KAPITUL 1
.
Paulus, og Silvánus, og Timotheus, til kirkju Thessalónicaranna í Guði Faðir várum og Harranum Jesusi Christi:
2 Náði at tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum og Harranum Jesusi Christi.
3 Vit eru skyldigir til at takka Guði altíð fyri tykkum, brøður, sum tað er sámiligt, av tí at tykkara trúgv veksur avbera nógv,og vælvildin hjá hvørjum einstøkum av tykkum øllum hvør móti øðrum ríkast;
4 So at vit sjálvir rósa okkum í tykkum í kirkjum Guðs fyri tykkara tolmóð og trúgv í øllum tykkara atsóknum og trongslum sum tit úthalda:
5 Sum er eitt eyðsýnt tekin um Guðs rættvísa dóm, at tit mega verða taldir verdir til kongadømi Guðs, fyri hvørt tit eisini líða:
6 Við tað at tað er eitt rættvíst ting hjá Guði at endurgjalda trongslu til teirra sum treingja tykkum;
7 Og til tykkara sum verða trongdir, hvíld við okkum, tá ið Harrin Jesus verður opinberaður av himni við sínum mektigu einglum,
8 Í logandi eldi at taka hevnd yvir teir sum kenna ikki Guð, og sum ikki akta gleðiboðskap várs Harra Jesu Christs:
9 Sum skulu revsast við ævigtvarandi oyðing frá nærveru Harrans, og frá dýrdini av hansara kraft;
10 Tá ið hann kemur fyri at verða dýrðmettur í sínum heilagu, og at verða eygleiddur í undran í øllum teimum sum trúgva, (av tí at okkara vitnisburði tykkara millum varð trúð,) á tí degi.
11 Hvørsvegna vit eisini altíð biðja fyri tykkum, at Guð okkara vildi roknað tykkum verdar til hesa kallan, og uppfylla allan góða tokkan av síni góðsku, og trúarverkið við kraft:
12 At navn várs Harra Jesu Christs má verða dýrðmett í tykkum, og tit í honum, eftir náði Guðs várs og Harrans Jesu Christs.
KAPITUL 2
.
Men vit bøna tykkum, brøður, við komu várs Harra Jesu Christs, og við okkara savnan saman at honum,
2 At tit ikki verða skjótt skakaðir í sinni, ella órógvast, hvørki við anda, ella við orði, ella við brævi sum frá okkum, sum at dagur Christs er við hond.
3 Latið ongan villleiða tykkum á nakran hátt: tí at tann dagurin skal ikki koma, uttan tað kemur eitt fráfall fyrst, og hasin syndarinnar maðurin verður opinberaður, glatanarsonurin;
4 Sum stendur ímóti og hevjar seg upp um alt sum verður kallað Guð, ella sum verður tilbiðið; so at hann sum Guð situr í templi Guðs, og sýnir seg sjálvan at hann er Guð.
5 Minnast tit ikki, at tá ið eg enn var hjá tykkum, tá segði eg tykkum hesar lutir?
6 Og nú vita tit hvat heldur aftur, at hann mátti verðið opinberaður í tíð síni.
7 Tí at misgerðarloyndardómurin virkar longu: bert at hann, sum nú heldur aftur, vil halda aftur, inntil hann verði tikin burtur av vegnum.
8 Og tá skal hasin Vondi verða opinberaður, sum Harrin skal upp tæra við andanum av sínum munni, og skal oyða við bjartleikanum av síni komu:
9 Enntá hann, hvørs koma er eftir virkan Sátans við allari kraft og teknum og lúgvandi undrum,
10 Og við allari villleiðiligsemi av órættvísi í teimum ið glatast; av tí at teir tóku ikki ímóti kærleikanum til sannleikan, at teir máttu verðið frelstir.
11 Og fyri hesa grund fer Guð at senda teimum kraftiga villu, at teir skuldu trúgva eini lygn:
12 Fyri at teir allir skuldu verða heldømdir sum trúðu ikki sannleikanum, men høvdu fragd í órættvísi.
13 Men vit eru skyldigir til alveg at veita Guði tøkkir fyri tykkum, brøður hátt elskaðir av Harranum, av tí at Guð frá byrjanini hevur útvalt tykkum til frelsu gjøgnum halgan av Andanum og trúgv sannleikans:
14 At hvørjum hann kallaði tykkum við gleðiboðskapi okkara, til lutingina av dýrd várs Harra Jesu Christs.
15 Tessvegna, brøður, standið fastir, og haldið tær siðvenjur sum tit hava verðið lærdir, hvørt við orði, ella epistli okkara.
16 Men sjálvur Harri vár Jesus Christus, og Guð, enntá Faðir vár, sum hevur elskað okkum, og hevur givið okkumævigtvarandi troyst og góða vón gjøgn náði,
17 Hann uggi hjørtu tykkara, og grundfesti tykkum í hvørjum góðum orði og verki.
KAPITUL 3
.
At enda, brøður, biðjið fyri okkum, at Harrans orð má hava fría kós, og verða dýrðmett, enntá sum tað er hjá tykkum:
2 Og at vit mega verða bjargaðir frá órímiligum og vondum monnum: tí at allir hava ikki trúgv.
3 Men Harrin er trúfastur, sum skal grundfesta tykkum, og varðveita tykkum frá illum.
4 Og vit hava vissu í Harranum viðvíkjandi tykkum, at tit bæði gera og vilja gera tey tingini sum vit bjóða tykkum.
5 Og Harrin beini tykkara hjørtu inn í kærleika Guðs, og inn í tolnu væntanina eftir Christi.
6 Men vit ábjóða tykkum, brøður, í navni várs Harra Jesu Christs, at tit taka tykkum aftur frá hvørjum bróðuri sum gongur óreglusamligani, og ikki eftir teirri siðvenju sum hann fekk frá okkum.
7 Tí at tit sjálvir vita hvussu tit áttu at fylgja okkum: tí vit bóru okkum ikki óreglusamt at tykkara millum;
8 Eiheldur ótu vit breyðið hjá nøkrum fyri einkið; men arbeiddu við stríði og strevi nátt og dag, fyri at vit ikki skuldu verða krevjuligir fyri nøkrum av tykkum:
9 Ikki tí at vit ikki hava vald, men fyri at gera okkum sjálvar til eitt fyridømi fyri tykkum, til at fylgja okkum.
10 Tí sjálvt tá ið vit vóru hjá tykkum, buðu vit tykkum hetta, at um nakar ikki vildi arbeiða, tá skuldi hann heldur ikki eta.
11 Tí vit hoyra, at tað eru summir ið ganga tykkara millum óreglusamliga, sum als ikki arbeiða, men eru sneytidólgar.
12 Men teimum, ið eru slíkir, bjóða vit og formana við Harra váran Jesus Christ, at við stillføri teir arbeiði, og eti sítt egna breyð.
13 Men tit, brøður, verðið ikki troyttir í vælgering.
14 Og um onkur akti ikki orð okkara við hesum epistli, tá merkið tykkum tann mann, og havið einkið samlag við hann, at hann má skammast.
15 Tó roknið hann ikki sum fígginda, men áminnið hann sum bróður.
16 Men sjálvur Harri friðarins gevi tykkum frið altíð á allan hátt. Harrin veri við tykkum øllum.
17 Heilsan Paulusar við míni egnu hond, sum er tekinið í hvørjum epistli: soleiðis skrivi eg.
18 Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum øllum. Amen.
¶ Seinni epistilin til Thessalónicararnar varð skrivaður frá Athen.