“King James einans” bíbliuskúlalærari koyrdur, fyri at trúgva, at King James Bíblian er Guðs ófeilbarliga orð


Síggj hvussu ein sum trýr, at King James Bíblian er Guðs ófeilbarliga orð, verður viðfarin á týpisku teologi-seminariunum í dag. Útifrystur, baktalaður, útsvertaður, so tilforlogin, og so … útblakaður.

King James Bíblian er útilokandi týdd eftir teimum 5300 reinu N.T. handritunum tilhoyrandi Antiochisku tekst-týpuni, sum Erasmus og Stephanus brúktu at gera eitt standard Textus Receptus Grikskt N.T. eftir, og sum fyrst útkom í 1516. So gott sum øll hasi Laodicæansku endatíðarkirkjunnar teologi-seminariini út um allan heim í dag eru villleidd til at standa fult og fast við tey 45 KORRUPERAÐU handritini út Alexandriu, sum hasin perverteraði undirliggjandi standard Grikski teksturin hjá teimum varð gjørdur eftir millum 1871 og 1881, og sum United Bible Societies sigur vera eini grikski teksturin sum tað eigur at verða týtt eftir í dag, og sum ALLAR hasar spiltu “bíbliurnar” hava verðið týddar eftir síðan 1881.

Teir TOLA IKKI, at ein TRÝR TÍ, at Guð hevur varðveitt síni orð til fulnar Í EINI ÁVÍSARI BÓK, sum vanligi palleba kann lesa í dag; men vilja heldur hava tey endaleyst at flóta ímillum pappírs-sprek, ímillum verjsónir, ella bert at hava verið til í upprunaligu handritunum, sum jú IKKI EITT EINASTA er til av í dag. Nei, Guð lovaði at varðveita síni orð, og tað hevur hann gjørt EINANS í King James Bíbliuni.

The words of the LORD are pure words: as silver tried in a furnace of earth, purified seven times. Thou shalt keep them, O LORD, thou shalt preserve them from this generation for ever. ( Psalm 12:6 )

Perversjónirnar siga ikki, at Guð skal varðeita síni orð frá hesi ætt um ævir,… men at hann skal varðveita okkum frá hesi ætt um ævir, – hvat jú aldeilis ikki hongur saman við tí, hann júst hevur talað um, SÍNI ORÐ.



Ein av grundleggjarum NASB’s frásigur sær hatta stykkið Alexandriska skrellið, eftir at hava sæð ljósið í King James Heilagu Bíbliuni, teirri SONNU Bíbliuni hjá Guði várum: