Jez´-e-bel-s meinigheitin er komin til sjóndar; sum frukt av følskum gleðiboðskapi



Hans vaktarmenn eru blindir: teir eru allir óvitandi, teir eru allir málleysir hundar, teir duga ikki at goyggja; sovandi, liggjandi niðri, elskandi at dúra.
( Esaiah 56:10 )

Eg vil vera ein vaktarmaður, sum er vitandi, og sum kann goyggja varskó!!

– Men grundleggjandi er at óttast GUÐ, og IKKI yvirhøvur menniskju.


Veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna: Guði ella Ba´-al!
( sí I. Kong. 18:21 )
Christi ella mammon!!!
( sí Matth. 6:24 )


Pinsarnir í hesum landinum hava opinbart valt Ba´-al og mammon! Vendið tí um, tykkara endatíðar-anda-ríðandi-lógloysismenniskja-pakk!!


Men hin sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guðs tíns: í honum skalt tú ikki gera nakað arbeiði, tú, ella sonur tín, ella dóttir tín, tænastusveinur tín, ella tænastugenta tín, ella fenaður tín, ella tín fremmandi sum er innan portra tína:
(Exodus 20:10)


Tessvegna er Menniskjusonurin Harri eisini hjá sabbatinum.
( sí Mark. 2:28 FKJ ),

ja; men hvør ert tú?
Lógloysismaðurin??


Tey siga, tað er vorðið “legalt” at bróta hvíludagin í hesum landinum. Hvør hevur givið loyvi til tess, Christus ella Anti-christus?


17 ¶ Hugsið ikki, at eg eri komin at oyða lógina, ella prophetarnar: eg eri ikki komin at oyða, men at uppfylla.
18 Tí at sanniliga sigi eg tykkum, Til himin og jørð forganga, ein smástavur ella ein stavkrókur skal á ongum vísi farast úr lógini, til alt verði uppfylt.
19 Hvørsumhelst ið tí skal bróta eitt av hesum minstu boðum, og skal læra menn soleiðis, hann skal verða kallaður hin minsti í kongadømi himins: men hvørsumhelst ið skal gera og frálæra tey, hin sami skal verða kallaður mikil í kongadømi himins.
(Matth. 5:17-19)

Pinsarnir í Føroyum (“náði-einans” falslærarandi pakkið) verða altso MINSTIR í kongadømi himins; teir sum altso verða har!


Hesar eru nakrar Jez´-e-bel-s meinigheitir, vit síggja í dag, út um alt land!!!


Hesi eru orð av Jesu Christi egna munni, eftir Golgata og eisini eftir hansara himmalsferð (tvs. at tey galda líka nógv í dag sum tá):

20 Hóast hetta, eg havi nakrar
fáar lutir ímóti tær, av tí at tú loyvirt
hasi kvinnuni Jez´-e-bel, sum
kallar seg sjálva eina prophetinnu,
at læra (nota: kvinnur eiga nevniliga IKKI at læra smb. I. Tim. 2:12; & I. Cor. 14:34-37) og at tøla tænarar mínar
at fremja hordóm (t.e. brot á 6. boð), og at eta lutir
ofraðar skurðgudum. (t.e. brot á 1. og 2. boð)
21 Og eg gav henni tíðarbil at
venda um frá siðloysi hennara; og
hon vendi ikki um.
22 Sí, eg vil kasta hana inn í eina
song, og teir sum fremja hordóm
við henni inn í mikla trongslu,
uttan teir vendi um frá gerðum
sínum.
23 Og eg vil drepa børn hennara
við deyða; og allar kirkjurnar
skulu vita at eg eri hann sum
rannsakar nýruni og hjørtuni: og
eg vil geva hvørjum og einum av
tykkum samsvarandi við verkini
hjá tykkum.
24 Men tykkum sigi eg, og restini
í Thý-a-ti´-ru, so mongum sum
hava ikki hesa Guðs-læru, og
sum hava ikki kent dýpdir Satans,
sum teir siga; Eg vil leggja uppá
tykkum onga aðra byrðu.
25 Men tað sum tit hava longu
haldið fast til eg komi.
26 Og hann sum yvirvinnur,
og varðveitir verkini hjá mær
framat endanum, til hansara vil
eg geva mátt yvir tjóðunum:
27 Og hann skal stjórna teimum
við einum stavi av jarni; eins
og kerini hjá einum leirkerasmiði
skulu tey verða brotin í flindur:
enntá eins og eg móttók frá Faðir
mínum.
28 Og eg vil geva honum morgunstjørnuna.
29 Hann sum hevur oyra, lat
hann hoyra hvat Andin sigur við
kirkjurnar.
(Opb. 2:20-29)


OG Guð talaði øll hesi orðini, sigandi,
2 Eg eri HARRIN Guð tín, sum havi ført teg út úr Egyptalandi, út úr trældóms-húsinum.
3 Tú skalt ongar aðrar gudar hava undan mær.
4 Tú skalt ikki gera tær nakra rista mynd, ella nakran líkleika av nøkrum tingi sum er í himni fyri oman, ella sum er á jørðini fyri niðan, ella sum er í vatninum undir jørðini:
5 Tú skalt ikki boyggja niður teg sjálvan fyri teimum, ella tæna teimum: tí at eg, HARRIN Guð tín, eri ein ástbrellin Guð, heimsøkjandi misgerð fedranna omanyvir børnini at hinum triðja og fjórða ættarliði hjá teimum sum hata meg;
6 Og sýnandi miskunn at túsundum av teimum sum elska meg, og halda boðini hjá mær.
7 Tú skalt ikki taka navn HARRANS Guðs tíns í fáfongd; tí at HARRIN vil ikki halda hann sakleysan, sum tekur navn hans í fáfongd.
8 Minst til sabbatsdagin, at halda hann heilagan.
9 Seks dagar skalt tú streva, og gera alt títt arbeiði:
10 Men hin sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guðs tíns: í honum skalt tú ikki gera nakað arbeiði, tú, ella sonur tín, ella dóttir tín, tænastusveinur tín, ella tænastugenta tín, ella fenaður tín, ella tín fremmandi sum er innan portra tína:
11 Tí at á seks døgum gjørdi HARRIN himin og jørð, sjógvin, og alt sum í teim er, og hvíldi hin sjeynda dagin: hvørsvegna HARRIN vælsignaði sabbatsdagin, og halgaði hann.
12 ¶ Æra faðir tín og móður tína: at tínir dagar mega verða langir uppiá landinum sum HARRIN Guð tín gevur tær.
13 Tú skalt ikki drepa.
14 Tú skalt ikki fremja hordóm.
15 Tú skalt ikki stjala.
16 Tú skalt ikki bera falskan vitnisburð ímóti næsta tínum.
17 Tú skalt ikki girnast hús næsta tíns, tú skalt ikki girnast konu næsta tíns, ella tænastusvein hans, ella tænastugentu hans, ella oksa hans, ella asna hans, ella nakað ting sum næsta tíns er.
( Exodus 20:1-17 FKJ )


( Sitatini eru úr bæði fyrstu og aðru útgávu av FKJ N.T.)