Hini 21 krøv og leiðbeiningar Guðs viðvíkjandi biskupsembætinum, í Titus 1:7-9; 13; & 2:15


(Biskupur: Umsjónarmaður og í staðbundnari kirkju/meinigheit. Guð eigur altso  nógvar biskupar í Føroyum í dag).

Meinigheitirnar í dag tykjast ætla at stýra sær sjálvum eftir reglum, sum tær sjálvar finna uppá sum best ber til, og so sum best hóskar tíðarandanum. Man uppførir seg sum um man ongar reglur hevur fingið frá Guði. Guð hevur hinvegin í orði sínum givið okkum long stykkir sum siga okkum heilt greitt, enntá í punkt-formi, hvørji krøv Guð setur til sínar hirðar, samkomutænarar og elstaráð.

Guðs meinigheit í hesi síðstu tíð núverandi hevði gjørt væl í at givið Guðs orðum um hesi viðurskiftir gjølla gætur, tí Guð meinar altso hvørt orð hann sigur; (sí Nummur. 4:2 ; Jeremiah 26:2 ; Matth. 24:35 ; Titus 1:2).


7 Tí at ein biskupur má vera ólastandi, sum umsjónarmaður Guðs; ikki sjálvráðin, ikki skjótt firtin, ikki givin til vín, eingin sláari, ikki givin til skitnan vinning;
8 Men ein elskari av gestablídni, ein elskari av góðum monnum, edrúiligur, rættvísur, heilagur, fráhaldandi;
9 Haldandi fast hitt trúfasta orðið, so sum hann er vorðin lærdur, at hann má vera førur fyri, við heilnæmari Guðslæru, bæði at áminna og at sannføra andmælararnar.
(Titus 1:7-9)

13 Hesin vitnisburður er sannur.  Hvørsvegna harta teir hvassliga, at teir mega verða heilnæmir í trúnni;
(Titus 1:13)

15 Hesi ting tala, og formana, og harta við øllum myndugleika.  Lat ongan mann vanvirða teg.
(Titus 2:15)


  1. Biskupurin má vera ólastandi
    .. Tí ein biskupur má vera ólastandi, (v. 7)


  2. Biskupurin er umsjónarmaður Guðs
    .. sum umsjónarmaður Guðs; (v. 7)


  3. Tað, sum biskupurin er umsjónarmaður yvir, tilhoyrir Guði, tí um umsjónarmaðurin er Guðs, tá er eisini tað Guðs, sum hann hevur umsjón yvir; (hetta prógvast við Gern. Áp. 20:28)
    .. sum umsjónarmaður Guðs; (v. 7)


  4. Biskupurin má ikki vera sjálvráðin
    .. ikki sjálvráðin, (v. 7)


  5. Biskupurin má ikki verða skjótt firtin
    .. ikki skjótt firtin, (v. 7)


  6. Biskupurin má ikki vera givin til vín
    .. ikki givin til víns, (v. 7)


  7. Biskupurin má ikki vera nakar sláari
    .. eingin sláari, (v. 7)


  8. Biskupurin má ikki vera givin til skitnan vinning
    .. ikki givin til skitnan vinning; (v. 7)


  9. Biskupurin má vera ein elskari av gestablídni
    .. Men ein elskari av gestablídni, (v. 8)


  10. Biskupurin má vera ein elskari av góðum monnum
    .. ein elskari av góðum monnum, (v. 8)


  11. Biskupurin má vera edrúiligur
    .. edrúiligur, (v. 8)


  12. Biskupurin má vera rættvísur
    .. rættvísur, (v. 8)


  13. Biskupurin má vera heilagur
    .. heilagur, (v. 8)


  14. Biskupurin má vera fráhaldandi
    .. fráhaldandi, (v. 8)


  15. Biskupurin má halda fast hitt trúfasta orðið
    .. Haldandi fast hitt trúfasta orðið, (v. 9)


  16. Biskupurin má vera vorðin lærdur hitt trúfasta orðið
    .. sum hann er vorðin lærdur, (v. 9)


  17. Biskupurin má vera førur fyri, við heilnærari Guðslæru, at áminna andmælararnar
    .. at hann má vera førur fyri við heilnæmari Guðslæru bæði at áminna og at sannføra andmælararnar. (v. 9)


  18. Biskupurin má vera førur fyri, við heilnærari Guðslæru, at sannføra andmælararnar
    .. at hann má vera førur fyri við heilnæmari Guðslæru bæði at áminna og at sannføra andmælararnar. (v. 9)


  19. Biskupurin stendur í myndugleika til at harta hvassliga
    (Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
    .. Hvørsvegna harta teir hvassliga, (v. 13)


  20. Harting hansara má sjálvandi vera við einari væl-meinandi ætlan
    (Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
    .. at teir mega verða heilnæmir í trúnni; (v. 13)


  21. Biskupurin eigur at formana onnur (t.e. áminna um alt, ið áður er vorðið lært um heilaga lívsførslu o.a.)
    (Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
    .. Hesar lutir tala, og formana, (2:15)