um so verði at hann finni hann, sanniliga sigi eg tykkum, hann fegnast meira um tann seyðin, enn um teir níggju og níti sum ikki fóru á strok.

14 Júst soleiðis er tað ikki vilji Faðirs tykkara, sum er í himni, at eitt av hesum smáu skuldu glatast.

15 ¶ Haraftrat um bróðir tín misbrýtist ímóti tær, far so og sig honum hansara feil ímillum teg og hann einsamallar: um hann hoyrir teg, hevurt tú vunnið bróður tín.

16 Men um hann vilji ikki hoyra teg, tá tak við tær ein ella tveir afturat, at við munninum á tveim ella trimum vitnum hvørt orð má verða grundfest.

17 Og um hann vanskettir at hoyra teir, sig tað við kirkjuna: men um hann vansketti at hoyra kirkjuna, veri hann tær sum ein heiðin maður og tollari.

18 Sanniliga sigi eg tykkum, Hvatsumhelst tit skulu binda á jørð, skal vera bundið í himni: og hvatsumhelst tit skulu loysa á jørð, skal vera loyst í himni.

19 Aftur sigi eg tykkum, At um tveir av tykkum skulu vera samdir á jørð, hvat varðar okkurt ting ið teir skulu umbiðja, tað skal verða gjørt fyri teir av Faðir mínum sum er í himni.

20 Tí hvar sum tveir ella tríggir eru savnaðir saman í mínum navni, har eri eg í teirra mittu.

21 ¶ Tá kom Pætur til hansara, og segði, Harri, hvussu ofta skal bróðir mín synda ímóti mær, og eg fyrigeva honum? til sjey ferðir?

22 Jesus sigur við hann, Eg sigi tær ikki, Inntil sjey ferðir: men, Inntil sjúti ferðir sjey.

23 ¶ Tí er kongadømi himins líknað við ein ávísan kong, sum vildi halda roknskap av sínum tænarum.

24 Og tá ið hann var byrjaður at gera upp, varð ein førdur til hansara sum skyldaði honum tíggju túsund talentir.

25 Men við tað at hann hevði ikki at gjalda, beyð hansara harri hann at verða seldan, og hansara konu, og børn, og alt sum hann hevði, og rindan at verða inta.

26 Tí fell tænarin niður, tilbað hann, og segði, Harri, hav tol við mær, og eg vil rinda tær alt.

27 Tá varð harrin hjá tí tænara rørdur við várkunn, og loysti hann, og fyrigav honum skuldina.

28 Men hin sami tænarin fór út, og fann ein av sínum samtænarum, sum skyldaði honum hundrað denarar: og hann legði hendur á hann, og tók hann eftir svíranum, og segði, Rinda mær tað tú skyldart.

29 Og hansara samtænari fell niður við hansara føtur, og bønaði hann, og segði, Hav tol við mær, og eg vil rinda tær alt.

30 Og hann vildi ikki: men fór og kastaði hann í fongsul, til hann skuldi rinda skuldina.

31 So tá ið hansara samtænarar sóu hvat var gjørt, vórðu teir sera syrgnir, og komu og søgdu harra sínum alt sum var gjørt.

32 Harri hansara, eftir at hann hevði kallað hann, tá segði við hann, O tú vondi tænari, eg fyrigav tær alla hasa skuldina, av tí at tú tráaðirt meg:

33 Skuldirt tú ikki eisini havt várkunn við tínum samtænara, júst eins og eg tók synd í tær?

34 Og hansara harri varð vreiður, og gav hann yvir til pínslararnar, til hann skuldi rinda alt sum honum var skyldugt.

35 So líkaleiðis skal mín himinski Faðir gera eisini við tykkum, um tit frá tykkara hjørtum ikki fyrigeva ein og hvør bróður sínum teirra misbrot.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 19

.

Og tað bar á, at tá ið Jesus hevði endað hesar útsagnir, fór hann avstað úr Galileu, og kom inn í breddar Judæu handan Jordan;

2 Og miklar mannfjøldir fylgdu honum; og hann grøddi tey har.

3 ¶ Phariseararnir komu eisini til hansara, freistaðu hann, og søgdu við hann, Er tað lógligt hjá manni at koyra burtur konu sína fyri hvørja grund?

4 Og hann svaraði og segði við teir, Hava tit ikki lisið, at hann ið gjørdi tey at byrja við, gjørdi tey kall og kallinnu,

5 Og segði, Av hesi grund skal maður fara frá faðir og móður, og skal krøkja seg til konu sína: og tey tvey skulu vera eitt kjøt?

6 Hvørsvegna tey eru ikki longur tvey, men eitt kjøt. Hvat tí Guð hevur saman komið, tað koyri ikki maður sundur.

7 Teir siga við hann, Hví beyð tá Móses at geva henni skilnaðarskriv, og at koyra hana burtur?

8 Hann sigur við teir, Móses uppá grund av harðleikanum av tykkara hjørtum loyvdi tykkum at koyra burtur tykkara konur: men frá byrjanini var tað ikki so.

9 Og eg sigi við tykkum, Hvørsumhelst koyrir burtur konu sína, undantikið um tað veri vegna siðloysi, og giftist viðeini aðrari, fremur hordóm: og hvøriðso giftist við henni sum er koyrd burtur, fremur hordóm.

10 ¶ Hansara lærusveinar siga við hann, Um viðurskiftini hjá manninum veri soleiðis við konu hansara, so er ikki gott at giftast.

11 Men hann segði við teir, Allir menn kunnu ikki taka ímóti hesi framsøgn, uttan teir sum tað er givið til.

12 Tí at tað eru summir geldingar, sum vórðu soleiðis føddir frá móðurlívi móður sínar: og tað eru summir geldingar, sum vórðu gjørdir geldingar av monnum: og tað veri geldingar, sum hava gjørt seg til geldingar fyri kongadømi himins skuld. Hann, ið er førur fyri at taka við tí, hann taki við .

13 ¶ Tá vórðu smábørn førd til hansara, at hann skuldi leggja sínar hendur á tey, og biðja: og lærusveinarnir hartaðu tey.

14 Men Jesus segði, Loyvið lítlum børnum, og sýtið teimum ikki, at koma til mín: tí at slíkra er kongadømi himins.

15 Og hann legði sínar hendur á tey, og fór avstað haðani.

16 ¶ Og sí, ein kom og segði við hann, Góði Meistari, hvat gott ting skal eg gera, at eg má fáa ævigt lív?

17 Og hann segði við hann, Hví kallart tú meg góðan? tað er eingin góður uttan ein, tað er, Guð: men um tú vilt ganga inn til lívs, halt boðini.

18 Hann sigur við hann, Hvørji? Jesus segði, Tú skalt einkið morð inna, Tú skalt ikki fremja hordóm, Tú skalt ikki stjala, Tú skalt ikki bera falskan vitnisburð,

19 Æra faðir tín og móður tína: og, Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.

20 Tann ungi maðurin sigur við hann, Øll hesi ting havi eg hildið frá mínum ungdómi uppeftir: hvat vantar mær enn?

21 Jesus segði við hann, Um tú vilt vera fullkomin, far og sel tað tú hevurt, og gev til tey fátæku, og tú skalt hava dýrgrip í himni: og kom og fylg mær.

22 Men tá ið ungi maðurin hoyrdi ta framsøgnina, fór hann syrgin burtur: tí hann hevði miklar ognir.

23 ¶ Tá segði Jesus við lærusveinar sínar, Sanniliga sigi eg tykkum, At ein ríkur maður skal treyðugliga fara inn í kongadømi himins.

24 Og aftur sigi eg tykkum, Tað er lættari hjá einum kameli at fara ígjøgnum eitt nálareyga, enn hjá ríkum manni at fara inn í kongadømi Guðs.

25 Tá ið hansara lærusveinar hoyrdu tað, ógvaðust teir avbera nógv, og søgdu, Hvør kann tá verða frelstur?

26 Men Jesus eygleiddi teir, og segði við teir, Við monnum er hetta ógjørligt; men við Guði øll ting eru gjørlig.

27 ¶ Tá tók Pætur til orða og segði við hann, Sí, vit eru farnir frá øllum, og hava fylgt tær; hvat skulu vit hava harfyri?

28 Og Jesus segði við teir, Sanniliga sigi eg tykkum, At tit, sum hava fylgt mær, í endurføðingini, tá ið Menniskjusonurin skal sita í hásætinum av síni dýrd, skulu tit eisini sita á tólv trónum, og døma hinar tólv ættir Ísraels.

29 Og hvør tann ið er farin frá húsum, ella brøðrum, ella systrum, ella faðir, ella móður, ella konu, ella børnum, ella jarðum, fyri navns míns skuld, skal móttaka hundraðfalt aftur, og skal arva ævigtvarandi lív.

30 Men mangir, sum eru fyrstir, skulu verða síðstir; og hinir síðstu fyrstir.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 20

.

Tí at kongadømi himins er líkt einum manni sum er húsbóndi, sum fór út árla um morgunin at leiga arbeiðsmenn í sín víngarð.

