KJV 777 mótsatt NIV 666



Tá tú hevur hugt at hesum, so hugsa um hetta:

BÁÐAR tær núverandi Føroysku “bíbliurnar” hava hesi trý heitini hjá Jesusi 6 ferðir (ikki 7, sum KJB) í Nýggja Testamenti, og siga sostatt: Pávans Anti-Christus 666.

Tær siga altso ikki Jesus Christus 777, men Pávans Anti-Christus 666.

Hví?

Tí tær eru BÁÐAR týddar eftir manuskriptunum hjá Anti-christi í Alexandriu og í Vaticaninum í Róm.

Guðs BÓK gevur altso Jesus Christus 777.

Guðs Bíblia kemur út á Føroyskum í og við Føroysku King James, tí hon er jú trúliga týdd orð fyri orð eftir ensku King James Heilagu Bíbliuni, sum er PERFEKT. (Hevur tú nakað annað at fortelja, so rými eg).

Ein stórur partur av “christindóminum” í Føroyum er ikki sannur christindómur, men er einkið annað enn sakramenalistisk katolisisma, við TOTAAALT følskum gleðiboðskapi, einum følskum Jesusi, og eini falskari bíbliu. Har FINST eingin frelsa. Sannleikin er tann, at einkið sakramenti finst í christindóminum yvirhøvur og hevur aldri funnist. Guð hevur ikki fyriskipað sakramentshandlingar óumvenda, óendurfødda gudloysinginum til frelsu, men EVANGELISKA BOÐAN, UMVENDING og TRÚGV á úthelta blóð Jesu Christs, EINKIÐ ANNAÐ. Tann, sum hevur onkra pátrúgv uppá onkra sakraments-handling og ikki persónliga frelsandi hjarta-trúgv á persónin Jesus Christ, á hvat hann gjørdi honum til frelsu á Golgata, og tekur persónliga ímóti persóninum Jesusi Christi sum sín persónliga Frelsara, – hann fær hvørki eitt ella annað frá Guði; og so SLETT IKKI ævigt lív!

Skilur man ikki orðini hjá Guði (KJB/FKJ), so er tað tí at man roynir at vera andaligur við høvdinum. Tað gongur ikki. Tí er tað bara at leggja hjartað á blot, og tínæst leggja høvdið á blot. Guðs orð skilur eingin uttan Heilaga Andans opinbering allíkavæl, so hvat nyttar tað at broyta orðini hjá Guði til elastiskar mannasetningar? Nei tú, lat BÓKINA vera so sum hon er: Guðs BÓK, KJB.

Hvat ger man so, í ljósinum av hesum vit her hava sæð? Jú, man blakar ALLAR djevulsins og pávans perVersjónir av “bíblium” av pávan-og-til, og heldur fast við Guðs BÓK, KJB, og nertir ONGA aðra NAKRANTÍÐ aftur, av berum kærleika til GUÐS ORÐ, og av ótta fyri egnari sál.

Allir pávarnir hava verðið á latíni kallaðir við hesum andskræmiliga Guðs-spottanarliga heiti: VICARIUS FILII DEI, sum merkir: Vikarur sonar Guðs, ella betri kent á donskum her um okkara leiðir sum: “Guds søns stedfortræder”. Slíkt sataniskt, Guðs-spottandi, devulskt tvætl!!! EINGIN einkultur persónur er vikarur Sonar Guðs á jørð!!!. Skilur tú ikki tað? Jesus segði: Allur máttur er givin mær í himni og á jørð (Matth. 28:18). Jesus Christus er tann, sum øllum ræður, sitandi við høgru hond Guðs Faðirs í himni, og hann hevur ikki givið nøkrum gullskrýddum, purpur og skarlakslittum anti-christi í Róm sitandi á sjey fjøllum sítt vald. Comprendez?

Pávarnir hava allir verið, eru, og verða altíð ANTI-CHRISTAR. Grikska orðið “anti” merkir “ímóti”, ella “ístaðinfyri”. Tann, sum sigur seg vera ístaðinfyri Son Guðs á jørð, hann hevur longu avdúkað hvør hann er: Anti-christus!!. Harafturat hava flestallir bókstavar eitt talvirði á latíni, og tá ið tú plussar talvirðið á latínska heiti hesa djevuls í kjøti, fært tú seks hundrað og trísinstjúgu og seks. Comprendez?

V=5
I=1
C=100
A=0
R=0
I=1
V=5
S=0

F=0
I=1
L=50
I=1
I=1

D=500
E=0
I=1
——— +
666

.. Ja: av pávan-og-til við Pávans Anti-christus 666, og øllum hansara bókum, sum kalla seg “bíblia”, men umboða anti-christ, og ikki Guðs Christ.