Epistil Paulusar ápostuls til Philippensararnar (2. útgáva)


KAPITUL 1

.
Paulus og Timotheus, tænarar Jesu Christs, til allar hinar heilagu í Christi Jesusi sum eru í Philippi, við biskupunum og deknunum:

2 Náði veri at tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum, og frá Harranum Jesusi Christi.

3 Eg takki Guði mínum við hvørja endurminning um tykkum,

4 Altíð, í hvørji bøn míni fyri tykkum øllum, so geri eg umbøn við gleði,

5 Fyri tykkara samfelag í gleðiboðskapinum, frá fyrsta degi inntil nú;

6 Og eri sannførur um sjálvt hetta, at hann, ið hevur byrjað gott verk í tykkum, vil útføra tað inntil dag Jesu Christs:

7 Enntá sum tað er sømiligt hjá mær at hugsa hetta um tykkum allar, tí eg havi tykkum í mínum hjarta; við tað at bæði í mínum bondum, og í verjingini og staðfestingini av gleðiboðskapinum, eru tit allir luttakarar í míni náði.

8 Tí at Guð er mítt vitni, hvussu stórliga mær leingist eftir tykkum øllum í innangoymslum Jesu Christs.

9 Og hetta biði eg, at tykkara kærleiki má ríkast enn meir og meir í kunnleika og í allari døming;

10 So at tit mega viðurkenna ting sum eru avbær; fyri at tit mega vera ærligir og uttan meinboga til dag Christs;

11 Og vera fyltir við rættvísinnar fruktum, sum eru við Jesusi Christi, Guði til dýrdar og prís.

12 Men eg vildi at tit skuldu skilja, brøður, at tey tingini, sum hendu mær, eru vorðin heldur til fremjingina av gleðiboðskapinum;

13 So at míni bond í Christi eru eyðsýnd í øllum slottinum, og í øllum øðrum plássum;

14 Og nógvir av brøðrunum í Harranum, sum verða treystir av mínum bondum, eru nógv djarvari at tala orðið uttan ótta.

15 Summir prædika Christ víst enntá av øvund og stríði; og summir eisini av góðum vilja:

16 Teir einu prædika Christ av trætnaði, ikki ærligani, hugsandi at leggja trongd afturat mínum bondum:

17 Men hinir av kærleika, vitandi at eg eri settur til verjingina av gleðiboðskapinum.

18 Hvat tá? ið hvussu er, á hvønn hátt, hvørt á kvamsvís, ella í sannleika, so verður Christus prædikaður; og í tí fegnist eg, ja, og vil fegnast.

19 Tí at eg veit, at hetta skal koma út til mína frelsu gjøgnum tykkara bøn, og veitan av Anda Jesu Christs,

20 Samsvarandi míni inniligu væntan og míni vón, at í ongum skal eg verða til skammar, men at við øllum dirvi, sosum altíð, soleiðis eisini nú, so skal Christus verða gjørdur stórur í mínum likami, hvørt tað veri seg við lívi, ella við deyða.

21 Tí hjá mær at liva er Christus, og at doyggja er vinningur.

22 Men um eg livi í kjøtinum, so er hetta fruktin av mínum strevi: tó hvat eg skal velja, tað veit eg ikki.

23 Tí at eg eri í treinging ímillum tveir lutir, í at eg havi eina trá at fara burtur, og at vera hjá Christi, sum er nógv betri:

24 Men at verða verandi í kjøtinum er neyðturviligari fyri tykkum.

25 Og havandi hetta sannføri, so veit eg at eg skal verða verandi og halda fram hjá tykkum øllum, fyri tykkara frama og trúargleði;

26 Fyri at tykkara fagnan má verða ríkiligari í Jesusi Christi fyri meg, við míni komu til tykkum aftur.

27 Latið bara tykkara levnað vera sum tað sømir gleðiboðskapi Christs: so at, hvørt eg komi og síggi tykkum, ella verði frástaddur, at eg so má hoyra um tykkara viðurskiftir, at tit standa fastir í einum anda, og við einum huga stríðast saman fyri trúgv gleðiboðskaparins;

28 Og í ongum tingi ræðsluslignir av tykkara mótstandarum: sum er fyri teir eitt týðiligt tekin um undirgang, men fyri tykkum um frelsu, og tað frá Guði.