2 Og tá ið hann var komin ásamt við arbeiðsmenninar um ein denar um dagin, sendi hann teir í sín víngarð.

3 Og hann fór út um triðja tíman, og sá aðrar standa fyri einkið á torginum,

4 Og segði við teir; Farið tit eisini inn í víngarðin, og hvatsumhelst rætt er vil eg geva tykkum. Og teir fóru sín veg.

5 Aftur fór hann út umkring hin sætta og níggjunda tíman, og gjørdi líkaleiðis.

6 Og kring ellivta tíma fór hann út, og fann aðrar stóðu fyri einkið, og sigur við teir, Hví standa tit her allan dagin fyri einkið?

7 Teir siga við hann,Tí at eingin maður hevur leigað okkum. Hann sigur við teir, Farið tit eisini í víngarðin; og hvatsumhelst rætt er, tað skulu tit fáa.

8 So tá ið kvøld var komið, sigur víngarðsins harri við sín húsleiðara, Kalla arbeiðararnar, og gev teimum teirra hýru, og byrja frá tí síðsta til hin fyrsta.

9 Og tá ið teir komu sum vórðu leigaðir um hin ellivta tíman, fingu teir hvør maður ein denar.

10 Men tá ið teir fyrstu komu, hildu teir at teir skuldu fingið meira; og teir fingu somuleiðis hvør maður ein denar.

11 Og tá ið teir høvdu fingið hann, knarraðu teir inná húsbóndan,

12 Og søgdu, Hesir síðstu hava virkað bert ein tíma, og tú hevurt gjørt teir javnlíkar okkum, sum hava borið byrði og hita dagsins.

13 Men hann svaraði einum av teimum, og segði, Vinur, eg geri tær ongan órætt: samdirst tú ikki við meg um ein denar?

14 Tak tað ið títt er, og far tín veg: eg vil geva hesum síðsta, júst eins og tær.

15 Er mær ikki lógligt at gera hvat eg vil við mítt egna? Er eyga títt ónt, av tí at eg eri góður?

16 Soleiðis skulu teir síðstu verða fyrstir, og teir fyrstu síðstir: tí at mangir veri kallaðir, men fáir útvaldir.

17 ¶ Og sum Jesus fór niðan til Jerusalem, tók hann teir tólv lærusveinarnar einsæris á vegnum, og segði við teir,

18 Sí, vit fara niðan til Jerusalem; og Menniskjusonurin skal verða svikin fremstu prestunum og skriftlærdu, og teir skulu dómfella hann til deyða,

19 Og skulu geva hann yvir til Heidningarnar at háða, og at húðfletta, og at krossfesta hann: og triðja dag skal hann rísa aftur.

20 ¶ Tá kom til hansara móðir Zebedeeusar barna við sonum sínum, tilbað hann, og tráaði eitt ávíst ting av honum.

21 Og hann segði við hana, Hvat vilt tú? Hon sigur við hann, Veit, at hesir báðir synir mínir mega sita, tann eini við tína høgru hond, og hin við ta vinstru, í kongadømi tínum.

22 Men Jesus svaraði og segði, Tit vita ikki hvat tit umbiðja. Eru tit mentir at drekka úr tí bikari sum eg skal drekka úr, og at verða doyptir við tí dópi sum eg eri doyptur við? Teir siga við hann, Vit eru mentir.

23 Og hann sigur við teir, Tit skulu víst drekka úr mínum bikari, og verða doyptir við tí dópi sum eg eri doyptur við: men at sita við mína høgru hond, og við mína vinstru, er ikki mítt at geva, men tað skal verða givið teimum sum tað er búgvið til av Faðir mínum.

24 Og tá ið teir tíggju hoyrdu tað, rørdust teir við harmavreiði inná teir báðar brøðurnar.

25 Men Jesus kallaði teir til sín, og segði, Tit vita at prinsarnir hjá Heidningunum útinna harradømi yvir teir, og teir, sum eru miklir, útinna myndugleika á teir.

26 Men tað skal ikki vera so tykkara millum: men hvørsumhelst vil vera mikil tykkara millum, hann veri tykkara tænari;

27 Og hvørsumhelst vil vera hægstur tykkara millum, hann veri tykkara sveinur:

28 Enntá sum Menniskjusonurin ikki kom at verða tæntur fyri, men at tæna, og at geva sítt lív — eitt loysigjald fyri mong.

29 Og sum teir fóru avstað frá Jericho, fylgdi ein mikil mannamúgva honum.

30 ¶ Og sí, tveir blindir menn, sótu við vegkantin, tá ið teir hoyrdu at Jesus fór framvið, rópaðu út, og søgdu, Miskunna okkum, O Harri, Sonur Dávids.

31 Og mannfjøldin hartaði teir, tí at teir skuldu halda friði sínum: men teir róptu tess meira, og søgdu, Miskunna okkum, O Harri, Sonur Dávids.

32 Og Jesus stóð stillur, og kallaði teir, og segði, Hvat vilja tit at eg skal gera tykkum?

33 Teir siga við hann, Harri, at okkara eygu mega verða upplatin.

34 So Jesus hevði várkunn við teimum, og nam við teirra eygu: og í stundini fingu teirra eygu sjón, og teir fylgdu honum.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 21

.

Og tá ið teir nærkaðust Jerusalem, og vóru komnir til Bethfáge, at Olivinfjallinum, tá sendi Jesus tveir lærusveinar,

2 Og segði við teir, Farið inn í bygdina yvir av tykkum, og beinanvegin skulu tit finna ein asna bundnan, og eitt fyl hjá tí: loysið tey, og leiðið tey til mín.

3 Og um onkur sigi okkurt við tykkum, skulu tit siga, Harrin hevur tørv á teimum; og beinanvegin vil hann senda tey.

4 Alt hetta varð gjørt, at tað mátti verða uppfylt, ið varð talað við prophetinum, sigandi,

5 Sigið tit dóttur Sions, Sí, Kongur tín til tín kemur, eyðmjúkur, og sitandi á einum asna, og einum ungum fyli — fylinum hjá asna.

6 Og lærusveinarnir fóru, og gjørdu sum Jesus beyð teimum,

7 Og komu við asnanum, og fylinum, og løgdu síni klæðir á tey, og teir settu hann hará.

8 Og sera mikil mannamúgva breiddi síni klæðir á vegin; onnur skóru niður greinar av trøunum, og stroyddu tær á vegin.

9 Og mannamúgvurnar ið fóru undan, og sum fylgdu, rópaðu, og søgdu, Hosanna til Sonar Dávids: Vælsignaður erhann ið kemur í navni Harrans; Hosanna í tí hægsta.

10 Og tá ið hann var komin inn í Jerusalem, varð allur staðurin rørdur, og tey søgdu, Hvør er hesin?

11 Og mannamúgvan segði, Hetta er Jesus, propheturin úr Nazareth í Galileu.

12 ¶ Og Jesus fór inn í tempul Guðs, og kastaði út allar teir ið seldu og keyptu í templinum, og koyrdi um koll borðini hjá peningavekslarunum, og sessirnar hjá teimum ið seldu dúgvur,

13 Og segði við teir, Skrivað stendur, Hús mítt skal kallast bønarhúsið; men tit hava gjørt tað til ránsmannabøli.

14 Og tey blindu og tey lamnu komu til hansara í templinum; og hann grøddi tey.

15 Og tá ið teir fremstu prestarnir og skriftlærdu sóu tey undurfullu tingini sum hann gjørdi, og børnini rópandi í templinum, og sigandi, Hosanna til Sonar Dávids; vórðu teir sára misnøgdir,

16 Og søgdu við hann, Hoyrirt tú hvat hesi siga? Og Jesus sigur við teir, Ja; hava tit aldri lisið, Úr pinkubarna og bróstabarna munni hevurt tú fullkomnað tær lovprísan?

17 ¶ Og hann fór frá teimum, og fór út úr staðinum inn í Bethániu; og hann helt til har.

18 Men um morgunin, sum hann kom aftur inn í staðin, hungraði hann.

19 Og tá ið hann sá eitt fikutræ á vegnum, kom hann til tað, og fann einkið hará, men bara bløð, og segði við tað, Eingin frukt vaksi á tær hiðanframeftir um ævir. Og í stundini følnaði fikutræið burtur.

20 Og tá ið lærusveinarnir sóu tað, undraðust teir, og søgdu, Hvør skjótt er fikutræið følnað burtur!

21 Jesus svaraði og segði við teir, Sanniliga sigi eg tykkum, Um tit havi trúgv, og ivist ei, skulu tit ikki bara gera hetta sum er gjørt við fikutræið, men eisini um tit siga við hetta fjallið, Veri tú flutt, og veri tú kastað í havið; skal tað verða gjørt.

22 Og øll ting, hvørjisumhelst tit umbiðja í bøn, trúgvandi, tit skulu móttaka tey.

23 ¶ Og tá ið hann var komin inn í templið, komu teir fremstu prestarnir og hinir elstu fólksins at honum, sum hann frálærdi, og søgdu, Við hvørjum myndugleika gert tú hesi tingini? og hvør gav tær henda myndugleika?

