Eitt hati eg (2)


Jesus tosar um helviti heilar 28 ferðir í Matthæusar evangeliinum aleina!!
Íðan, hevur ikki Jesus Christus ávarað syndaran í orði sínum um at hann fer í helviti um hann ikki vendir um?

Jú víst. Tað hevur hann. Jesus tosaði nógv um helviti og glatan, og tað gjørdi hann ikki teskandi ímillum fingranna aftaná møtið, altso loyniliga yvirfyri lærusveinum sínum, men so sanniliga eisini opinlýsliga tá ið hann talaði fyri mannamúgvum! Hann var nevniliga ikki áhugaður í at vera væl dámdur; ólíkt manntoknandi mannsleikjarum hesarar endatíðar núverandi. Men í dag royna allir hesir sukurmunnar Satans at venda øllum slíkum beinhørðum skriftstøðum á høvdið. Teir arbeiða undir høgum trykki at geva út “bíbliur”, sum fyri einhvønn prís mugu fáa orðið “helviti” burtur. Tað koma teir at angra so bitturliga, tá ið teir koma at brenna har í allar ævir. Slíkir hava so ONGAN lut í himni. Í dag finnast hesir bjølgar ikki bert innan fólkakirkjugátt, men so sanniliga eisini í frí”kirkjunum” við. Fráfallið má sigast vera komið ógvuliga langt, tá ið soleiðis er vorðið!.

Opinberingin 22:18-19 sigur:
18 Tí eg vitni fyri hvørjum manni sum hoyrir orðini av prophetïinum av hesi bók, Um nakar maður skal leggja afturat hesum lutum, Guð skal leggja afturat honum tær plágur sum eru skrivaðar í hesi bók:
19 Og um nakar maður skal taka burtur frá orðunum av bókini av hesum prophetïi, Guð skal taka burtur lut hansara út úr lívsins bók, og út úr hinum heilaga staði, og frá lutunum sum eru skrivaðir í hesi bók.

At geva seg til at útgeva Guðs orð er ikki smávegis álvarsamt. Tín egna sál kann skjótt hanga í tunnum tráð´.

Jesus segði við hørðu, óumvendiligu, vantrúgvandi hjørtu sínar samtíðar í Lukas 13:3,5:
5 Eg sigi tykkum, Nei: men uttan tit vendi um, skulu tit allir líkaleiðis glatast.

Altso í stuttum: Vendið um ella glatist. Ella sum tað verður sagt so hittinorðað á enskum: TURN OR BURN !

Spottarin vil ALTÍÐ muta ímóti, tí hann HATAR Guðs orð, stendur ikki í tí, tí hann varð aldri gitin av tí. Spottarin kann eisini væl kalla seg “trúgvandi”, og hann kann eisini væl vera pinsapastorur ella fólkakirkjuprestur fyri tans skuld. Spottarin vil siga, at í hasum førinum var tað talan um at fólk umkomust við vanlukku. Tað er tann náttúrliga síðan, men tann andaliga síðan og tað andaliga ennveruligara paralellið er, AT UM FÓLK IKKI VENDA UM TIL JESUS CHRIST ÁÐRENN TEY DOYGGJA, SO FARA TEY ALTSO LÚKST Í HELVITI!!! Tað sigur søgan (ikki dømisøgan) um ríka mann og Lazarus okkum HEILT KLÁRT (Sí Luk. 16:19-31) Tey, sum enn ikki hava hoyrt evangeliið eru ikki automatiskt frelst, tí at Jesus doyði á krossinum fyri tey; nei, tey mugu fáa evangeliið prædikað fyri sær, trúgva tí og taka ímóti Jesusi Christi sum sínum Frelsara. Tað er gleðiboðskapur Christs sum er kraft Guðs til frelsu fyri hvønn tann, ið trýr (Rom. 1:16). Um alt var automatiskt, so hevði Jesus ikki sent sínar lærusveinar út við evangeliinum og sagt á olivinfjallinum áðrenn móttøku sína upp inn í himin soleiðis, – í Markus 16:15-16:

15 Og hann segði við teir, Farið tit inn í allan heimin, og prædikið gleðiboðskapin fyri hvørjum skapningi.
16 Hann sum trýr og verður doyptur, skal vera frelstur; men hann sum trýr ikki skal vera heldømdur.

Í Hebr. 10:28-31 stendur skrivað:
28 Hann sum vanvirdi lóg Mósesar doyði uttan miskunn undir tveim ella trimum vitnum:
29 Til hvussu mikið svárari revsing, halda tit, skal hann verða hildin verdugur, hvør traðkað hevur undir fót Son Guðs, og hevur roknað blóð sáttmálans, við hvørjum hann varð halgaður, ein vanheilagan lut, og hevur gjørt háðan innat náðar-Andanum?
30 Tí vit kenna hann sum hevur sagt, Hevnd hoyrir mær til, eg skal endurgjalda, sigur Harrin. Og  aftur, Harrin skal døma fólk sítt.
31 Tað er ein ræðuligur lutur at falla inn í hendur hins livandi Guðs.

Og hetta er enntá talað til ein, sum einaferð var halgaður í Jesu blóði, men sum hevur vent honum bakið og roknar nú Jesu blóð fyri ein vanheilagan lut.

Jesus ávaraði menniskju ofta og títt um helviti. Sjálvandi gjørdi hann tað fyri at bjarga teimum undan at fara hagar. Men hansara kærleiki dreiv hann til at SIGA TEIMUM SUM ER; og ikki siga, at tað man nú ikki fara at vera so ringt allíkavæl, sum hesir sleisku svikaprophetarnir gera í dag.

Í Jóhannes kapitul 3 samtalar Jesus við Nicodemus, og har opinberar hann frelsu Guðs til hvørs og eins sum trýr á eingitna Son Guðs. Jesus endar hesa samtalu við at nevna støðu teirra, sum IKKI trúgva á Son Guðs, og hann sigur:

36 Hann ið trýr á Sonin hevur ævigtvarandi lív: og hann ið trýr ikki Syninum skal ei sjá lív; men vreiði Guðs verður verandi á honum.

So har hava tit tað svart uppá hvítt. Tann ið trýr IKKI SYNINUM skal :
1.) IKKI síggja lív
2.) Vreiði Guðs verður VERANDI á honum.

Altso hevur hann verið undir vreiði Guðs, og verður framvegis verandi undir vreiði Guðs. SJÁLVT UM JESUS HEVUR TØMT GUÐS VREIÐISKÁL Í BOTN, SO GAGNAR TAÐ HONUM PÚRT OG ALDEILIS EINKIÐ, HANN SKOYTIR JÚ IKKI UM TAÐ!! TAÐ FER TÍ HONUM FRAMVIÐ.

So hvat siga tit? Eru vit ØLL undir Guðs náði? Eru vit ØLL frelst? Munnu vit ØLL fara at vera í himlinum ein dag? NEI og aftur NEI! Jesus sigur HEILT GREITT, at tað finnast bert TVEIR VEGIR, og eftir tí breiða ganga MONG, og eftir tí smáa ganga FÁ, og tann breiði endar í glatan, meðan tann smali endar í lívi. Altso fara TEY FLESTU í helviti!! Hví? Tí at tað eru tíverri rættiliga laaangt frá øll, sum trúgva Syninum. Tey ERUENN undir vreiði Guðs, og verða TÝND Í ÆVIGARI GLATAN av vreiði Guðs á dómadegi, um tey ikki vilja venda um til trúnna á Guðs Son áðrenn tað verður ov seint.

TÍ ER TAÐ ØLL GRUND TIL AT ÁVARA SYNDARAN! Tað hjálpir so EINKIÐ at billa syndaranum inn, at hann man nú fara at fara til himmals kortini. Slíkt humanistiskt, sataniskt mannsleikjandi pjattsvass. Tann sum VERULIGA elskar syndaran vil siga honum sannleikan akkurát sum hann er, og ikki balla tað heila inn í 732 sleisk sukursøt “positiv” stemnings-pumpandi humanistisk sleisk lygnarorð. Nei, sig SANNLEIKAN við syndaran, at um hann ikki vendir um áðrenn tað verður ov seint, so fer hann altso í helviti í allar ævir. Tað er SANNLEIKIN, hvørki meira ella minni; og lat hann so sláa teg niður, ella kjoppa kollin av tær, ella brenna teg á báli; tað verður hansara problem, tú hevur so gjørt tína skyldu. Eg hevði so viljað vitað sannleikan, tá ið hetta nú er hann, um eg var ein óumvendur syndari. Eg hevði kanska hatað persónin, sum segði mær tað; men eg hevði so sanniliga havt virðing fyri honum, og eg hevði ELSKAÐ hann seinni, um eg kom til umvendingar.

Í Matthæusar evangeliinum aleina nevnir Jesus beinleiðis helviti og vísir til helviti heilar 28 ferðir! (28 kann býtast við 7, og tí hevur KJB rætt!. Neyvan so við perVersjónunum). Sannhjartaðir Guðs tænarar hava sagt mær, at Jesus tosaði eins mikið, um ikki meira, um helviti enn um himmalin. Men skalt tú kunna síggja hetta, so mást tú brúka eina gamla King James Heilaga Bíbliu, ella tá eina gamla danska, tí hesar modernau “bíbliurnar” sum Satan í dag gevur út eru slett ikki Guðs orð, men kanska hin mest týðandi liðurin í fráfalli hinna seinastu daga. Fruktirnar síggjast longu, tá ið tú sært slíkar sukursøtar klovnar so sum Joel Osteen, sum ONGANTÍÐ tosa um synd, ella um umvending, ella um glatan, ella um helviti so sum Guðs orð ger tað. Tá ið tú bert vilt hava STØRSTU og SKJÓTAST VAKSANDI “kirkjuna” í USA fyri einhvønn prís, so er nokk nemmast og skjótast at kitla ófrelstum gudloysingum við lyftum um suksess, gull og støðugt grønkandi grønar skógir. Hvussu kundu teir ávarað syndaran um glatan í helviti, tá ið “bíbliurnar” sum teir vifta við, einkið meira eru enn Alexandriskar mutilasjónir av orðum Guðs, har helviti er broytt til grøv næstan hvørja ferð tað kemur fyri?


Her koma tær 28 ferðirnar sum Jesus tosar um heltivi:
(Tikið úr Føroysku King James, sjálvandi.)

Matthæus 3:10
10 Og nú eisini er øksin løgd at rótini á trøunum: tessvegna hvørt træ sum ber ikki fram góðan ávøkst, verður høgt niður, og kastað inn í eldin(1)

Matthæus 3:12
12 Hvørs kastiskuvla er í hond hans, og hann vil dyggiliga reinska gólv sítt,og savna hveiti sítt inn í løðuna; men hann vil brenna upp dumbuna við ósløkkiligum eldi(2)

Matthæus 5:21
21 ¶ Tit hava hoyrt at tað varð sagt av teimum frá gamlari tíð, Tú skalt ikki drepa; og hvørsumhelst ið skal drepa skal verða í vanda fyri dóminum: (3)

Matthæus 5:22
22 Men eg sigi tykkum, At hvørsumhelst ið er vreiður við bróður sín uttan grund skal vera í vanda fyri dóminum (4): og hvørsumhelst ið skal siga við bróður sín, Ra´-ca, skal vera í vanda fyri ráðinum (5): men hvørsumhelstið skal siga, Tín dári, skal vera í vanda fyri hel-eldi (6).

Matthæus 5:25
25 Semst við mótstøðumann tín fljótliga, meðan tú ert á veginum við honum; at ikki á nøkrum sinni mótstøðumaðurin gevi teg upp til dómarans,og dómarin gevi teg yvir til tænastumansins, og tú verði kastaður inn í fongsul (7).

Matthæus 5:29
29 Og um høgra eyga títt meinbogi teg, slít tað úr, og kasta tað frá tær: tí tað er gagnligt hjá tær at ein av limum tínum skuldi glatast, og ikki at heila likam títt skuldi verðið kastað inn í helviti (8).

Matthæus 5:30
30 Og um høgra hond tín meinbogi teg, sker hana av, og kasta hana frá tær: tí tað er gagnligt hjá tær at ein av limum tínum skuldi glatast, og ikki atheila likam títt skuldi verðið kastað inn í helviti (9).

Matthæus 7:13
13 ¶ Gangið tit inn um hitt tronga portrið: tí vítt er portrið, og breiður ervegurin, sum leiðir til undirgangs (10), og mong tað veri sum ganga inn um tað:

Matthæus 10:28
28 Og óttist ikki teir sum drepa likamið, men eru ei førir fyri at drepa sálina: men heldur óttist hann sum er førur fyri at oyða bæði sál og likam í helviti (11).

Matthæus 11:23
23 Og tú, Ca-per´-na-um, sum ert hevjað upp til himins, skalt verða førd niður til helvitis (12): tí um tey máttugu verkini, sum hava verið gjørd í tær, høvdu verið gjørd í Sodomu, hevði hon verðið verandi inntil henda dag.

Matthæus 13:30
30 Latið bæði vaksa saman inntil heystið: og í heystartíð vil eg siga við innheystararnar, Savnið tit saman fyrst illgrøsini, og bindið tey í bundi at brenna (13) tey: men savnið hveitið inn í løðu mína.

