Hvassa svørð Guðs

( King James prát, hin 15. Februar 2011 )


Tí orð Guðs er livandi, og máttmikið, og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, gatandi enntá til skiljingina sundur av sál og anda, og av liðunum og mergi, og er ein greinari av hugsanum og ráðum hjartans.
( Hebr. 4:12 FKJ )


Og hann segði við teir, Farið
tit inn í allan heimin, og prædikið
gleðiboðskapin fyri hvørjum skapningi.
Hann sum trýr og verður
doyptur, skal vera frelstur ; men
hann sum trýr ikki skal vera
heldømdur.
( Markus 16:15—16  FKJ )


At enda, brøður mínir, verið
sterkir í Harranum, og í kraftini av
mátti hans.
Latið tykkum í hin heila herbúna
Guðs, at tit mega vera førir
fyri at standa ímóti snildarbrøgdum
djevulsins.
Tí vit berjast ikki ímóti kjøti
og blóði, men ímóti fúrstadømum,
ímóti máttum, ímóti stjórnarunum
av myrkri hesar veraldar,
ímóti andaligari vondsku í høgum
plássum.
Hvørsvegna takið innat tykkum
hin heila herbúna Guðs,
at tit mega vera førir fyri at standa
ímóti á hinum ónda degi, og
havandi gjørt alt, at standa.
Standið tessvegna, havandi
lendar tykkara girdar umkring
við sannleika, og verandi í bróstbrynjuni
av rættvísi;
Og føtur tykkara skøddar við
fyrireikingini av friðar-gleðiboðskapinum;
Framum alt, takandi trúarskjøldurin,
við hvørjum tit skulu vera førir
fyri at sløkkja allar hinar
eldsligu ørvar hins illa.
Og takið frelsu-hjálmin, og
svørð Andans, hvørt er orð Guðs:
( Ephesus 6:10—17  FKJ )


Fyri hesa grund eg boyggi
knæ míni at Faðir várs Harra Jesu
Christs,
Av hvørjum tann heila familjan
í himni og á jørð verður
nevnd,
At hann vildi veita tykkum,
samsvarandi við ríkdómarnar av
dýrd síni, at verða styrktir við
mátti av Anda sínum í hinum innara
manni;
At Christus má dvøljast í
hjørtum tykkara við trúgv; at tit,
verandi rótfestir og grundfestir í
kærleika,
Mega vera førir fyri at fata við
øllum heilagum, hvat er breiddin,
og longdin, og dýpdin, og hæddin;
Og at kenna kærleika Christs,
sum fer framvið kunnleika, at tit
máttu verða fyltir við allari fylling
Guðs.
Nú, honum sum er førur fyri
at gera avbera ríkiliga uppum alt
sum vit biðja um ella hugsa,
samsvarandi við ta kraft sum virkar
í okkum,
Honum veri dýrd í kirkjuni
við Christi Jesusi, út gjøgnum allar
øldir, verøld uttan enda.  A´-men.
( Ephesus 3:14—21 FKJ )


P. S.  Tá ið tosað verður um King James Bíbliuna eigur ein so slett og aldeilis IKKI og fullkomiliga ONGANTÍРat kenna hana skeivt við hatta semi-Alexandriska pjatt-skvatt-skrellið teir kalla “New King James”.  Tað, sum leggur seg næst uppat sannleikanum, men er sprottið upp úr lygnini, er tað vandamiklasta, tí tað kann ikki vera annað enn ein sniðfundigur lakki-steinur út á grøn-slímutu glíðibreytina av verri perVersjónum.  King James Bíblian, eisini kallað Authorised Version, ella A.V.1611, er tann upprunaliga fínpussingin av ensku reformatións Bíbliuni, hægsta fínpussingin av Guðs orði sum nakrantíð hevur funnist, og tíbetur finst enn; og man finnast og halda áfram at vera sjálvasta BÓK Guðs, hetta inntil Christus kemur aftur í ský.


( Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T. )