Hvar bleiv mamma av? (1)


Bíblian setir sum krav til biskoppar:
Ein sum stjórnar væl sínum
egna húsi, havandi børn síni í
undirgivni við allari sómasemi;
( I. Tim. 3:4. FKJ ).

Bíblian setir sum krav til deknar:
Lat deknarnar vera ektamenninir
hjá einari ektakonu,
stjórnandi børnum sínum og
egnu húsum sínum væl.
( I. Tim 3:12. FKJ )

Bíblian kallar mannin (ikki konuna) forsyrgjaran:
Men um nakar skaffi ikki
fyri sínum egnu, og serstakliga
fyri teimum av sínum egna húsi,
hann hevur avnoktað trúnna, og
er verri enn ein vantrúgvandi.
( I. Tim 5:8. FKJ )

Altso er tað maðurin, sum stjórnar, tað er hann sum eigur at seta børnini upp á pláss, og tað er eisini hann, sum forsyrgir; (ikki so lítil uppgáva, ha?)

Hvat eigur konan so at gera? Tað sama kanska?
Nei, Guð hevur givið henni eina aðra uppgávu.

Bíblian lærir eldri og ungar konur at vera soleiðis:
Hinar aldraðu kvinnur líkaleiðis,
at tær veri í atferð sum sømir
heilagleika, ikki falskir ákærarar,
ikki givnar til nógvs víns, frálærarar
av góðum lutum;
At tær mega læra hinar ungu
kvinnur at vera edrúiligar, at
elska ektamenn sínar, at elska
børn síni,
At vera hóvligar, kýskar, passarar
við hús, góðar, lýdnar fyri
sínum egnu ektamonnum, at orð
Guðs verði ikki Guðs-spottað.
( Titus 2:3-5. FKJ )

Eg vil tessvegna at hinar
yngru kvinnur giftist, eigi børn,
leiði húsið; gevi einkið føri til
mótstandarans at tala háðisliga.
( I. Tim. 5:14. FKJ )

Altso eiga konur at vera haldarar við hús, at leiða húsið (dagligi reksturin), elska sínar egnu menn, elska síni egnu børn o.s.fr.

Rætta plássið hjá konuni og mammuni er altso HEIMA VIÐ HÚS!!

SPURNINGUR: Hvør situr við evstu ábyrgd í heiminum?
( Tveir líkastillaðar stjórar finnur tú ongastaðni!! )

Um tú ikki sært rætta svarið í komandi versinum, so er tað tí at tú ert blindaður av reyðum sokkum, tíðarandanum, barnaverndini, demokratia, javnaðarflokkinum, og dagsins oyrnakitlarum v.m.:

Men eg vildi havt tykkum
at vitað, at høvur hvørs mans er
Christus ; og høvur kvinnunnar
er maðurin; og høvur Christs er
Guð.
( I. Kor. 11:3. FKJ )

Er Christus títt høvur?
Well. Tú ert høvur konu tínar. Tak ábyrgd av tínum heimi!!


Á, hvat tað var gott at vaksa upp í 70’unum: pápin arbeiddi úti, mamma og omma vóru heima broderandi, seymandi, vaskandi klæðir, steikjandi døgverða, reiðandi upp, róligar, nøgdar, fittar, blíðmæltar, trúgvar, erligar, elskandi sín mann og síni børn. So kom pápin heim, gav seyðinum, gróv í bønum, ja, slangaði sær (í dag er tað forboðið). Pápi var pápi, og mamma var mamma. Har var ein greiður munur á. Og tey hoyrdu saman! Á, tað var óhugsandi, at tey skuldu farið hvør til sítt. Tað var simpulthen altso ikki til í barnasinninum. Á, hvat tað var gott og trygt at vaksa upp tá ið Føroyar vóru í ordan.

Kim Larsen stakkalin sang EIN góðan sang: “Det er godt at jeg blev født, før aborten den blev fri”. 30 ár seinni hevði verið passandi at sungið: “Det er godt jeg vokste op, før pædagogerne tog over”.

