Sinaiticus og Vaticanus – TANN KORRUPTA ALEXANDRISKA TEKST-LINJAN

Tá ið onkur rættar uppá King James Bíbliuna við “meiri álítandi keldum”, ella “eldri handritum”, vísa teir vanliga til Sinaiticus ella Vaticanus á onkun hátt. Hesi eru tvey sera korrupt uncial-handrit úr fjórðu øld, sum verða bókstavliga tilbiðin av nútíðarinnar “lærdu”. Hesi eru tey handrit, ið Westcott og Hort fyrst og fremst brúktu, tá ið teir samansnikkaðu sín Grikska tekst frá 1851 til 1871, og á hvønn tær nýggju týðingarnar verða grundaðar.

Vaticanus (B) er hitt mest tilbidna. Hetta handritið varð alment skrásett í Vaticaninum í 1475, og er ogn hjá Vaticanum, avgudinum, sjálvasta Pontiffinum, anti-christi, enn í dag. Sinaiticus (Aleph) varð funnið í eini skrellispann við St. Catherine Klostrið á Sinai fjalli av Tischendorf greiva, einum týskum “lærdum”, í árinum 1844. Bæði B og Aleph eru Romversk Católsk handrit. Minst til tess!


Tú vilt kanska eisini gera teg kunnan við eftirfylgjandi sannroyndir:

  1. Bæði handritini innihalda Apokryphurnar sum part av Gamla Testamenti.
  2. Tischendorf, hvør hevði sæð bæði handritini, trúði, at tey vóru skrivað av sama manni, møguliga av Evsebiusi úr Cæsareu (260-340 e.Chr.).
  3. Vaticanus var King James týðarunum tøkt, men Guð gav teimum nóg mikið skil til als ikki at taka tað uppá ráð í arbeiðinum.
  4. Vaticanus útiletur 1. Mós. 1:1–46:28; Psálm. 106-138; Matth. 16:2-3; Rom. 16:24; 1. Tim. t.o.v. Titus, alla Opinberingsbókina, og sera merkiliga, so endar hon við Hebr. 9:14. (Um tú ert kunnugur við Hebrearabrævið kapitul 10, so veitst tú hví.)
  5. Meðan tað leggur Barnabas Epistilin og Seyðamannin Hermas afturat Nýggja Testamentinum, útiletur Sinaiticus Jóh. 5:4; 8:1-11; Matth. 16:2-3; Mark. 16:9-20; Gern. Ap. 8:37; og 1. Jóh. 5:7 (so bert nøkur dømir eru nevnd).
  6. Hildið verður, at Sinaiticus hevur verðið broytt av so mongum sum tíggju ymiskum monnum. Haravleiðandi er tað eitt sára vánaligt arbeiði (hvat trúliga er orsøkin fyri, hví tað varð funnið í eini skrellispann). Mangir avskrivingarfeilir, so sum vantandi orð og endurtiknir setningar, eru at finna allan vegin ígjøgnum tað.
  7. Erasmus frá Rotterdam (1469-1536), hvør gjørdi heimsins fyrsta prentaða Grikska Nýggja Testamenti, bert útfrá reinum keldum, havnaði fullkomiliga lesiháttunum hjá Vaticanus og Sinaiticus.
  8. Vaticanus og Sinaiticus eru ikki bert ósamd við “Majoritets Tekstin”, frá hvørjum KJB kom, tey eru eisini ymisk hvørt frá øðrum. Í teim fýra evangeliunum aleina eru tey ymisk í meira enn 3000 støðum.
  9. Tá ið onkur sigur, at B og Aleph eru tey elstu handritini, so lýgur hann. Tað finnast mangar sýriskar og latínskar týðingar frá so langt afturi sum AÐRU ØLD, sum eru samd við King James lesiháttirnar. Til dømis eru Pasjitta (145 e. Chr.), hitt gamla “Syriac” (400 e. Chr.), sum bæði innihalda sterkan stuðul fyri King James lesiháttunum. Tað finnast umleið fimti varðveidd eintøk av gomlu latínsku týðingini frá umleið 157 e. Chr., sum er meira enn tvey hundrað ár áðrenn Jerome varð “passandi” kosin av djórinum í Rom at “endurskoða” hana. Ulfilas útarbeiddi eina Gotiska útgávu fyri Evropu í 330 e. Chr., sum samsvarar við KJB. Av Armenisku Bíbliuni, sum varð týdd av Mesrob umleið ár 400, og er samd við King James Bíbliuna, finnast fleiri enn 1200 varðveidd eintøk. Sinaiticus og Vaticanus eru týðiliga IKKI tey elstu og bestu handritini.

    Týtt úr bókini “Fighting Back”,“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”Eftir James L. Melton.