KAPITUL 1
.
Paulus, ein ápostul Jesu Christs við Guðs vilja, og Timotheus, bróðir okkara,
2 Til hinar heilagu og trúføstu brøður í Christi sum eru í Kolosse: Náði veri at tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum og Harranum Jesusi Christi.
3 Vit veita tøkkir til Guðs og Faðir várs Harra Jesu Christs, í tí vit altíð biðja fyri tykkum,
4 Síðan vit hoyrdu um tykkara trúgv á Christ Jesus, og um kærleikan sum tit hava til øll hini heilagu,
5 Fyri ta vón sum er løgd av til tykkum í himni, um hvørja tit hoyrdu áður í sannleiksorði gleðiboðskaparins;
6 Sum er komið til tykkara, eins og tað er í øllum heiminum; og ber fram ávøkst, sum tað eisini ger í tykkum, síðan tann dag tit hoyrdu um tað, og kendu náði Guðs í sannleika:
7 Eins og tit eisini lærdu av Epaphrasi, okkara kæra samtænara, sum fyri tykkum er ein trúfastur tænari Christs;
8 Sum eisini kunngjørdi okkum tykkara kærleika í Andanum.
9 Fyri hesa grund eisini, síðan tann dag vit hoyrdu tað, gevast vit ikki at biðja fyri tykkum, og at tráa at tit máttu verðið fyltir við kunnleikanum til hansara vilja í øllum vísdómi og andligum skili;
10 At tit máttu ganga Harranum verdigir til allan tokka, og vera fruktsamir í hvørjum góðum verki, og vaksa í kunnleikanum til Guðs;
11 Styrktir við øllum mátti, samsvarandi hansara dýrdsomu kraft, fram at allari tolmóð og langmóð við frødligsemi;
12 Og veita Faðirinum tøkkir, sum hevur gjørt okkum hóskiligar at vera luttakarar í arvi teirra heilagu í ljósi:
13 Sum hevur fríað okkum út frá mátti myrkursins, og hevur umsett okkum inn í kongadømi kæra Sonar síns:
14 Í hvørjum vit hava endurloysing ígjøgnum blóð hansara, enntá fyrigeving syndanna:
15 Sum er mynd hins ósjónliga Guðs, hin fyrstiføddi hjá hvørjum skapningi:
16 Tí av honum vórðu øll ting skapt, sum eru í himni, og sum eru á jørð, sjónlig og ósjónlig, hvørt tey veri seg trónur, ella harradømir, ella fúrstadømir, ella máttir: øll ting vórðu skapt av honum, og til hansara:
17 Og hann er fyrr enn øll ting, og av honum hanga øll ting saman.
18 Og hann er høvur likamsins, kirkjunnar: sum er byrjanin, hin fyrstiføddi frá teimum deyðu; fyri at hann í øllum tingum skuldi hava hina fremstu støðu.
19 Tí tað hóvaði Faðirinum at í honum skuldi øll fylli búgva;
20 Og, havandi íbirt frið ígjøgnum blóðið av krossi hansara, við honum at gera øll ting sátt við seg; við honum, sigi eg,hvørt tey veri seg ting á jørð, ella ting í himni.
21 Og tykkum, sum vóru einaferð fremmandgjørdir og fíggindar í tykkara sinni við vondum verkum, hevur hann tó nú endursónað
22 Í likami kjøts hansara ígjøgnum deyða, fyri at seta tykkum fram heilagar og ólastiligar og óatfinniligar í eygsjón hansara:
23 Um tit halda fram í trúnni grundfestir og støðugir, og ikki verða fluttir burtur frá vón gleðiboðskaparins, sum tit hava hoyrt, og sum varð prædikaður fyri hvørjum skapningi sum er undir himni; hjá hvørjum eg, Paulus, eri gjørdur ein tænari;
24 Sum nú fegnist í mínum líðingum fyri tykkum, og fylli upp tað sum vantar í av kvølum Christs í mínum kjøti, fyri likams hansara skuld, sum er kirkjan:
25 Hjá hvørji eg eri gjørdur ein tænari, samsvarandi trúarhúshaldi Guðs, sum mær er givið fyri tykkum, at uppfylla Guðs orð;
26 Enntá loyndardómurin sum hevur verið fjaldur frá øldum og frá ættum, men nú er gjørdur eyðsýndur fyri hansara heilagu:
27 Fyri hvørjum Guð vildi gera kunnugt, hvat ríkdómurin er av dýrdini av hesum loyndardómi millum Heidningarnar; sum er Christus í tykkum, vón dýrdarinnar:
28 Hvønn vit prædika, í tí at ávara hvønn mann, og læra hvønn mann í øllum vísdómi; so at vit mega framseta hvønn mann fullkomnan í Christi Jesusi:
29 Hvarat eg eisini strevist, í tí at eg stríðist samsvarandi virkan hansara sum mektigani virkar í mær.
KAPITUL 2
.
