Gandakallarnir hjá heimamissiónini



( Niðanfyristandandi bræv varð sent øllum ovastu monnunum í Heimamissiónini á heysti 2004.  Tað verður hervið lagt út til “skrekk og advarsel”.  Tí at Guð er hann, sum vit skulu óttast, ikki menn. )


HVAT Í ALLARI VÍÐU VERÐ ER HETTA FYRI NAKAÐ??

Gandakallar á ungdómsmøtum og legum hjá Heimamissiónini.  Ílætnir sum veruligir gandakallar og við lutum, sum heimsins gandakallar, ja Sátans gandakallar brúka.
Hvat í allari víðu verð er hetta fyri nakað??

Nú havi eg búð í Hetlandi í 5 ár.  Har var ein gandakallur í sjónvarpinum hvørt leygarkvøld, sum æt Daniel.  Men tað kann eg siga tykkum, at tað var ikki bara triks, sum hann gjørdi.  Ofta bað hann øll í hølinum halda í hendurnar á hvørjum øðrum og blunda og konsentrera seg um tað sama.  Hann kallaði tað tankans kraft.  Men eitt kvøldið riggaði tað ikki.  So segði hann, at tað vóru tvey í rúminum, sum forsýraðu.  Ongin meldaði seg.  Til endan segði hann beint út, at tað vóru tvey kristin har inni (illi andin talaði til hansara), sum brutu ketuna, og tey vórðu biðin um at fara út.

TÁ RIGGAÐI TAÐ!!

Og tað var tann rami gandur!!  Fólk svevaðu og ting fluttust av sær sjálvum.  Slíkt hendi í Føroyum fyri gott hundrað árum síðani.  Omma fortaldi mær, at kortspælararnir í Rituvík byrjaðu uppá at spæla við illu andarnar við OUIJA borði og andakortum.  Skjótt varð húsið fylt við illum andum, alt fór upp at flúgva av sær sjálvum.  Húsini blivu brotin niður til endans.

Ordiligir gandakallar hava roynt seg í Føroyum eisini.  Men teir hava nokk ikki víst seg aftur, tí her er tað mesta av fólkinum livandi kristið.  Ætla tit nú at rudda teimum vegin?

Nú kann tað vera, at hetta ikki er slíkur gandur, teir fáast við, sonur organistin á Strondum og onkur annar, men TAÐ GER TAÐ SAMA.  SLÍKT HOYRIR IKKI HEIMA MILLUM GUÐS FÓLK ELLA Í GUÐS HÚSI.

Hvat hendir so, tá ið veruligir gandakallar koma her at vitja?  Jú tá fer allur riðilin at beundra Sátans kraft.  Og Heimamissiónin hevur fyrireikað teimum vegin.

Tað ger tað sama, um tað bara eru triks, teir gera.  Vit eiga ikki at eftirapa Sátan.  Sátan eftirapar Guðs kraft, og hon er ikki so vælkomin í Heimamissiónini, sjálvt um grundleggjararnir væl kendu til kraftargerðir og grøðingar, men tað hyssa vit niður, ja enntá siga tey vera besett, sum skuldu prøvað upp á tað.  Tí vil eg siga tykkum beint fram, at tit eru sekir í spottan móti Heilaga Andanum! (Lesið Matt 12, 22-32).  Tí í tykkara fákunnu hava tit kallað tað Sátan, sum ER GUÐS KRAFT, Heilagi Andin.  Tað hava verið og eru fólk okkara millum, eg íroknaður, sum enn trúgva upp á Guðs kraft, og sum í Jesu navni biðja fyri sjúkum og síggja undur henda.  Ongin av okkum kennir seg vælkomnan í Heimamissiónini.  Og eg veit, hvat tað er, – eg havi hoyrt tað og skilt tað.  Teir flestu av teimum leiðandi vilja ikki hoyra talað um náðigávurnar, soleiðis sum vit lesa um tær í 1. Kor. 12, 7-11.  Tað, sum úlmar í tykkum øllum, og sum kemur til yvirborðið tá sitrónin verður kroyst er, at tit halda, at vit gera tað við Beelsebul.  Tí, eftirsum at tit nokta fyri hesum og vit so gera tað kortini, so eru vit ikki nóg undirgivin og fitt.  Tykkara maktsjúku hundar!.  Tit skulu vita, at tit eru ikki yvir Guðs orði, men tænarar tess, eins og øll hini frelstu.

Skulu vit nú virkiliga til at venja tey ungu til gand á okkara møtum og legum?

Veruligur gandur er til, har tey brúka Sátans kraft.  Make no mistake about it!!.  Skulu vit nú virkiliga loyva nakað í Heimamissiónini, sum leggur seg so nær upp at hesum?

HER KREVJA VIT AT VAKNA!!

Fyrst brúktu teir orðið gandakallur, men nú eru teir farnir yvir til at brúka orðið gyklari. Hetta vísir bara, hvussu ótrúliga hálir og falskir teir innsníktu tænararnir kunnu vera. MEN TAÐ ER TAÐ SAMA SUM GANDAKALLUR í orðabókini!!

gyklari:  ein ið ger gandakynstur, gandleikari
gandakallur:  maður ið dugir gand, gandamaður, trøllmaður

Guð hevur ongantíð átt gandakallar.  Skal Heimamissiónin nú geva honum teir?

Ja, so eri eg ikki heimamissiónsmaður longur.  Tað skulu tit vita.  Og tit skulu eisini vita, at mín kristna trúgv als ikki er bundin til Martin Luther, ella reyða húsið í Nesvík við øllum sínum eklu agentum, sum snýta missiónshúsini undir seg, konfiskera heimamissiónssøguna, sum Christian Høj skrivaði, tí har vóru ov nógv undur í, og gjørdu hann sjúkan og tóku lívið av honum.  Seta Guðs-elskandi tænarar á svarta lista, tí teir ikki dansa eftir tykkara følsku pípu.  Tit skuldu skammast av tykkum.  Nei, mín trúgv er bundin til Jesus Christ, hin krossfesta og upprisna, sum eg lesi um í Bíbliuni.  Og um tit so allir doyðu, so var Bíblian tó kortini til, og øll kunnu lesa hana og trúgva.  Og forrestin, so er kristið fólk til uttanfyri Kirkjuliga Heimamissiónina, sum í ár fyllir einans 100 ár.  Guðs orð er ikki bundið til tykkum.  Vónandi verða tit framvegis bundnir til tað.  Og tað, sum Guð sigur, má og skal hava authoritet yvir traditiónum og mannaboðum.
Eg havi null respekt fyri tykkum. Tit eru einans breyð profetar allir samlir!
Vei tykkum. Breyðprofetar og farisearar.

Heilag vreiði kolar í mínum hjarta. Havi næstan ikki fingið sovið, síðan eg sá hetta.

Gandakallarnir hjá tykkum verða á Glyvrum nú fríggjakvøldið til ungdómsmøti.  Um tit vilja síggja bank, so syrgið fyri at verða har, tí gera teir gand, so taki eg koyrilin fram, og so píski teir til og knúsi teirra trøllmannslutir sundur.  GUÐ ER EIN HEILAGUR GUÐ.  EIN LIVANDI GUÐ.  OG TEIR, SUM HONUM TÆNA SKULU VERA HEILAGIR.

Og eg elski hann. Elska tit hann?
Tit og tykkara reyða hús! Guð byggir ein bygning í Andanum, sum øll sonn trúgvandi eru steinar í.  Hvønn bygning hugsa tit um at byggja?

Álvarsom, men sera neyðug heilsan.  Sent til allar sjefarhundar í sovandi Heimamissiónini.


Sjúrður Højgaard,
Rituvík.

………………………………..

Forrestin, so var Stefan ikki ein av teimum 12 ápostlunum, og hann gjørdi undur og stór tekin, fullur av trúgv og kraft (frá Guði!!).  Og eg havi sæð, at eg kann vera sum hann.  Jesus VIL faktiskt, at eg skal vera sum hann.