Guðbrands Biblían


Fyrsta heila Íslendska Biblían varð týdd av Guðbrandi Þorlákssyni, og útgivin í 1584. Eins og allar hinar reinu reformatiónsbíbliurnar, varð hon týdd eftir Textus Receptus Grikska tekstinum hjá Erasmusi.

Ein avfotograferað og endurprentað útgáva av Guðbrandsbiblíunni liggur í Mariukirkjuni í Kirkjubø. Havi almangan verið harinni og kagað í hana at sjá, hvussu onkur vers, sum teir lærdu kalla “kritisk vers”, eru týdd. Til dømis eru Genesis 2:7; Róm 8:1 og 1. Jóh. 5:7-8 og mong onnur vers týdd júst sum í King James.

Dagsins Íslendsku bíbliur eru eins og tíverri allar hinar nútíðar bíbliurnar eisini korruptar. Nýggjasta útgávan hevur enntá apokryphurnar við, og er tað klárt tekin um ta útvatning, sum nú tekur dyk á seg. Latum okkum biðja um, at Guð Heilagi Andin kallar onkran at bera teimum Guðs reina varðveidda orð aftur á teirra móður tungu, annaðhvørt við einfaldliga at týða fullkomnu King James Bíbliuna, ella Grikska tekstin hjá Erasmusi (ella Theodor Beza, frá 1595).


 Í fyrstu er eg þess oskande af öllu Hiarta, að þetta Verk mætte verða Allsmegtugum Guðe til Lofs og Dyrðar, enn þeim til Nytsemdar og Gagns sem lesa og Guðz heilaga Orð elska.
( Guðbrandr Þorláksson ).