Triðji epistil Jóhannesar


.
Hin elsti til hin væl elskaða Gaius, sum eg elski í sannleikanum.

2 Elskaði mín, eg ynski framum alt at tú mást hava framgongd og vera við heilsu, enntá so sum tín sál hevur framgongd.

3 Tí at eg frøddist mikilliga, tá ið brøðurnir komu og vitnaðu um sannleikan sum er í tær, júst sum tú gongurt í sannleikanum.

4 Eg havi onga størri gleði enn at hoyra, at míni børn ganga í sannleika.

5 Elskaði mín, tú gert trúfastliga hvatsumhelst tú gert mótvegis brøðrunum, og mótvegis fremmandum;

6 Sum hava borið vitnisburð um tína vælvild frammi fyri kirkjuni: hvørjar, um tú føri teir áfram á teirra ferð eftir gudiligum máta, gert tú væl:

7 Tí fyri navns hansara skuld fóru teir út, og taka ímóti ongum tingi frá Heidningunum.

8 Tí áttu vit at taka ímóti slíkum, at vit máttu verið felags hjálparar fyri sannleikanum.

9 Eg skrivaði kirkjuni: men Diotrephes, sum elskar at hava hægstu tign teirra millum, tekur ikki ímóti okkum.

10 Av teirri grund vil eg, um eg komi, minnast hansara gerðir sum hann ger, prátandi ímóti okkum við illviljasomum orðum: og ikki nøgdur við tað, so tekur hann ikki heldur sjálvur ímóti brøðrunum, og noktar teimum ið vildu, og kastar teirút úr kirkjuni.

11 Elskaði mín, fylg ikki tí sum er ilt, men tí sum er gott. Hann, ið ger gott, er av Guði: men hann, ið ger ilt, hevur ikki sæð Guð.

12 Demetrius hevur góða frágreiðing av øllum, og av sannleikanum sjálvum: ja, og eisini vit geva frágreiðing; og tit vita at okkara frágreiðing er sonn.

13 Eg hevði mangar lutir at skriva, men eg vil ikki skriva til tín við blekki og penni:

14 Men eg líti á, at eg brátt skal sjá teg, og vit skulu tala andlit til andlits. Friður veri til tín. Okkara vinir lata heilsa tær. Heilsa vinunum við navni.