24 Og Jesus svaraði og segði við teir, Eg vil eisini spyrja tykkum eitt ting, sum, um tit sigi mær, so vil eg á líkan hátt siga tykkum við hvørjum myndugleika eg geri hesi tingini.

25 Dópur Jóhannesar, hvaðani var hann? frá himni, ella av monnum? Og teir umhugsaðu seg við sær sjálvum, ogsøgdu, Um vit skulu siga, Frá himni; so vil hann siga við okkum, Hví trúðu tit honum so ikki?

26 Men um vit skulu siga, Av monnum; so óttast vit fólkið; tí at øll halda Jóhannes sum ein prophet.

27 Og teir svaraðu Jesusi, og søgdu, Vit kunnu ikki siga. Og hann segði við teir, Eiheldur sigi eg tykkum við hvørjum myndugleika eg geri hesi tingini.

28 ¶ Men hvat halda tit? Ein ávísur maður hevði tveir synir; og hann kom til hin fyrra, og segði, Sonur, far og virka í dag í mínum víngarði.

29 Hann svaraði og segði, Eg vil ikki: men síðan iðraði hann seg, og fór.

30 Og hann kom til hin seinna, og segði somuleiðis. Og hann svaraði og segði, Eg fari, harri: og fór ikki.

31 Hvør av teim báðum gjørdi vilja faðirs síns? Teir siga við hann, Hin fyrri. Jesus sigur við teir, Sanniliga sigi eg tykkum, At tollararnir og skøkjurnar fara inn í kongadømi Guðs undan tykkum.

32 Tí Jóhannes kom til tykkara á rættvísis vegnum, og tit trúðu honum ikki: men tollararnir og skøkjurnar trúðu honum: og tit, tá ið tit høvdu sæð tað, vendu ikki um aftaná, at tit máttu trúð honum.

33 ¶ Hoyrið eina aðra dømisøgu: Tað var ein ávísur húsbóndi, sum plantaði víngarð, og girdi hann runt umkring, og gróv eina vínpersu í honum, og bygdi eitt torn, og leigaði hann út til víngarðsmenn, og fór inn í eitt fjarlagið land:

34 Og tá ið fruktartíðin nærkaðist, sendi hann sínar tænarar til víngarðsmenninar, at teir máttu taka ímóti fruktunum av honum.

35 Og víngarðsmenninir tóku hansara tænarar, og bardu ein, og drópu ein annan, og steinaðu ein annan.

36 Aftur sendi hann aðrar tænarar, fleiri enn teir fyrstu: og teir gjørdu við teir líkaleiðis.

37 Men síðst av øllum sendi hann sín son til teirra, og segði, Teir vilja virða son mín.

38 Men tá ið víngarðsmenninir sóu sonin, søgdu teir sín ámillum, Hetta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, og latum okkum leggjast á arv hansara.

39 Og teir fangaðu hann, og kastaðu hann út úr víngarðinum, og vógu hann.

40 Tá ið tí harrin av víngarðinum kemur, hvat vil hann gera við teir víngarðsmenninar?

41 Teir siga við hann, Hann vil herviliga týna hasum vondu monnunum, og vil leiga út øðrum víngarðsmonnum víngarð sín, sum skulu veita honum fruktirnar í sínum tíðum.

42 Jesus sigur við teir, Lósu tit aldri í skriftunum, Steinurin, ið smiðirnir vrakaðu, hin sami er vorðin høvuðs hornsteinurin: hetta er gerningur Harrans, og tað er undrunarvert í eygum várum?

43 Tí sigi eg tykkum, Kongadømi Guðs skal verða tikið frá tykkum, og givið eini tjóð sum ber fram tess ávøkstir.

44 Og hvørsumhelst fellur á henda stein, skal sorast: men á hvønnsumhelst hann skal falla, hann vil hann mylja til støv.

45 Og tá ið fremstu prestarnir og Phariseararnir høvdu hoyrt hansara dømisøgur, varnaðust teir at hann talaði um teir.

46 Men tá ið teir søktu at leggja hendur á hann, óttaðust teir mannfjøldina, tí at tey tóku hann fyri ein prophet.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 22

.

Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra við dømisøgum, og segði,

2 Kongadømi himins er líkt ávísum kongi, sum gjørdi brúdleyp fyri syni sínum,

3 Og sendi út sínar tænarar at rópa teir, ið vórðu bodnir, til brúdleypið: og teir vildu ikki koma.

4 Aftur sendi hann fram aðrar tænarar, og segði, Sigið teimum ið eru bodnir, Sí, eg havi fyrireikað mína máltíð: mínir oksar og gøðingarkálvar eru dripnir, og øll ting eru tilreiðar: komið í brúdleypið.

5 Men teir hildu hánt um tað, og fóru sínar vegir, ein í sín garð, ein annar í sín handil:

6 Og leivdin tók hansara tænarar, og fór illviljandi við teimum, og vá teir.

7 Men tá ið kongurin hoyrdi um hetta, varð hann vreiður: og hann sendi fram síni herlið, og oyddi hasar myrðararnar, og brendi upp teirra stað.

8 Tá sigur hann við tænarar sínar, Brúdleypið er tilreiðar, men teir, ið vórðu bodnir, vóru ikki verdir.

9 Farið tit tí út á alfaravegirnar, og so mongum, ið tit skulu hitta, bjóðið til brúdleypið.

10 So teir tænararnir fóru út á alfaravegirnar, og savnaðu saman allar, so mangar sum teir funnu, bæði ringar og góðar: og brúdleypið varð búgvið við gestum.

11 ¶ Og tá ið kongurin kom inn at síggja gestirnar, sá hann har ein mann sum ikki var ílatin brúdleypsklæði:

12 Og hann sigur við hann, Vinur, hvussu komst tú inn higar, ei havandi brúdleypsklæði? Og hann var málbundin.

13 Tá segði kongurin við tænararnar, Bindið hann hond og fót, og takið hann burtur, og kastið hann í ytra myrkur; har skal vera grátur og tannagrísl.

14 Tí at mangir eru kallaðir, men fáir útvaldir.

15 ¶ Tá fóru Phariseararnir, og hildu ráð, hvussu teir máttu fløkt hann í hansara talu.

16 Og teir sendu út til hansara sínar lærusveinar við Heródiarunum, sigandi, Meistari, vit vita at tú ert sannur, og lærirt Guðs veg í sannleika, eiheldur leggurt tú í nakran mann: tí at tú gevurt ikki gætur eftir persóni manna.

17 Sig okkum tí, hvat meinart tú? Er tað lógligt at lata Cæsari íkast, ella ikki?

18 Men Jesus varnaðist teirra vondsku, og segði, Hví freista tit meg, tykkara hyklarar?

19 Sýnið mær íkast peningin. Og teir fingu honum ein denar.

20 Og hann sigur við teir, Hvørs mynd og áskrift er hetta?

21 Teir siga við hann, Cæsars. Tá sigur hann við teir, Rindið tí Cæsari tingini sum eru Cæsars; og Guði tingini sum eru Guðs.

22 Tá ið teir høvdu hoyrt hesi orðini, undraðust teir, og fóru frá honum, og fóru sín veg.

23 ¶ Hin sama dag komu til hansara Sadduceeararnir, sum siga at eingin uppreisn er, og spurdu hann,

24 Og søgdu, Meistari, Móses segði, Um maður doyggi, havandi eingi børn, so skal bróðir hansara giftast við konu hansara, og reisa upp bróður sínum sáð.

25 Nú vóru tað hjá okkum sjey brøður: og hin fyrsti, tá ið hann hevði gift seg við konu, andaðist, og, havandi einkið avkom, eftirlæt bróður sínum konu sína:

26 Somuleiðis eisini hin annar, og hin triðji, at tí sjeynda.

27 Og síðst av øllum doyði kvinnan eisini.

28 Í uppreisnini, hvørs kona skal hon tí vera av teimum sjey? tí at teir allir høvdu hana.

29 Jesus svaraði og segði við teir, Tit fara skeivir, ei kennandi skriftirnar, eiheldur Guðs mátt.

30 Tí at í uppreisnini hvørki giftast tey, ella verða givin í giftu, men eru eins og einglar Guðs í himni.

31 Men hvat varðar uppreisnina av teimum deyðu, hava tit ikki lisið tað sum varð talað til tykkum av Guði, sigandi,

32 Eg eri Guð Ábrahams, og Guð Ísaaks, og Guð Jákups? Guð er ikki Guð teirra deyðu, men teirra livandi.

33 Og tá ið mannfjøldin hoyrdi hetta, vórðu tey ovfarin yvir hansara doktrinu.

34 ¶ Men tá ið Phariseararnir høvdu hoyrt at hann hevði tept Sadduceeararnar, vóru teir savnaðir saman.

