Eitt hati eg (1)


Eitt hati eg, og tað eru svikaprophetar. Helt teir funnust bara í tí heilt ófatiliga útvatnaðu, mentaðu, flottu, hábærsligu, stóru, skatt-bornu, við-statinum-giftu, halt-teg-til-“dópsnáðina” Luthersku sektini, men opinbart finnast teir eisini millum pinsa og anabaptista, ja, eisini á allar ovastu rókum hjá báðum. Ja, á allar ovastu rókum, har sita teir, sum alt bukkar fyri, og sum eingin torir siga eitt mukk ímóti.

Hoyrdi ein slíkan sleiskan í Lindini eitt kvøldið siga, at Guð bara tosar gott, gevur er og ger mjúkt, fantastiskt, herligt, positivt, ríkt, streymar, salvilsi, herligheit, jaligt, undurfult, tolsamt, åhhhh, sooo deiligt, BARA gott, himmal á jørð her og nú, á dú á dú hvat alt er herligt og deiligt og undurfult her og nú. Altso altso, hann vitsti ikki hvussu undurfult og stórt og praktfult hann skuldi gera alt til. Alt ljóðaði so fantastiskt, og faktiskt rætt fyri so vítt, tí mangan er christinlívið soleiðis. Men so læt knappliga í honum: “Guð sigur ongantíð: Vend um ella fert tú til helvitis. Ánei, soleiðis er Guð ikki…!”

Lat meg siga sum er til tann ormin, sum segði hatta: Vend TÚ um, tín falski forfalsaði svikaligi svikaprophetur, annars verður TÚ SJÁLVUR í vanda fyri at verða kastaður í HELVITI!!!

Har avdúkaði altso hin sniðfundigi Edens-ormurin seg í búkinum á honum. Hasin gamli drekin, ormurin, Satan, sum umbroytist yvir í ein ljóseingil. (II Corintharar 11:14). Totalt falskur gleðiboðskapur, ja er eingin gleðiboðskapur, men humanisma, spiritualisma, “positive thinking techniques” og annað slíkt New Age skvatt.

