Martýrarnir

Foxe’s Book of Martyrs var mest lisna bókin av protestantunum í 16. øld, umframt Heilagu Bíbliuna. Hon er besta bókin eg havi lisið, umframt King James Bíbliuna, Guðs egna orð. Henda bók ger fullkomiliga greiðan munin ímillum sannan christindóm í mun til endatíðarinnar útvatnan, og fullkomiligu villleiðing við hatta prosperity — kom til Jesus, hann fixar øll tíni problemir — humbukkið.

Ert tú tilbúgvin at doyggja fyri Christ? Um tú ert tað ikki, so livir tú ikki heldur fyri hann. So einfalt er tað.

Tað er ikki tað, … eg gangi eisini sjálvur í Heilaga Andans kraft og eldi, grøðing, kunnskaparorðum, sjónum, dreymum, salving — you name it — tí eg veit, at eg havi Halga Andan; men eg stóli ikki blint uppá ektaleikan av hesum lutum í teimum flestu í dag, sum párópa sær hesar lutir, uttan teirra pástandir tola at hoyra eitt sindur av puritanistiskari svávulroyks-prædiku, og um tey ikki renna undan eini beinraknari áminning sum samsvarar við Guðsótta. Beri stóran ótta fyri, at tað verður mangur endatíðar-tungutalari, sum kemur brenna í helvitis eldi, tí hann var ongantíð av sonnum frelstur og gitin við gleðiboðskapinum. Beri hinvegin ongan ótta fyri ektaleikanum hjá einum old timer, sum sjálvt ikki rann undan at verða brendur á báli fyri Christ, men sum hinvegin kanska ongantíð hevði sæð ella upplivað nakaðsumhelst uttan hina einføldu, reinu, og skæru, evangelii-føddu frelsu.


William Tyndale: Martýrur fyri at týða Guðs orð


Patrick Hamilton: Fyrsti martýrurin undir Skotsku reformatiónini


Skotsku martýrarnir