35 Ein av teimum, sum var ein lógkønur, spurdi hannein spurning, freistandi hann, og segði,

36 Meistari, hvørt er hitt stóra boðið í lógini?

37 Jesus segði við hann, Tú skalt elska Harran tín Guð við øllum tínum hjarta, og við allari tíni sál, og við øllum tínum huga.

38 Hetta er tað fyrsta og stóra boðið.

39 Og hitt annað er líkt tí, Tú skalt elska tín næsta sum sjálvan teg.

40 Á hesum báðum boðum hongur øll lógin og prophetarnir.

41 ¶ Meðan Phariseararnir vóru savnaðir saman, spurdi Jesus teir,

42 Og segði, Hvat halda tit um Christ? hvørs sonur er hann? Teir siga við hann, Sonur Dávids.

43 Hann sigur við teir, Hvussu kallar Dávid hann tá í anda Harra, og sigur,

44 HARRIN segði við Harra mín, Sit tú við mína høgru hond, til eg geri tínar fíggindar til fótskammul tín?

45 Um Dávid tá kalli hann Harra, hvussu er hann sonur hansara?

46 Og eingin var førur fyri at svara honum eitt orð aftur, eiheldur tordi nakar frá tí degi fram at spyrja hann nakrar fleiri spurningar.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 23

.

Tá talaði Jesus til mannfjøldina, og til sínar lærusveinar,

2 Og segði, Teir skriftlærdu og Phariseararnir sita í stóli Mósesar:

3 Øllum, hvørjumsumhelst teir tí bjóða tykkum at geva ans eftir, gevið ans eftir tí og gerið tað; men gerið ikki eftir verkum teirra: tí at teir siga, og gera ikki.

4 Tí at teir binda tungar byrðar og ringar at verða bornar, og leggja tær á herðarnar hjá monnum; men sjálvir vilja teir ikki flyta tær við einum fingri sínum.

5 Men øll síni verk gera teir fyri at verða sæddir av monnum: teir gera breiðar sínar minnisreimar, og vaksa um kantarnar á sínum klæðum,

6 Og elska tey ovastu sætini í veitslum, og fremstu sessirnar í sýnagogunum,

7 Og heilsanir á torgunum, og at verða kallaðir av monnum, Rabbi, Rabbi.

8 Men verðið ikki tit kallaðir Rabbi: tí at ein er tykkara Meistari, enntá Christus; og allir tit eru brøður.

9 Og kallið ongan mann tykkara faðir á foldum: tí at ein er tykkara Faðir, sum er í himni.

10 Eiheldur verðið tit kallaðir meistarar: tí at ein er tykkara Meistari, enntá Christus.

11 Men hann, sum er størstur tykkara millum, skal vera tykkara tænari.

12 Og hvørsumhelst man upp hevja seg, skal lækkast; og hann ið man eyðmýkja seg, skal upp hevjast.

13 ¶ Men vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarar! tí at tit lata aftur kongadømi himins ímóti monnum: tí hvørki ganga tit inn sjálvir, eiheldur loyva tit teimum, sum eru ávegis at fara inn, at fara inn.

14 Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarar! tí at tit oyðeta húsini hjá einkjum, og á kvamsvís halda langa bøn: tí skulu tit fáa tess størri heldøming.

15 Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarar! tí at tit ferðast um sjógv og land fyri at gera ein prosilýt, og tá ið hann er gjørdur, gera tit hann til tvífalt størri helvitis barnið enn tit sjálvir eru.

16 Vei tykkum, tykkara blindu vegleiðarar, sum siga, Hvørsumhelst svør við templið, tað er einkið; men hvørsumhelst svør við gullið av templinum, hann er ein skuldnari!

17 Tykkara dárar og blindu: tí at hvørt er størri, gullið, ella templið sum halgar gullið?

18 Og, Hvørsumhelst svør við altarið, tað er einkið; men hvørsumhelst svør við gávuna sum er uppiá tí, hann er sekur.

19 Tykkara dárar og blindu: tí at hvørt er størri, gávan, ella altarið sum halgar gávuna?

20 Hvøriðso tí svør við altarið, svør við tað, og við øll ting hará.

21 Og hvøriðso svør við templið, svør við tað, og við hann ið býr harí.

22 Og hann ið svør við himin, svør við hásæti Guðs, og við hann ið situr hará.

23 Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarar! tí at tit gjalda tíggjund av myntu og anisurt og kumman, og hava útilatið tyngru málini av lógini, dóm, miskunn, og trúgv: hesi áttu tit at hava gjørt, og ikki at latið hitt eftir ógjørt.

24 Tykkara blindu vegleiðarar, sum síla eftir mýggjabita, og gloypa kameli.

25 Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarar! tí at tit gera reina útsíðuna av bikarinum og fatinum, men innaní eru tey full av peninganoyðslu og óhógvi.

26 Tín blindi Phariseari, reinsa fyrst tað sum er innan í bikarinum og fatinum, at útsíðan á teimum má verða rein eisini.

27 Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarar! tí tit eru líkir hvíttaðum gravhýsum, sum víst sýnast vøkur útvortis, men innan eru full av deydningabeinum, og av allari óreinsku.

28 Enntá soleiðis eisini sýnast tit rættvísir fyri monnum útvortisliga, men innan eru tit fullir av hykli og misgerð.

29 Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarar! tí at tit byggja gravirnar hjá prophetunum, og prýða gravhýsini hjá teimum rættvísu,

30 Og siga, Um vit høvdu verið uppi á fedra vára døgum, høvdu vit ikki verið luttakarar við teimum í blóðinum av prophetunum.

31 Hvørsvegna tit eru tykkum sjálvum vitnir, at tit eru børnini at teimum ið drópu prophetarnar.

32 Fyllið tit tá upp mátið hjá tykkara fedrum.

33 Tykkara høggormar, tykkara avkom av eiturormum, hvussu kunnu tit komast undan helvitis heldøming?

34 ¶ Hvørsvegna, sí, eg sendi tykkum prophetar, og vísmenn, og skriftlærdar: og summar av teimum skulu tit drepa og krossfesta; og summar av teimum skulu tit húðfletta í tykkara sýnagogum, og søkja at teimum frá staði til stað:

35 At yvir tykkum má koma alt tað rættvísa blóðið, úthelt á jørðina, frá blóði rættvísa Ábels at blóði Zachariasar Barachiasar sonar, sum tit vógu ímillum templið og altarið.

36 Sanniliga sigi eg tykkum, Allir hesir lutir skulu koma yvir hesa ætt.

37 O Jerusalem, Jerusalem, sum drepurt prophetarnar, og steinart teir sum eru sendir til tín, hvør ofta vildi eg savnað tíni børn saman, júst sum ein høna savnar sínar ungar undir sínar veingir, og tit vildu ikki!

38 Sí, tykkara hús verður eftirlatið tykkum oyði.

39 Tí eg sigi tykkum, Tit skulu ikki síggja meg hiðanífrá, til tit skulu siga, Vælsignaður er hann ið kemur í navni Harrans.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 24

.

Og Jesus fór út, og fór avstað frá templinum: og hansara lærusveinar komu til hansara fyri at sýna honum bygningar tempulsins.

2 Og Jesus segði við teir, Síggja tit ikki øll hesi tingini? sanniliga sigi eg tykkum, Tað skal ikki verða eftirlatin her ein steinur uppiá øðrum, sum ikki skal verða kastaður niður.

3 ¶ Og sum hann sat uppiá Olivinfjallinum, komu lærusveinarnir til hansara einsærisligani, og søgdu, Sig okkum, nær skulu hesi tingini verða? og hvat verður tekinið um tína komu, og um veraldar enda?

4 Og Jesus svaraði og segði við teir, Verið varnir at eingin maður villleiði tykkum.

5 Tí mangir skulu koma í navni mínum, og siga, Eg eri Christus; og skulu villleiða mangar.

6 Og tit skulu hoyra um kríggj og graml um kríggj: síggið til at tit órógvist ikki: tí at øll hesi tingini mugu henda, men endin er ikki enn.

7 Tí at tjóð skal rísa ímóti tjóð, og kongadømi ímóti kongadømi: og verða skulu hungursneyðir, og drepsóttir, og jarðskjálvtar, á ymsum støðum.

8 Øll hesi eru byrjanin til føðingarsorgir.

9 Tá skulu teir geva tykkum upp til at verða pínslaðar, og skulu drepa tykkum: og tit skulu verða hataðir av øllum tjóðum fyri navns míns skuld.

10 Og tá skulu mangir fáa meinboga, og skulu svíkja hvør annan, og skulu hata hvør annan.

11 Og mangir falskir prophetar skulu koma upp, og skulu villleiða mong.

12 Og av tí at misgerð skal ýa, skal kærleikin hjá mongum kólna.

13 Men hann, ið heldur út til endan, hin sami skal verða frelstur.

14 Og hesin gleðiboðskapur kongadømisins skal prædikast í øllum heiminum til ein vitnisburð fyri øllum tjóðum; og so skal endin koma.

