Guðs slag av kærleika slær harðliga; alt meðan humanissurnar kela


6 Tí at hvønn Harrin elskar, agar hann, og húðflettir hvønn son, hvørjum hann tekur ímóti.
7 Um tit úthaldi aging, so fer Guð við tykkum sum við sonum; tí at hvør sonur er hann, hvønn faðirin agar ikki?
8 Men um tit veri uttan aging, hvarí allir eru luttakarar, so eru tit óektabørn, og ikki synir.
( Hebr. 12:6—8  FKJ)


Hevur tú fingið tann heiður at verða sligin av honum?
– Um ikki, so ert tú ikki ein sonur hjá honum, men eitt óektabarn.
Um tú hevur roynt tað, so veitst tú av tí.  Har er einkið at taka feil av.  Um tú ivast í um tú hevur roynt tað ella ikki, so hevur tú ikki roynt tað enn.

( Hetta meinast sjálvandi IKKI við neva-sláing, ella likamliga mishandling, – come on!, men við orða-buking sum tykt og rættleiðing ).


38 Og eg vil døma teg, eins og kvinnur sum slíta hjúnaband og úthella blóð verða dømdar; og eg vil geva tær blóð í ovursinni og ástbrelni.
39 Og eg vil eisini geva teg inn í hond teirra, og teir skulu blaka niður títt framúrskarandi pláss, og skulu bróta niður tíni høgu pláss: teir skulu berka teg eisini fyri tíni klæðir, og skulu taka tínar føgru skartgripir, og eftirlata teg nakna og bera.
Ezekiel 16:38—39 FKJ )

Tað vil altso siga, at Guð flokkar hjúnabands-slit (hjá tí, sum tekur saksin fram) saman við morði.
Íðan, vilt tú vera ein myrðari?


Sum enn mín sál søkir, men eg finni ikki: ein mann millum túsund havi eg funnið; men eina kvinnu millum alra teirra havi eg ikki funnið.
( Prædikarin 7:28 FKJ )

Tað vil siga, at tað eru umleið 50 skilamenn í Føroyum, men 50 skilakonur til hesar menn finnast altso ikki. Spell; tað áttu tær at farið at gjørt nakað við!


12 Set í verk títt hjarta at leiðbeining, og tíni oyru til kunnskapar-orðini.
13 Afturhalt ikki rættleiðing frá barninum: tí um tú slært hann við stavinum, skal hann ikki doyggja.
14 Tú skalt slá hann við stavinum, og skalt bjarga hansara sál frá helviti.
( Orðtøkini 23:12—14 )