Stakkals børn, sum vaksa upp í dag. Meini tað er heilt ótrúliga forkastiliga óforskammað, tá mammur tveita síni børn á stovn, og yvirgeva heimið, fyri at “realisera seg sjálvar”, “søkja karieru”, “finna sín innara identitet”… meðan børnini uppliva seg “lost” á onkrum almennan stovni, har nakrir Guð-leysir danskt-skúlaðir pedda-goggar skulu uppala tey, og framleiða eitt ættarlið av hyperaktivum, ræðsluslignum, skríggjandi, stingandi, skerandi, sniffandi, frekum, óstýriligum, kærleikshungraðum, útmálaðum, hipphoppandi yoga íðkandi børnum, – fløt á gólvinum. Hvat er hetta fyri nakað?? Hvar bleiv mamma av? Og babba? Datt hann í grøvina, meðan hann gróv? Sovorið egoistiskt, pengagrískt, Guð-leyst pakk!!

Síðan konurnar vórðu tvingaðar út á arbeiðsmarknaðin fyri 30-40 árum síðan av hasum heltiknu banka mafiosunum, er familjan sundurskrødd og pettað sundur. Hetta sataniska tvætlið um líkarætt og kvinnur í politikki og Sjúrður Skaale møsnandi um at kvinnan er tað sterkara kynið; at eingin munur er á kynunum, hatta er alt samalt nakað lágt og myrkt tvætl við íblástri so beint úr helviti, og kemur at smyldra okkara samfelag sundur; ja, er longu væl á veg at gera tað. Tað er so eingin kvinna sterkari enn hesin maðurin, tað kann eg siga navnanum!!! Ongantíð áður sum nú hava vit brúk fyri ordiligum monnum við nossum, sum tora at siga hvar skápið skal standa. Minnist til, at skápið stóð í sama staði frá skapanar morgni inntil fyri einum 30-40 árum síðani, tá hasir marxistisku, darvinistisku jounalistarnir og studentaskúlalærararnir “in disguise” inndoktrineraðu eitt góðtrúgvið ættarlið, við lygnum av sjálvum lygnarans (djevulsins) munni um at kvinnan hevði tað so ringt, at hon var so kúgað, og mátti gerast til mann í staðin. Nei, ein kona sum hevur ein ordiligan, erligan, arbeiðssaman, trúgvan, gudiligan mann og sum kann vera heima og passar heimið og børnini hevur tað so nógv betri enn nøkur onnur kona í heiminum, trúgvið mær. Meðan alt skal skrúvast upp og upp og longri upp fíggjarliga, virkar tað sum vit hava tveitt tey sonnu virðini fullkomiliga fyri borð. Ætli mær so slett ikki at dansa við tykkum um handan innantóma gullkálvin hjá EIKBANK, sum í dag brakar og knakar!! Tá Harrin Jesus Christus verður kongur í Jerusalem í 1000 ára ríkinum, kemur hann at mylja handan gullkálvin og hetta heimssystemið so sundur, sum tit í dag so glaðbeint renna rundanum og tilbiðja.

Var vorðin eini 12 ára gamalur, tá eg fyrstu ferð hoyrdi um, at onkur skuldi skiljast; og tað var ræðuligt, óhoyrt, skakandi heilt niður í grundina, forkastiligt, egoistiskt, sataniskt. Eg bleiv kaldur um høvdið. Hjartað skalv og gav seg. Men líka óvanligt sum tað var tá, líka so vanligt er tað vorðið í dag. Beatlarnir og Elvis og allir hinir lortendarnir forheksaðu opinbart eisini Føroyingin. Stakkals teir á hinum stóra dómsdegnum!!. Vei vei!!.

Altso vita tit hvat,…tit hava slett ikki loyvi til at skiljast! Punktum.