Hvussu ber tað til, at tað eru SO nógvir sum skulu eitast fyri at boða gleðiboðskapin í dag, sum ongantíð nevna eitt orð um umvending, ella um synd, ella um angur, ella um glatan, ella um helviti? Eg meini, hasir báðir sum sita hvønn týsmorgun í Lindini og snakka herligheit og handan nýggja “náðiboðskapin” uttanum syndaspurningin, hvussu kann hatta endaleyst finna stað? Hoyri annan um ikki báðar javnan siga, at ØLL ERU frelst, ein skal bara innsíggja tað, Guð frelsti ALT, Guð frelsti KOSMOS og so víðari og so víðari. Soleiðis kemur tað ið hvussu er fram tá ið man er so humanismu besmittaður, at man ikki torir ella vil tosa so sum Bíblian tosar um tey minni kitlandi ómodernau tingini so sum synd og helviti og æviga glatan. Snakkið hjá teimum er fullkomiliga feil sett fram, eftir mínum tykki. Nakað HEILT annað er tað, at tá ið Jesus doyði á Golgata krossi, tá doyði hann fyri øll menniskju og gjørdi tað MØGULIGT hjá ØLLUM at VERÐA frelst, men øll ERU IKKI frelst. MOOOONG eru ófrelst, og skuldi Jesus komið aftur hesa stundina, so høvdu tey verðið eftir, og verðið kastað í eldsjógvin tann eina dag. Tað hoyrir tú IKKI slíkar revar siga. Tað eru nevniliga bert tey, sum persónliga taka ímóti tí sum Jesus hevur gjørt fyri tey, sum fáa nakaðsumhelst gagn av tí; – hini fáa EINKIÐ gagan av tí, sjálvt um tey eiga sama rætt til tað. Tey fara í helviti við fullari syndarokning, tí tey komu jú ongantíð undir náðina, synd teirra varð aldri avvaskað; tí tey skoyttu jú ikki um Jesus sum teirra Frelsara, vanvirdu hansara reinsandi blóð. Hesa síðuna hoyri eg teir IKKI taka við, og eg kann ikki annað enn kalla tað sleiskheitir og oyrnakitl, tó hyggiligir, fittir, siðiligir, dámligir og so víðari. Og hvat so, tað kann sjálvt ein fultpoleraður bahaiari vera. Men ger man tað fyri at verða dámdur og sæddur av fólki, so hevur man onga løn hjá faðir okkara. Sleiskur kærleiki, sum søkir æru og ikki vil siga sannleikan er ikki nakar kærleiki yvirhøvur, so slepp øllum hasum falskheitunum. Óumvendi syndarin situr og hoyrir at hann ER frelstur, tá ið hann yvirhøvur ikki er tað. Hann kemur ikki í syndaneyð. Hann situr bara púra spyrjandi. At siga at øll KUNNU BLÍVA FRELST við at venda um frá síni egnu følsku rættvísi, og TRÚGVA EINANS Á Jesus Christ til sína sáls frelsu, tað kundu teir sagt, og tað hevði verið so PÚRA rætt. Men, nei, ØLL ERU IKKI FRELST, tað er ein kollsvørt Satans lygn, og tað burdu teir fingið at vitað, og tað fáa teir altso nú. Slíkir sleiskir útforhálaðir mannóttandi mannsleikjarar, sum ikki tora at siga sannleikan júst sum hann er, tí teir vilja ikki fornerma nakran og so víðari. Tað er forkastiligt!! Ikki løgið, at Deborah raggar sær í hesum døgum, tí Barak hevur skræpuna av bangilsi. Jesus fornermaði tann ríka unglingan; og tá ið hann fór avstað frá Jesusi uttan at vilja venda við av sonnum, tó lætst Jesus ikki um vón. Paulus talaði um rættvísi, fráhald og komandi dóm frammi fyri Felixi, og tað tóktist ikki nerva hann minsta vet, tá ið Felix ikki vildi hoyra hann meir. Hann mýkti ikki boðskapin og treytirnar fyri at kunna verða av sonnum frelstur; nei, so býttur var hann ikki. Og jú, gudurin hjá Felixi var pengar, og man hann ikki júst vera tað sama hjá hesum sleikjarunum í dag. Eg hugsi tað. Jeeparnir, fínu positiónirnar og mannaæran munnu vera teimum heldur kær; kærari enn sannleiksorðið. Sannleiksorðið, – tað er hvast; orðið, sum Pætur hevði í munni sær á hvítusunnudegi, orðið, sum gav ároyrarunum sting í hjartað, og sum bræv hansara eru so ríkiliga saltað við. Nei, Pætur tordi siga tingini júst sum hann vitsti tey eru; eiheldur varð hann keyptur fyri pengar av Símoni galdrara. (Lesið annars II. Pæt. kap 2 og 3 við opnum síggjandi andligum eygum og svíðist.) Ella skulu vit siga Judasarbræv. Nei tú, apostlar Harrans finnast fáir av í dag, tað er víst.

Og hvussu ber tað til, at fólkið velur sær bara nakrar heilt fáar, sum tað vil hava at tala fyri sær ferð eftir ferð eftir ferð eftir ferð? Jú, tað setur menn yvir sær, sum tala júst og einans tað, og á slíkan hátt, sum tey sjálvi vilja hoyra tað, júst so sum tað kitlar tey í oyruni. You are a jolly good christian anyhow, – siga teir, – when you are nothing of the kind! – fyri at læna eitt úttrykk úr málríku enskuni.

Ája, má Guð hjálpa okkum. Lesur tú nakrantíð 200 ára gamlar talur eftir gomlu vekingarprædikumenninar so sum Johnathan Edwards, D. L. Moody og Charles Spurgeon? Ella, lat okkum halda okkum innan ríkisins og siga Grundtvig? Teir fýrdu ikki fyri at átala synd við beinum orðum, eisini og so serliga hana sum var beint fyri eygunum, hjá sjálvasta fólkinum sum teir talaðu fyri. Hví? Tí teir vóru sonnu prestar Guðs, ikki svikaprophetar fólksins! Teir vóru hvørt orð og hvørt salt-korn teir útsnýstu verdigir; ólíkir hesum smoyknu, sleisku sukurmunnunum vit verða noydd til at hoyra so nógv uppá í dag; teirra fylgir monghvørji livandi í bersyndigari synd, glíðandi forbí forglattvekk óátalað. Slíkt kalli eg best við samansetti navninum: breyðprophetapakk, meðan eg stúri fyri slíkum, hvussu mikið verður eftir, tá ið eldurin hevur roynt teirra verk.

Veit ikki, men tá ið eg bleiv frelstur í missiónshúsinum á Glyvrum í 1986 á einum sann-evangeliskum møti, tá varð man bombarderaður við øllum hesum sannleikunum í Guðs orði akkurát sum teir standa skrivaðir, og tað var mangan, at man líkasum kendi ferilin av svávulroyki í luftini, og man kom, og tað av røttum, í syndaneyð av orðinum sum varð boðað, sannførdur um synd av Heilaga Andanum, og beint hareftir fekk man síðan Golgata verkið klárt uppmálað, hvagar man flýggjaði við ótta og angurstárum, og hjartaligari tøkk fyri fullgjørda verk Christs á krossinum, og fekk náði har við hans bróst. Mín spurningur er so: hvussu fáa hesir menninir í dag nakransumhelst frelstan við teirra lættisoppatalu? Tá ið teirra ovurandaliga avkom veruliga verður roynt, stendur tað so royndina? Ella koma tey í ramastu syndaneyð fyri fyrstu ferð, tá ið tey umsíðir hoyra hitt sanna evangeliið? Uttanum greidliga viðgerð av syndaspurninginum, og opinbering av hvat synd er, og at loyva syndaranum at spegla sær í Guðs standardi fyri heilagleika, Guð heilagu tíggju boðum, fyri harvið at seta hol á sjálvrættvísisjáttan syndarans, ja, so kann syndarin ongantíð av sonnum verða endurføddur og frelstur. Tað er greitt. Tað verður bert ein sukursøt luftkastella, sum brestur við minsta prik. Syndaspurningurin má viðgerast, syndin kastast ljós á, fyri tínæst at halda reinsanarmidlinum fram, Guðs sonar egna dýrabæra æviga blóð. Hvussu kann syndarin síggja, at hann hevur frelsu fyri neyðini, um hann ikki sær, at hann hevur syndað og er í gravskitnum klæðum? Munnu ikki flestir halda áfram í syndini óbøttir, óendurføddir; teir, sum so sleiskt fingu vita teir VÓRU frelstir, og ei bidnir vita eftir, hvørt Christus búði í teim?

Og so standa teir og boða, at Guð sær okkum øll rein. Jamen, hjá óumvendiliga, vantrúna hjartanum hongur hon øllsomul við enn!!!

Eg vil minna á, at teir følsku prophetarnir verða væl lýstir ymsastaðni hjá Jeremiah. Til dømis stendur í kapitul 14:14-15:
Harrin svaraði mær: Prophetarnir prophetera lygnir í navni mínum; eg havi ikki sent teir og ikki boðið teimum ella talað við teir; lygisjónir og fánýtar spásagnir og svikaráð hjartna sína er tað, sum teir prophetera fyri tykkum.

Tí sigur Harrin soleiðis um hesar prophetarnar, sum prophetera í navni mínum, tó at eg havi ikki sent teir, og sum siga, at hvørki svørð ella hungur skal koma yvir hetta landið: Fyri svørði og hungri skulu hesir prophetar falla.

Tað fólkið, sum teir prophetera fyri, skal verða tveitt út á Jerusalems gøtur deytt av hungri og fyri svørði, og eingin skal jarða teir, hvørki teir ella konur teirra ella synir og døtur teirra; eg helli út illskap teirra yvir teir sjálvar.

So Harrin sigur altso, at teir følsku prophetarnir, sum siga, at eingin ólukka skal ráma syndararnar, mótsatt tí sum Harrin sjálvur hevur ávarað og talað við sínum sonnu prophetum, teir skulu sjálvir fáa tað omanyvir seg sum syndarin varð ávaraðum varð um.

Hvussu kann hetta lata seg gera? Hvussu kann Guð senda prophetar í helviti? Jú, svarið er greitt: Guð sendir ikki teir SONNU prophetar í helviti, BERT hinar følsku, sum propheteraðu lygn! Falskir prophetar fara sama veg sum einhvør annar óumvendur Satans-tænandi syndari. Teir eru jú sjálvir óumvendir!

Skoytir lesarin ikki um at verða sannførdur útfrá hesum stykkinum, so hevur Bíblian ennmeir at siga um hetta í Ezechiel 3:16-21:
16 Men tá ið sjey dagar vóru umlidnir, kom orð Harrans til mín soljóðandi:
17 Mansbarn, eg seti teg sum varðmann yvir Ísraelsmonnum; hoyrir tú orð av mínum munni, skalt tú vara teir við í mínum navni.
18 Tá ið eg sigi við hin gudleysa, at hann skal doyggja, og tú ikki varar hann við og ikki biður hann víkja frá sínum vánda vegi til tess at bjarga lívi sínum, tá skal hin gudleysi fullvæl doyggja fyri misgerð sína, men blóð hansara vil eg krevja av tíni hond.
19 Men varar tú hin gudleysa við, og hann tó ikki víkur frá gudloysi sínum og vánda vegi, tá skal hann doyggja fyri misgerð sína, men tú hevur bjargað lívi tínum.
20 Og tá ið hin rættvísi víkur frá rættvísi síni og innir órætt, og eg leggi snávingarstein fyri hann, so at hann doyr, og tú hevur ikki varað hann við, tá doyr hann fullvæl fyri misgerð sína, og hansara rættvísu gerðir verða honum ikki tilroknaðar, men blóð hansara skal eg krevja av tíni hond.
21 Men hevur tú varað hin rættvísa við til ikki at synda, og hann ikki syndar, tá skal hann lívi halda, av tí at hann varð varaður við; og tú hevur bjargað lívi tínum.

Tað eru SVIKAprophetarnir, sum BARA tala gott, og ONGANTÍÐ ávara um Guðs dóm sum vil koma, um menniskju ikki vilja hoyra Guð og venda sær til hansara, men vilja heldur venda sær frá honum, og velja at halda áfram í syndini, og venda tað deyva oyrað til Guð. Boða teir náði fyri slíkum, og at einkið ilt fer at ráma ein slíkan kortini, SO ERU TEIR SVIKAPROPHETAR; lat tað so vera sagt. Og tað var állurin í Lindini hin dagin. Lesur hasin revurin hetta, so fari eg at biðja HANN um at venda um; tí hann er SJÁLVUR í vanda fyri somu revsing sum tey, sum hann sýtir fyri at ávara fyri at spara sítt egna uppsnollaða, vælfjálgaða, kæra skinn. Hansara skinn kundi skjótt verðið gjøgnumsteikt í helviti tann eina dag; lat hann verða ávaraðan um tað.

Teir sum BARA boða hvussu Guð vil gera fólki lívið gott og behagiligt og herligt her á jørðini, og sýta at viðgera syndaspurningin, angurin, syndserkennilsið, umvendingina, og harútfrá heilhjartaða flýggjan til Golgata um frelsu, teir kundu skjótt verðið sæddir vera teir syndarligastu av øllum menniskjum tann eina dag, tá ið alt skal leiðast fram í ljósið, og tað kemur til sjóndar hvør ið veruliga var ílatin hvít klæðir og hvør ikki.

Eftir eitt slíkt forkastiligt úttalilsi í Lindini, varð eg noyddur at avskriva mannin uppá staðið, og seta hann á listan yvir teir, sum man alvorliga verður noyddur at biðja fyri. Ikki at gloyma tær stakkals sálir sum ein slíkur hundur hevur undir hond. Slíkur vánahirði!

Nær ávaraði tín pastorur óumvendar syndarar um helviti síðst? Hevur hann gjørt tað í ár? Hevur hann gjørt tað síðstu trý árini? Ella tosar hann kanska eins og so mangir ALDRI um nakað sum er “negativt”, ræðandi, ómoderna, ikki “politiskt korrekt” og óbehagiligt? So kanst tú bóka, at hann er ein djevulsins innsníktur tænari, ongantíð frelstur sjálvur, úlvur í seyðaskinni, útforhálaður humanist, ormabúkur. Og hann kann fyri so vítt gott tala í tungum, lyfta hondum, biðja fyri sjúkum, og síggja tey grødd. Slíkir skulu eisini síggjast á dómadegi, men Jesus segði, at hann hevði ALDRI kent teir (Matt. 7:21-23). Slíkir ERU altso útforhálaðir hááálir svikaprophetar, tænandi síni egnu agenda, dragandi menn eftir sær sjálvum, elskandi og søkjandi lovprísan manna og eru úti eftir at lirka tín síðsta klink fyri breyð og mjólk í egnan lumma.
Hevur hann ongantíð veruliga í álvara nevnt helviti og æviga glatan sum ein veruleika veruligan stað fyri tey, sum VRAKA frelsuna sum Jesus bjóðar teimum, so vil eg geva tær tey kontantu ráð Í SONNUM GUÐSÓTTANDI SANN-CHRISTNUM KÆRLEIKA, at koma tær út úr eini slíkari “meinigheit” og tað við brestin!! Ein slíkur hevur IKKI frelsuna av sálum seyðanna fyri eyga yvirhøvur í sínum hjarta, men BERT at kitla fólk í oyruni, og geva teimum ein kensluligan karusellutúr og ein holdsligan vælverurús, sum bara røkkur til endan á jarðiska lívinum, og kundi skjótt endað í steikjandi helvitis-eldi. Tað sigur seg sjálvt, tí tað er jú bert tað jarðiska lívið, sum ALT fokus og ØLL trúgvin verður brúkt til hjá teimum, so hvussu kann tað heila røkka longri?

Paulus sigur tað soleiðis:
17 Og um Christus veri ikki reistur, trúgv tykkara er fáfongd; tit eru enn í syndum tykkara.
18 Tá eru teir eisini sum eru sovnaðir í Christi glataðir.
Um í hesum lívi einans vit hava vón á Christ, eru vit av øllum monnum mest vesæligir.
( I. Corintharar. 15:17-19 )


Tað skuldi fyri tans saks skuld ikki undrað meg, um MEGINPARTURIN av meinigheitum slíkra falsnara yvirhøvur ikki vóru frelst, og komu at standa uttanfyri portrið tann eina dag. Tí ávari eg beinum orðum.

Hoyrdi annan møsnara siga á møti herfyri: “Øll eru vit jú frelst”. Og hann meinti IKKI øll sum sótu har á møtinum, men altso ØLL!!. Skuldi trúð, man var í kirkju, men tað var altso á evangeliskum MØTI! Hansara andi man hava verið undir harradømi synergi-klovnsins í bispagarði, ikki Christs á himni. NEI, tað eru vit tíverri ikki, varð eg NOYDDUR at siga við hann við borðið aftaná møtið, fyri at sannleiki gleðiboðskaparins skuldi standa við hjá okkum sum har vóru stødd, (smb. Gal 2:5). Ja, óivað var hann undir ávirkan av følskum alles-frelse-boðandi “presti”, sokallaðum. Nei, tað finnast bert TVEIR VEGIR, segði Jesus; annar smalur og hin breiður. Tann smali førir til himins, hin breiði í glatan, og tað merkir altso helviti; eisini í sleiska 2010. Og Guð náði tann, sum fer at sjonglera við Guðs orði fyri frama, fragd og manntokka, tí hann metir slíkt ikki passa inn í okkara tilforsnurlaðu samtíð.

Ja, Guð náði okkum nú í síðstu tíð núverandi. Jesus spurdi um hann mundi fara at finna trúnna á jørðini tá ið hann kemur aftur. Og lat meg bara siga tað beint fram við trúarrørslumenninar, at har tosar Harrin Jesus Christus IKKI um kraftarverksgerandi, fjallflytandi undurtrúgv, men um christnu trúnna sum heild, sum samsvarar við Guðslæruna, og sum er dýrabærari enn gull, sum tó verður roynt í eldi; hana sum saltmennið Judas, bróðir Harrans, talar um, av tí at hann kendi hana.

Hann sigur soleiðis, og lat tað vera tað síðsta:

JUDAS, tænari Jesu Christs, og bróðir Jácobs, til teirra sum eru halgaðir av Guði Faðirinum, og varðveiddir í Jesusi Christi, og kallaðir:
2 Miskunn at tykkum, og friður, og kærleiki, veri margfaldað.
3 Háttelskaðu, tá ið eg veitti allan íðinskap at skriva tykkum um hina felags frelsu, var tað neyðturviligt hjá mær at skriva tykkum, og formana tykkum, at tit skuldu álvarsamliga stríða fyri trúnni sum varð eina ferð fingin hinum heilagu.
4 Tí tað eru ávísir menn skridnir inn óvarnandi, hvørjir vórðu áður frá gamlari tíð útnevndir til hesa dómfelling, ógudiligir menn, umgerandi náði Guðs várs yvir í skendsku, og avnoktandi hin einasta Harra Guð, og Harra váran Jesus Christ.
5 Eg vil tessvegna seta tykkum í endurminning, tó at tit einaferð vitstu hetta, hvussu ið Harrin, havandi frelst fólkið út úr Egyptalandi, aftaná oyddi tey sum trúðu ikki.
6 Og einglarnar sum hildu ikki sína fyrstu støðu, men yvirgóvu sín egna bústað, hevur hann goymt í ævigt-varandi ketum undir myrkri at dómi hins mikla dags.
7 Enntá sum Sodoma og Go-mor´-rha, og staðirnir umkring teir á líkan hátt, gevandi seg sjálvar yvir til leysalevnaðar, og farandi eftir fremmandum kjøti, eru settir fram fyri eitt fyridømi, líðandi revsidómin av ævigum eldi.
8 Líkaleiðis eisini hesir skitnu droymarar óreinka kjøtið, vanvirða harradømi, og tala ilt um tignir.
9 Tó erka-eingilin Michael, tá ið hann stríddi við djevulin skifti hann orð um Móse likam, tordi ei føra ímóti honum eina háðandi ákæru, men segði, Harrin harti teg.
10 Men hesir tala ilt um teir lutir sum teir kenna ikki: men hvat teir kenna náttúrliga, eins og vitleys djór, í hasum lutum spilla teir seg sjálvar.
11 Vei teimum! tí teir hava gingið á vegi Cains, og runnu grádugliga eftir villfaring Ba´-laam-s fyri endurgjald, og glataðust í andmæling Cora.
12 Hesir eru blettir í vælvildarfestum tykkara, tá ið teir festa við tykkum, nørandi seg sjálvar uttan ótta: skýggj teir eru uttan vatn, drivnir umkring av vindum; trø hvørs ávøkstur følnar, uttan ávøkst, tværreisur deyðir, slitnir upp við rótunum;
13 Øðisligar sævaraldur, froðandi út teirra egnu skomm; reikandi stjørnur, til hvørja er avlagdur myrkurs svartleikin um ævir.
14 Og E´-noch eisini, hin sjeyndi frá Adami, propheteraði um hesar, sigandi, Sí, Harrin kemur við tíggju túsundum av heilagu sínum,
15 At útinna dóm uppá allar, og at sannføra allar sum eru ógudiligir millum teirra um allar teirra ógudiligu gerðir sum teir hava ógudiliga framt, og um allar teirra hørðu talur sum ógudiligir syndarar hava talað ímóti honum.
16 Hesir eru knarrarar, klagarar, gangandi eftir teirra egnu lystum; og muður teirra talar mikil uppblásandi orð, havandi persónar manna í metum uppá grund av frama.
17 Men, háttelskaðu, minnist tit orðanna sum vórðu talað áður av apostlum várs Harra Jesu Christs;
18 Hvussu ið teir søgdu tykkum tað skuldu verða spottarar í hini síðstu tíð, hvørjir skuldu ganga eftir teirra egnu ógudiligu lystum.
19 Hesir veri teir sum atskilja seg sjálvar, sansaligir, havandi ikki Andan.
20 Men tit, háttelskaðu, byggjandi upp tykkum sjálvar á tykkara mest heilagu trúgv, biðjandi í Heilaga Andanum,
21 Haldið tykkum sjálvar í kærleika Guðs, væntandi eftir miskunn várs Harra Jesu Christs til ævigs lívs.
22 Og við summum havið várkunn, gerandi mun:
23 Og aðrar frelsið við ótta, hálandi teir út úr eldinum; hatandi enntá klæðið blettað av kjøtinum.
24 Nú, honum sum er førur fyri at varða tykkum frá at falla, og at seta tykkum fram feilafríar frammi fyri nærveru dýrdar sínar við ovurhonds fagnaði,
25 Til hins einasta vísa Guðs várs Frelsara, veri dýrd og hátign, harradømi og máttur, bæði nú og ævir. A´-men.

