Samanbering ímillum Lukas og Gern. Áp. VÍSIR, AT KING JAMES BÍBLIAN ER RØTT



Guð lovaði í Psálma 12:6-7 (KJB) at varðveita síni orð um ævir. Finnast so Guðs fullkomilga varðveiddu orð í EINI ávísari bók í dag? Ella vóru tað bara upprunaligu handritini, sum vóru íblást? Tað KUNNU tað ikki hava verið, tí so hevur Guð mist síni orð burtur á jørðini. Hvat er so vorðið av Guðs orðum? Tað finst jú einkið upprunaligt handrit á jørðini í dag, ikki eitt, so hvar eru Guðs orð? Eru tey spjadd ímillum nógvar versjónir, eitt sindur varðveitt her, annað har? Nei, eg trúgvi, at Guð hevur skil fyri at varðveita síttorð, og síniorð, í EINI BÓK, tí tá ið Guð ger nakað, tá ger hann tað fullkomið. Guð ger tað, og hann hevur brúkt fólk upp ígjøgnum tíðina.

Jú, tey eru FULLKOMIGA VARÐVEITT Í KING JAMES A.V. HEILAGU BÍBLIUNI, ongari aðrari.