Náði og miskunn


Hvat er miskunn? Hvat er náði?
Eru tey tað sama?
Skriftin sjálv vísir, at tað finst munur hará.



NÁÐI:

TAÐ er ikki gagnligt hjá mær
óivað at rósa mær. Eg vil
koma til sjónir og opinberingar
frá Harranum.
2 Eg kendi ein mann í Christi,
yvir fjúrtan ár síðan, (hvørt í likaminum,
eg dugi ei at siga; ella hvørt
úti úr likaminum, eg dugi ei at
siga: Guð veit;) slíkan ein ryktur
upp til hins triðja himins.
3 Og eg kendi ein slíkan mann,
(hvørt í likaminum, ella úti úr
likaminum, eg dugi ei at siga:
Guð veit;)
4 Hvussu ið hann varð ryktur
upp inn í paradís, og hoyrdi ósiganlig
orð, sum tað er ei loyviligt
hjá einum manni at mæla.
5 Av slíkum einum vil eg rósa
mær: tó av mær sjálvum vil eg ikki
rósa mær, uttan í veikleikum mínum.
6 Tí tó eg vildi tráað at rósa
mær, skal eg ikki vera ein dári ;
tí eg vil siga sannleikan: men nú
lati eg vera, at ikki nakar maður
skuldi hugsað um meg uppum tað
sum hann sær meg at vera, ella
tað hann hoyrir av mær.
7 Og at ikki eg skuldi verða
upphevjaður uppum mát gjøgnum
ríkiligleikan av opinberingunum,
varð tað givin til mín ein tornur
í kjøtið, hitt sendiboð Satans at
banka meg, at ikki eg skuldi verða
upphevjaður uppum mát.
8 Fyri hesi søk bað eg Harran
trísinnis, at hann mátti fara burtur
frá mær.
9 Og hann segði við meg,
Náði mín er tilstrekkilig hjá tær:
tí máttur mín verður gjørdur fullkomin
í veikleika. Mest gleðiliga
tessvegna vil eg heldur rósa mær
í veikleikum mínum, at kraft
Christs má hvíla uppiá mær.
( II. Cor. 12:1—9 FKJ )


22 ¶ Tá komu tíðindir um hesar
lutir at oyrunum á kirkjuni sum
var í Jerusalem: og teir sendu fram
Barnabas, at hann skuldi fara so
langt sum til An-ti-o´-chi-u.
23 Hvør, tá ið hann kom, og
hevði sæð náði Guðs, varð glaður,
og formanaði teir allar, at við avráðing
hjartans teir vildu halda
fast at Harranum.
( Gern. Ap. 11:22—23 FKJ )


Og haðan sigldu til An-ti-o´-
chi-u, hvaðanfrá teir høvdu verið
litnir upp til náðar Guðs fyri tað
verk sum teir uppfyltu.
( Gern. Ap. 14:26 FKJ )


NÚ, tað vóru í kirkjuni sum
var í An-ti-o´-chi-u ávísir prophetar
og frálærarar; so sum Barnabas,
og Símeon sum varð kallaður
Ni´-ger, og Lu´-ci-us úr Cyre´-ne,
og Man´-a-en, hvør hevði verið
uppaldur við Heródesi fjórðingsfúrsta,
og Saulus.
2 Sum teir tænaðu til Harrans,
og fastaðu, segði Heilagi Andin,
Atskiljið mær Barnabas og Saulus
fyri tað verk at hvørjum eg havi
kallað teir.
3 Og tá ið teir høvdu fastað og
biðið, og lagt hendur sínar á teir,
sendu teir teir avstað.
4 ¶ So teir, verðandi sendir út
av Heilaga Andanum, fóru avstað
til Se-leu´-ci-u; og haðan frá sigldu
teir til Cýpros.
( Gern. Ap. 13:1—4 FKJ )


Og Paulus valdi Silas, og fór
avstað, verðandi litin upp av brøðrunum
til náðar Guðs.
( Gern. Ap. 15:40 FKJ )


Sum hvør maður hevur
móttikið gávuna, enntá soleiðis
tænið hina somu hvør til annars,
sum góðir húshaldarar av hini
margfaldu náði Guðs.
( I. Pæt. 4:10 FKJ )


Um tit havi hoyrt um trúarhúshald
náðar Guðs, sum er givið
mær mótvegis tykkum:
( Eph. 3:2 FKJ )


Havandi tá gávur frábrigdandi
samsvarandi við ta náði sum er givin
til okkara, hvørt prophetagávu,
latum okkum prophetera samsvarandi
við lutfallið av trúgv;
( Rom. 12:6 FKJ )


Men við náði Guðs eri eg
hvat eg eri: og náði hansara sum
varð latin út uppá meg, varð ikki
til einkiðs; men eg strevaðist meira
ríkiliga enn teir allir: tó ikki eg,
men náði Guðs sum var við mær.
( I. Cor. 15:10 FKJ )


Og av fylling hansara hava
vit allir móttikið, og tað náði yvir
náði.
( St. Jóh. 1:16 FKJ )


Og tá ið Jácob, Ce´-phas, og
Jóhannes, hvørjir tóktust at vera
stólpar, varnaðust ta náði sum var
givin mær, góvu teir til mín og Barnabasar
høgru hendur samfelags;
at vit skuldu fara til hinna heidnu,
og teir til umskeringarinnar.
( Gal. 2:9 FKJ )


Og Guð er førur fyri at elva
allari náði at vera ríkilig mótvegis
tykkum; at tit, altíð havandi allan
ríkiligleika í øllum lutum, mega
vera ríkiligir til hvørs góðs verks:
( II. Cor. 9:8 FKJ )