Hoyri, at tað finnast gøtur í pub-infiseraðu Tórshavn, har meir enn annaðhvørt hús stendur hálv manntómt, tí har fer bara alt hvør til sítt. Eftir at hava verið drigin eftir nøsini til at giftast við eini typiskari slíkari horu, sum Føroyar í dag framleiða, í gudleysa Íslandi, sum var eins og at vera fýra ár í helviti, eru eygu míni víðopin fyri at síggja júst hvat hetta er, sum er við at henda í hesum elskaða landi okkara. Komin heimaftur í 2003 sá eg beinanvegin, at rákið í Føroyum er júst somu helvitisleiðina sum í Íslandi, alt hugsar dupult so nógv sum áður um pengar, alt svakt í lotto, partabrøvum, jeepum, gigantiskum húsum, nýggja fartelefon annaðhvørt ár, 50 tumma flatskermum, stór og tung ur við diamantum fyri hálvthundraðtúsund og endaleyst bla bla bla bla bla bla bla. Og hvat heysta vit av hesum djevulska tvætlinum? Jú, hjúnaskilnaðurin økist í stórum, børn sum kenna seg óelskað og gloymd og sum finna uppá allan hugsandi og óhugsandi lort, systemið støðugt meiri korrupt, øll líkaglað um sonnu virðini, tey trúgvandi vorðin verðslig… alt so beint á veg í helviti. Altso hvat bleiv annars av tí fitta, lívsnøgda, trúgva, álítandi, sparna, familjukæra, gudrøkna Føroyinginum?? Guð gevi, at Føroyar fara so dundrandi á húsagang fíggjarliga, heldur enn at fara so dundrandi á húsagang andaliga og familjuliga. Og alla tíðina stendur Jesus við víðopnum favni og sigur: “Høvdu tit vitað hvat ið er tykkum at gagni…” Men øll eru blivin so stokkdeyv. – – –

Og jú, og tað skal bara gerast lættari og lættari at vera einlig mamma. Grasið hinumegin giftiringin skal bara gerast so grønt so grønt. Almennu Føroyar framleiða eitt ættarlið av stinkandi horum, sum hava pengar og karieru sum hægsta mál í lívinum, og sum aldri verða førar fyri at elska bert ein mann alt lívið, sum svíkja mann og børn forglattvekk, men sum sjálvandi skulu hava sín umgang kortini við hvørjumsumhelst, nærsumhelst. Tær flúgva úr landi í land, sova á fínum hotellum fyri almennan penga og preia giftar menn niðri í lobby. Eg havi hoyrt tað, ja eisini sæð tað. Tað stinkar!!. Slíkt hevur altíð itið horarí, og ger tað enn. Ein kona, sum er gift, og sum er vorðin mamma er gingin inn í størsta kall lívs síns, og kann aldri fáa eina størri, meiri lívgevandi uppgávu. Tað er ein uppgáva, sum eingin annar kann ella eigur at yvirtaka. Og VEI um tað hendir!! Dagsins føroyingur hevur yvirgivið sjálvt lívið fyri ein denar. Trúgvandi føroyingurin hevur selt Harran Jesus fyri 30 silvurpeningar. Tín Judas.

Tá ið konur floyma inn á ting, kann eg siga tykkum ein ting: Tá er landið komið heilt út á eggina!!! Jesajah prophetur nevnir í triðja kapitlinum nógv tekin ið eyðkendu tað fráfalna, til dóms komna Ísrael, eitt verandi júst hetta, at “KONUR VALDA LANDINUM”. Tá eru ikki bara menninir hóraðir undan, men tá hava tey longu kasserað familjuna sum hornasteinin í samfelagnum, og tað er hon í Føroyum í dag eftir øllum at døma. Lat tað koma púra greitt fram, og spotti hvør ið spotta vil, tykkara avkom av høggormum: Heimið er og verður einasta rætta plássið hjá eini og hvørjari giftari mammu. Tað almenna skuldi givið hvørjum erligum knoklandi arbeiðsmanni 60.000 um mánaðin, um alt skal kosta tað tað ger, og hvør ein kona sum hevur sett eitt barn í verðina skuldi verið upplærd at taka sær av sínum egnu og av sínum heimi, einki annað. OG TAÐ HEVÐI EISINI LOYST SEG landsfíggjarliga.