Matthæus 13:40
40 Eins og tessvegna illgrøsini verða savnað og brend í eldinum (14); soleiðis skal tað verða við endan á hesi verøld.

Matthæus 13:42
42 Og skulu kasta teir inn í ein eldsovn (15): har skal verða grátur og tannagrísl.

Matthæus 13:50
50 Og skulu kasta teir inn í eldsovnin (16): har skal verða grátur og tannagrísl.

Matthæus 15:14
14 Latið teir vera: teir veri blindir leiðarar av hinum blindu. Og um hin blindi leiðir hin blinda, báðir skulu falla inn í veitina (17).

Matthæus 16:26
26 Tí hvat verður ein maður gagnaður, um hann skal vinna hin heila heimin, og missa sína egnu sál (18)? ella hvat skal ein maður geva í viðurlag fyri sína sál?

Matthæus 18:6
6 Men hvøriðso skal geva einum av hesum smáu sum trúgva á meg meinboga, honum var tað betri at ein mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og at hann varð druknaður í havsins djúp (19).

Matthæus 18:8
8 Hvørsvegna um hond tín ella fótur tín gevi tær meinboga, sker tey av, og kasta tey frá tær: tað er betri hjá tær at ganga inn til lívs haltur ella vanførur, heldur enn havandi tvær hendur ella tveir føtur at verða kastaður inn í ævigtvarandi eld (20).

Matthæus 18:9
9 Og um eyga títt gevi tær mein-boga, slít tað úr, og kasta tað frá tær: tað er betri hjá tær at ganga inn til lívs við einum eyga, heldur enn havandi tvey eygu at verða kastaður inn í hel-eld (21).

Matthæus 22:13
13 Tá segði kongurin við tænararnar, Bindið hann hond og fót, og takið hann burt, og kastið hann inn í ytra myrkur (22); har skal vera grátur og tannagrísl.

Matthæus 23:14
14 Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum! tí tit oyðeta húsini hjá einkjum, og á kvamsvís halda langa bøn: tessvegna skulu tit móttaka tess miklari heldøming (23).

Matthæus 23:33
33 Tykkara høggormar, tykkara avkom av eiturormum, hvussu kunnu tit komast undan heldøming helvitis (24)?

Matthæus 24:51
51 Og skal skera hann sundur, og tilskila honum lut hansara við hyklarunum: har skal vera grátur og tannagrísl (25).

Matthæus 25:30
30 Og kastið tit hin ónýta tænara inn í ytra myrkur (26): har skal vera grátur og tannagrísl.

Matthæus 25:41
41 Tá skal hann siga eisini við teir við ta vinstru hondina, Farið burtur frá mær, bannaðu tit, inn í ævigtvarandi eld (27), fyribúgvin djevlinum og einglum hansara:

Matthæus 25:46
46 Og hesir skulu fara burtur inn í ævigtvarandi revsing (28): men hinir rættvísu inn í ævigt lív.


So kom IKKI og sig, at Jesus ikki tosaði við fólk um HELVITI beint fram og dags dagliga, hetta fyri at ávara tey ímóti at enda har. Sigur tú tað, so biði eg teg pent um at VENDA UM.Tú ert ein svikaprophetur. Tú ert ein úlvur í seyðaklæðum. Og heldur tú ÁFRAM at tala lygn í Harrans navni, so kemur tú ein dag at finna útav útfrá egnum royndum at helviti er til. Men tá verður tað ov seint. Tí skrivi eg hesar greinar so dirvisliga, og við rúkandi nasum. Og tað geldur tillíka fyri allar pengagrískar uppsnollaðar, sleiskar pengapinsar, líkasovæl sum skattbornar ófrelstar prestakragar, og annars allar sum halda við slíkum, og forsvara tað! Vendið um, og komið aftur til Guðs orð!!! Sálir fara dagliga í æviga glatan í helviti, meðan tit sýta at boða teimum sannleikan, tí tit elska tykkara jarðisliga lív í sús og dús.

Matthæus 23:33
33 Tykkara høggormar, tykkara avkom av eiturormum, hvussu kunnu tit komast undan heldøming helvitis?

Matthæus 7:21-23
21 ¶ Ikki hvør tann sum sigur við meg, Harri, Harri, skal ganga inn í kongadømi himins; men hann ið ger vilja Faðirs míns sum er í himni.
22 Mangir vilja siga við meg á hasum degi, Harri, Harri, hava vit ikki propheterað í navni tínum? og í navni tínum hava kastað út djevlar? og í navni tínum gjørt mong undurfull verk?
23 Og tá skal eg vátta teim, Eg kendi tykkum aldri: farið burt frá mær, tit ið misgerð virka.


