Kunngerðin, sum eg sendi út við telduposti á vári 2008, um undirfarna arbeiðið


Føroysk King James Bíblia
Undirritaði er farin undir at týða ensku King James, A.V. 1611, til føroyskt.  Tað er tíð uppá, at vit eisini fáa Guðs orð á føroyskum, tí báðar sum vit hava eru at líkna við tær korruptu NIV og NASB, sum, um tit vilja geva tykkum stundir at hyggja viðheftu traktatirnar ígjøgnum (PDF slóðir), eru einkið annað enn korruptar bíbliur, tí tær eru týddar eftir korruptu standardiseraðu tekstunum, sum andliga deyðu Westcott og Hort í longu tá steindeyðu Church of England settu saman seinnu helvt av 19. øld, og sum sovandi vesturheimurin tók við sum standard tekstur fyri allar bíbliutýðingar, villeid longu tá av humanismuni og tolsemi.  Westcott og Hort gjørdu ein standard grikskan tekst, sum tekur øll manuskriptir upp á ráð, eisini og serliga tey korruptu Alexandriansku manuskriptini, sum teosofi skúlin hjá gudleysa Origen korrupteraði heilt tíðliga.

Í dag vakna fleiri og fleiri og rópa varskó, tí nágreiniligar samanberingar hava prógvað, at hesin sokallaði standard tekstur mangar staðir noktar fyri at Jesus Kristus er Guð komin í holdi, fjernar orð sum Jesu blóð, sigur bara Jesus har sum KJV sigur Harrin Jesus Kristus, fjernar heil vers um frelsu og dóp, fjernar tilbiðing av Jesusi, fjernar at Jesus varð lyftur upp til himmals, noktar at Jesus Kristus kom í holdi, og lærir frelsu av gerningum, ikki av náði.

Allar protestantiskar Bíbliur áðrenn 1881 vóru at líkna við King James 1611; t.d. havi eg eina danska frá 1740, og hon fylgir King James ógvuliga nær.  Í Kirkjubø liggur eitt print av fyrstu íslendsku bíbliuni frá 1584, tann sokallaða Guðbrands Biblían, og eisini hon fylgir King James tekstinum, tí hon er týdd frá tí einastu tekst traditiónini, sum er heilt reint bevarað, nevniliga tann Byzantiska tekst traditiónin, sum antikrists “kirkja”, Páva-“kirkjan”, skøkjan á sjey fjøllum, sum er drukkin av blóði teirra heilagu, ikki hevur fingið klórnar í.  Byzantiska tekst traditiónin er tann einasta rætta tá tað snýr seg um nýggja testamentið, og allir teir fyrstu protestantisku bíbliutýðararnir týddu hesar grundtekstir.  Gamla Testamentið fingu teir frá álítandi rabbinarum, har teir nýttu Ben Chayyim tekstin.  Katólsku skøkjuna og Alexandriutekstirnar kendu teir og dømdu teir sum verandi følsk.  Katólska kirkjan er synagoga Sátans og pávin er ENN sum áður ein Antikristus.  Katólska skøkjan er móðir at øllum andstygdum á allari jørðini og hevur dripið milliónavís av Jesu Christi vitnum, og tað kemur at síggjast, tá ið hon verður dømd, tí í henni fanst blóðið av hinum heilagu… (smb. Opb.).

Í dag hevur fleirtalið rætt, siga tey, tí alt skal metast út frá vesturlendsku demokratisku grundhugsjónini (sum í dag er teirra RELIGIÓN!!), men Guðs ríki hevur aldri verið eitt demokrati, men eitt Kongadømi.  Í mars 2008 var eg í Danmark á eini ráðstevnu um evangelisering og um gomlu protestantisku Bíbliurnar í mun til dagsins egyptisku útvatnaðu mutilasjónir, og har tendraðist ljósið enn bjartari fyri mær; – djevulin roynir í hesum døgum at reingja Guðs orð stig fyri stig, týðing fyri týðing.  Grundtrupulleikin er, at menniskjan tolir ikki Guðs orð og vil ikki laga seg eftir hansara orði, men vil hava hann at tala eitt mál, sum tey øll góðtaka og orka at melta.  Vit liva í síðstu tíð, og nærum eingir prædikumenn tala tað reina evangeliið, flestallir eru teir pengagrískir hundar sum svínast um tíggjund og heilagar gávur til SÍNA EGNU høgt elskaðu tænastu.  Pætur ávaraði okkum, at soleiðis skuldi verða…