– Sig hetta við gudloysingin, og síggj, hvat mannrós tú tá fært. Nei, tað mann ikki fara at loysa seg, ha?
Jú, eg trúgvi uppá dómadag, at tað verða altso MILLIÓNIR av sálum sum verða kastaðar í eldsjógvin at brenna í allar ævir (ikki tíðarøldir, sum aðrir falsnarar so falsliga frálæra).

31 Tað er ein ræðuligur lutur at falla inn í hendur hins livandi Guðs. ( Heb. 10:31 FKJ )

28 Og óttist ikki teir sum drepa likamið, men eru ei førir fyri at drepa sálina: men heldur óttist hann sum er førur fyri at oyða bæði sál og likam í helviti. ( Matthæus 10:28 FKJ )

Ja, hann bað Harri okkara Jesus Christus at óttast, og tað er ikki DJEVULIN, men GUÐ, sum kemur at kasta bæði DJEVULIN og ófrelstar sálir í HELVITI, saman við øllum følskum prophetum.

Hann vil eg óttast. Hvussu við tygum?

– Kallið meg so bara besettan og Beelzebub. Ger mær ikki mun. Eg verði tá í góðum felagsskap við sjálvastum Harranum Jesusi. Ræðir meg einkið vet. Tað skal nokk koma til sjóndar tann eina dag, hvør okkara hevði Edens-ormin skríðandi í búkinum, og hevði persónar manna í metum uppá grund av frama, – neyvan tann, sum tordi siga sannleikan júst sum Guð longu hevur sagt hann, og standa við hann, kosti hvat tað kosta má, droyr, vív, og lív, eg tó skoða skal himin blá, tá ið eg fari uppfrá.

Tænarum Guðs nýtist ei longur drepa baalprophetar við jarnsvørði, nei, Guð gav okkum sítt egna svørð, Guðs Heilagu Bíbliu, KJB. Lýða teir ikki orði Guðs her niðri, skal Guð lata teir hava ævigt-varandi eldin har niðri.