Ævigur dómur er ein av hinum 7 grundreglum Guðslæru Christs; sum eru umtalaðar í Hebrearabrævinum 6:1-2

TESSVEGNA farandi frá byrjanarsetningunum av Guðslæru Christs, latum oss fara víðari at fullkominleika; ei leggjandi aftur grundvøllin av umvending frá deyðum verkum, og av trúgv mótvegis Guði,
2 Av Guðslæruni um dópar, og um handaálegging, og um uppreisn av hinum deyðu, og um ævigan dóm.

Grundreglurnar eru IKKI 6, sum so mangur uppsnollaður pávi hevur roynt at lært meg, nei, tær eru 7 sjálvandi, tí Christus ER grundvøllurin, og tað er altavgerandi fyri øllum hinum, at sjálvur grundvøllurin er tann rætti. Tekur tú hann burtur, so stendur EINKIÐ eftir á evsta degi:

  1. Grundvøllurin er lagdur, og hann er Jesus Christus
    ( I. Cor. 3:11 )
  2. Umvending frá deyðum verkum
    ( Gern. Áp. 3:19 )
  3. Trúgv mótvegis Guði
    ( Heb. 11:6 )
  4. Guðslæran um dópar
    ( Gern. Áp. 19:2-5 )
  5. Handaálegging
    ( Nummur 27:18; Gern. Áp. 19:6 )
  6. Uppreisn av hinum deyðu
    ( I. Thess. 4:14-18 )
  7. Ævigur dómur( Jóh. 5:17-19; Hebr. 9:27 )Eg veit ikki hvussu lesarin er stillaður, men eg persónliga nokti at hava inniligt brøðrasamfelag við nakran, sum noktar fyri einum av hesum sjey grundreglunum av Guðslæru Christs. Ein slíkur stendur ikki ordiliga á grundvøllinum Christi, og er tí ikki ein ordiligur christin. So sannleikan latum vær ljóða, – fyri síðan syndarum krossin bjóða.

HELL’S BEST KEPT SECRET: >>
(Mest tiltrongdi boðskapurin í endatíðini núverandi)

Mótstøðumenninir siga støðugt, at tú kanst ikki tala um helviti og glatan fyri óumvendum, tí tú fært bara óttafyltar umvendingar.

Eg havi hinvegin komist eftir tí, at ein, sum veruliga er gitin tí góða, gamla, rætta synd/glatan/heltivi/ vend-um-ella-fert-tú til-helvitis gleðiboðskapinum, hevur ikki ótta fyri vreiði Guðs ella glatan á nakran hátt. Hví? Tí tað var JÚST syndaspurningurin sum bleiv væl og virðiliga viðgjørdur og avgreiddur, tá ið hann bleiv frelstur. Teir sum hava ótta fyri sjúku, deyða og revsing, og øllum øðrum, eru endatíðar sukurmunnarnir, sum sýta fyri at viðgera syndaspurningin. Tað havi eg sæð oftari enn eina ferð. Føla teir sær nakað møguligt deyðamein, eru teirbebbaræddir fyri deyðanum, við fibrilskum sveittakasti.
Tað var Paulus hinvegin ikki. Hann segði:

Tí fyri mær at liva er Christus, og at doyggja er vinningur.
(Phil. 1:21)

Og tað vóru ikki bert orð. Hann varð steinaður so teir hildu hann vera deyðan. Og hvat gjørdi hann? Jú, hann reisti seg uppaftur, og fór bara víðari inn í næsta býin og helt áfram at prædika alt Guðs ráð.

So eru tað blóðvitnini (Fox’s Book of Martyrs). Hvør mundi teirra støða vera til at ávara syndaran um synd? Eg veit. Havi lisið Fox’s Book of Martyrs. Teir líktust IKKI “náði einans” sukurmunnum endatíðarinnar. Teir prædikaðu Guðs orð óansæð tíðarandan; og tí brendu samtíðarmenn teirra teir.

Hvørjum heimurin ei var verdugur. (Heb. 11:38)

Vendið um, endatátíðarinnar snýsandi putursukurmunnar. Tit tæna ikki Guði várum, men tykkara egnu búkum einans.

4 Tykkara horkallar og horinnur, vita tit ikki at vinskapur heimsins er fíggindskapur hjá Guði? hvørsumhelst tessvegna, ið vil vera vinur heimsins, er fíggindi Guðs.
(Jákob 4:4)