29 Tí at tykkum er tað givið Christi vegna, ikki bert at trúgva á hann, men eisini at líða fyri hansara skuld;

30 Við at tit hava sama stríðið sum tit sóu í mær, og nú hoyra er í mær.


KAPITUL 2

.
Um taðveri seg nøkur troyst í Christi, um nøkur kærleiks uggan, um nakað samfelag Andans, um nakrar innangoymslur og miskunnir,

2 uppfyllið mína gleði, at tit veri líkasinnaðir, hava sama kærleika, eru samlyntir, samhugaðir.

3 Latið einkið verða gjørt ígjøgnum stríð ella fáfongda æru; men í lítillæti av huga lat hvønn meta annan betri enn seg sjálvan.

4 Hyggið ikki hvør um síni egnu ting, men hvør eisini um tingini hjá øðrum.

5 Latið henda huga vera í tykkum, sum eisini var í Christi Jesusi:

6 Sum, tá ið hann var í skapi Guðs, hugsaði tað ikki sum rán at vera javnur við Guð:

7 Men gjørdi seg av ongum umdømi, og tók á seg skapið av tænara, og varð gjørdur í líkleika manna:

8 Og tá ið hann varð funnin í sniði sum maður, eyðmýkti hann seg, og gjørdist lýðin at deyða, enntá deyða krossins.

9 Hvørsvegna Guð eisini hevur høgt upphevjað hann, og givið honum eitt navn sum er yvir hvørjum navni:

10 At fyri Jesu navni hvørt knæ skuldi boyggja seg, av tingum í himni, og tingum á jørð, og tingum undir jørðini;

11 Og at hvør tunga skuldi játta at Jesus Christus er Harri, til dýrdar Guðs Faðirs.

12 Hvørsvegna, mínir elskaðu, eins og tit altíð hava lýtt, ikki sum bert í míni hjáveru, men nú mikið meira í míni fráveru, arbeiðið út tykkar egnu frelsu við ótta og bivan.

13 Tí at tað er Guð sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at gera av sínum góða tokka.

14 Gerið øll ting uttan knarranir og keglanir:

15 Fyri at tit mega vera ólastandi og meinaleysir, synir Guðs, uttan átalu, mitt í eini krókutari og spiltari tjóð, hvørja millum tit skína sum ljós í heiminum;

16 Við tað at tit halda frammi lívsins orði; so at eg má fegnast á degi Christs, at eg havi ikki runnið til einkiðs, ikki heldur arbeitt til einkiðs.

17 Ja, og um eg verði ofraður uppiá sláturofri og tænastu trúar tykkara, so frøist eg, og fegnist við tykkum øllum.

18 Fyri somu grund eisini frøast tit, og fegnast við mær.

19 Men eg troysti á Harran Jesus at senda Timotheus skjótt til tykkara, so at eg eisini má vera við góða uggan, tá ið eg veit tykkara tilstand.

20 Tí eg havi ongan líkasinnaðan, sum náttúrliga vil hava umsorgan fyri tykkara tilstandi.

21 Tí at allir søkja sítt egna, ikki tingini sum eru Jesu Christs.

22 Men tit kenna prógvið um hann, at eins og ein sonur hjá faðirinum, so hevur hann tænt við mær í gleðiboðskapinum.

23 Hann vóni eg tí at senda í núverandi stund, so skjótt sum eg síggi hvussu tað fer at ganga hjá mær.

24 Men eg troysti á Harran, at eg eisini sjálvur skjótt fari at koma.

25 Tó helt eg tað neyðugt at senda til tykkum Epafroditus, mín bróður, og felaga í strevi, og hermannafelaga, men tykkara sendiboð, og hann sum tænti fyri mínar tørvir.