Tí fagnaður okkara er hesin,
vitnisburður samvitsku okkara, at
í einfaldni og gudiligum ærligleika,
ikki í kjøtligum vísdómi, men við
náði Guðs, vit hava havt atferð
okkara í heiminum, og meiri ríkiliga
mótvegis tykkum.
( II. Cor. 1:12 FKJ )


MISKUNN:

21 ¶ Tá kom Pætur til hansara,
og segði, Harri, hvussu ofta skal
bróður mín synda ímóti mær, og
eg fyrigeva honum? til sjey ferðir?
22 Jesus sigur við hann, Eg sigi
tær ikki, Inntil sjey ferðir: men,
Inntil sjeyti ferðir sjey.
23 ¶ Tessvegna er kongadømi
himins líknað við ein ávísan kong,
sum vildi taka roknskap av tænarum
sínum.
24 Og tá ið hann var byrjaður
at rokna, varð ein førdur til hansara,
sum skyldaði honum tíggju
túsund talentir.
25 Men við tað at hann hevði
ikki at gjalda, beyð harri hansara
hann at verða seldan, og konu
hansara, og børn, og alt sum hann
hevði, og rindan at verða gjørda.
26 Tænarin tessvegna fell niður,
og tilbað hann, sigandi, Harri, hav
tolmóð við mær, og eg vil rinda
tær alt.
27 Tá varð harrin hjá tí tænara
rørdur við várkunn, og loysti hann,
og fyrigav honum skuldina.
28 Men hin sami tænarin fór út,
og fann ein av samtænarum sínum,
sum skyldaði honum hundrað
denarar: og hann legði hendur
á hann, og tók hann eftir svíranum
sigandi, Rinda mær tað tú
skyldart.
29 Og samtænari hansara fell
niður við føtur hansara, og bønaði
hann, sigandi, Hav tolmóð við
mær, og eg vil rinda tær alt.
30 Og hann vildi ikki: men fór
og kastaði hann inn í fongsul, til
hann skuldi rinda skuldina.
31 So tá ið samtænarar hansara
sóu tað sum var gjørt, vórðu teir
sera syrgnir, og komu og søgdu
harra sínum alt sum var gjørt.
32 Harri hansara, eftir at hann
hevði kallað hann, segði tá við
hann, O tú vondi tænari, eg fyrigav
tær alla hasa skuldina, av tí at
tú tráaðirt meg:
33 Skuldirt ikki tú eisini hava
havt várkunn við samtænara tínum,
enntá eins og eg tók synd í
tær?
34 Og harri hansara varð vreiður,
og gav hann yvir til pínslaranna,
til hann skuldi rinda alt
sum honum var skyldugt.
35 So líkaleiðis skal himinski
Faðir mín gera eisini við tykkum,
um tit frá hjørtum tykkara fyrigevi
ikki hvør og ein bróður sínum
misbrotini hjá teimum.
( St. Matth. 18:21—35 FKJ )


Vælsignað eru tey miskunnsomu:
tí teimum skal lutast
miskunn.
( St. Matth. 5:7 FKJ )


Men farið tit og lærið hvat
tað merkir, Eg vil hava miskunn,
og ikki sláturoffur: tí eg eri ikki
komin at kalla hinar rættvísu,
men syndarar til umvendingar.
( St. Matth. 9:13 FKJ )


35 Men elskið tit fíggindar tykkara,
og gerið gott, og lænið, vónandi
eftir ongum aftur; og endurgjald
tykkara skal vera mikið, og
tit skulu vera børnini hjá hinum
Hægsta: tí hann er góður við tey
ótakksomu og við tey illu.
36 Verið tit tessvegna miskunnsamir,
eins og Faðir tykkara eisini
er miskunnsamur.
( St. Lukas. 6:35-36 FKJ )


Uttan skil, sáttmálabrótarar,
uttan náttúrligan alsk, ósemjiligir,
miskunnarleysir:
( Rom. 1:31 FKJ )


4 Men Guð, hvør er ríkur í miskunn,
fyri sín mikla kærleika hvarvið
hann elskaði okkum,
5 Enntá tá ið vit vóru deyðir í
syndum, hevur livandigjørt okkum
saman við Christi, (av náði
eru tit frelstir;)
6 Og hevur reist okkum upp
saman, og gjørt at vit sita saman
í himinskum plássum í Christi
Jesusi:
7 At í øldunum ið koma skulu,
hann mátti sýna hinar ovurhonds
ríkdómarnar av náði síni í góðsku
síni mótvegis okkum gjøgnum
Christ Jesus.
8 Tí av náði eru tit frelstir gjøgnum
trúgv; og tað ikki av tykkum
sjálvum: tað er gáva Guðs:
9 Ikki av verkum, at ikki nakar
maður skuldi rósað sær.
( Eph. 2:4-9 FKJ )


Til Timotheusar, míns egna
sonar í trúnni: Náðimiskunn, og
friður, frá Guði Faðir várum og
Jesusi Christi Harra várum.
( I. Tim. 1:2 FKJ )


13 Hvør áður var ein Guðs-spottari,
og ein atsøkjari, og skaðiligur:
men eg vann miskunn, av tí at eg
gjørdi tað fákunnuliga í vantrúgv.
14 Og náði várs Harra var ovurhonds
ríkilig við trúgv og kærleika
sum er í Christi Jesusi.
15 Henda er ein trúføst framsøgn,
og verdug alla viðtøku, at Christus
Jesus kom inn í heimin at frelsa syndarar;
av hvørjum eg eri fremstur.
16 Hvussu enn er fyri hesa grund
vann eg miskunn, at í mær fyrst
Jesus Christus mátti sýna fram
alla langmóð, fyri eitt mynstur til
teirra sum skuldu hereftir trúgva
á hann til ævigt-varandi lívs.
( I. Tim. 1:13-16 FKJ )


(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)