15 Tá ið tit tí síggja andstygd oyðingarinnar, sum varð talað um av Dánieli propheti, standa í tí heilaga plássinum, (hvøriðso lesur, hann skilji:)

16 Tá lat tey, sum verði seg í Judæu, flýggja til fjallanna:

17 Lat hann, sum er á tekjuni, ikki koma niður at taka nakað ting út úr húsi sínum:

18 Eiheldur lat hann, sum er á markini, venda tilbakar aftur at taka síni klæðir.

19 Og vei teimum sum eru við barn, og teimum ið geva at súgva í teimum døgum!

20 Men biðjið um, at tykkara flótti verði ikki um veturin, eiheldur á sabbatsdegnum:

21 Tí at tá skal vera mikil trongd, slík sum ikki var síðan veraldar byrjan til hesa tíð, nei, eiheldur nakrantíð skal verða.

22 Og uttan teir dagarnir høvdu verðið styttir, hevði einkið kjøt verðið frelst: men fyri hinna útvøldu skyld skulu teir dagarnir verða styttir.

23 Um onkur tá sigur við tykkum, Sí, her er Christus, ella har; trúgvið ikki.

24 Tí at tað skulu rísa falskir Christar, og falskir prophetar, og skulu sýna mikil tekin og undur; so mikið, at um tað vargjørligt, skulu teir villleiða sjálvar hinar útvøldu.

25 Sí, eg havi sagt tykkum frammanundan.

26 Hvørsvegna um teir skulu siga við tykkum, Sí, hann er í oyðimørkini; farið ikki fram: sí, hann er í loynikømrunum; trúgvið ikki.

27 Tí at eins og snarljósið kemur úr eystri, og lýsir heilt í vestur; soleiðis skal eisini koma Menniskjusonarins verða.

28 Tí hvarsumhelst ræið er, har vilja ørnirnar flykkjast.

29 ¶ Við tað sama eftir trongdina av teimum døgum skal sólin verða myrkjað, og mánin skal ikki geva skin sítt, og stjørnurnar skulu falla av himni, og himnanna kreftur skulu verða skakaðar:

30 Og tá skal tekin Menniskjusonarins birtast í himni: og tá skulu allar jarðarinnar ættargreinir harmast, og tey skulu síggja Menniskjusonin koma í skýggjum himins við mátti og miklari dýrd.

31 Og hann skal senda sínar einglar við miklum lúðursljóði, og teir skulu savna saman hans útvaldu frá teimum fýra vindunum, frá einum enda av himni til hin.

32 Men lærið eina dømisøgu av fikutrænum; Tá ið grein tess enn er bleyt, og skjýtur fram bløð, vita tit at summar erí nánd:

33 So líkaleiðis tit, tá ið tit síggja øll hesi ting, vitið at tað er nær, enntá við dyrnar.

34 Sanniliga sigi eg tykkum, Henda ætt skal ikki ganga undir, til øll hesi ting verði uppfylt.

35 Himin og jørð skulu ganga undir, men míni orð skulu ikki ganga undir.

36 ¶ Men um tann dag og tíma veit eingin maður, nei, ikki einglar himins, men eina Faðir mín.

37 Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma Menniskjusonarins verða.

38 Tí at eins og í døgunum ið vóru frammanundan flóðini, tey ótu og drukku, giftust og góvu í giftu, inntil tann dag ið Nói fór inn í ørkina,

39 Og vitstu ikki fyrrenn flóðin kom, og tók tey øll burtur; soleiðis skal eisini koma Menniskjusonarins verða.

40 Tá skulu tveir vera á markini; tann eini verður tikin, og hin latin eftir.

41 Tvær kvinnur skulu mala á kvørnini; tann eina verður tikin, og hin latin eftir.

42 ¶ Vakið tí: tí at tit vita ikki hvønn tíma Harri tykkara kemur.

43 Men vitið hetta, at um húsbóndin hevði vitað í hvørji økt tjóvurin fór at koma, so hevði hann havt vakt, og hevði ikki havt loyvt sítt hús at verðið brotið upp.

44 Verið tit tí eisini tilreiðar: tí at í slíkum tíma sum tit ikki halda, kemur Menniskjusonurin.

45 Hvør er so ein trúgvur og vísur tænari, sum harri hansara hevur gjørt til stjórnara yvir sínum húshaldi, at geva teimum mat í rættari tíð?

46 Vælsignaður er tann tænari, sum harri hansara, tá ið hann kemur, skal finna soleiðis gerandi.

47 Sanniliga sigi eg tykkum, At hann skal gera hann til stjórnara yvir øllum sínum góðsi.

48 Men og um hin óndi tænari skal siga í sínum hjarta, Mín harri drálar við síni komu;

49 Og skal byrja at sláa sínar samtænarar, og at eta og drekka við teimum druknu;

50 skal harrin hjá tí tænara koma í einum degi tá ið hann ikki væntar eftir honum, og í einum tíma sum hann ikki er varur við,

51 Og skal høgga hann sundur, og tilskila honum hansara skamt við hyklarunum: har skal vera grátur og tannagrísl.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 25

.

Tá skal kongadømi himins verða líknað við tíggju jomfrýr, sum tóku lampur sínar, og fóru út at møta brúðgóminum.

2 Og fimm teirra vóru vísar, og fimm vóru dársamar.

3 Tær, sum vóru dársamar, tóku lampur sínar, og tóku onga olju við sær:

4 Men tær vísu tóku olju í sínum konnum saman við lompum sínum.

5 Meðan brúðgómurin drálaði, durvaðu tær allar og svóvu.

6 Og við midnátt varð róp gjørt, Sí, brúðgómurin kemur; farið út at møta honum.

7 Tá risu allar tær jomfrýrnar, og trimmaðu lampur sínar.

8 Og tær dársomu søgdu við tær vísu, Gevið okkum av olju tykkara; tí at okkara lampur eru slóknaðar.

9 Men tær vísu svaraðu, og søgdu, Ikki so; at ikki tað ikki skal verða nóg mikið hjá okkum og tykkum: men farið tit heldur til teirra sum selja, og keypið tykkum sjálvum.

10 Og meðan tær fóru at keypa, kom brúðgómurin; og tær, sum vóru búnar, fóru inn við honum til brúdleypið: og hurðin varð latin aftur.

11 Síðan komu eisini hinar jomfrýrnar, og søgdu, Harri, Harri, lat upp fyri okkum.

12 Men hann svaraði og segði, Sanniliga sigi eg tykkum, Eg kenni tykkum ikki.

13 Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman sum Menniskjusonurin kemur í.

14 ¶ Tí at kongadømi himins er eins og maður, sum ferðaðist í fjarlagt land, sum kallaði sínar egnu tænarar, og fekk teimum góðs sítt.

15 Og einum gav hann fimm talentir, øðrum tvær, og øðrum eina; hvørjum manni eftir hansara førimuni fyri seg; og tók beinanvegin sína ferð.

16 Tá fór hann, sum hevði móttikið tær fimm talentirnar, og handlaði við teimum somu, og gjørdi tær til aðrar fimm talentir.

17 Og somuleiðis hann, sum hevði móttikið tvær, eisini hann vann aðrar tvær.

18 Men hann, sum hevði móttikið eina, fór og gróv í jørðina, og fjaldi pening harra síns.

19 Eftir langa tíð kemur harrin hjá teim tænarunum, og roknar upp við teir.

20 Og so kom hann, sum hevði móttikið fimm talentir, og førdi aðrar fimm talentir, og segði, Harri, tú fekst mær fimm talentir: sí, eg havi vunnið umframt tær fimm talentir afturat.

21 Harri hansara segði við hann, Væl gjørt, góði og trúgvi tænari: tú hevurt verið trúgvur yvir fáum tingum, eg vil gera teg til stjórnara yvir mongum tingum: gakk tú inn til frøi harra tíns.

22 Eisini hann, sum hevði móttikið tvær talentir, kom og segði, Harri, tú fekst mær tvær talentir: sí, eg havi vunnið tvær aðrar talentir umframt tær.

23 Harri hansara segði við hann, Væl gjørt, góði og trúgvi tænari; tú hevurt verið trúgvur yvir fáum tingum, eg vil gera teg til stjórnara yvir mongum tingum: gakk tú inn til frøi harra tíns.

24 So kom hann, sum hevði móttikið ta einu talentina, og segði, Harri, eg kendi teg, at tú ert ein harður maður, sumheystart inn har tú ei hevurt sáað, og savnart har tú ei hevurt stroytt:

25 Og eg var ræddur, og fór og fjaldi talentina hjá tær í jørðini: sí, har hevurt tú tað ið títt er.

26 Harri hansara svaraði og segði við hann, Tín vondi og lati tænari, tú vitstirt at eg heysti inn har eg ikki sáaði, og savni saman har eg ei havi stroytt:

27 Tú áttirt tí at havt latið mín pening til vekslararnar, og við mína komu skuldi eg fingið mítt egna við rentu.

28 Takið tí talentina frá honum, og gevið hana til hansara sum hevur tíggju talentir.

29 Tí hvørjum tí, sum hevur, skal verða givið, og hann skal hava yvirflóð: men frá honum, sum ikki hevur, skal verða tikið burtur sjálvt tað sum hann hevur.