26 Tí honum longdist eftir tykkum øllum, og var fullur av tyngd, tí at tit høvdu hoyrt at hann hevði verið sjúkur.

27 Tí víst var hann sjúkur nær deyða: men Guð miskunnaði honum; og ikki bert honum, men eisini mær, fyri at eg ikki skuldi hava sorg omaná sorg.

28 Eg sendi hann tí tess umhyggjuligari, fyri at, tá ið tit síggja hann aftur, tit mega fegnast, og at eg má vera tess minni syrgin.

29 Takið tí ímóti honum í Harranum við allari gleði; og haldið slíkar í tign:

30 Tí fyri Christi verk var hann nær deyða, og gav ikki far um sítt lív, fyri at bøta um tykkara trot á tænastu mótvegis mær.


KAPITUL 3

.
At enda, brøður mínir, fegnist í Harranum. At skriva somu ting til tykkara, er fyri mær víst ikki ringt, men hjá tykkum er tað trygt.

2 Ansið eftir hundum, ansið eftir óndum verkamonnum, ansið eftir sundurskeringini.

3 Tí at vit eru umskeringin, sum tilbiðja Guð í andanum, og fegnast í Christi Jesusi, og hava einkið troyst á kjøtið.

4 Tó at eg kundi eisini havt troyst á kjøtið. Um onkur annar heldur, at hann hevur tað sum hann kundi troystað á kjøtið av, tá havi eg tað meira:

5 Umskorin áttanda dag, av slekt Ísraels, av Benjamins ætt, ein Hebreari av Hebrearunum; hvat lógina varðar, ein Phariseari;

6 Viðvíkjandi vandlæti, søkti eg at kirkjuni; hvat varðar rættvísina sum er í lógini, ólastandi.

7 Men tey tingini sum vóru vinningur fyri mær, tey roknaði eg sum tap fyri Christ.

8 Ja óivað, og eg rokni øll ting bert tap fyri avbærleikan av kunnleikanum til Christs Jesu Harra míns: fyri hvønn eg havi liðið tapið av øllum tingum, og rokni tey sum skarn, fyri at eg má vinna Christ,

9 Og verða funnin í honum, ei havandi mína egnu rættvísi, sum er av lógini, men hana sum er ígjøgnum Christi trúgv, rættvísina sum er av Guði við trúgv:

10 At eg má kenna hann, og kraftina av hans uppreisn, og samfelagið av hansara líðingum, verðandi gjørdur sammyndbærur hansara deyða;

11 Um á nakran hátt eg mátti nátt til uppreisnina av teimum deyðu.

12 Ikki sum um eg longu hevði nátt, eiheldur longu var fullkomin: men eg fylgi eftir, um at eg má handtaka tað sum eg eisini eri handtikin fyri av Christi Jesusi.

13 Brøður, eg rokni meg ikki at hava handtikið: men hetta eina ting geri eg, við at gloyma tey tingini sum eru fyri aftan, og rætta meg fram at teim tingunum ið eru fyri framman,

14 So strembi eg ímóti málinum fyri sigursgripin av høgu kallan Guðs í Christi Jesusi.

15 Latum okkum tí, so mangir sum veri fullkomnir, vera soleiðis sinnaðir: og um í nøkrum tingi tit veri øðrvísi sinnaðir, skal Guð opinbera tykkum sjálvt hetta.

16 Hóast hetta, hvartil vit longu hava nátt, so latum okkum ganga eftir somu reglu, latum okkum íhuga sama ting.

17 Brøður, verið eftirfylgjarar saman av mær, og merkið tykkum teir sum ganga soleiðis sum tit hava okkum til fyridømis.

18 (Tí at mangir ganga, um hvørjar eg havi sagt tykkum mangan, og nú sigi tykkum enntá grátandi, at teir erufíggindarnir av krossi Christs:

19 Hvørs endi er oyðing, hvørs Guð er teirra búkur, og hvørs æra er í teirra skomm, sum íhuga jarðiskar lutir.)

20 Tí okkara borgaraskapur er í himni; hvaðani vit eisini vænta eftir Frelsaranum, Harranum Jesusi Christi:

21 Sum skal umskapa okkara neyðarsliga likam, at tað má verða snikkað líkt hansara dýrdsama likami, eftir teirri virkan sum hann er førur fyri sjálvt at undirleggja øll ting fyri sær sjálvum við.


