Krossleysar páskastevnur


Keldan heldur nú tað teir kalla ”páskastevnu”. Eg havi verið til hesar páskastevnur í 2004, 2005, 2006, 2007, og ikki enn havi eg hoyrt einfalda gleðiboðskapin um Jesu Christi deyða á krossinum fyri okkara syndir boðaðan. Hvørt ár hevur tað verið okkurt um at nú skulu vit gera ditt, nú skulu vit gera datt, nú skal tað endiliga verða, nú skulu vit fara at liva tað rætta kristna lívið, osv. Páskaboðskapurin er gleðiboðskapurin, og gleðiboðskapurin er páskaboðskapurin. Elskaðu teir Jesu Christi kross og blóð, so var tað hetta teir høvdu dvølt við og tosað um, og útdýpað týdningin av, til dømis út frá brøvum Paulusar, men tað verður ikki gjørt. Fyri mær er hetta ótrúligt, og tað fær meg at seta spurningar…

Eg veit ikki, men eg bleiv so frelstur í heimamissiónini, og eri síðan komin inn í andsdópin og náðigávurnar. Men eg havi ikki slept krossinum, og blóðinum, sum er sjálvt evangeliið, sum eg lærdi um í heimamissiónini. Og vóru tað páskamøtir hildin í heimamissiónini, so var tað eingin ivi um, hvat fór at verða tosað um, nevniliga tað størsta sum man kann tala um, sjálvur boðskapurin um frelsu okkara; orð krossins. Tað er klárt tað størtsa, tí tað er sjálvur frelsuboðskapurin. Uttan boðan av krossardeyða Christs fyri okkara syndir VERÐUR ONGIN FRELSTUR. Páskirnar eru jú størsta hending nakrantíð, tí at tá gav Guðs Lamb gav seg sjálvan at doyggja fyri okkara syndir, sum eisini er grundin fyri at hann kom til jarðar. Hetta er størri enn nakað annað í verðini; hetta er sjálvur kjarnin í allari skriftini, ”hin reyði tráðurin”, sum so mangt í gomlu pakt peikar fram ímóti. Páskaevangeliið er sjálvur kjarnin í kristindóminum, ja er evangeliið sjálvt, Guðs kraft til frelsu, og inniheldur tríggjar teir týdningarmestu liðirnar, sum okkum ber at boða klárt og týðiligt, fyri at fólk við trúgv á gleðiboðskapin kann verða frelst.

Hesir tríggir liðir, sum tilsamans eru lykilin til frelsu manna, eru: 1) at Christus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar; 2) og at hann varð grivin, 3) og at hann reis upp aftur triðja dagin samsvarandi við skriftirnar (smb. I. Cor. 15,1-4). Sjálvur ivist eg alvorliga í, hvørvítt fólk sum ikki elskar og ærir krossarverk Christs meira enn nakað annað á jørð veruliga eru livandi limir á Christi likami, og eisini hvørt tey nakrantíð kunnu veruliga hava fingið eitt satt møti við tann krossfesta, deyða og upprisna Harra Jesus Christ, tí at so høvdu tey heilt víst ynskt at boðað tað, og teir høvdu so sanniliga viljað dvølt við hetta á páskunum sjálvum. Ístaðin ganga sokallaðar “kanónir” og trampa aftur og fram eftir platforminum og uppgeila alt liðið um “at liva á eggini”, og at “nú skal sannleikin endiliga gera okkum frí”, o.s.fr. HVAT? Eru tit enn bundin? Hví eru tit tað?

Tað høvdu tit ikki verið, um tit høvdu hugt á tann krossfesta Harra Jesus Christ, bløðandi og doyggjandi fyri okkara syndir. Tá hevði sannleikin gjørt tykkum frí einaferð fyri allar!

Nei, gev okkum trý gomul, føroysk, grátandi, piprandi fólk sum prædika tað sanna gamla krossins evangelium, og send hasar svensku, norsku og amerikonsku sokallaðu “kanónirnar” retur og spar pengarnar hjá Guðs fólki!

Gjøgnumbardi, likamliga veiki Paulus hevði nokk ikki sloppið upp á pallin hjá tykkum heldur!

Men so kemur onki fólk, mutla tey.

Tað verður eingin frelstur uttanum krossin og blóðið allíkavæl. Havna tey orði krossins, Guðs einastu kraft til frelsu, sum væl er dárskapur fyri teimum sum glatast, men Guðs kraft fyri teimum sum eru frelst (1. Cor. 1,18 (KJV)) so kanst tú dansa, hoppa, skrála og standa á høvdinum, alt í senn, tað verður EINGIN frelstur kortini. Av øllum andstygdunum í kristnini í Føroyum í dag, er henda tann, sum eg pínist allarmest av. Hetta er klárasta tekin um at fráfall er byrjað og tað sum verri er stendur fyri durunum. Vælsignan eigið tykkum komið aftur til krossin!!.

(Í ár taka teir so uppreisnina við. ”Positivt” má tað jú vera. Ein háðisligan, hálvnaknan, bløðandi, doyggjandi, neyðarsligan, tigandi mann tímir jú tað postmodernistiska, egosentriska, pengagríska, tolsemispakkið ikki at hoyra um.

Hvat hava tit ímóti Jesu Christi blóði og krossi?

Latum okkum lata Paulusar orð áminna dagsins oyrakitlandi karismatikarar:

I. Cor. 1,18 (FKJ) :
Tí at krossar-prædikanin er fyri teimum, ið glatast, dárskapur; men okkum, sum eru frelstir, er hon kraft Guðs.

1. Cor. 1:23—24 (FKJ) :
23 Men vit prædika Christ krossfestan, Jødunum snávingarsteinur, og Grikkunum fávitska;
24 Men teimum ið eru kallaðir, bæði Jødum og Grikkum, Christ – Guðs kraft, og Guðs vísdóm.

I. Cor. 2:2 (FKJ) :
Tí at eg ráddi av, ikki at vita nakað ting tykkara millum, uttan Jesus Christ, og hann krossfestan.

Gal. 3,1 (FKJ) :
O DÁRSOMU Galatarar, hvør hevur trøllbundið tykkum, at tit skuldu ikki lýða sannleikan, frammi fyri hvørs eygum Jesus Christus hevur verðið eyðsýniliga settur fram, krossfestur tykkara millum?

Ja, Paulus vildi einki vita millum Corinthmanna, uttan Jesus Christ, og hann krossfestan. Men tað gamla evangeliið er opinbart ikki nokk fyri nútíðar verðsligu, mammonsgrísku kristnu.


PROSPERITY GOSPEL? Ikki til mín, takk! Eg havi valt krossin, ikki pengar.

Beint fram, so væl sum beina kós Í Christi,
Sjúrður Højgaard.