30 Og kastið ónýta tænaran í ytra myrkur: har skal vera grátur og tannagrísl.

31 ¶ Tá ið Menniskjusonurin kemur í síni dýrd, og allir teir heilagu einglarnir við honum, tá skal hann sita uppiá hásætinum av síni dýrd:

32 Og frammi fyri honum skulu vera savnaðar allar tjóðir: og hann skal skilja tær eina frá aðrari, eins og ein hirði skilirsínar seyðir frá geitunum:

33 Og hann skal seta seyðin við sína høgru hond, men geitirnar við ta vinstru.

34 Tá skal Kongurin siga við teir við sína høgru hond, Komið, tit vælsignaðu hjá Faðir mínum, arvið kongadømið tað, sum varð fyrireikað tykkum frá grundlegging heimsins:

35 Tí at eg var ein hungraður, og tit góvu mær mat: eg var tyrstur, og tit góvu mær drekka: eg var ein fremmandur, og tit tóku meg inn:

36 Nakin, og tit klæddu meg: eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg: eg var í fongsli, og tit komu til mín.

37 Tá skulu teir rættvísu svara honum, og siga, Harri, nær sóu vit teg ein hungraðan, og mataðu teg? ella tyrstan, og góvu tær drekka?

38 Nær sóu vit teg ein fremmandan, og tóku teg inn? ella naknan, og klæddu teg?

39 Ella nær sóu vit teg sjúkan, ella í fongsli, og komu til tín?

40 Og Kongurin skal svara og siga við teir, Sanniliga sigi eg tykkum, So framt sum tit hava gjørt tað móti einum av teim minstu av hesum brøðrum mínum, so hava tit gjørt tað móti mær.

41 Tá skal hann eisini siga við teir við hina vinstru hond, Farið burtur frá mær, bannaðu tit, inn í ævigtvarandi eld, fyrireikaður djevlinum og einglum hansara:

42 Tí at eg var ein hungraður, og tit góvu mær ongan mat: eg var tyrstur, og tit góvu mær einkið drekka:

43 Eg var ein fremmandur, og tit tóku meg ikki inn: nakin, og tit klæddu meg ikki: sjúkur, og í fongsli, og tit vitjaðu meg ikki.

44 Tá skulu teir eisini svara honum, og siga, Harri, nær sóu vit teg ein hungraðan, ella tyrstan, ella ein fremmandan, ella naknan, ella sjúkan, ella í fongsli, og tæntu tær ikki?

45 Tá skal hann svara teimum, og siga, Sanniliga sigi eg tykkum, So framt sum tit ikki gjørdu tað móti einum av teim minstu av hesum, so gjørdu tit tað ikki móti mær.

46 Og hesir skulu fara burt inn í ævigtvarandi revsing: men teir rættvísu inn í ævigt lív.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 26

.

Og tað bar á, tá ið Jesus hevði endað allar hesar útsagnir, segði hann við lærusveinar sínar,

2 Tit vita, at eftir tveir dagar er umleypshátíðin, og Menniskjusonurin verður svikin til tess at verða krossfestur.

3 Tá savnaðu seg saman teir fremstu prestarnir, og teir skriftlærdu, og teir elstu fólksins, til borgina hjá høvuðsprestinum, sum kallaðist Cajafas,

4 Og løgdu ráð, at teir við sniðfundni máttu tikið Jesus, og drepa hann.

5 Men teir søgdu, Ikki á hátíðardegnum, at ikki tað verði eitt uppstig millum fólkið.

6 ¶ Men tá ið Jesus var í Bethániu, í húsinum hjá Símuni tí spitalska,

7 Kom til hansara ein kvinna, sum hevði alabastur krukku við sera dýrabærari salvu, og helti hana á høvur hansara, sum hann sat til matar.

8 Men tá ið hansara lærusveinar sóu tað, høvdu teir harmavreiði, og søgdu, Til hvat endamál er henda burturspilling?

9 Tí henda salva kundi havt verðið seld fyri nógv, og givið teimum fátøku.

10 Tá ið Jesus fataði tað, segði hann við teir, Hví órógva tit kvinnuna? tí hon hevur virkað eina góða gerð á meg.

11 Tí at tit hava tey fátøku hjá tykkum altíð; men meg hava tit ikki altíð.

12 Tí at við tað at hon hevur helt hesa salvu á mítt likam, so gjørdi hon tað til jarðan mína.

13 Sanniliga sigi eg tykkum, Hvarsumhelst hesin gleðiboðskapur skal prædikast í øllum heiminum, har skal eisini hetta, sum henda kvinna hevur gjørt, verða sagt frá til eitt minni um hana.

14 ¶ Tá fór ein av teimum tólv, sum kallaðist Judas Iscarjot, til fremstu prestarnar,

15 Og segði við teir, Hvat vilja tit geva mær, og eg vil geva hann upp til tykkara? Og teir sáttmálaðust við hann fyri tríati stykkir av silvuri.

16 Og frá tí tíðini søkti hann høvi til at svíkja hann.

17 ¶ Men hin fyrsta dagin av hátíðini av ósúrgaðum breyði komu lærusveinarnir til Jesus, og søgdu við hann, Hvar vilt tú at vit tilreiða tær at eta umleypið?

18 Og hann segði, Farið inn í staðin til tann og tann mannin, og sigið við hann, Meistarin sigur, Mín tíð er við hond; eg vil halda umleypið í tínum húsi við lærusveinum mínum.

19 Og lærusveinarnir gjørdu eins og Jesus hevði fyriskipað teimum; og teir gjørdu umleypið tilreiðar.

20 Men tá ið kvøldið var komið, settist hann niður við teimum tólv.

21 Og sum teir ótu, segði hann, Sanniliga sigi eg tykkum, at ein tykkara skal svíkja meg.

22 Og teir vórðu avbera syrgnir, og tóku hvør av teimum at siga við hann, Harri, er tað eg?

23 Og hann svaraði og segði, Hann, ið dyppar sína hond við mær í fatið, hin sami skal svíkja meg.

24 Menniskjusonurin fer, eins og skrivað stendur um hann: men vei tí manni sum Menniskjusonurin verður svikin av! tað hevði verið gott hjá tí manni, um hann ikki hevði verðið føddur.

25 Tá svaraði Judas, sum sveik hann, og segði, Meistari, er tað eg? Hann segði við hann, Tú hevurt sagt.

26 ¶ Og sum teir ótu, tók Jesus breyð, og vælsignaði tað, og breyt tað, og gav lærusveinunum tað, og segði, Takið, etið; hetta er likam mítt.

27 Og hann tók bikarið, og veitti tøkkir, og gav teimum tað, og segði, Drekkið allir av tí;

28 Tí hetta er blóð mítt hins nýggja testamentis, sum verður úthelt fyri mangar til eftirgeving syndanna.

29 Men eg sigi tykkum, Eg vil ikki hiðanífrá drekka av hesi frukt víntræsins, inntil tann dag tá ið eg drekki hana nýggja við tykkum í kongadømi Faðirs míns.

30 Og tá ið teir høvdu sungið ein lovpsálm, fóru teir út á Olivinfjallið.

31 Tá sigur Jesus við teir, Allir skulu tit fáa meinboga mína vegna hesa nátt: tí skrivað stendur, Eg vil sláa hirðan, og seyðurin av fylginum skal verða spjaddur umkring.

32 Men eftir at eg eri risin upp aftur, vil eg fara undan tykkum til Galileu.

33 Pætur svaraði og segði við hann, Tó at so allir menn fáa meinboga tína vegna, vil eg aldri fáa meinboga.

34 Jesus segði við hann, Sanniliga sigi eg tær, At hesa nátt, áður enn hanin gali, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.

35 Pætur segði við hann, Tó at eg skuldi doyð við tær, tó vil eg ikki avnokta teg. Somuleiðis søgdu eisini allir lærusveinarnir.

36 ¶ Tá kemur Jesus við teimum at einum plássi, kallað Gethsemane, og sigur við lærusveinarnar, Setist tit her, meðan eg fari og biði har yviri.

37 Og hann tók við sær Pætur og teir báðar Zebedeeusar synir, og byrjaði at verða syrgin og sera tungur.

38 Tá sigur hann við teir, Mín sál er avbera sorgarfull, heilt at deyða: verðið her, og vakið við mær.

39 Og hann fór eitt sindur longur, og fell á sítt andlit, bað, og segði, O Faðir mín, um tað veri gjørligt, lat hetta bikar fara um meg: kortini ikki sum eg vil, men sum tú vilt.

40 Og hann kemur til lærusveinarnar, og finnur teir sovandi, og sigur við Pætur, Hvat, kundu tit ikki vaka við mær ein tíma?

41 Vakið og biðjið, at tit fari ikki inn í freisting: víst er andin villigur, men kjøtið er veikt.

42 Hann fór burtur aftur fyri aðru ferð, bað, og segði, O Faðir mín, um hetta bikar mái ikki fara burtur frá mær, uttan eg tað drekki, verði gjørdur vilji tín.