KAPITUL 4

.
Tessvegna, mínir brøður, kært elskaðir og longstir eftir, mín gleði og krúna, soleiðis standið fastir í Harranum, mínirkært elskaðu.

2 Eg trábiði Evódias, og trábiði Syntýke, at tær veri samsintar í Harranum.

3 Og eg bøni teg eisini, sanna okfelaga, hjálp teimum kvinnunum sum arbeiddu við mær í gleðiboðskapinum, við Clementi eisini, og við øðrum starvsfeløgum mínum, hvørs nøvn eru í lívsins bók.

4 Fegnist í Harranum alveg: og aftur sigi eg, Fegnist.

5 Tykkara hóvsemi veri øllum monnum kunn. Harrin er við hond.

6 Verið stúrnir fyri ongum; men í hvørjum tingi við bøn og áheitan, saman við takkarveitan, latið tykkara umbønir verða gjørdar kunnar fyri Guði.

7 Og Guðs friður, sum fer framum alt skil, skal varðveita tykkara hjørtu og hugar, ígjøgnum Christ Jesus.

8 At enda, brøður, hvatiðenn er satt, hvatiðenn er ærligt, hvatiðenn er rættlátt, hvatiðenn er skírt, hvatiðenn er elskuligt, hvatiðenn er av góðum ummæli, um tað finst nøkur dygd, og um tað veri nakað rós vert, tá hugsið um hesar lutir.

9 Tey ting ið tit bæði hava lært, og tikið við, og hoyrt, og sæð í mær, gerið tey: og Guð friðarins skal vera við tykkum.

10 Men eg frøddist í Harranum stórliga, at nú endiliga tykkara umsorgan fyri mær aftur hevur blomstrað; í hvørjum tit eisini vóru vandnir, men tykkum vantaði føri.

11 Ikki tað at eg tali í mun til tørv: tí at eg havi lært, í hvørji støðu eg so eri í, at vera nøgdur við tað.

12 Eg dugi bæði at vera lækkaður, og eg dugi at floyma yvir: allastaðni og í øllum tingum eri eg undirvístur til bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at floyma yvir og at líða trot.

13 Eg megni at gera øll ting ígjøgnum Christ, ið styrkir meg.

14 Kortini hava tit gjørt væl í, at tit høvdu viðurskiftir við mína kvøl.

15 Men tit Philippensarar vita eisini, at í byrjanini av gleðiboðskapinum, tá ið eg fór avstað úr Macedóniu, hevði eingin kirkja viðurskiftir við meg, hvat viðvíkur geving og móttaking, uttan tit einir.

16 Tí at sjálvt í Thessalónicu sendu tit einaferð og aftur til mína neyðsyn.

17 Ikki tí at eg trái gávu: men eg trái frukt ið kann fløða yvir til tykkara rokning.

18 Men eg havi alt, og floymi yvir: tað er fult hjá mær, eftir at hava móttikið frá Epafroditusi tey tingini sum vórðu sendfrá tykkum, ein anga av søtum royki, eitt kærkomið sláturoffur, væl toknandi fyri Guði.

19 Men mín Guð skal bøta um allan tykkara tørv eftir sínum ríkidømum í dýrd við Christi Jesusi.

20 Men Guði og Faðir várum veri dýrd um aldur og ævir. Amen.

21 Heilsið hvørjum heilagum í Christi Jesusi. Brøðurnir, sum eru hjá mær, lata heilsa tykkum.

22 Øll tey heilagu lata heilsa tykkum, serliga tey sum eru av húshaldi Cæsars.

23 Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum øllum. Amen.

¶ Hann varð skrivaður til Philippensararnar frá Róm, av Epafroditusi.