Gudloysingarnir ikki ávaraðir av leiðara “fólka”-kirkjunnar


Nú gudloysingafelagið varð sett á stovn, var ógvuliga øvugt og løgið at hoyra bisp koma við humanistiskum tolsemis viðmerkingum hesum álvars máli viðvíkjandi fyri øllum Føroya fólki. Mær tykir tað heila vera bert eitt stórt religiøs-politiskt sirkus, sum bert kann finna stað har mammon er gud og har menn óttast menniskju heldur enn Guð. Okkurt er alvorliga broytt í kristnini síðan apostlanna dagar, tá leiðarin tá ikki himpraðist við at siga ”Illa veri silvuri tínum úr og tær sjálvum tillíka..”, ella um vit hugsa um Ananias og Saffiru, hvussu tey smullu um deyð frammi fyri nærveru Heilaga Andans, fyri hvørjum tey høvdu logið. Tað var ein ordiligur leiðari, Símon Pætur, og tað var Guðs orð og Anda hann hevði og talaði av. Hvat fyri anda hevur dagsins oddafiskur? Ikki Guðs Anda, men humanismunnar, tolseminnar og pengagrískunnar fúla, stinkandi og villleiðandi tíðaranda.

Jamen hví skuldi hann tað, sigur tú kanska, tað hevði ikki verið eitt so klókt talv hjá honum at spælt út í almennu fjølmiðlunum og sagt at teir fara til helvitis um teir ikki venda um og verða frelstir. Mítt svar er, at um tú sært uppá tað út frá einum religiøs-politiskum sjónarmiði, har egið skinn og løn og heiður og kariera skal verjast, so er tað sikkurt vísast at tiga, men ikki tá tú hyggur eftir spurninginum út frá einum ævinleikans perspektivi, soleiðis sum Guð sær uppá tað. Tað er hóast alt Guði og eina honum vit eiga at tæna, og ikki fólkinum og statinum!!!. Hvat hevur tað at siga, um dagsins gudleysu føroyingum dámar kirkjuna og hennara bisp? Ikki ein pinn!!! Tað er tíð uppá, at teir sum siga seg tæna Guði byrja at tæna honum, tí tað gera teir so slett og aldeilis ikki sum er.

Lat meg so spyrja teg eitt, (um tú ert trúgvandi, væl at merkja): Hevði tað verið Pætur sum varð spurdur hvat hann helt um eitt nýstovnað gudloysingafelag, hvat heldur tú hann hevði svarað? Okkurt sleiskt, humanistiskt og ullint? Eg lati teg avgera…

Nei, Pætur og hinir apostlar várs Harra Jesu Krists tæntu sínum Harra, ikki mammon og statinum og fólkinum. Fyri mær sigur tað rættiliga nógv, at ein kirkja verður kallað ”fólkakirkjan”. Hvat er tað fyri nakað? Hvat varð av kirkju Jesu Krists? Og hvussu við øllum hesum kirkjuráðunum við totalt vantrúgvandi limum, sum banna sum turkar og drekka kolandi heitt brennivín?

Hevði bispur verið nakar Andans maður og ein verdigur leiðari ”fólka”kirkjunnar, so hevði hann ávarað gudloysingin við reinum og beinum orðum, sjálvt um tað skuldi kostað honum sínar 65.000 um mánaðin, sítt embæði, sítt navn, og sín kraga, tí hasir gudloysingarnir, hvørjir opinlýst avnokta navn várs Harra Jesu Krists, koma altso at brenna í einum ævigum eldi í helviti, um teir nú ikki venda um!!!. Og so framt sum teir ikki verða ávaraðir av vitnum Jesu Krists, so eru vit sek í teirra blóði og í teirra ævigu glatan. Men hvat kann ein annars vænta av einum følskum apostli, sum eins og teir flestu prædikar ”alles frelse”?


Jeremiah 6:13—14 (FKJ):
13 Tí at frá hinum minsta teirra alt at tí størsta teirra er hvør og ein givin til ágirndar; og frá prophetinum enntá at prestinum handlar hvør og ein falsliga.
14 Teir hava grøtt eisini skaða dóttur fólks míns smávegisligani, sigandi, Friður, friður; tá ið eingin friður er.


Vendið tygum um, harra bispur!
Vaknið dagsins sovandi kristnu, og rópið varskó!!
Út á gøturnar við bannarum, nú er nokk sitið!


The truth about hell: