Loksins DOYPTUR!



Sum ein sjálvstøðugur einstaklingur fari eg hervið at kunngera fyri allari míni slekt, vinum og kenningum, at eg eri doyptur við røttum Christnum dópi, tvs. eftir at eg tók við persónligari trúgv á Harran Jesus Christ sum mínum persónliga Frelsara; druknaður í vatni, sum TEKIN UPPÁ at syndalikamið er grivið og eitt nýtt er risið upp.  Heimurin er krossfestur fyri mær og eg fyri heiminum, og tað merkist longu, nú ið eg standi opinlýst við tað.  Ikki eri eg frelstur tí eg nú eri doyptur, sum katólsk og luthersk falslæra og pátrúgv sigur, men eg kundi verða doyptur, TÍ EG ERI FRELSTUR.  Sum Jesus segði: Tann ið trýr (1), og verður doyptur (2) skal verða frelstur (3).  Tað er EINKIÐ gagn í at “doypa” hvørki ófrelst fólk ella nýføðingar, sum ikki kunnu hava persónliga trúgv á Jesus Christ; tað er beinleiðis villleiðandi og gevur teimum eina falska vón, sum leiðir tey í helviti, tí tey eru jú ikki frelst.  Tú setir tey á sand, ikki á klettin.

Philippus evangelistur segði við Ethiopiu-mannin, tá ið hann spurdi um hann kundi verða doyptur: “Um TÚ trýrt við øllum hjarta TÍNUM, so kann tað verða” (legg til merkis treytina um persónliga trúgv).  Bíblian lærir IKKI, at vit verða frelst við dópi, men at vit KUNNU VERÐA DOYPT, eftir at vit ERU frelst.
Eg endurtaki: Dópurin í sær sjálvum frelsir ONGAN.

Tað er EINKIÐ dømi um tað, at nýføðingar vórðu doyptir í Nýggja Testamenti, og um tað ikki klárt kann prógvast við týðiligum “skrivað stendur” – dømum, men má lesast inn í tekstin, ístaðinfyri lesast í tekstinum, og vísast má til kirkjulig brøv og rit í staðin fyri hina heilagu skrift, so vil eg so IKKI standa við nakra nýføðingaásletting av onkrum møguliga totalt vantrúgvandi presti, sum møsnar um “dópsnáði”, og at “verða verandi í dópsnáðini”.  Tað FINST eingin dópsnáði.  Hvørki fyri ein ófrelstan ella ein frelstan.  Guð náðar og frelsir tann sum hevur TRÚGV á Jesus Christ, og hann og EINA HANN hevur RÆTT TIL at verða doyptur (sambært Bíbliuni).  Tað gevur simpulthen ONGA MEINING at doypa ófrelst og avkom hjá ófrelstum; tað gagnar viðkomandi púrt og aldeilis EINKI.  Eingin verður frelstur av eini dópshandling, ella við trúgv á eina dópshandling.

“Tí at hin vantrúni maðurin er halgaður í konuni, og hin vantrúna konan er halgað í bróðurinum; tí at annars vóru børn tykkara órein, men nú eru tey heilag!
(I. Cor. 7:14).

Børnini hjá teimum heilagu ERU HEILAG, altso tey eru halgað í sínum frelstu foreldrum so leingi sum tey eru børn, og tí NÝTIST TEIMUM EINGIN ásletting (fái meg ikki at kalla “barnadóp” fyri dóp aftur í lívinum!).  So skjótt tey koma til ábyrgdigan aldur, mugu tey velja sjálvi um tey vilja TRÚGVA Á og FYLGJA (í roynd og veru) Jesusi Christi, og um tey koma til PERSÓNLIGA TRÚGV, tvs. verða frelst, SO kunnu tey verða doypt, annars ikki.  Eg eri FULLVÍSUR í, at hetta er læra várs Harra Jesu Christs apostla.

Eru foreldrini vantrúgvandi og ófrelst, so hjálpa nakrir dropar á høvdið hvørki til ella frá (ikki tí at meira vatn hevði hjálpt heldur).  Kann reinur koma av óreinum?  Ikki ein.  Tú kanst heldur ikki doypa børnini, tí tú metir at tey jú øll hoyra Guðs ríki til allíkavæl; jamen, hoyra tey Guðs ríki til, hví so doypa tey?  Dópurin er fyri tey frelstu, sum eru gitin av gleðiboðskapinum.  Tað er Bíblian púra greið um í síni læru.

ONGANTÍÐ fekk eg nakra mótstøðu tá ið eg helt við pinkubarnaásletting, men síðan eg tók støðu við røttum Christnum dópi, altso drukning av einum frelstum (gr.: baptismos = at drukna (ikki sletta) undir í vatni), so kemur mótstøðan.  Hví?  Tí tað fara religiøsar andsmaktir í gongd, sum eru so beint úr helviti, tað er víst, tí eg havi tikið eina støðu, sum er í tráð við Guðs orð so fullkomiliga.  Men hetta er ein liður í tí at tað sanna Guðs barnið veruliga verður deytt fyri heiminum, og heimurin fyri tí.  Við áslettingini var eg so fullkomiliga ein partur av heiminum, og heimurin dámdi meg væl, eg mátti BARA IKKI tosa um UMVENDING og FRELSU.  Hetta prógvar hvørjum anda tey eru av, við síni ásletting og øllum hinum katólsku sakramentsleivdunum, sum Luther ikki tordi at rysta av sær.

Ein ófrelstur prestur er ikki prestur hjá Guði, hvørjum hann so enn kann halda seg vera prestur hjá.  Hann hoyrir ikki eingong Guði til, hevur ikki Guðs Anda; men hevur djevulin til faðirs, og tað hevur hvør ein ófrelstur prestur í Føroyum í dag! (Og eru teir nú so fáir ?).  Teir flestu hevur man sæð fara til avkristnaðu Danmørk við eini glóð á høvdinum, og koma aftur sum moðin og uldin breyð, sum pilka og skava við Guðs orð, og halda prædikur sum eru reint humanistiskt, Alexandriskt, platoniskt svans, fals og molapykk.  Spyr teir nær teir blivu frelstir, og teir svara tær við einum froski í hálsinum: “við hin heilaga barnadópin, tygum, við hin heilaga barnadópin”.  Við víðari samtalu finnur tú útav, at teir yvirhøvur ikki trúgva at Bíblian er Guðs orð, eiheldur at helviti og himmalin eru veruligir staðir, ella at vit hava eina ódeyðuliga sál, sum skal fram fyri Guð á dómsdegnum.  Hetta tali eg av egnum, ferskum royndum!.  Teir eru ikki Guðs børn, men djevulsins børn, og villleiða ein STÓRAN HÓP av fólki niður í helviti, við falskari boðan og falskari vón, og falskari trúgv, sum einkið annað er enn pátrúgv og gandur.  Við veipandi ørmum, og óføra frommari rødd, tosa teir fagurlát og háfloygd orð um sóljur, hægri ljós, aðra vídd, at Guð frelsti kosmos, og so um “dópsnáði”.

Orðið “dópsnáði” finst ikki í Nýggja Testamenti!!
(“frelstur syndari” heldur ikki..)

Hvussu kann kirkjan kallast “fólkakirkjan”?  Altso, nær er kirkjan vorðin fólksins demokratiska ogn, gift við einum gudleysum stati, hildin uppi av almennum pengum, breyðprofetum og fagurlátum flákrarum?  Jesu Christi kirkja er hansara ogn, og har tosar orðið (Jesus sjálvur) einkið um prestar, altargongd, barnadóp, sakramentir, konfirmatión osv.  Hetta eru alt samalt andkristligar katólskar leivdir, sum eg hervið verði noyddur at siga meg kvitt við einaferð með alla.
Ófatiligt, at fólk skal halda, at tí “at tey trúgva at..”, at so eru tey frelst.  Hevur eitt menniskja ikki møtt Jesusi Christi sum sínum persónliga frelsara, og ikki dagliga tekur krossin upp og fylgir honum, so er tað ikki frelst, so einfalt er tað.  Illu andarnir trúgva við, og skelva.  Frelsandi trúgv er eitt “aktiv”, ein trúgv sum eigur og má fáa sjónligar fylgjur í einum nýggjum, gudligum levnaði.  Uttan at ein livir sum trúgvandi, er trúgvin deyð.  At sakramentisera kristnu trúnna, og harvið automatisera frelsuna til barnadóp, altargongd og eitt faðirvár av og á, uttanum sanna umvending, trúgv og eitt satt DAMACSUS FRELSUMØTI VIÐ JESUS CHRIST, man vera størsta lygn sum hevur skriðið upp úr helviti.  Vón mín er, at tygum halda tygum laaaangt frá hesi falsboðan.

Uttan persónliga (1) UMVENDING og (2) TRÚGV á Golgata verkið, gevur hvørki dópur ella breyðbróting nakrasumhelst meining.  Handan altargongdin er ein katólsk lygn, Báalsdýrkarí, sum sigur at likam Jesu Christs verður BÓKSTAVLIGA etið og blóð hans BÓKSTAVLIGA drukkið, og at hvør ein bukkur og slurkur kann koma til borðið, og bara tí at hann nú einaferð kemur, so fær hann syndafyrigeving, og síðan drekka seg so etandi sama kvøldið, ja, ætla sær at gera tað, meðan hann knelar við ringin.  TYKKARA SPOTTARAR!!  Harrin Jesus Christus sjálvur og Paulus siga púra greitt, at við Harrans borð minnast vit, og boða, Jesu Christi deyða inntil hann kemur.  Tað EINASTA sum kann frelsa er PERSÓNLIG TRÚGV á, at Jesus Christus doyði fyri TÍNAR syndir, og reis upp fyri tína rættvísgering og at takka fyri tað í trúgv, at tað er nokk fyri teg, VENDA UM frá synd og heiminum, og so fylgja Jesusi Christi restina av lívinum.  Tað er eingin automatikkurhvørki í dópinum ella Harrans borði, og bæði eru bert fyri umvend og frelst menniskju, alt annað verður tóm avgudadýrkan og pátrúgv!  Ein sum er óumvendur og ófrelstur etur og drekkur DÓM omanyvir seg sjálvan, hvørki náði ella fyrigeving, óansæð prestsins orð ella hond.


Hvussu er Harrans borð vorðið til “altarborðið”, nakað sum als ikki finst í Nýggja Testamenti?  Vit sum nýtestamentlig heilag hava BERT EITT ALTAR, – tað sum Harri okkara helti blóð sítt á í himlinum fyri ásjón Guðs Faðirs.  Vit eta ikki hansara likam og drekka ikki hansara blóð BÓKSTAVLIGA, men BÍLÆTLIGA, minnast týdningin í tí hann gjørdi, og sostatt taka lut í tí andliga.

Katólska skøkjan er ikki ein kirkja, men skøkjan á skarlaksreyða djórinum, sitandi á Roms sjey fjøllum (Rom er kend fyri at vera bygd á sjey fjøllum.  Sí Opb. 17:9 & 18), allir pávarnir hava verið og eru anti-christar, bønir til Mariu og sakramentini eru onki annað enn Báalsdyrkari, Semiramis og Horus enn eina ferðina, og okkum ber at reinsa allar andstygdir hesarar skøkju av okkum.  “Gangið út, fólk mítt, frá henni, so at tit ongan lut hava í syndum hennara, og so at tit ikki verða rakt av plágum hennara”(Op. 18:4).  Nei, tað finst eingin drotning í himli, apokryphurnar eru djevulsins skriftir, lærandi um skerseld o.a., sum Guðs orð ONGASTAÐNI talar um.  Nei, tú kanst ikki betra uppá teg eftir at tú ert deyður; deyður er deyður, sum eisini ríki maður í helviti fekk at sanna. Hann slapp ikki yvir hagar sum Lazarus var, og pínan var øgilig, og har var eingin annar kjansur!

