Hvørja “sekt” hoyrir tú til?



– Eg eri ikki lutheranari,
– Eg eri ikki heimamissiónsmaður,
– Eg eri ikki baptist,
– Eg eri ikki hvítusunnumaður,
– Eg eri ikki carismatikari,
(… Og nakað út um hesi eri eg so SLETT ikki!)

Ert tú so ikki ein Christin?
Jú, Eg eri einkið av hesum, og tó ØLL HESI:

Eg eri lutheranari í læruni um frelsu við trúgv uttan gerningar,
heimamissiónsmaður í evangeliiboðanini,
baptistur í vatndópi teirra sonnu frelstu, EFTIR at tey eru frelst, (alt annað koppar Christindóminum so fullkomiliga á høvdið)
hvítusunnumaður, tí eg eri doyptur við Heilaga Andanum og við eldi,
og carismatikari, tí av Guðs náði virka náðigávurnar í mínum lívi.

So hetta er “sektin”, sum eg hoyri til.
– Hvørja hoyrir tú til?

Annars vil eg siga, at tað at hoyra til eina “sekt” er tað sama sum at hoyra til ein útskildan bólk.  Tískil man eg vera ein av teimum fáu, sum IKKI hoyra til nakra sekt, tí sum sagt, kenni eg meg við allar sann-Christnar rætningar, men eingin av teimum skal halda seg “eiga meg”, ella “stýra mær”, tí tað er tað, ið sektir gera.  Allir hesir bólkar hava fest seg við ávísar sannleikar í skriftini.  Hvat við at gloyma alla slíka fávitsku og lesa og taka við øllum Guðs orði so sum tað talar?

Um tú til dømis ert ein heitt-svorin lutheranari, sum kanska talar ilt um og sært niður á aðrar sann-Christnar rætningar, so sigi eg um teg, at tú ert limur í størstu sekt í Føroyum.  Kom tær út úr búrinum og far á flog, tín sektariski kettari; lat upp eygunum, les skriftina so sum hon talar, og tú vilt síggja, at tú vart so púra á villini leið.


Sjúrður Højgaard.