43 Og hann kom og fann teir aftur sovandi: tí at eygu teirra vóru tung.

44 Og hann fór frá teimum, og fór avstað aftur, og bað fyri triðju ferð, og segði somu orðini.

45 Tá kemur hann til sínar lærusveinar, og sigur við teir, Sovið nú víðari, og heintið hvíld tykkara: sí, tímin er í nánd, og Menniskjusonurin verður svikin inn í hendurnar á syndarum.

46 Reisist, latum okkum fara: sí, hann er í nánd ið svíkur meg.

47 ¶ Og meðan hann enn talaði, sí, kom Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein mikil fjøld við svørðum og stavum, frá teimum fremstu prestunum og fólksins elstu.

48 Men hann ið sveik hann gav teimum eitt tekin, og segði, Hvønnsumhelst eg kyssi, hin sami er hann: haldið honum fast.

49 Og við tað sama kom hann til Jesus, og segði, Heilur og sælur, meistari; og kysti hann.

50 Og Jesus segði við hann, Vinur, hví ert tú komin? Tá komu teir, og løgdu hendur á Jesus, og tóku hann.

51 Og sí, ein av teimum, ið vóru við Jesusi, rætti út sína hond, og dró svørð sítt, og sló ein tænara hjá høvuðsprestinum, og hjó oyra hans av.

52 Tá segði Jesus við hann, Set upp aftur svørð títt í pláss hans: tí at allir teir, ið taka til svørðið, skulu týnast við svørðinum.

53 Heldurt tú, at eg ikki nú kann biðja til Faðir mín, og hann skal í stundini geva mær meira enn tólv legiónir av einglum?

54 Men hvussu skulu tá skriftirnar verða uppfyltar, at soleiðis má tað verða?

55 Í teirri somu stund segði Jesus við mannfjøldirnar, Eru tit komnir út sum ímóti ránsmanni við svørðum og stavum fyri at taka meg? Eg sat dagligani hjá tykkum í templinum og frálærdi, og tit løgdu einkið hald á meg.

56 Men alt hetta varð gjørt, at prophetanna skriftir máttu verða uppfyltar. Tá yvirgóvu allir lærusveinarnir hann, og flýddu.

57 ¶ Og teir, sum høvdu lagt hald á Jesus, leiddu hann avstað til høvuðsprestin Cajafas, har teir skriftlærdu og teir elstu vóru savnaðir.

58 Men Pætur fylgdi honum langt burturifrá til borgina hjá høvuðsprestinum, og fór inn, og settist hjá tænarunum, at síggja endan.

59 Men teir fremstu prestarnir, og elstu, og alt ráðið, søktu rangan vitnisburð ímóti Jesusi, fyri at taka hann av lívi;

60 Men funnu einkið: ja, hóast mong følsk vitnir komu, funnu teir einkið. Til síðst komu tvey følsk vitnir,

61 Og søgdu, Hesin felagin segði, Eg eri mentur at oyðileggja tempul Guðs, og at byggja tað á trimum døgum.

62 Og høvuðspresturin reistist, og segði við hann, Svarart tú einkið? hvat er tað sum hesi vitna ímóti tær?

63 Men Jesus helt friði sínum. Og høvuðspresturin tók til orða og segði við hann, Eg svørji teg við hin livandi Guð, at tú sigi okkum hvørt tú veri Christus, Sonur Guðs.

64 Jesus sigur við hann, Tú hevurt sagt: men eg sigi tykkum, Hereftir skulu tit síggja Menniskjusonin sitandi við høgru hond kraftar, og komandi í skýggjum himins.

65 Tá skræddi høvuðspresturin síni klæðir, og segði, Hann hevur talað gudsspottan; hvønn víðari tørv hava vit á vitnum? sí, nú hava tit hoyrt hansara gudsspottan.

66 Hvat halda tit? Teir svaraðu og søgdu, Hann er sekur til deyða.

67 Tá spýttu teir í hans andlit, og bardu hann; og aðrir slógu hann við handalógvum sínum,

68 Og søgdu, Prophetera fyri okkum, tú Christus, Hvør er hann ið sló teg?

69 ¶ Men Pætur sat uttanfyri í borgargarðinum: og ein genta kom til hansara, og segði, Eisini tú vart við Jesusi úr Galileu.

70 Men hann noktaði frammi fyri teimum øllum, og segði, Eg veit ikki hvat tú sigurt.

71 Og tá ið hann var farin út í inngongdina, sá ein onnur terna hann, og segði við tey sum vóru har, Hesin felagin var eisini við Jesusi úr Nazareth.

72 Og aftur noktaði hann við einum eiði, Eg kenni ikki mannin.

73 Og eftir eina løtu komu til hansara teir ið stóðu hjá, og søgdu við Pætur, Víst ert tú eisini ein av teimum; tí at tín tala avdúkar teg.

74 Tá tók hann at banna og at svørja, og siga, Eg kenni ikki mannin. Og í stundini gól hanin.

75 Og Pætur mintist orðið hjá Jesusi, sum segði við hann, Áður enn hanin gali, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir. Og hann fór út, og græt beiskliga.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 27

.

Tá ið morgunin var komin, hildu allir fremstu prestarnir og fólksins elstu ráð saman ímóti Jesusi at taka hann av lívi:

2 Og tá ið teir høvdu bundið hann, leiddu teir hann avstað, og góvu hann yvir til Pontius Pilatusar, landsstjóran.

3 ¶ Judas, sum hevði svikið hann, tá ið hann sá at hann var fordømdur, iðraði seg tá, og kom aftur við teim tríati stykkjunum av silvuri til teir fremstu prestarnar og elstu,

4 Og segði, Eg havi syndað, í at eg havi svikið hitt sakleysa blóð. Og teir søgdu, Hvat er okkum um tað? sjá tú um tað.

5 Og hann tveitti niður stykkini av silvuri í templinum, og fór avstað, og fór og hongdi seg.

6 Og fremstu prestarnir tóku stykkini av silvuri, og søgdu, Tað er ikki lógligt til tess at lata tey inn í skattkamarið, av tí at tað er blóðsprísurin.

7 Og teir løgdu saman ráð, og keyptu pottamakara-akurin fyri tey, at jarða útlendingar í.

8 Hvørsvegna tann akurin varð kallaður, Blóðsakurin, at hesum degi.

9 Tá varð uppfylt tað, sum varð talað við Jeremiasi propheti, sigandi, Og teir tóku tey tríati stykkini av silvuri, prísin á honum ið varð mettur, hvønn teir av Ísraels børnum mettu;

10 Og góvu tey fyri pottamakara-akurin, so sum Harrin beyð mær.

11 Og Jesus stóð frammi fyri landsstjóranum: og landsstjórin spurdi hann, og segði, Ert tú Kongur Jødanna? Og Jesus segði við hann, Tú sigurt.

12 Og tá ið hann varð ákærdur av fremstu prestunum og teimum elstu, svaraði hann einkið.

13 Tá segði Pilatus við hann, Hoyrirt tú ikki hvussu mong ting teir vitna ímóti tær?

14 Og hann svaraði honum aldri uppá eitt orð; so mikið at landsstjórin undraðist mikilliga.

15 Men á hátíðini var landsstjórin vanur at lata fólkinum ein fanga leysan, hvønn teir vildu.

16 Og teir høvdu tá ein tiltiknan fanga, kallaðan Barabbas.

17 Tessvegna, tá ið teir vóru savnaðir saman, segði Pilatus við teir, Hvønn vilja tit at eg lati tykkum leysan? Barabbas, ella Jesus sum er kallaður Christus?

18 Tí hann vitsti, at tað var vegna øvund at teir høvdu givið hann upp.

19 ¶ Tá ið hann var setstur niður á dómarasætið, sendi kona hansara til hansara, sigandi, Hav tú einkið at gera við handa rættláta mann: tí at eg havi útstaðið mangar lutir henda dag í einum dreymi uppá grund av honum.

20 Men fremstu prestarnir og teir elstu yvirtalaðu mannfjøldina, at tey skuldu umbiðja Barabbas, og týna Jesus.

21 Landsstjórin tók til orða og segði við tey, Hvønn av teimum báðum vilja tit at eg lati tykkum leysan? Tey søgdu, Barabbas.

22 Pilatus sigur við tey, Hvat skal eg tá gera við Jesus sum er kallaður Christus? Tey siga øll við hann, Lat hann verða krossfestan.

23 Og landsstjórin segði, Hví, hvat ilt hevur hann gjørt? Men tey róptu út jú meira, og søgdu, Lat hann verða krossfestan.

24 ¶ Tá ið Pilatus sá, at hann kundi einkið nytta, men at heldur ein ófriður var komin í, tók hann vatn, og tvó sínarhendur frammi fyri mannamúgvuni, og segði, Eg eri sakleysur í blóðinum av hesum rættláta persóni: síggið tit til tess.

