Danska Bíblian


Fyrsta heila Danska Nýggja Testamentið kom út í 1524.
Christian III gav út fyrstu heilu Bíbliuna í 1550.

Gamlar Danskar Bíbliur, eldri enn 1904, eru týddar eftir Textus Receptus, sum King James bíblian er týdd eftir. Undirritaði eigur eitt eintak av týðingini frá 1740, og hon fylgir King James tekstinum rættiliga nær, tó við veikum støðum, so sum ymsastaðni í Sálmunum.

Danskar “bíbliur” eftir 1904 fylgja allar korruptu standard tekstunum hjá Westcott & Hort, og kunnu tí ikki brúkast. Nýggjar Danskar týðingar eru mangar hvørjar heilt forkastiligar.


Reinar Danskar Bíbliur:

1524  Christian II’s Nye Testamente
1550  Christian III’s Bibel
1589  Frederik II’s Bibel
1607  Hans Poulsen Resens bibeloversættelse
1633  Christian IV’s Bibel
1647  Hans Svanes revision of Resens oversættelse
1740  Christian VI’s Bibel
1819  Frederik VI’s NT
1866  Biblen eller den kristne kirkes hellige Skrift

Longur fram loysir seg ikki at fara, tíverri.