Hin reyði tráðurin

( Bíbliutími, hildin á húsmøti í Runavík, 16.07.2003 )


Guð hevur frá skapan heimsins gjørt tveir stórar sáttmálar við mannaættina. Tann fyrri var ein ófullkomin sáttmáli, ein skuggi av hinum komandi, fullkomna sáttmálanum. Undir tí fyrra sáttmálanum var blóðið av bukkum og tarvum støkkt á altar av gulli inni í halgidómi gjørdum við hondum, – í tí seinna varð eittans offur gjørt einaferð fyri allar og blóðið og offurið borið inn í tann himmalska halgidóminum, sum ikki er gjørdur við hondum.
Báðir sáttmálar hava verið blóðsáttmálar, hin fyrri ófullkomin, profetiskur, – hin seinni fullkomin og ævigur.

Vit siga ofta, at Gamla Testamentið verður upplatið í tí nýggja, og Nýggja Testamentið liggur goymt í tí gamla.
( Sí annars Hebr. 10,1a. )

Vit skulu nú hyggja eitt sindur at hvussu profetiskar myndir í Gamla Testamenti peika ímóti okkara fullkomna ofri, Jesusi Christi.

Longu í Edens garði, tá ið Adam og Eva syndaðu, fáa vit at síggja fyrstu profetisku myndina um dekkan av synd.

( 1.Mós. 3,21 )  Skinnbúnar. Yvirklæðing. Tey vóru….í skinnbúnum
( Gal 3,27 )  Íklædd Krist.
( Róm 8,1 )  Eingin fordøming…..í Kristi
Guð boðaði eisini í Eden frá, á fyrsta sinni, at einaferð fór at koma ein, sum skuldi rætta tað upp aftur, sum her var farið skeivt.
( 1. Mós. 3.15 ).

Náttina áðrenn Guð sendi síðstu pláguna yvir Egyptar: Deyðan hinna frumbornu, hendi tað, sum fyri okkum trúgvandi í dag er kanska tann klárasta myndin upp á tað, sum Jesus Christus seinni gjørdi á júst hesum sama degi: Páskalambið varð slaktað. Leggið til merkis, at júst um somu tíð sum ofringin av páskalambinum fór fram í templinum, varð Jesus Christus krossfestur uttanfyri herbúðirnar: ímillum triðja og níggjunda tíma.
( 2. Mós. 12, 1-7; 13 ), ( Matt. 26,2 ), ( 1. Kor. 5,7 ), ( 1. Pæt. 1, 18-19 )

Tá ið Guð leiddi Ísrael út úr Egyptalandi, var Reyðahavið staðurin, har tey vórðu skild frá Egyptunum, ella heiminum. At havið eitur “Reyða” havið er ikki av tilvild, men hetta skuldi peika ímóti Jesu blóði, sum er tað, sum skilir okkum frá heimsins børnum og ger okkum til Guðs børn, heilag, rein og lýtaleys fyri Guði.
( 2. Mós. 12, 41-42 ), ( 2  Mós. 14, 21-22 ), ( 1. Kor. 10, 1-4 ).

Við Sinaifjallið gjørdi Guð sín sáttmála við Ísraels fólk. Hann varð gjørdur við blóði og orði, lógarorði á steintalvum. Tann sáttmála Guð hevur gjørt við okkum er fullkomin, hann er í blóði egna Sonar hansara, eisini grundaður á Guðs orði, – og lóg og vilja sín skrivar Guð nú í hjørtu av holdi.
( 2. Mós. 24, 1-8 ),  ( Ezek. 36, 25-27 ), (1. Pæt. 1,2 ).

Tá ið tey komu at vatninum Mára, sum var beiskt og ikki drekkandi, bað Guð Móses blaka eitt “træ” í vatnið, – og tá hann so gjørdi, varð vatnið drekkandi. Hetta peikar eisini fram ímóti krossinum fyri okkum trúgvandi í dag. Við krossins fót fáa vit reint, livandi vatn at drekka, og deyðin og syndin mugu víkja. Hjá Jesusi fáa vit eina keldu inn í okkum sum vellir fram við livandi vatni, Heilaga Andanum.
( 2. Mós. 15,25 ), ( Jóh 4,14 ), (Jóh 7,37 ).

Tá ið tey vórðu bitin av slangum, bað Guð Móses gera koparorm og seta hann á stong.
( 2. Mós, 21, 4-9 )

Tað kann vera, at vit hava ilt við at síggja samlíkingina í hesum, at ein ormur og okkara frelsari Jesus Christus skulu hava nakað til felags; men Jesus varð gjørdur til synd okkara vegna. Hann varð at banning fyri okkum.
( Jóh 3, 14-16 ), ( Gal. 3,13 ), (2. Kor, 5,21 ).
Í 2. Mós kap. 25-40, lesa vit um Tjaldhalgidómin.  Guð vísti Mósesi, hvussu hann skuldi síggja út niður í minstu smálutir. Prestar skuldu gera halgitænastu og høvuðspresturin skuldi ganga inn í hitt alra heilagasta einaferð um árið at bera offur fyri syndir fólksins.

Hebrearabrævið varð skrivað til Hebrearar (Jødar), og brævið útgreinar fyri teimum samlíkingina ímillum gamla sáttmálan við ofring av blóði av bukkum og kálvum og nýggja sáttmálan í okkara fullkomna ofri: Jesusi Christi. Serliga eru tað kapitlar 7-10 sum umrøða hetta.
( Hebr. 7,26-28 ), ( Hebr. 9, 11-14 ), ( Hebr. 10,14 ).

Hetta, at høvuðspresturin eina ferð um árið fór inn í hitt alra heilagasta fyri at ofra fyri allar fólksins syndir peikaði fram ímóti tí, at Jesus Christus skuldi framføra eitt heilt serligt offur, ikki eina ferð um árið, men eina ferð fyri allar.

Hann er millumgongumaður fyri nýggjum sáttmála. Okkara høvuðsprestur frammi fyri Guði allar ævir. Sáttmálin hann gjørdi okkara vegna við Guð er ævigur sáttmáli. Hann fellur ongantíð úr gildi, so leingi, sum náðitíðin varar, tvs. inntil Jesus Christus kemur aftur at taka síni heim. Hansara offur er nokk fyri okkara bjargan og frelsu og tað eina vit mugu gera er at trúgva hesum, hyggja upp á koparormin á stongini, Jesus Christus á krossinum, tí tað er sanniliga okkara einasta bjarging. At trúgva er at stóla upp á tað, sum Guð hevur sagt, og hvat okkara sálar frelsu og æviga lívi viðvíkur, er tað nokk at vit seta okkara fulla álit á tað offur, sum høvuðsprestur okkara Jesus Christus bar fram fyri Guð.

Hetta er sáttmálin sum Guð sjálvur gjørdi við okkum.

Guð hevur gjørt okkum heilag. Nú væntar hann av okkum, at vit skulu liva samsvarandi tí, sum hann longu hevur gjørt okkum til við trúnni á Son sín. Útlivanin av tí innara lívinum er okkara heilaggering, okkara tøkk til Guðs fyri hansara verk, fruktin av Guðs gávu. Men legg til merkis, at hetta hendir ikki við koyrli, men sum ein avleiðing av, at vit hava smakkað Guðs náði og góðsku.
( Titus 2, 11-14 ), ( Matt 3,8 ), ( Ápos. 26,20 ), ( Gal 5,22 ).

Honum, sum er hitt trúgva vitnið, honum, sum er hin frumgitni av teimum deyðu, og honum, sum er høvdingi yvir kongum jarðarinnar; honum, sum elskaði okkum og loysti okkum frá syndum okkara við blóði sínum og gjørdi okkum til kongaríki og til prestar hjá Guði og faðir sínum. Honum veri dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir! Amen.
( Opb. 1,5-6 ).