Skal tað aftur verða liviligt í hesum landinum, krevja vit at venda skipinum 180 gradir og floyta eitt feitt á hatta Guð-avnoktandi ES, og fáa okkum ein seriøsan løgmann, sum vit sjálvi hava valt. Korrupt, korrupt!!! Eftir mínum tykki skulu vit heilt aftur í 60’ini fyri at finna skilamenn í politikki. Erligheit má vælsaktans vera minsta krav!!!

Til tey sum siga, at tað eingin munur er á kynunum vil eg siga eitt: Prøva og far inn í ein leikutoyshandil við einum fýra ára gomlum dreingi og eini 4 ára gamlari gentu. Lat tey velja sær leikutoy sjálvi, og eg skal siga tær við vissu, at gentan av sær sjálvari velur sær gentuting so sum dukkur, spælikøkar, diddutoy, smyrsl osv., meðan drongurin velur sær dreingjating so sum bilar, actionmenn, spakar, byrsur, bóltar osv. Hví? Tí tey eru ÓLÍK frá skaparans hond. Tað verður ringt hjá nøkrum humanistiskum, marxististum nissum á onkrum barnagarði at venda upp-niður uppá tað sum Guð hevur skapað. Tað varð roynt av nazistunum í “Doyggjlandi”, og alt doyði. Nakra signing kemur tað so ikki at bera við sær, tað er víst, og fruktirnar av øllum hesum vitleysa svansinum eru longu eyðsæddar her hjá okkum.

Ein gásafamilja hevur meiri skil fyri hvat ein familja er enn dagsins høgtlærdu pedda-goggar og familju-ráð-uppgevar og handa sokallaða “barnavernd”, sum er størsti familju-fíggindin sum finst, og er orsøkin til, at mong ein góð og erlig familja er RÝMD AV LANDINUM!!! Um tað eri eg vitni! Tá tú kemur nær at eini gásafamilju finnur tú skjótt út av, at har er eitt sum eitur steggi, og eitt sum eitur bøga, og tey eru ikki eins. Tað verður ein sum pikkar teg, – tað er steggin. Passa upp á hann – hann er farligur!. Og eru ungar í familjuni, so fara teir til nakað sum kallast “mammuna”. Minnast tit? Ja, soleiðis er tað tá ið alt er náttúrligt og í ordan, – sum tað var fyri 30-40 árum síðan eisini her hjá okkum, tá ið Føroyar vóru í ordan. Tú sigur, ja men menniskjan, hon er so nógv klókari enn alt hatta har. Nei, tað finnast nøkur GREYTHØVD í landinum í dag, sum partú venda øllum so beint á høvdið.

Hvar bleiv mamma av?

Ein ónevnd, tá smágenta, segði einaferð við meg: “Mamma er farin til Norra, og kemur aftur um 1000 dagar”. Men nú verður mamma longri burtur enn so. HON KEMUR ALLARHELST ONGANTÍÐ HEIMAFTUR!. HON ER RÝMD HEIMANÍFRÁ, FOR GOOD!!! STAKKALS BØRN!!! Ikki løgið, at teir ikki vita síni livandi ráð hvat teir skulu gera við øll børnini, sum í dag hava allar hugsandi og óhugsandi løgnar sálarligar trupulleikar (úti á landssjúkrahúsinum).

Ja, hon rýmdi heimanífrá og kemur nokk ongantíð heim aftur.

Skal maðurin taka við uppgávuni hjá mammuni?
Skulu omman og abbin?

Sjúrður Højgaard.
( Í dag so dánt ein føroyingur, sum meir og meir vendir eygunum uppeftir. )

 



( Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T. )