Tí at eg vildi at tit vitstu, hvat mikið stríð eg havi fyri tykkara skuld, og fyri teir í Laodiceu, og fyri so mangar sum ikki hava sæð mítt andlit í kjøtinum;
2 At teirra hjørtu máttu verða uggað, í at tey verða knýtt saman í kærleika, og at øllum ríkidømi av hini fullu sannføring av skili, til ásanningina av loyndardómi Guðs, og Faðirsins, og Christs;
3 Í hvørjum eru fjaldir allir dýrgripir vísdóms og kunnleika.
4 Og hetta sigi eg, at ikki nakar skuldi tølt tykkum við lokkandi orðum.
5 Tí tó at eg veri meg frástaddur í kjøtinum, tó eri eg hjá tykkum í andanum, og fegnist og skoði tykkara ordan, og standfestið av tykkara trúgv á Christ.
6 Eins og tit tí hava tikið ímóti Christi Jesusi Harranum, soleiðis gangið tit í honum:
7 Rótfestir og uppbygdir í honum, og støðufestir í trúnni, eins og tit hava verðið lærdir, fløðandi yvir í henni við takkarveitan.
8 Varið tykkum, at ikki nakar hertaki tykkum ígjøgnum heimspeki og fáfongda villu, eftir mannasiði, eftir barnalærdómum heimsins, og ikki eftir Christi.
9 Tí at í honum býr øll fyllin av Gudskapinum likamliga.
10 Og tit eru fullførdir í honum, sum er høvdið hjá øllum fúrstadømi og mátti:
11 Í hvørjum tit eisini eru umskornir við umskeringini sum er gjørd uttan hendur, í at latast úr likami kjøtssyndanna við umskering Christs:
12 Grivnir við honum í dópi, í hvørjum tit eisini eru risnir við honum ígjøgnum trúgv útføringar Guðs, sum hevur reist hann frá teimum deyðu.
13 Og tykkum, ið vóru deyðir í tykkara syndum og óumskering kjøts tykkara, hevur hann livandigjørt saman við honum, havandi fyrigivið tykkum allar misgerðir;
14 Og strikaði út hondskriftina av fyriskipanum sum var ímóti okkum, sum var andstøðis okkum, og tók hana burtur, við at negla hana til kross hansara;
15 Og tá ið hann hevði avvápnað fúrstadømir og máttir, helt hann sýning av teimum opinlýsliga, við at stórsigra yvir teimum í honum.
16 Latið tí ongan døma tykkum í mati, ella í drekka, ella hvat viðvíkur einum halgidegi, ella um nýmánan, ella um sabbatsdagarnar:
17 Sum eru ein skuggi av komandi tingum; men likamið er Christs.
18 Latið ongan tøla tykkum frá tykkara sigursprísi í frívilligari eyðmýkt og tilbiðjan av einglum, í at hann treingir seg inn í tey tingini sum hann ikki hevur sæð, fáfongdarligani uppblásin av sínum kjøtliga huga,
19 Og ikki heldur fast við Høvdið, frá hvørjum alt likamið, við liðum og bondum, fær nering tænta, og bundið saman, veksur við Guðs vøkstri.
20 Hvørsvegna, um tit veri deyðir við Christi frá barnalærdómum heimsins, hví, sum um tit livdu í heiminum, eru tit undirgivnir fyri reglugerðum,
21 (Nem ikki við; ikki smakka; ikki handfara;
22 Sum øll eru til tess at týnast við nýtsluni;) eftir boðum og doktrinu manna?
23 Hvørji ting víst hava eitt sýni av vísdómi í viljatilbiðjan, og eyðmýkt, og vanrøking av likaminum; ikki í nakrari æru til nøktingina av kjøtinum.
KAPITUL 3
.
Um tit tá veri risnir við Christi, tá søkið tey tingini sum eru fyri oman, har Christus situr við høgru hond Guðs.
2 Setið tykkar alsk á ting fyri oman, ikki á ting á foldum.
3 Tí at tit eru deyðir, og tykkara lív er fjalt við Christi í Guði.
4 Tá ið Christus, sum er okkara lív, skal birtast, tá skulu tit eisini birtast við honum í dýrd.
5 Deyðið tí tykkara limir sum á jørðini eru; siðloysi, óreinsku, ómátaliga yndan, ónda lyst, og ágirnd, sum er avgudadýrkan:
6 Fyri hvørja luta skuld Guðs vreiði kemur á børn ólýdnisins:
7 Í hvørjum tit eisini gingu einaferð, tá ið tit livdu í teimum.
8 Men nú eisini tit, leggið av øll hesi; firtni, vreiði, illvilja, gudsspottan, skitna samtalu út av munni tykkara.
9 Lúgvið ikki hvør fyri øðrum, við tað at tit hava latist úr hinum gamla manni við hansara gerðum;
10 Og hava latist í hin nýggja mann, sum verður endurnýggjaður í kunnleika eftir mynd hansara sum skapti hann:
11 Har tað er hvørki Grikki ella Jødi, umskering ella óumskering, Barbári, Skýtti, trælur ella frælsur: men Christus eralt, og í øllum.
