Hinir horandi lovsangarar hinna endatíðar (skeiklaðu) oyrnakitlara

(Jan. 2012)


Um ein pástendur, at ein er salvaður av Guði til lovsang í húsi hansara; ja, so skal ein halda seg 100% til tað og ikki spæla ein tann einasta verðsliga tóna við sínum salvaða ljóðføri, tí tað hevði verið herviligt Guðs-spott og ein ótespilig vanæra ímóti Guði, og eitt og tað sama sum at tykjast kunna standa sum súla í tjaldi HARRANS, men eisini standa sum súla í tjaldi Molocs (brennivínsball, verðslig brúdleyp og flirtandi og svingandi Satanisk bygdaballir v.m.).  Tað gongur barasta so slett og aldeilis ikki, skilja tygum.  Har mugu tygum altso velja, hvørjum tygum vilja tæna.  Ja, sum tey gomlu søgdu í gomlu døgum, og tá varð tað altso meint, og fekk eisini sínar røttu sjónligu fylgjur, ólíkt nú: tygum mugu altso venda tygum um; tí umvendur eru tygum barasta so slett og aldeilis ikki, skilja tygum; um tygum altso tykjast halda, at tygum kunnu standa sum almenn sjónlig súla í kongadømi Guðs, men eisini sum almenn sjónlig súla í kongadømi Satans.


Tygum kunnu ikki tæna tveim meistarum, eiheldur elska tveir harrar.

Eingin maður kann tæna tveim meistarum: tí at annaðhvørt vil hann hata tann eina, og elska hin; ella annars vil hann halda seg afturat tí eina, og vanvirða hin.  Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.
( Matthæus 6:24  FKJ )


31 Og tú skalt tala við børn Ísraels, sigandi, Hetta skal vera ein heilag salvingar-olja at mær út gjøgnum ættir tykkara.
32 Uppá kjøt mans skal hon ei verða helt, eiheldur skulu tit gera nakra aðra líka sum hon, eftir samansetingini av henni: hon er heilag, og hon skal vera tykkum heilag.
( Exodus 30:31—32  FKJ )


Eru tygum salvaður til tænastu í húsi Harrans?
Ja, lat tað so eisini síggjast!!

23 Tak tú burtur frá mær ljóðið av sangum tínum; tí at eg vil ikki hoyra melodiin av stórfiólum tínum.
24 Men lat dóm renna niður sum vøtn, og rættvísi sum ein mektigan streym.
25 Hava tit ofrað mær sláturoffurˇ og offurˇ í oyðuni í fjøruti ár, O Ísraels hús?
26 Men tit hava borið tabernakkul Molochs tykkara og Chiun – tykkara myndir; stjørnu guds tykkara, sum tit gjørdu til tykkara sjálvs.
27 Tí vil eg elva tykkum at fara inn í fangaskap handan Damascus, sigur HARRIN, hvørs navn er Guð herliðanna.
( Amos 5:23—27  FKJ )