Sokallaðir feilir í King James Bíbliuni


KJV = King James Bíblian 1611
AV = Autoriseraða Versjónin (annað navn fyri KJV 1611)


Atfinnarar av KJV hava ein ljótan óvana at peika út tað, teir trúgva eru feilir, mótsagnir, og feiltýðingar í Authoriseraðu Versjónini. Syrgiliga sannroyndin er tann, at teir vanliga peika hesi tingini út fyri ungum monnum og kvinnum á kristnum skúlum, sum ikki vita betur. Mong ung kristin, teirra lærarar íroknaðir, fáa sína trúgv á Guðs orð oyðilagda av sjálvum teimum fólkunum, sum tey leita til fyri andaliga leiðbeining! Hesir sokallaðu “feilir”, sum verða settir fram av slíkum trúvillingum, hava verðið greiddir frá og skrivaðir um so mangar ferðir, at tað er harmiligt at noyðast at nevna tað aftur. Fyri at sýna náttúruna av hesum sokallaðu “feilunum” í A.V., fara vit at taka tíð til stutt at viðgera bert nøkur fá dømir:


  1. I. Jóh. 5:7 hevur nógv verðið kjakað um. Sett verður fram, at versið vantar handritslig prógv og eigur ikki heima í Bíbliuni. Verandi eitt tað besta versið í Bíbliuni um tríeindina, eiga vit tí at vera sera illgrunasom við alla mótstøðu ímóti tí.Versið eigur IKKI at vera útilatið úr Bíbliuni. Tað er at finna í Grikska handriti 61, sum helst fekk Erasmus at taka tað við í hansara triðju útgávu av Grikska tekstinum í 1522. 1. Jóh. 5:7 er eisini at finna í Codex Ravianus, og í margunum í 88 og 629. Tað finst eisini í gomlu Latínsku handritunum r og Speculum. Tað varð endurgivið av Cyprian umleið 250 e.Chr., og tveimum sponskum biskupum í fjórðu øld (Priscillkian og Idacius Clarus). Fleiri afrikanskir skrivarar endurgeva tað í fjórðu øld, og Cassiodorus endurgevur tað í sættu øld í Italiu.
    Tað, at Sinaiticus og Vaticanus ikki hava versið við, hevur einkið at týða fyri ein sannan trúgvandi. Hóast alt, so útiletur Vaticanus alla Opinberingsbókina, meðan tað heldur tekur Apokrýphurnar við sum heilagar bøkur.


  2. Mong tvíhalda um, at KJV er í villu við nýtslu síni av orðinum djevlar ístaðin fyri demonar. Hetta kemur orsakað av teirra ov stóru áherðslu á tað grikska so væl sum vantandi trúgv á Guðs førleika at varðveita orð síni á enskum. Meðan tey mótmæla, at daimon skuldi verið týtt demon, hava mangir yvirsæð ein stóran sannleika, sum Halgi Andin hevur varðveitt í Kongsins Enska. Tað finst ein sannur Sonur Guðs, men mangir synir Guðs. Tað finst ein sonn kirkja, brúður Christs, men mangar staðbundnar kirkjur. Líkaleiðis finst tað ein djevul, men mangir djevlar undir hansara stjórn. Guð leiddi KJV týðararnar at nýta djevlar í staðin fyri demonar, tí hvør daimon í Bíbliuni ER ein illur andi. Orðið djevul ger tað klárt. Hvør djevul í Bíbliuni er undir harradøminum hjá sínum faðir djevlinum.


  3. Síðan hava vit “andsagnir” eins og Exodus 24:10 og Jóh. 1:18. Í Exodus stendur, at Ísraelsmenn SÓU Guð, meðan Jesus segði í Jóhannes, at eingin maður hevur nakrantíð sæð Guð. Andsøgn, ha? Nei, tað er bert ein spurningur um at deila sannleikans orðið rætt (sum tú kanska ikki gert, um II. Tim. 2:15 hevur verðið broytt í tíni “bíbliu”). Guð er ein tríeind, júst sum tú og eg. Vit eru andi, sál og likam (I. Thess. 5:23). Ísraelsmenn sóu eina fysiska manifestasjón av Guði, men ikki Guðs Anda (Guð ER ein Andi, smb Jóh. 4:24), júst sum eingin hevur nakrantíð sæð tína sál, ella tín anda.


  4. Nummur 25:9 sigur, at 24.000 Ísraelsmenn doyðu í eini plágu, men I. Corinth. 10:8 sigur, at bert 23.000 doyðu. Les I. Corinth 10:8 aftur og legg til merkis, at 23.000 fullu á einum degi. Men sært tú, – teir 24.000 doyðu til samans eftir nøkrum døgum.


Sært tú, hetta eru “feilirnir” í King James Bíbliuni. Hesar eru grundirnar, ið verða tær givnar, fyri ikki at nýta ta gomlu King James Bíbliuna, men heldur eina nýggja. Ikki falla fyri tí. Lær teg heldur altíð at geva Guði rætt, tá ið eitt ivamál tykist at vera um okkurt viðvíkjandi hansara orði, og rokna altíð atfinnararnar sekar, inntil teir eru prógvaðir ósekir. Tað vil koma at vísa seg, at Guð hevur rætt. Hvørja ferð eg síggi ein “feil” í KJV hugsi eg, at eg eri ikki nóg lærdur í skriftunum til at greiða frá tí, men at tað er IKKI ein feilur. Eg biði bara yvir tí og líti á Guð. Eg rætti ALDRI uppá ta bók, ið Guð so leingi hevur ærað. Takk Guð, at so býttur eri eg ikki.


Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.