12 Íklæðist tí, sum Guðs útvaldu, heilagu og elskaðu, innangoymslur av miskunnum, góðsku, lítillæti av sinni, eyðmýkt, langmóð;
13 So at tit bera yvir við hvør øðrum, og fyrigeva hvør øðrum, um onkur havi kærumál ímóti nøkrum: júst eins og Christus fyrigav tykkum, soleiðis eisini tit.
14 Og framum allar hesar lutir, íklæðist vælvild, sum er band fullkominleikans.
15 Og latið Guðs frið ráða í tykkara hjørtum, til hvat eisini tit eru kallaðir í einum likami; og verið takksamir.
16 Latið Christi orð búgva í tykkum ríkligani í øllum vísdómi; so at tit læra og áminna hvør annan við psálmum og lovpsálmum og andligum songum, og syngja við náði í tykkara hjørtum til Harrans.
17 Og hvatsumhelst tit gera í orði ella gerð, gerið alt í Harrans Jesu navni, takkandi Guði og Faðirinum við honum.
18 Tit konur, undirgevið tykkum tykkara egnu monnum, sum tað er hóskiligt í Harranum.
19 Tit menn, elskið tykkara konur, og verið ikki beiskir ímóti teimum.
20 Tit børn, aktið tykkara foreldur í øllum tingum: tí hetta er væl toknandi fyri Harranum.
21 Tit fedrar, eggið ikki tykkara børn til firtnis, at ikki tey verði mótfallin.
22 Tit tænarar, aktið í øllum tingum tykkara meistarar eftir kjøtinum; ikki við eygnatænastu, sum manntoknarar; men í einfaldni hjartans, óttandi Guð:
23 Og hvatsumhelst tit gera, gerið tað hjartaliga, sum fyri Harranum, og ikki monnum;
24 Vitandi, at av Harranum skulu tit fáa arvsendurgjaldið: tí at tit tæna Harranum Christi.
25 Men hann, ið ger órætt, skal fáa fyri tað órætta sum hann hevur gjørt: og har er eingin persónsmetan.
KAPITUL 4
.
Tit meistarar, gevið tykkara tænarum tað sum er rætt og rættlátt; vitandi, at tit eisini hava Meistara í himni.
2 Haldið fram í bøn, og vakið í hini somu við takkarveitan;
3 Biðjið hartil eisini fyri okkum, at Guð vildi latið okkum upp einar taludyr, at tala loyndardóm Christs, fyri hvønn eg eisini eri í bondum:
4 At eg má gera hann eyðsýndan, so sum eg átti at tala.
5 Gangið í vísdómi mótvegis teimum sum eru fyri uttan, so at tit leyskeypa lagaligu stundina.
6 Latið tykkara talu vera allan veg við náði, kryddað við salti, at tit mega vita hvussu tit áttu at svara hvørjum einstøkum.
7 Allan mín tilstand skal Tykíkus kunngera tykkum, sum er ein elskaður bróðir, og trúgvur tænari og samtænari í Harranum:
8 Hvønn eg havi sent tykkum fyri tað sama endamál, at hann mátti vita tykkara tilstand, og troysta tykkara hjørtu;
9 Við Onesimusi, einum trúføstum og elskaðum bróðuri, sum er ein av tykkum. Teir skulu gera kunn fyri tykkum øll ting sum eru gjørd her.
10 Aristarkus, samfangi mín, letur heilsa tykkum, og Marcus, systirsonur hjá Barnabasi, (viðvíkjandi hvørjum tit fingu boð: um hann kemur til tykkara, tá takið ímóti honum;)
11 Og Jesus, sum er kallaður Justus, sum eru av umskeringini. Bert hesir eru mínir samarbeiðarar fyri kongadømi Guðs, sum hava verið mær ein troyst.
12 Epaphras, sum er ein av tykkum, ein tænari Christs, letur heilsa tykkum, sum altíð strevast inniligani fyri tykkum í bønum, at tit mega standa fullkomnir og fullførir í øllum vilja Guðs.
13 Tí at eg beri honum frágreiðing, at hann hevur mikið vandlæti fyri tykkum, og teimum sum eru í Laodiceu, og teimum í Hierápolis.
14 Lukas, hin elskaði læknin, og Demas, lata heilsa tykkum.
15 Heilsið brøðrunum sum eru í Laodiceu, og Nymphasi, og kirkjuni sum er í húsi hansara.
16 Og tá ið hesin epistilin er lisin tykkara millum, tá fáið hann at verða lisnan eisini í kirkju Laodiceanna; og at tit somuleiðis lesa epistilin frá Laodiceu.
17 Og sig við Arkippus, Gev gætur eftir tænastuni sum tú hevurt móttikið í Harranum, at tú uppfylli hana.
18 Heilsanin við hond míni, Paulusar. Minnist míni bond. Náði veri við tykkum. Amen.
¶ Skrivaður frá Róm til Kolossensararnar av Tykíkusi og Onesimusi.