Veit ikki, um tað nakrantíð var nakað skil í luthersku kirkjuni, men tað er tað so ikki í dag.  Høvdu allir sum krógva seg aftanfyri Lutheri verið sum hann, ja so var vón, men Luther er eingin grundvøllur í sær sjálvum, men tað er skriftin!  Las í Augsburgsku trúarjáttanini, at Luthersku reformatørarnir settu sum reglu at teimum, sum prædika orðið, ikki nýttust at vera persónliga trúgvandi, teir skuldu bara prædika tað, teir vórðu lærdir, og tykist mær tað vera púra burturvið.  ONGASTAÐNI í SKRIFTINI síggja vit Paulus ella hinar apostlarnar taka menn við sær í orðsins tænastu, sum ikki vóru persónliga FRELSTIR.  Luther og teir hava ikki lagt eitt nóg gott grundarlag við reformatiónini, tað er eyðsæð.  Tí er ein onnur reformatión í dag bráðneyðug!!

Hví annars hyggja blint uppá Luther, tá ið vit hava sjálva kelduna, hina heilagu skrift, sum fekk Luther at vakna???

Nýføðingaásletting er líka lítið dópur sum føroyingar eru fjart frá at senda mann upp á mánan.  At sletta hvønn nýføðing í hins tríeinda Guðs navni og siga hann harvið vera vorðnan eitt Guðs barn og at hann alt lívið bert skal halda seg til “dópsnáðina”, tað ger luthersku kirkjuna til størstu SEKT í norðurlondum.  “Jehovah vitni” skulu alvorliga taka seg saman, fyri at náa somu tølum.  Eg endurtaki, at BERT PERSÓNLIG UMVENDING OG TRÚGV á JESUS CHRIST kann frelsa nakran, og tað má EVANGILISK BOÐAN TIL.  Gleðiboðskapurin er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann sum trýr (ikki á nakra “dópsnáði”, men trýr gleðiboðskapinum).  Var tað bert dópur sum um galt, hví sigur Paulus so hesi orðini: “Tí at Christus sendi meg IKKI út at doypa, men at boða gleðiboðskapin, ikki í orðavísdómi, til tess at krossur Christs ikki skuldi verða gjørdur til eitt bert eiti”.  So mikið fyri at ganga á avkristnandi prestaskúlum í sjey ár í langt síðan fráfalnu, gudsforlatnu Danmørk!!  Nei, Guð hjálpi okkum at byggja á skriftina, ikki á mannavísdóm.  Bannaður er hvør tann, sum letur hold vera arm sín!

Eg fari at siga sum er: Ein ófrelstur bispur fer eisini í helviti.  “Man blindur fáa leitt blindan?  Munnu teir ikki báðir falla í veitina?” (Luk. 6:39).

Man gull-broderaði prestabúnin fara at veita honum atgongd um portrið inn í staðin??  Nei, har skal ein annar búni til!!
Eg havi ikki harvið sagt, at bispur er ófrelstur.  (Heldur tú tað, so fái eg ikki hjálpt tær)

Til tygara upplýsing, so varð eg doyptur á eini gyltari strond í Hetlandi, anno domini 1995.  Hjástaddir vóru, umframt meg og doyparan: Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin.
Vitnir: Fiskarnir í sjónum og fulgarnir í luftini.
Gummur og gubbar tá eins væl og nú vóru bæði óynskt og óbíblisk.


Sjúrður Højgaard,
himmalborgari.