Hesi pjattskvattini sum standa og syngja “These are the days of Elijah”, og sum ikki hava eitt gramm av anda og kraft Elijahs, teir burdu bara komið niður av ølkassanum, sum teir standa og syngja útfrá. Apropos G-strongs-festivalar í anda og kraft Gøtutróndar og “Gospel-drukk-túrar” uppi á Norrønu barr, har 10 trúgvandi verða tilforsudlað av heiminum fyri hvønn 1, sum tit pástanda bleiv frelstur. Undirhald í Jesu navni, fyri fragd, frama og manntokka; stinkandi av heiminum.
Tolir tú ikki slíka salt-talu? Vilt tú BERT hava framganshátt sukursøta villleiðarans Joel Osteens?
Well, so hevur tú ein annan framgansmáta enn Jóhannes doyparin, sum segði:

Matthæus 3:7 FKJ:
7¶ Men tá ið hann sá mangar av Pharisearunum og Sad-du-ce´-arunum koma til dóps síns, segði hann við teir, O avkom av eiturormum, hvør hevur ávarað tykkum at flýggja frá hini komandi vreiðini?
Ella sum sjálvastur Jesus, sum segði:

Matthæus 23:33 FKJ:
33 Tykkara høggormar, tykkara avkom av eiturormum, hvussu kunnu tit komast undan heldøming helvitis?
Tú sigur, jamen, hatta var tá ið Jesus forbannaði Phariseararnar. Hvat so um hetta til dømis:

Jóhannes 8:44 FKJ:
44Tit eru av faðir tykkara djevlinum, og lystir faðirs tykkara vilja tit gera. Hann var ein myrðari frá byrjanini, og varð ikki verandi í sannleikanum, av tí at tað er eingin sannleiki í honum. Tá ið hann talar eina lygn, talar hann av sínum egna: tí hann er ein lygnari, og faðirin at henni.

Jesus var ikki bara “fittur” í orð´ og tal.

Paulus gav fólk upp til Satan til oyðileggingina av kjøtinum, sum livdu í skammiligum hordómi í samkomuni. Hevur tú hugsað um tað? (Les I. Cor. 5:1-5). Hann sigur, at teir áttu at koyrt ein slíkan úr samlagi sínum. Í dag skavar man heldur útyvir slíkt, og koyrir tann út úr samkomuni, sum vágar sær at nevna tað. Nógv er broytt. Kom, Harri Jesus!.

Tá ið tað eru viktigir doctrinerir sannleikar sum verða vanvirdir, og hundraðvís av mannasálum sum hanga í einum brennandi tráði, so dugir einkið sukursøtt góðamammu-pjattskvatt; – hvørki í kirkju ella Lind.

Nei tú, okkara Jesus Christus var eingin ræðuskítur yvirfyri hyklaríi sínar samtíðar. Hann avdúkaði tað beinum orðum. Og hann klæðir enn við kraft til tænastu, og orð hans enn eru hvøss, og standa enn í hans VARÐVEIDDU BÓK, KJB, komandi FKJ.

Eg havi so ongan kettara nevnt við navni; enn. Men hetta brævið er vorðið sent honum, og tað av røttum. Eri ikki úti eftir at oyðileggja menniskju, NEI, men at verja sannleikan í eini tíð, tá ið mangir fara ógvuliga óreiðiliga um sannleiksorðið. Men apostlarnir nevndu menn við navni, eins og Paulus í I. Tim. 1:20, og Jóhannes í III Jóh. 1:9-10. Ein SANNUR hirði vil leggja sín egna svíra í blokkin fyri at spara SEYÐIN. Ein FALSKUR rýmir fyri at spara egið skinn, og letur seyðin verða uppgloyptan av úlvinum. Alt meðan hann snýsir út sukurmolum.

Vakra myndin evst er av hinum baalsprophetamorði mikla Elijah prophets á Carmels fjalli á sinni.

Torir ikki Jesusi tú fylgja? Far so heim og mussa mamm´babba bei! .. ella far og jarða onnur deyð!


Sjúrður.
 
P. S. Fólk sigur: Eitt HATAR tú? Veitst tú ikki, at man einkið eigur at hata? Mítt svar er: Hvussu kanst tú elska gott og rætt, uttan at hata ilt og rangt?