Almenni epistil Judasar


.
Judas, tænari Jesu Christs, og bróðir Jákups, til teirra sum eru halgaðir av Guði Faðir, og varðveittir í Jesusi Christi, ogkallaðir:

2 Miskunn at tykkum, og friður, og kærleiki, veri margfaldað.

3 Elskaðu tit, tá ið eg veitti allan íðinskap at skriva tykkum um hina felags frelsu, var tað neyðturviligt hjá mær at skriva tykkum, og formana tykkum at tit skuldu álvarsamligani stríða fyri trúnni, sum varð einaferð fingin hinum heilagu.

4 Tí at tað eru ávísir menn skridnir inn óvarnandi, sum áður frá gamlari tíð vórðu útnevndir til hesa dómfelling, ógudiligir menn, sum snúgva náði Guðs várs til skendsku, og avnokta hin einasta Harra Guð, og váran Harra Jesus Christ.

5 Eg vil tí seta tykkum í endurminning, tó at tit einaferð vitstu hetta, hvussu ið Harrin, tá ið hann hevði frelst fólkið út úr Egyptalandi, oyddi síðani tey sum ikki trúðu.

6 Og teir einglarnar, sum ikki hildu sína fyrstu støðu, men yvirgóvu sín egna bústað, hevur hann goymt í ævigtvarandi ketum undir myrkri, at dómi hins mikla dags.

7 Júst eins og Sodoma og Gomorrha, og staðirnir íkring teir á líkan hátt, sum góvu seg yvir til siðloysi, og fóru eftir fremmandum kjøti, eru settir fram til eitt fyridømi, líðandi revsidómin av ævigum eldi.

8 Hesir skitnu droymararnir somuleiðis eisini óreinka kjøtið, vanvirða harradømi, og tala ilt um tignir.

9 Men høvuðseingilin Michael, tá ið hann stríddi við djevulin, skifti hann orð um Móse likam, og vágaði sær ikki at føra ímóti honum eina háðandi ákæru, men segði, Harrin harti teg.

10 Men hesir tala ilt um tey ting sum teir ikki kenna: men tað, sum teir kenna náttúrligani, eins og vitleys djór, í teimum tingunum spilla teir seg.

11 Vei teimum! Tí at teir hava gingið á vegi Cáins, og runnu grádigani eftir villfaring Bálaams fyri endurgjald, og glataðust í andmæling Córa.

12 Hesir eru blettir í tykkara vælvildarfestum, tá ið teir festa við tykkum, og nøra seg uttan ótta: teir eru skýggj uttan vatn, drivnir umkring av vindum; trø hvørs ávøkstur følnar, uttan frukt, tvær ferðir deyðir, slitnir upp við røturnar;

13 Øðisligar sævaraldur, sum froða út sína egnu skomm; reikandi stjørnur, sum svartleiki myrkursins er avlagdur til um ævir.

14 Og Enoch eisini, hin sjeyndi frá Adami, propheteraði um hesar, og segði, Sí, Harrin kemur við tíggju túsundum av sínum heilagu,

15 Til at útinna dóm yvir allar, og at sannføra allar sum eru ógudiligir teirra millum um allar teirra ógudiligu gerðir sum teir hava ógudiligani framt, og um allar teirra hørðu talur sum ógudiligir syndarar hava talað ímóti honum.

16 Hesir eru knarrarar, klagarar, sum ganga eftir sínum egnu lystum; og teirra muður talar mikil uppblásandi orð,havandi persónar manna í metum vegna frama.

17 Men, elskaðu tit, minnist til orðini sum vórðu talaði áður av ápostlum várs Harra Jesu Christs;

18 Hvussu ið teir søgdu tykkum, at verða skuldu spottarar í síðstu tíð, sum skuldu ganga eftir sínum egnu ógudiligu lystum.

19 Hesir veri teir sum atskilja seg, sansaligir, sum ikki hava Andan.

20 Men tit, elskaðu, uppbyggið tykkum sjálvar á tykkara mest heilagu trúgv, biðjandi í Halga Andanum,

21 Og haldið tykkum sjálvar í Guðs kærleika, meðan tit vænta eftir miskunn várs Harra Jesu Christs til ævigt lív.

22 Og við summum havið várkunn, gerandi mun:

23 Og aðrar frelsið við ótta, við at hála teir út úr eldinum; hatandi enntá klæðið, blettað av kjøtinum.

24 Men honum sum er mentur at varðveita tykkum frá at falla, og at seta tykkum fram feilafríar frammi fyri nærveruni av síni dýrd við frágerða fagnaði,

25 Hinum einasta vísa Guði, Frelsara várum, veri dýrd og hátign, harradømi og máttur, bæði nú og um ævir. Amen.