Helstu reformatións Bíbliurnar í tíðarrøð


Franska Bíblian:
Útgivin í 1528 av Jacques Lefevre d’Étaples (ella Faber Stapulensis).

Danska Bíblian:
Christian III gav út fyrstu heilu Bíbliuna í 1550.

Spanska Bíblian:
Útgivin í Basel í 1569 av Casiodoro de Reina (Biblia del Oso).

Íslendska Bíblian:
Týdd av Guðbrandi Þorlákssyni, vanliga kallað Guðbrandsbiblían. Útgivin í 1584.

Tjekkiska Bíblian:
Kralice Bíblian, prentað millum 1579–1593.

Enska Bíblian:
King James, Authorized Version, Holy Bible, útgivin í 1611.

Hollendska Bíblian:
States Bíblian, klár í 1637.


Allar hesar Heilagu Bíbliur vórðu týddar eftir reina Grikska Textus Receptus Nýggja Testamentinum hjá Erasmusi frá Rotterdam (og víðari tillagingum av grundarlaginum av T.R., sum hann legði). Í dag er tað einans King James, sum enn verður prentað og nýtt í reformeraða heiminum. Hini londini eru sovnað og hava latið Satan tikið Guðs reina orð úr teirra hondum. (Tað skal tað gerast nakað við!)

Tá kemur hin vondi, og rívur burtur tað, hvørt sáað varð í hjarta hansara. (Matth. 13:19).

Men meðan menn svóvu, kom fíggindi hansara og sáaði illgresi millum hveitisins, og fór leið sína. (Matt. 13:25).

Ein rein Heilag Bíblia hevur ongantíð funnist á Føroyskum enn! Hugsa um tað! Men tað gongur ein undirgrunds reformatión fyri seg í hesum døgum í mongum londum. Eisini her í Føroyum. Teir ”lærdu” yvirtóku plássið hjá teimum sonnu trúgvandi í at hava umsjón við Guðs orði. Hvussu kundu vit lata tað henda? Men eg trúgvi, at Guð sigur í dag: Her til og ikki longur. Flóðin kemur bara inn eitt ávíst, so steðgar hon.