25 Tá svaraði alt fólkið, og segði, Hansara blóð veri á okkum, og á okkara børnum.

26 ¶ Tá læt hann teimum Barabbas leysan: og tá ið hann hevði húðflett Jesus, gav hann hann yvir til at verða krossfestan.

27 Tá tóku hermenninir hjá landsstjóranum Jesus inn í ta almennu høllina, og savnaðu at honum alt liðið av hermonnum.

28 Og teir berkaðu hann, og lótu hann í skarlaksskikkju.

29 ¶ Og tá ið teir høvdu flættað eina krúnu av tornum, settu teir hana uppá høvur hansara, og ein sevlegg í høgru hond hansara: og teir boygdu knæ fyri honum, spottaðu hann, og søgdu, Heilur og sælur, Jøda Kongur!

30 Og teir spýttu á hann, og tóku sevleggin, og slógu hann á høvdið.

31 Og eftir at teir høvdu háðað hann, tóku teir skikkjuna uttan av honum, og lótu hann í egna klædnað hans, og leiddu hann avstað at krossfesta hann.

32 Og sum teir komu út, funnu teir mann úr Cýrene, Símun at navni: hann noyddu teir at bera kross hansara.

33 Og tá ið teir vóru komnir at einum staði, kallað Golgatha, tað vil siga, eitt skallastað,

34 ¶ Góvu teir honum edik at drekka, blandað við gall: og tá ið hann hevði smakkað av tí, vildi hann ikki drekka.

35 Og teir krossfestu hann, og skiftu hansara klæðir sundur, við at kasta lutir: at tað mátti verða uppfylt, ið varð talað við prophetinum, Teir skiftu míni klæðir sundur sín ámillum, og um mín kappa teir kastaðu lutir.

36 Og teir sótu niðri, og eygleiddu hann har;

37 Og settu uppiyvir høvdi hansara ákæru hansara, skrivað, HESIN ER JESUS KONGUR JØDANNA.

38 Tá vórðu tveir ránsmenn krossfestir saman við honum, ein til høgru handar, og ein annar til vinstru.

39 ¶ Og teir ið komu framvið, skeldaðu hann út, vaggandi høvdum sínum,

40 Og søgdu, Tú sum oyðirt templið, og byggirt tað á trimum døgum, frels teg sjálvan. Um tú veri Sonur Guðs, kom niður av krossinum.

41 Somuleiðis eisini fremstu prestarnir, spottandi hann, við teimum skriftlærdu og teimum elstu, søgdu,

42 Hann frelsti onnur; seg sjálvan kann hann ikki frelsa. Um hann veri Kongur Ísraels, lat hann nú koma niður av krossinum, og vit vilja trúgva honum.

43 Hann leit á Guð; lat hann nú bjarga honum, um hann vilji hava hann: tí at hann segði, Eg eri Sonur Guðs.

44 Tjóvarnir eisini, sum vórðu krossfestir við honum, settu hitt sama at honum.

45 Men frá sætta tíma var myrkur yvir øllum landinum, at níggjunda tíma.

46 Og um níggjunda tíma rópti Jesus við harðari rødd, og segði, Eli, Eli, lama sabakthani? tað vil siga, Guð mín, Guð mín, hví hevurt tú yvirgivið meg?

47 Summir av teimum ið stóðu har, tá ið teir hoyrdu tað, søgdu, Hesin maður kallar eftir Eliasi.

48 Og beinanvegin rann ein av teimum, og tók ein svamp, og fylti hann við ediki, og setti hann á rørstav, og gav honum at drekka.

49 Restin segði, Lat vera, lat okkum sjá hvørt Elias vil koma at bjarga honum.

50 ¶ Jesus, tá ið hann aftur hevði rópt við harðari rødd, gav upp andan.

51 Og sí, forhangið av templinum varð skrætt í tvent frá ovast til niðast; og jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu;

52 Og gravirnar vórðu opnaðar; og mong likam av teimum heilagu, sum svóvu, risu upp,

53 Og komu út úr grøvunum eftir uppreisn hansara, og fóru inn í hin heilaga staðin, og birtust mongum.

54 Men tá ið herovastin, og teir sum við honum vóru, sum vaktaðu Jesus, sóu jarðskjálvtan, og teir lutir sum vórðu gjørdir, óttaðust teir stórliga, og søgdu, Sanniliga, hesin var Sonur Guðs.

55 Og mangar kvinnur vóru har, og eygleiddu langt burturi frá, sum fylgdu Jesusi úr Galileu, og tæntu fyri honum:

56 Hvørja millum vóru Maria Magdalena; og Maria, móðir Jákups og Jósesar; og móðirin at Zebedeeusar børnum.

57 Tá ið kvøldið var komið, kom ein ríkur maður úr Arimathæu, nevndur Jóseph, sum eisini sjálvur var Jesu lærusveinur:

58 Hann fór til Pilatusar, og biddaði likamið av Jesusi. Tá skipaði Pilatus likamið at verða latið.

59 Og tá ið Jóseph hevði tikið likamið, sveipaði hann tað í eitt reint línklæði,

60 Og legði tað í sína egnu nýggju grøv, sum hann hevði høgt út í klettin: og hann rullaði stóran stein til dyrnar á gravhýsinum, og fór avstað.

61 Og har vóru Maria Magdalena, og hin Maria, og sótu yvir av gravhýsinum.

62 ¶ Men næsta dagin, sum fylgdi tilreiðingardegnum, komu fremstu prestarnir og Phariseararnir saman til Pilatusar,

63 Og søgdu, Tygum, vit minnast at hasin villleiðarin segði, meðan hann enn var á lívi, Eftir tríggjar dagar vil eg rísa aftur.

64 Skipa tí, at gravhýsið verði gjørt trygt inntil triðja dagin, at ikki hansara lærusveinar komi um náttina, og stjali hann burt, og sigi við fólkið, Hann er risin frá teimum deyðu: so verður seinna villfaringin verri enn hin fyrra.

65 Pilatus segði við teir, Tit hava eina vakt: farið tykkara veg, gerið tað so trygt sum tit kunnu.

66 So teir fóru, og gjørdu gravhýsið trygt, við at innsigla steinin, og seta eina vakt.


↑ upp


.
.
.
.

KAPITUL 28

.

Við endan á sabbatinum, sum tað tók at lýsna móti fyrsta degnum av vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria at síggja gravhýsið.

2 Og sí, tað varð mikil jarðskjálvti: tí at eingil Harrans steig niður av himni, og kom og rullaði tilbakar steinin frá dyrnum, og settist á hann.

3 Ásjón hansara var líka sum snarljós, og hansara klædnaður hvítur sum snjó:

4 Og av ótta fyri honum skulvu vaktarmenninir, og vórðu sum deyðir menn.

5 Og eingilin tók til orða og segði við kvinnurnar, Óttist ikki tit: tí at eg veit at tit søkja Jesus, sum var krossfestur.

6 Hann er ikki her: tí hann er risin upp, sum hann segði. Komið og síggið staðið har Harrin lá.

7 Og farið skundisligani, og sigið hansara lærusveinum, at hann er risin frá teimum deyðu; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann: sí, eg havi sagt tykkum.

8 Og tær fóru skundisligani avstað frá gravhýsinum við ótta og miklari frøi; og runnu at bera hansara lærusveinum orð.

9 ¶ Og sum tær fóru at siga hansara lærusveinum, sí, møtti Jesus teimum, og segði, Heilar og sælar allar. Og tær komu og hildu honum um føturnar, og tilbóðu hann.

10 Tá segði Jesus við tær, Verið ikki ræddar: farið og sigið mínum brøðrum, at teir skulu fara til Galileu, og har skulu teir sjá meg.

11 ¶ Men tá ið tær fóru, sí, komu summir av vaktarmonnunum inn í staðin, og sýndu fremstu prestunum øll tey tingini sum vóru gjørd.

12 Og tá ið teir vóru savnaðir við hinum elstu, og høvdu hildið ráðlegging, góvu teir hermonnunum væl av peningi,

13 Og søgdu, Sigið, Hansara lærusveinar komu um náttina, og stjólu hann burtur meðan vit svóvu.

14 Og um hetta komi landsstjóranum fyri oyru, so vilja vit yvirtala hann, og tryggja tykkum.

15 So teir tóku peningin, og gjørdu sum teir vórðu lærdir: og henda framsøgn er vanliga fráboðað millum Jødarnar inntil henda dag.

16 ¶ Tá fóru teir ellivu lærusveinarnir avstað til Galileu, á eitt fjall har Jesus hevði fyriskipað teimum.

17 Og tá ið teir sóu hann, tilbóðu teir hann: men summir ivaðust.

18 Og Jesus kom og talaði til teirra, og segði, Mær er fingið alt vald í himni og á jørð.

19 ¶ Farið tí, og lærið allar tjóðir, doypandi tey í navni Faðirsins, og Sonarins, og Halga Andans:

20 Og lærandi tey at geva øllum lutum ans, hvatsumhelst eg havi boðið tykkum: og sí, eg eri við tykkum allan veg, alt at veraldar enda. Amen.


↑ upp