II Pæt. 2:1-3:
1. Men eisini svikaprophetar komu upp millum fólkið, eins og falslærarar eisini munnu koma tykkara millum, sum skulu smoyggja inn ringum ranglærum, við tað at teir enntá avnokta Harran, sum keypti teir, og føra bráðan undirgang yvir seg sjálvar.
2. Og mong skulu fylgja teimum í ósiðum teirra, so at sannleikans vegur fyri teirra skuld skal verða spottaður.
3. Og av havisjúku skulu teir við svikaligum orðum fáa sær vinning av tykkum; men dómurin yvir teir frá gamlari tíð dvølur ikki, og undirgangur teirra blundar ikki.
Trúgvið mær, – er tað nakað, sum djevulin hevði ynskt, so er tað at taka bitið av svørði Andans, so menniskju ikki kunnu verða frelst.  Bíblian er okkara einasti og hægsti myndugleiki, og um hon ikki er í lagi, so kann okkara trúgv ikki vera í lagi, tí trúgvin hongur ikki í leysari luft, nei, hon má byggjast á Guðs orð, og tað má vera í lagi, fyri at trúgvin kann vera í lagi.

Meinigheitirnar eru nøkur útvatnaði sirkus, við gyklarum, rokksangarum, skeinkjarum og oyrakitlarum.  Uttan at vit koma aftur til krossins evangelium, og eru før fyri at halda heilar og grundigar evangeliskar talur um rættvísi, synd og dóm, og frelsu eina gjøgnum umvending og trúgv á verk Jesu Christs á Golgata krossi, so verður eingin veruliga endurføddur. Prædikumenn liggja og svansa við Guðs orði til egnan vinning, hirðarnir eta seyðin, og leggja ikki eitt petti í sálirnar.  Eitt sum skøkjan selur, umframt alt tað materialistiska, er mannasálir…

Vaknið, mínir elskaðu brøður.  Keypið ikki ta næstu korruptu bispabíbliuna, har synd skal kallast skuld.  Bara tað sigur nokk í mínari verð, og sigur mær, hvør andi stendur aftanfyri, og tað er ikki Andi Guðs, tað kunnu tit líta á.  Tað er at øtast yvir, hvussu ótrúliga ókritisk og góðtrúgvin fólk eru!!  Elska tit Guðs orð, so lesið King James; har undanfarnir enskir týðarar, eitt nú John Rogers og William Tyndale vórðu hongdir brendir á báli av katólsku skøkjuni fyri arbeiði sítt, men tað valdu teir heldur, enn at boyggja seg fyri antikrists-“kirkjunnar” djevulska tyranni.  Eg veit ikki hvussu tit hava tað, men eg vil vita, at tað er Guðs reina orð, eg lesi, – alt annað fer á bálið; og tað er IKKI tí at eg vanvirði Guðs orð, men tí at eg virði tað yvir alt á jørð.

Eg mæli til, at tú hyggur gjølla ígjøgnum viðheftu faldararnar og hyggur í føroysku týðingarnar.  Er KJV Guðs reina orð, so er Guðs orð enn ikki komið út á føroyskum.

Eingin rein bíbliutýðing finst í vesturheiminum eftir 1880.  Tað er ikki uttan grund, at flestu sonnu Guðs-óttandi enskt talandi trúboðarar enn brúka KJV.  Tá ið vit búðu í Hetlandi (millum 1981-85), søgdu tey gomlu trúgvandi har: ”Get yourself a real Bible”, og tað var ikki ein NIV, NASB, NKJV, Good News, ella nøkur onnur, men eina og aleina ein KJV.

Skalt tú finna Guðs reina orð í Føroyum, so mást tú grava fram eina gamla danska ”Bibelen”, sum er eldri enn 1904. Textus Receptus, tann reini yvirleveraði teksturin, er enn ikki týddur til føroyskt.  Eg veit altso hvat eg tosi um, og bakki ikki ein tumma.  Eini 1500 vers eru korrupt í bíblium, sum eru týddar eftir standariseraðu tekstunum hjá Westcott og Hort, og tað kann man altso ikki liva við.  Westcott og Hort drukku, royktu gras og vóru limir í hemmiligum sataniskum losjum, so sum ”Ghostly guild”, og teir gingu til seansir.  ( sí síðuna um Westcott & Hort .. her > ).

Dahl dugdi føroysk, Victor var ein eldsál, hvørgin týddi Guðs orð, men Guðs sjey ferðir reinsaða orð er til, men er tíverri ikki enn komið út á okkara móður tungu.  Tað fari eg at gera okkurt við, kosti hvat kosta má!!

King James er týdd til norskt, og verður í hesum døgum týdd til danskt og russiskt og føroyskt, sum eg veit um, men vónandi eru eisini aðrir.


Viðmæltur lesnaður:
New Age Bible Versions
Fox’s Book of Martyrs
Which Bible is Gods word?
In Awe of thy word
Bøkurnar fáast á: www.avpublications.com


Vinarliga, (trúgv tí ella ei..) og í Harranum Christi Jesusi,
Sjúrður Højgaard.