Desiderius Erasmus frá Rotterdam 

( 1469—1536 )


Desiderius Erasmus frá Rotterdam var Hollendskur sann-trúgvandi og lærdur, ið setti saman álítandi Nýggja Testamenti úr teimum reinu Griksku, Sýrisku, og Gotisku handritunum, ið hann kundi fáa fatur á. Á hansara døgum funnust mong sera gomul Griksk handrit í bókasøvnum ymsastaðni í Evropu, eitt nú í Rom, og hagar leitaði hann sær og sat og skrivaði eitt standard handrit, eftir hvat tey flestu av hesum reinu handritum søgdu. Hetta arbeiddi hann við ein stóran part av lívi sínum, støðugt betrandi uppá tekstin.

Erasmus var millum teirra bestu sínar tíðar í klassisku málunum, Hebraiskum, Grikskum, og Latíni, og varð boðin at verða lærari á størstu og bestu gudfrøðiskúlum sínar tíðar, men havnaði teimum fyri at vera fríur at tæna Guði, so sum hann (Guð) vildi.

Erasmus gav út sítt sera væl og samvitskusamliga samansetta Nýggja Testament í 1516 (onnur útgáva kom út í 1519, triðja í 1522), og kom tað at verða kent sum Textus Receptus, – Tann Móttikni Teksturin.

Týðing Erasmusar úr Grikskum í Latín avdúkaði ovurstórar mismunir í reinleika católsku Vulgate týðingarinnar millum hinna lærdu, mangir hvørja vóru longu sannførdir um, at tann etableraða kirkjan (católska skøkjan) var dømd av sínum ónda prestaveldi. Yvirlýsing Leo X páva, at Ævintýrið um Christ var honum sera vinningsríkt uppøsti fólk Guðs, og tað av røttum.


Erasmus Bíblian frá 1516:

Textus Receptus Grikski teksturin er í vinstra teigi, og týðing hansara til Latín í høgra teiri.